Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 1994síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ia Tidindabladid C+: Nr. 112 — 16. JUNI 1994 Síða 19 Eyðun Andreassen: Politiska kreppan Politiskt orðaskifti og politisk mentan. Vit prenta her seinna partin av fyrilestri, sum Eyðun Andreassen, fólkalívsfróðingur helt í Nóatúni herfyri Politiskt orðaskifti Tað er ein struktur í tí lib- eralu demokraiisku sam- felagsskipanini, eg havi lýst, og sum millum annað hevur tað sera týdningar- mikla eyðkenni at hava talufrælsi. Tað er bara und- ir hesari samfelagsskipan- ini talufrælsi finst, og enntá eru undantøk, ið vit ikki brýggja okkum um at minn- ast, men sum vísa, at ein lib- eral økonomi er ikki trygd fyri demokrati og talu- frælsi, men hinvegin tykist at vera ein treyt fyri ti. Eitt opið og alment orða- skifti má fara fram í einum demokratiskum samfelag. Eitt slíkt orðaskifti kann í nútíðarsamfelagnum fara fram á trimum stóðum (og her hugsi eg ikki um orða- skifti á tingid, sum møgu- liga er opið, men ikki al- ment): Tað er í privatu fjøl- miðlunum, í almennu fjøl- miðlunum og í samrødu millum fólk. Eg havi longu nevnt tann påstand, at nið- urbindingin av frælsinum, við tað at tann demokratiska samfelagsskipanin er sett til viks, hevur korrumperað tað opna ordaskifti i samfel- agnum úleitt meiningsleyst og virðisleyst skinnorða- skifti uttan týdning fyri og ávirkan á politiskar avgerð- ir og samfelagsgongd. Orðaskifti er samskifti Orðaskifti er samskifti, og eitthvert samskifti hevur tveir liðir: Ein meining verður givin og hon skal . verða måttikin. Hetta er so sjálvsagt, og er galdandi uttan mun til samskiftis- form. Antin tað er beinleið- is samrøda millum fólk, boðskapir í elektróniskum fjølmiðlum ella blaðgrein- ir. Og ikki er altíð talan um orð, meiningar kunna eisini berast við ljóðum, teknum og myndum. Undir øllum umstødum skula tveir partar til, annar at geva og hin at taka, hóast tú bæði tíu og tíðum hevur varhugan av, at talarin hugsar meira um seg sjálvan enn um lurtaran. Alment orðaskifti í dag fer fram í trimum stóðum. Í almennu — fjølmiðlunum, privatu fjølmidlunum og so í samrødu millum fólk. Landið eigur, rekur og stýr- ir teimum almennu fjøl- miðlunum, og hevur avger- andi ávirkan á teir — eisini politiska, og tí treyt noyðast teir at liva undir. Teir priv- atu fjølmiðlarnir skuldu staðið fríir mótvegis teim- um almennu, men gera tað í nógv minni mun enn gott er, ella í hvussu so er enn ein skuldi hildið. Flokstilknýt- ið er skilligt, antin tað so er beinleiðis økonomiskt treytad ella bara ideolog- iskt. Okkurt undantak er. Almennu fjølmidlarnir 1. Útvarpið I tveimum føstum send- ingum í útvarpinum fáa lurtararnir orðið. Í hesum sambandi er sjálvsagt Fimmarin tann týðandi sendingin, ið útvarpið plag- ar at lýsa sum >sendingin har lurtararnir hava høvi at ringja inn og siga sína hugs- an<. Eg havi ongi tel, men veit ikki betur, enn at heilt nógv fólk lumar hvønn mikudag klokkan 5 vetrar- hálvárið. Tað vakti ans og varð mett sum ein verulig nýskapan, tá farið var undir sendingina fyri nøkrum ár- um síðani. Fimmarin hevur fastan form: orðaskifti millum lurtarar, ið ringja inn og nøkur fólk, ið verða boðin í útvarpsstovuna, sum teir siga í Sortudíki. Hartil er programmleiðarin til steðar. Men sendingin hevur eisini fingið eitt fast mynstur, ið sjáldan verður frávikið, uttan í undantaksføri, har ongin er boðin at sita í útvarps- stovuni og evnið ikki er bundið. Lat okkum hyggja at, hvussu ein vanligur Fimmari gongur: Frá morgunstundini sama mikudag fáa lurtararnir boð um, nær teir kunna ringja inn og hvat telefonnummar- ið er. Fólk skula so ringja 1.1382 og 1.1383, og so ringir útvarpið aftur til teirra. Hetta er bæði av re- daksjonellum og praktisk- um grundum, og má so vera, giti eg. So er klokkan fimm, og >sendingin, har lurtaramir hava høvi at ringja inn og siga sina hugs- an« er i luftini. Vanliga triggir ella fyra politikarar sita i útvarpsstovuni, tí oft- ast eru evnini aktuell polit- isk mál. Utvarpsmadurin byrjar sendingina við at tosa bæði leingi og væl um dagsins evni, hóast evnið vanliga hevur verið bæði tugt og tannlað í sendingini Føroyar í dag tyskvøldid fyri, og hevur verið vidgjørt frágllum síðum og kantum í tíðindasendingum í langa tíð. Tá so programmleiðarin er liðugur við sítt, sum um hann er bangin fyri, at fólk ikki hava