mikudagur 15. juni 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 111 — 15. JUNI 1994 Síða 17
-
frá til vongverjan í vinstru,
Jan Højgaard, og hann
smekkaði til oman fyri allar
í brotsteiginum og í kassan.
Tíggju minuttir fyri leik-
lok fekk heimaliðið sigurs-
málið. Skála missir á veg í
álop, bólturin verður send-
ur til Høgna í Jákupsstovu,
ið staðfestir, at gongd aftur
er komin í málskjótingina
hjá honum.
ÍF-GÍ 4-0 (0-0)
Bestu gøtumenninir hava
gott tak å bestu fuglfirding-
unum. Men tá tað ræður um
næstbestu liðini hjá granna-
feløgunum hevur IF verið
oman á, nú í fleiri ár. Æran
tykist vera eins stór sum í 1.
deild at spæla um, tá
grannafeløgini hittast í 3.
deild, og kanska kendist tað
sum plástur á sárið, at IF
vann her.
Fyrra umfarið gekk javnt
á, kanska hevði IF yvirvág.
Men eftir steðgin var eingin
ivi. IF kom á odda, tå bara
tveir minuttir vóru leiktir.
Eyðun á Lakjuni tamdi inn-
legg í brotsteiginum og pot-
aði fram við málverjanum.
Lakjumaðurin fekk næsta
málið, tá hann setti ferð á
egnari hálvu, sneiddi fleiri
av og smekkaði til úr 16
metra fjarstødu. Verjan
tóktist tunn, men tað var
ikki minst tí álopsfelagin,
Fróði Petersen dróg verjuna
í hitt borðið.
Eyðálvur Petersen gkti
beinleiðis upp á fríspark, og
Bartal Eliassen staðfesti
sigurin, tá hann skoraði eftir
innlegg úr høgru frá Fróða
Petersen.
KÍ-HB 1-2 (1-2)
Lagið var einki serligt á
klaksvíkingum, tá 3. deild
royndi seg aftan á, at bestu
havnamenninir høvdu
vunnid. KI kom å odda
beinanvegin, tå Sørin Peter-
sen takladi bóltin í netið,
eftir at málverjin hevði
hálvbjargað aftan á klump-
spæl og skotroynd.
KÍ hevði leikliga yvirvág,
men Oddbjørn Joensen á
midvøllinum stýrdi mót-
álopum móti gomlu bygda-
monnunum hjá sær. Og tá
25 minuttir vóru leikur
javnaði HB. Málið var
meiri verjumistak enn
álopsspæl. Eftir innlegg
tøva midverji og målverji
hjá KI, og so smýgur vinstri
vongverji hjá HB, sandoy-
ingurin Hans Meinhard
Midjord í millum og
smekkar í kassan.
Og løtu seinni fekk HB
sigursmálið, sum var frálíka
væl stútað inn av Hartvigi
Hansen eftir hornaspark.
Seinna umfarið trýsti og
trýsti Kl. Teir fingu einki
mál, men tað var tætt við
fleiri ferðir, t.d. tá Jógvan
Jakobsen sendi fríspark á
tvørtræid og niður á mál-
linjuna. Alopshugurin hjá
KI gjørdist so stórur, at tað
var um reppið, at HB móu
dystarenda í skjótari vend
fekk økt um leiðsluna.
TB-FS Vágar 1-8 (0-4)
Vágamenn fingu so at siga
onga mótstøðu. Teir vóru á
ror
odda 8-0, áðrenn Poul F. Jo-
ensen í síðstu løtu fekk
minkað. Tidin var tá farin,
og dómarin floytaði av.
FS Vágar hevði bara ell-
ivu leikarar við. Tveir lógu
eftir í Havnini, so venjarin,
Albert Ellefsen, noyddist at
seta seg sjálvan inn áaftasta
mann, har hann kortini ikki
varð overvaður. Hann hev-
ur annars bara verið inni
fimm minuttir fyrr í ár. Tað
var í Streymnesi, har hann
leikti fyrstu ferð á ti vøll-
inum. Sambært góðum
keldum hevur veteranurin
nú leikt á øllum vøllum í
landinum.
-nn-
umba syrgdi fyri
sensation móti HB
Kvinnurnar hjá B36 eru best fyri í landskappingini í løtuni. Tær hava sama
stigatal sum HB, men hava spælt ein dyst minni og hava eina nógu betri
málúrtgku — átta mál betri enn HB, ið mátti lúta fyri Sumba sunnudagin
1. deild, kvinnur:
Fjórða umfarið hjá kvinn-
unum bar eitt sera óvæntað
úrslit við sær, tá kvinnurnar
hjá Sumba bastu HB kvinn-
unum í dystinum á Kross-
inum sunnudagin, tá tær
vunnu 2-1.
