mikudagur 15. juni 1994síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið EI
Demokrati er at fríir borgarar metast á tini at taka avgerðir veljaran-
B->
an mini av bæði ti politisku
og ti búskaparligu kreppuni
i Føroyum og tað er, at al-
ment og privat verdur vavt
saman i ti politiska struktur-
inum vid sera álvarsligum
fylgjum, sum valla hómast í
fyrstu atløgu, og sum tykj-
ast at verða so inngrógvin
við tíðini, at tey eru blivin
ein heldur ósjónligur partur
í vanligum politiskum prak-
sis. Henda vavstur kalli eg
tað politisku mentanina, ið
avlagar bæði politisku av-
gerðirnar og politiska orða-
skiftið, ið skal verða grund-
arlagið undir meinings-
skapanini og harvið fólka-
stýrinum í tí upprunaliga
týdninginum.
Eitt hugsað dømi
Í einari miðalstórari bygd
gongur ein politiskt inter-
esseraður maður, ið fegin
vil veljast inn á ting. Tað er
nakað síðani bygdin hevði
tingmann, men um bygdin
tekur seg saman, skuldi
saktans borið til, so mikið
stór er hon. Onki arbeiðs-
skapandi virki, ið munar
nakað, er í bygdini. Menn-
inir fiska við skipum úr gll-
um Føroyum, og konurnar
hava lítið og onki at gera av
lønandi arbeiði, so at bygd-
in smokkar líkasum niður
ímillum, hvat pengum ella
framburði — viðvíkur.
Hvat er so at gera?
Jú, tað má skaffast eitt
virki til bygdina. Helst eitt
flakavirki, tí fólkið má hava
arbeiði. Og okkara maður,
ið er virkisfúsur og dugir at
lurta eftir, hvussu aðrir
gera, fer so til verka, tí her
eru møguleikar bæði at
sleppa inn á ting og fáa
arbeiði til bygdarfólkið.
Men pengar mugu til — eitt
sindur av pengum, í hvussu
er so mikið, at skjøtil kann
setast á. Hann tosar so við
bygdarráðið — hann situr
kanska har sjálvur — og fer
síðani at tosa við arbeiðs-
mannafelagið.
Báðir partar eru hugaðir
at seta pengar í. Sjålvur eig-
ur hann eitt sindur og fer so
at tekna partapening í bygd-
ini. Har eru nakrir gamlir
dreingir, id hava fiskad væl
í mong år og eiga pengar í
bankanum, og eftir stutta tíð
hevur hann fingið so mikið
sum krevst i eginpeningi til
at fåa burtur av almennu
låniskipanunum, sum eftir-
hondini eru fleiri. Sam-
stundis stillar hann upp fyri
ein flokk, sum longu
frammanundan hevur nak-
að av atkvødum í bygdini,
og sum hartil er so mikið
stórur, at hann hevur åvirk-
an i landspolitikki.
Vallyftini eru klår: Velja
tit meg skal eg skaffa flaka-
virki ul bygdar, sigur okk-
ara maður og verður so
spælandi valdur inn a ung.
Stutt eftir stendur eitt
flakavirki í bygdini! Men
hvat so? Eitt flakavirki má
hava fisk, og ongi skip vilja
landa her í bygdini, tey eru
bundin meira og minni at
ødrum virkjum — beinleiðis
ella óbeinleiðis — so einasti
útvegur er at fáa skip til
bygdina. Men vanlukkutid,
nú er hent tað, at best hóski-
ligu skip til ta veiðu og drift,
sum nú er uppi, er for stór til
teir metramar av atløgu-
bryggju, sum er framman
fyri flakavirkinum. Vit vita
so øll, hvat nú hendir:
Kommunan tekur lán til sín
part av byggikostnaðinum
úl nýtt havnalag, og landið
letur restina, partvís sum
studning og partvís sum lán
ella hvussu detaljurnar nu
einaferð eru eftir landsins
havnaætlan.
