hósdagur 16. juni 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 112 — 16. JUNI 1994 Sida3
Nýggir tónar frå Fiskasøluni:
Nú er marknadur
fyri alternativum
fiskasløgum
Seinasta utgåvan av bladnum Faroe Tidindum er smekkfult av góðum
tíðindum fyri fiskivinnuna. Nú finnst marknaður fyri ødrum enn vanligum
fiskaúrdráttum, enntá fyri kjálkar og lippur
Seinasta útgávan av blað-
num hjá Faroe Seafood,
Faroe Tíðindi, er nógv ør-
vísi enn undan farnar út-
gávur. Í hesi útgávu ber
næstan alt til og åtlitini fyri
at selja annað enn blokk eru
sera góð. Í hesum blaði eru
marknaðir fyri fleiri alter-
nativum fiskasløgum.
Blaðið er fylt vid bjart-
skygni og årædi.
Greinin å forsiduni vid-
gerð framleiðsluna umborð
á okkara flakatrolarum. Har
stendur millum annað:
— Framleiðslan umborð á
langfaratrolarunum hevur
ein ómetaligan týdning fyri
føroyska búskapin. Teir
fimm føroysku langfara
trolararnir umboða einsa-
mallir 11 prosent av útflut-
ninginum. Flakatrolararnir
skapa eitt tað týdningar-
miklasta virði í samfelag-
num. Vitanin hjá manning-
unum umborðerein av lívs-
nervunum í båskapinum,-
Blaðið skrivar, at í apríl
fekk Vesturvón bestu góð-
skuváttanina fyri gott ar-
beiði frá Marks á Spencer.
Hetta er ein álitisváttan frá
tí mest krevjandi keypar-
anum á marknaðinum til
hvønn einasta mann um-
borð og til øll tey sum eru
knýtt at reiðarínum.
Umborð á Vesturvón eru
teir farnir undir at gera port-
jónir. Flakið verður skorið í
bitar til ymiskar kundabólk-
ar og á hendan hátt fáa teir
hægsta prísin.
Blaðið hevur eisini svarið
hví langfaratrolararnir ikki
skulu føra fiskin til lands at
virka.
— Virðið er økt so nógv
sum tilber umborð. Megin-
partin selja vit (Faroe Sea-
food, bløm.) til Fish á
Chips matstovurnar. Vit
mugu anså eftir ikki at fåa
eina negativa virdisøking,
skrivar blaðið.
Asla, alternativur
marknaður
Faroe Tíðindi skriva, at at
føroyingar leingi hava lisið
og bidid eftir einum alter-
nativum marknaði afturat
ES.
— Faroe Seafood leggur
doyin á at dyrka tilikar
marknadir. — Møguleikar
okkara valdast tey fiska-
sløg, føroysku skipini eru
før fyri at fiska. Samstundis
er tad ein sjålvsøgd fortreyt
fyri alternativari sølu, at
hon lønar seg bædi fyri
virkir og skip, skrivar blað-
ið.
Blaðið vísir á, at okkara
kappingarneytar Ísland og
Grønland útflyta rættuliga
nóg til Asia í mun til Før-
oyar. Av samlada fiskaút-
flutninginum hjå Grønlandi
fara 30 prosent til Asíu, hjá
Íslandi fara 25 prosent og
hjá føroyingum fara 11 pro-
sent. Hjá føroyingum er tað
serliga japanrækjur talan er
um. Blaðið vísir á, at orsøk-
in til munin er, at grónlend-
ingar eiga munandi meir av
rækjum at flyta á japanska
marknaðin og íslendingar
eiga munandi meir at pelag-
iskum fiski, serliga makreli,
til asiumarknaðin. Íslend-
ingar selja tær vanligu
fiskavørurnar til somu
marknadir sum føroyingar.
Útflutni
Kongafiskur
Blaðið vísir á at møgu-
leikar eru fyri at selja
kongafisk á asiatíska
marknaðinum.
— Vit hava í mong ár selt
skráskornar kongafisk til
Asia. Men nú verður so at
siga allur kongafiskurin
virdisøktur til ES-markn-
aðin.
— Marknaðurin í Asiu er
tó framvegis ein møguleiki.
Vit kunnu hugsa okkum, at
vit selja asiatum ein part av
kongafiskinum sum vit
veiða á fjarleiðum, eitt nú í
Irmingarhavinum. íslend-
ingar veiða stórar nøgdir av
kongafiski í Irmingarhavi-
num og meginparturin av
honum verður seldur til
Asia, skrivar blaðið.