Hetta hjálpti teimum úr
botninum, har Skála nú
hevur yvirtikið — eftir tapið í
Klaksvík.
Í løtuni er stødan so tann,
at meðan B36 og HB púra
einsamøll kappast um odda-
sessin, eru KÍ, Sumba, ÍF og
EB í miðjuni við uimum
stigum í part.
At VB nú hevur tíkið sítt
lið úr kappingini, er sjálv-
andi keðiligt, men tað hevur
heldur ikki verið gott, at VB
bert hevur spælt tveir
heimadystir. Hetta hevur
skapt ójavna í samlaðu
støðuna, tí summi lið hava
fýra og summi fimm dystir.
Men tá summarsteðgurin
kemur, kann síggjast burtur
frá tí trupulleikanum.
KÍ-Skála 3-0 (2-0)
Skálakvinnur, sum í sínum
bestu árum kundu geva
havnarfeløgunum avbjóð-
ing í kappingini um meist-
araheitið fleiri ár, eru veikar
í ár. Nógv fólk er farið burt-
urav í betraendanum, og tað
merkist eisini, tí tær vóru
ikki meira enn akkurát ell-
ivu við sunnudagin í Klaks-
vík.
Sunnudagin var ti ikki
nógv at gera móti KÍ, ið tyk-
ist spæla betur og betur fyri
hvgnn dyst. Spakulig fram-
gongd er alla tíðina, hóast
KÍ heldur ikki hevur alt
fólkið, ið hevur verið hini
KÍ vann dystin hesaferð
3-0, og burtursæð frå Skåla-
trýstið í einar tíggju minutt-
ir í seinna hálvleiki, har
Skála fekk sínar einastu
kjansir, sat KÍ á dystinum.
Vertirnir komu á odda, tá
lítið korter var farið. Sigrid
Andreasen skjeyt innfyri,
men bólturin mundi liggja
betur, enn hon hevði í kvitt-
anum, tí hóast vinkulin var
spiskur, endaði hann í hand-
ara málhorni.
Næsta málið kom eftir
brotsspark tíggju minuttir
seinni, tá málverjin hjá
gestunum noyddist at taka
Báru Skaale, ið var sloppin
púra leys við beinari kós
mót málinum. Sigrid
Andreasen skoraði trygt frá
11-metra blettinum. Í
Eitt korter var eftir, tá KÍ
fekk triðja málið. Hetta
hendi eftir trunkaspæl
framman fyri Skåla-mål-
inum, har tað endaði vid, at
Birgit Ryan vendi sær á og
fekk síðsta fótin á bóltin og
beindi hann inn um mál-
strikuna.
B36-EB 8-1 (4-0)
Tað var eitt stórt sorl, eidis-
kvinnur fingu burtur úr ferð
síni til í Gundadal sunnu-
dagin móti årstalsfelagnum
í høvudsstadnum. Atta ferð-
ir noyddist EB-málkvinnan
at taka båéltin úr egnum
máli, so tað var lítil troyst í
einsamalla málinum, Anna
Vesturdal skoraði fyri gest-
irnar, tá tjúgu minuttir rest-
aðu og tað longu var 7-0 til
B36 frammanundan.
B36 vísti her gott bólt-
spæl, og øll átta málini —
burtur sæð frá tí fyrsta, ið
var brotsspark — vórðu
gjøgnumspæld heilt aftur
frá verjuni, uttan at EB-
kvinnurnar sluppu at nerta
bóltin stórvegis. Vertirnir
royndu sítt besta, og tað
eydnaðist eisini sera væl í
hesum rættiliga einsporaða
dyst.
Umframt tey átta málini,
harav summi komu sera
tøtt, hevði B36 eina rúgvu
av kjansum, ið eisini kundu
givið mál, men tær gramdu
seg ikki aftan á dystin, tí nú
er málúrtgkan so góð sum
416, og tað tryggjar teimum
so ruddiliga plássið á odda-
sessinum, hóast HB hevur
samastigatal —har er málúr-
tøkan >bert< 48 mål.
At breiddin er stór á liðn-
um, sást ikki minst á mál-
skjótingini, ið varð býtt
millum fimm spælarar:
Sólvá Joensen, Eydis Rein-
ert og Brynhild Klein skutu
tvey mál í part, meðan Hild-
ur Rasmussen — skoraði
brotssparkið til 1-0 — og
Maibritt Joensen skutu hvør
sítt.