Men galdandi havnaætlan
umfatar tíverri ikki nakra
havn í okkara bygd, bara í
grannabygdini, har eisini
eitt flakavirki er. Ti krevst
nakað væl at politiskari tog-
togan á tingi. Okkara maður
er í samgongu, pressar á og
ger ymsar vørrir, til lands-
stýrið leggur broytingar-
uppskot til verandi havna-
ætlan fyri løgtingid, sum
samtykkir eina ískoytislóg
til havnaætlanina. Hetta er
so bara eitt inntermesso á
vegnum, og nakað skjótt
eftir hevur bygdin fingið
longri atløgubryggju og
eina í fyrstuni ikki umbidna
bátahavn, ið kom fyri at
lúka nakrar eykatreytir, ið á
vegnum eru komnar upp í
samladu havnaætlan løg-
tingsins.
Og so er tad skipid! Nå
hevur arbeiðsmannafelagið
lænt so mikið nógv av peng-
um, og brúkt so mikið, at
munandi meira fæst ikki
har. Tó eitt sløg — treyðugt
so. Kommunan hevur
møguleika fyri at veita veð-
hald fyri einum láni afturat,
og so fer okkara maður sam-
an við ødrum at tekna tað,
sum írestar til partapening,
sum hann m.a. fær frá ngkr-
um av limunum í samkom-
uni, hann vanliga gongur í,
so at áðrenn langt um liður
eru pengar á pappírinum, ið
svara til tey kravdu 10 pro-
sentini í eginpeningi. Bank-
in letur lán móti landskassa-
veðhaldi, ið okkara maður á
tingi pressar eftir at fáa uppí
ein sokalladan skipapakka,
sum løgtingid hevur sam-
tykt.
PRIVAT ØKI
privatlivid
na vegna.
Men hvørki kommuna
ella arbeiðsmannafelag
vilja átaka sær reiðaravirk-
semi. Tað var heldur ikki
meiningin, tí formligi eigar-
in av skipinum verður p/f
Lundaholan, og okkara
maður verður stjóri. Hartil
er hann nevndarformadur í
flakavirkinum. Hann er
framvegis løgtingsmadur,
er limur í fíggjarneyndini
og beint nú formaður í fiski-
vinnunevndini.
Nú er komið á mål, og øll
eru glað. Okkara maður liv-
ir sitt góða liv, sum hann
ætlaði sær sum løgtings-
maður. Bygdin hevur fingið
flakavirki, nýtt havnalag og
nýggjan trolara, ið tryggjar
virkinum råvøru. Fram-
burdur og vælstandur i
bygdini.
Skrúvan
uttan enda
Men enn er tó eitt, sum
ikki er komið heilt upp á
pláss. Kann virkið bera seg?
Bankin hevur veitt kassa-
kreditt og landið hevur veitt
rakstrarlán. Kemur nóg
mikið av peningi inn til at
gjalda rentur og avdrøg?
Kann kommunanrokna við,
at fáa nóg mikið at skatta-
krónum inn at gjalda síni
lán aftur við, tvs. er nóg
mikið av arbeiði á virk-
inum? Kann arbeiðs-
mannafelagið rokna við, at
pengarnir eru tryggir, sum
eru settir í virki og skip?
Bendir nakað sum helst á, at
teir gomlu dreingirnir og øll
hini ikki longu hava mist sin
partapening, tá tey teknaðu
hann?
Svarið er nei! Einasta
vónin fyri rakstri er held og
onki annað. Vit vóna tað
besta!
Eina tíð kemur fiskur upp
í ta nýggju keiina, men so
minkar.
Og hvat nú?
Tað sum er hent higartil,
er avgerðandi fyri tað, sum
nú má henda. Og tað sum er
hent, er hetta:
Í mun til tað athenska de-
mokratiið, so hava vit nú
umboðandi demokrati. Í
Athen møttust javnlikar til
at avgerða síni felags
áhugamál. At demokratiið
er umboðaðndi, merkir at
vit gll, ið hava valrætt, møta
ikki sjálv á tingi, men velja
umboð fyri okkum. Tað
broytir ikki prinsippini,
men vit krevja tó onki at
okkara umboðsmanni.
Krevja ikki, at hann Ld.
stendur frítt úl at umboða
okkum, og taka neyðugar
avgerðir. Vit velja hann
fyri, hvussu okkum dámar
hann. Og dermed!