Svartkalvi
Faroe Tíðindi skrivar, at
vit ikki hava fiskað so nógv
av svartkalva sum vit kun-
du. Her er talan um eitt veru-
ligt alternativ, sum fær
stórri og stórri útflutnings-
virði.
— Tølini vísa, at royndir
rin til Asia
samanborið við samlaða
útflutningin av fiskavørum
=
eftir svartkalvaog havtasku,
sum m.a. Viberg Sørensen
hevur skipað fyri eru væl-
eydnaðar. Neyðugt er við
tøttum samstarvi millum,
veiðu, framleiðslu og sølu,
skulu tílík tiltgk eydnast.
--I dag havavit í felag bygt
upp ein marknað í Europa,
sum kann taka tær nøgdir vit
fiska. Vørumar eru fleiri,
men serliga fesku fløkini
eru áhugaverd. Hondskornu
svartkalvafløkini av Tvør-
oyri, við Faroe merkinum á,
hava eitt gott orð á sær í
Týsklandi og Fraklandi og
tann góða góðskan tryggjar
at vit varðveita marknaðin.
Og hvør veit kanska kunnu
vit økja hann, skrivar Faroe
Tíðindi.
Blaðið vísir á, at markn-
aðurin er bæði fyri kjálkum
og lippum, hesum gera før-
oyingar einki burturúr í løt-
uni.
Råvarn-
Norðmenn
eisini á
feltinum
Føroysku skipini tarnaði av
vedri, men skuldu kasta aft-
ur i gjar
Krúnborg og Chr. Í
Grótinum fingu ikki
kastað týsdagin orsakað
av vánaligum veðri. Tá
illveður er gongur sildin
so djúpt, at teir fáa ikki
kastað eftir henni.
Eitt oljurgr var brostið
umborð á Krúnborg og
teirhøvdu mistnakað av
hyderaulikolju. — Teir
prajaðu tí Chr. Í Grót-
inum og fingu olju frá
teimum.
Føroysku bátarnir
royna beint uttanfyri
føroyska fiskimarkið,
nú eru eisini norskir
nótabátar komnir á leið-
ina. Umframt teir eru
íslendskir nótabátar á
feltinum.
Sildin er somikið stór
Ispeglar
i Vags-
botni
og full av rognum og
æti, at hon goymist ikki
til matna. Tí verður hon
landað til ídnað. Roknað
verður ikki við, at sildin
kann nýtast til matna
fyrr einn einaferð í
næsta mánað.
Tróndur í Gøtu er á
veg á feltið og Norðborg
fór avstað í gjár.
Tað eydnaðist okkum
ikki at koma í samband
við føroysku nótabátar-
nar í gjár og tí hava vit
heldur íkki fiskitíðindi
frá gjárdegnum. Krún-
borg kastaði tvær reisur
mánadagin og fekk 400
tons.
jústinus
Tombola, bilvask og sóla av
súltutoy verður leygarmorg-
unin til frama fyri Svørikis-
ferð hjá Neista-ungdómum
Leygarmorgunin verður
rómur í Vágsbotni í
Havn. Tá verður ymisk
til hugna og endamálið
er at fáa pening til vega
til neistabørn, sum skulu
eina ferð til Svørikis í
summar.
Børn frå 10-14 ár
skulu luttaka i eini hond-
bóltskapping i Svøriki
og kappingin verdur
kallað Partille-cup. Um-
framt at spæla dystir
skulu tey eisini á venj-
ingarlegu. Børnini fara
avstad 26. i hesum.
Neistabørnini ætla at
gera tað hugnaligi i
Vágsbotni leygarmorg-
unin. Byrjað verður
klokkan 10:00 og tá skal
skipast fyri familjuhug-
na.
Á Skránni verður
køkutombola og hópin
av góðum køkum verður
at vinna. Eisini bjóða
børnini seg fram at
vaska bilar, móti eini
samsýning í reiðum pen-
ingi. Møguleiki verður
hjá børnum at sleppa ein
stimitår við einum
maskinbáti og eisini
verða klovnar, íspeglar,
at síggja. hvat hesir
finna uppá er ikki gott at
vita.
Eini 65 børn saman
við leiðarum skulu til
Svørikis og tey verða
burtur í fjúrtan dagar.
jústinus