B36-kvinnurnar skulu til
Sumbiar komandi viku-
skiftið, men neyvan er
hugsandi, at tær ætla at fáa
eins líuð burturúr og HB
fekk hesaferð. Hinvegin
sær alt út til, at dysturin
millum B36 og HB um tvær
vikur verður tann stóri topp-
dysturin undan steðginum.
HB skal vinna við minst
fýra málum fyri at varðveita
sambandið við B36.
Sumba-HB 2-1 (1-0)
Sumbiarkvinnumar vildu
illa trúgva sær sjálvum, tå
tað vísti seg, at tær kundu
fara sum vinnarar av vølli
sunnudagin, tá tær høvdu
vitjan av HB.
Uppleggið hjá heimaliðn-
um var heilt týðiligt, at tær
skuldu royna at fyribyrgja
tapi, og tá tær so eisini út-
nyttaðu sínar kjansir til fuln-
ar og vunnu dystin, kann
ikki sigast annað, enn at
taktikkurin eydnaðist minst
100%.
Tíðliga í dystinum legði
Sumba seg á odda. Eftir inn-
kast kom bólturin inn í HB-
brotsteigin, og har fekk
Elinborg Nygaard sett fótin
á og lagt heimaliðið á odda
1-0.
Hóast — HB-kvinnurnar
royndu at fáa bóltin at koyra
millum sín, fyri síðani at
royna seg við skotum, so
eydnaðist einki hjá teimum.
Tær høvdu eina rúgvu av
skotum upp á málið hjá
Sumba, og eisini fingu tær
nógv hornaspørk, men uttan
at fáa mál.
Vertimir dekkaðu væl, og
alla tíðina var so mikið tjúkt
fyri í verjuni, at HB ikki
megnaði at dirka hana upp.
Ikki fyrr enn eitt korter
restaði, bar til hjá HB, tá
Helga Ellingsgaard fór rek-
andi í vinstru síðu og skjeyt
"innfyri til Kirstin Nesá, ið
stóð púra leys og skoraði.
Beint eftir málið hevði
HB ein risamgguleika, tá
Maria Hansen royndi seg
við skoti, ið endaði á yvir-
liggjaranum, fyri síðani at
koma útaftur í spælið. Har
stóð Kristin Nesá enn eina-
ferð væl fyri, men tá hon
skuldi skjóta, varð hon so
mikið órógvað av einum av
viðspælarunum, at bólturin
endaði uttanfyri.
Í evstu løtu — við einum
minutti eftir — svaraði Sum-
ba so endiliga aftur upp á
tað drúgva og áhaldandi
trýstið. HB-álop varð av-
brotið, og bólturin sendur
fram til Daimy Kjærbo, ið
rann frá tunnu HB-verjuni
og skjeyt bóltin fram við
HB-málkvinnuni, tá hon
kom út ímóti, og so var
stødan brådliga 2-1 úl
Sumba, og soleiðis endaði
hesin dysturin.
hj.
VB-kvinn-
urnar hava
tikið seg
burtur úr
kappingini
Sum áður umrøtt á hes-
um síðum, er kvinnuf6t-
bólturin í Vági í stórum
trupulleikum. Hesir eru
nú so stórir, at einki lið
frá VB er í 1. deild hjá
kvinnum ella deildini
við gentum 14-17 ár.
Orsgkin er, at vágs-
kvinnur ikki fáa mannað
lið, av tí at summar eru
við í kappróðri og aðrar
hava so nógv um at vera
við skúlagongd, at tær
ikki hava stundir. Eisini
hevur VB mist nakað av
fólki, ið er niðri og lesur.
Spell er tað, at Vágs
Bóltfelag nú noyddist at
skippa bæði kvinnulið-
ini, men einki er at gera
við tað, tá einki fólk er.
VB hevur annars stað-
ið seg væl í kappingini
seinnu árini. Kvinnurnar
fingu bronsu í fyrraárið
og silvur í fjør, men nú
gullið stóð fyri tørnid,
datt alt á gólvið.
Ætlar VB sær aftur at
spæla kvinnufótbólt, má
byrjast frá botni av.
At liðini í 1. deild nú
eru sjey í tali, kemur at
ávirka restina av kapp-
ingini, U nú noyðist eitt
lið at hava frí hvørt viku-
skiftið.
Ítróttar-Sosialurin hev-
ur tíkið útmeldingina hjá
VB úl eftirtektar, og er
VB stríkað bæði í saml-
aðu støduni og av mål-
skjåttalistanum. Teir
báðir dystirnir, VB hev-
ur spælt, eru eisini strik-
aðir í hagtølunum.
hj.