Hvussu er so okkara mað-
ur staddur í mun til sína al-
menna stóðu? Hann er ung-
maður, formaður í fiski-
vinnunevndini, límur í
figgjarnevndini, bygda-
ráðslimur, nevndarformad-
ur í Flakavirkinum, reiðari í
tí politiskt fíggjaða trolar-
anum, limur í Føroya und-
angonguflokki, hann hevur
okkurt bein at gnaga, lat
okkum siga, at hann er
nevndarlimur í Tryggingar-
sambandinum, og hann
hevur sítt upprunaliga yrki,
sum lat okkum siga er skip-
ari. Hann er familjumaður
og hevur tvær døtur, onnur
gongur í Hoydølum og hin
er gift við einum grann-
skoðara í Havn. Hansara
størsti trupulleiki sum polit-
ikari er, at løgtingskandi-
daturin hjå Føroya hévsama
savningarflokki bara fekk
17 atkvødur færri enn hann
til seinasta løgtingsval.
Vid ødrum ordum er hann
vavdur inn i cina fløkju av
persónligum, politiskum og
vinnuligum bondum, so-
leiðis at hann ikki longur er
óheftur umboðsmaður á
tingi, sum á fríum grundar-
lag kann rgkja áhugamálini,
hann er settur at røkja.
Hansara demokratiska upp-
gåva er at virka á landsøk-
inum, m.a. við at lóggeva
fyri allar landsins borgarar,
men tað fær hann ikki ella
illa í hvussu er, tá hann hev-
ur persónlig og økonomisk
áhugamál at røkja í ting-
inum. Hann kan t.d. ikki at-
kvgða fyri einari lóg, ið
helst verður frægast fyri øll,
sum frá líður, men sum
samstundis tekur grundar-
lagið undan t.d. flakavirk-
inum í heimbygdini, ella —
enn og verri — tekur grund-
arlagið undan hansara egna
reiðaravirksemi. Her koma
hansara egnu pengar í
klemmu. Stutt sagt: hann
kemur í ta stóðu á tingi at
kleimast ímillum millum
síni egnu persónligu vinnu-
áhugamál, sína ábyrgd yvir
fyri bygdarfólki, gomlum
dreingjum, bygdarráð og
arbeiðsmannafelag, og so
landsins politisku/búskap-
arligu áhugamál.
Og verri enn so: Fyri at
fáa hettar upp at standa við
flakavirki, havnarlag og
trolara hevur hann innging-
ið nógvar opnar og undir-
honds avtalur á vegnum eft-
ir prinsippinum um at eg
ALMENT OKI
borgaranna egnu mál
vinnulív
arbeiðslív
Nr. 111 — 15. JUNI 1994 Síða 19
skal atkvøda fyri tínum, um
tú atkvødur fyri mínum.
Her er hann persónliga
bundin vid lyftum og wud-
skapi til bæði aðrar politik-
arar og aðrar flokkar. Hann
kann at enda koma so illa
fyri, at hann kann pressast:
Ger tú ikki sum eg sigi, so
sigi eg hitt!
Ella ein onnur stóða:
Flakavirkinum tørvar fisk,
men trolarin hjå honum fær
betri pris aðrastaðni. Hvat
ger hann so? 50 fólk eru
knýtt at flakavirkinum, tey
hava ikki nóg mikið av arb-
eiði, 15 mans sigla við trol-
aranum, ið vilja hava besta
prísin. Landar hann ul
flakavirkið fáa fleiri bygd-
arfólk løn, men trolarin
kann fara at rilla, so fimtan
menn missa kjansin, arb-
eiðsmannafelagið stendur
til at missa pengar og bygd-
arráðið við. Hann vil fegin
veljastaftur, men tað verður
ikki lætt í hesi fløktu stóðu,
tå løgtingskandidaturin hjá
hinum flokkinum ni er farin
at agitera vid, at alt stendur
til at falla 0.s.fr. 0.s.fr.
Hvat hesin fólksins um-
boðsmaður nú ger, hvørjar
avgerðir hann tekur, og hvat
hann velur at siga og royna,
so kann og má tað verða í
mun til hesa fløktu persón-
ligu støduna, og ikki í mun
til ein í hvussu so er teoret-
iskt til steðar verandi fólka-
vilja, ið jú er grundarlagið
undir gllum demokratisk-
um avgerðum.
Eitt virksemi sum hetta
hevur tvær síður: Eina
vinnuliga og eina politiska.
Vinnuliga sæð er ólukkan
tann, at ongin rentabilitetur
hevur verið í projektinum —
ella projektunum — ið eru
bygd á tað hugmynd, at
fiskarikidømid er óendaligt,
og harvið framhaldandi
lånimøguleikar, tí virkið ber
seg ikki. Tað í sær sjálvum
má so vera tað tað kann:
Eiuhvørt virki kann falla,
tað er harmiligt, men gerst
ikki við.
Tað sum er hevur týdning
er tann politiska síðan. Av
politiskum grundum má
virkið koyra víðari. Hver
skal taka tað av?
Bankin hevur onga grund
til at koyra virksemið á
húsagang, tí hansara løn eru
tryggjad við landskassa-
veðhaldi, og ongin politik-
ari fer at koyra virksemi hjá
einum ødrum politikara á
húsagang. Allir politikar-
arnir eru heftir á líknandi
hátt at hverjum ødrum.
Summir tí teir eru í somu
stóðu, aðrir tí so missir sam-
gongan ella flokkurin ella
LANDSØKI (STATS-)
felags mál
lóggáva
landsbúskapur
v.m.
okkurt annað. Ongin stend-
ur fríur til at taka tær réttu
avgerðirnar. Heldur ikki
andstødan, um hon kemur
til við næsta val.
Hetta er skrúvan uttan
enda.
Problemið kom klárt fram
fyrr í år, tá spurningurin um
vinnuligan fiskiskap var
frammi og skuldi viðgerast í
fiskivinnunevndini. Tað
gekk, sum eg skilji, rímiliga
lætt at gera eitt lógarupp-
skot um hetta í
landsstýrinum, men verri
gekst í fiskivinnunevndini
Tað var almenn semja um at
okkurt mátti gerast, men
ikki hvat. Tí millum annað
minst fýra av limunum í
fiskivinnunevndini = vóru
persónliga involveraðir við
fleiri ella færri skipum, sum
teir eiga og ella reiða út. í
seinasta enda kundu teir
koma so fyri at viðtaka fall
og deyða fyri síu egna
virksemi.
Her kemur fyri ein part
uppskotið til nýggja styris-
skipanarlóg inn í myndina,
tað at ein løgtingsnevnd
hevur eitt umsitingarmál til
viðgerðar og løgtingid til
avgerdar: teir sum avgerdin
rakar skula sjålvir gera
hana. Hetta er eitt, at tað de-
mokratiska stýrislagið ikki
virkar so væl sum tað eigur.
Tað sum er tuð veruliga
brekið her, er at tann demo-
kratiska samfelagsskipanin
er brotin. Tað at samfelags-
økid og landsøkid er vavt
saman. Hetta er tad ålvars-
liga. Tað virkar sum ein
fella, ið knappliga gleppur í,
tá tær optimistisku fortreyt-
irnar ikki longur eru til stað-
ar fyri at alt framhaldandi
skal virka.
Atkvødukeyp
fyri okkara pengar
Hetta er ein ódemokratisk
gongd, ið ikki kann steðg-
ast, tí ferð fyrst er komin á.
Okkara maður var valdur
upp á m.a. at skaffa virki og
skip til bygdina. Tað hann í
veruleikanum hevur gjørt,
er at keypa atkvødur fyri
mínar og tinar pengar!
Hann skaffaði flokkinum
eitt umboð afturat í løgting-
ið. Styðjar flokkurin hann
ikki í hesi trongstødu,
stendur stórur missur fyri
stavn við komandi val, ti
fellir hetta virksemið, fella
fleiri. Andstødan í únginum
kann onki gera, tí har er
sama skilið.
Orsgkin er rot í demokrat-
isku samfelagsskipanini
við tað at privata og al-
mennagkið er vavd saman á
henda hátt, so ongin vegur
er burtur úr støduni. Ti
hevur tað heldur ikki nyttað
hjá Ld. donsku ráðlegging-
arnevndini øll 80-årini at
koma við sínum atfinning-
um! Ongin hevur kunnað
tåuad i, ti allir hava verið
bundnir í sínum óheilagu
persónligu alliansum av
hesum slag.
Framhald
RA