skilt hann enn, so ótrúligt tað ljóðar, so sleppa politikaramir ella serfrød- ingamir — fram at at siga sina hugsan ofta í samrødu við útvarpsmannin. Triggir ella fýra eru gestirnir van- liga, og tá so tíðin endiliga er komin til lurtaramar, ja so er hon farin. Sendingin varir i hålvan annan tima, og ofta er minni enn hålvur timi Ongin politisk meining er nakrantíð flutt í fjolmiðlaorðaskifti við ein politikara. eftir til allar lurtararnar, tíð- um ikki meira enn nakrir fá- ir minuttir, og bara ein ein- A | ER EN A fram at. Her er vert at minn- ast til, at eisini politikar- arnir hava verið upp til fleiri ferðir í tíðindasendingun- um í útvarpinum og greitt frá málinum og sínum sjón- armiðum. Tíðarbýtið í hesi sending er, at útvarpsmaðurin og politikararnir fáa tveir trið- ingar av talutíðini, umframt sendingina Føroyar í dag og umframt allar tidinda- sendingarnar, og lurtararnir fáa undir ein hálvan tíma ella nógv minni enn tað. Teir skula hartil framman- undan siga, hvat teir ætla at siga. Fyri at útvarpsmaður- in kann avgera, hvat skal við, haldi eg. Orðaskiftið í sendingini haldi eg mest eitt skinorða- skifti. Politikararnir meta fólki við lidnum meining- um um politiskt avgjørd mál, so har er onki at skifta orð um: Ella sagt við ødrum orðum, politikararnir hava onga reella grund at lurta eftir lurtarunum, tá málið er avgjørt. Teir bara látast sum teir lurta. Ongin meining verður vikað í Fimmar- anum. Hann er undirhald og kærkomið høvid hjá poliuik- arum at eksponera seg fyri veljarunum, sum tað eitur, uttan at hava reellan áhuga í, hvat sagt verður. Í roynd og veru tykist tað, sum teir eru komnir fyri at verja eina tikna stóðu. Tað rætta var at skapteina meining burtur úr orðaskiftinum. Hin útvarpssendingin, har lurtararnir ringja inn eit- ur stutt og greitt Lurtararnir og vit og verður send fyrra- partar. Innihaldið í henni er Stutt og greitt møsn, men har verður heldur ikki sagt, at tad skal vera annað. Inni- haldið í Fimmaranum verð- ur ikki kallað møsn, men tað er ikki frítt fyri, at tú mangar hevur ta kensluna, at báðar hesar sendingar eru av sama slag. Men kortini vil eg siga, at fimmarin sum idé er nakað av tí besta og frísk- asta, sum er hent í føroyska fjølmiðlaheiminum, síðan útvarpið varð til. 2. Sjónvarpið Tann relevanta sendingin attosaum í sjónvarpinum er tann, sum eitur Kjak, og plagar at koma eftir Dag og Viku summar dagar. Evnis- liga er hon meira konsen- trerað um politikk enn Fimmarin, sum hevur fleiri sendingar um ikki politisk evni enn Kjak í sjónvarp- inum. Tað er eisini ivasamt, um ein slík sending kann roknast til almenna orða- skiftið, og ikki bara er tað vanliga tingorðaskiftið, ið er flutt inn í sjónvarpsstov- una. Aktørarnir eru teir somu sum í tinginum, og lurtararnir fáa ikki orðið, sum í Fimmaranum. Evnini eru næstan bara aktuell po!- itisk mál. Taðer eitt sjónarmið, sum kemur týðuligari fram í sendingini Kjak enn í Fimmaranum. Tað finst eitt orðafelli um nútíðar fjøl- miðlar, ið sigur: >The media is the message«. Í hesum liggur, at tað er fjøl- miðilin sjálvur, ið er úti eftir lurtarum/hyggjarum og at fjølmiðlafólkini sjålvi hava fingið eitt mál í at vísa seg á skerminum, í ti føroyska týdninginum av at vísa seg, ella gera seg upp. Tað at fjølmiðlarnir sjálvir eru úti eftir lurtarum/síggjarum er ein >trend<, sum er mest umráðandi hjá fjølmiðlum, ið skula kappast á einum hørðum lýsingamarknað, men sum kortini smittar illa eisini il okkara SvF. Stílur- in verður kopieraður: tað kann næstan gera tað sama, hvat tú sendir og sigur, bara tú fært fólk at sita framman fyri skíggjanum. Hin parturin av hesum ordafellinum, at fjølmidla- fólk sjálvi vera so gromm eftir at sleppa á skiggjan, er kanska eitt sindur meinfýs- in, men nógv satt er í hon- um. Journalistar hava vend- ingina »ein søga«. Alt kann vera ein søga, sama hvat, bara tú kanst fanga lurtar- arnar. Tú sært tað skilliga, hvussu grammir teir eru beint nú, tá samgongan misti meirilutan. Teir tykj- ast næstan euforiskir sum teir tråspyrja politikaramar spurningar, sum ongin kann svara, og bester um journal- istamir sjålvir sleppa at føra samrådingarnar um nýggja samgongu. Eittans dømi: ” sama dag, sum Lassi Klein hevur lisid bræv sitt upp å tingsins rødarapalli verda allir møguligir politikarar spurdir um, hvussu sam- gongan fer at síggja út eftir valið. Hvat vænta teir sær av svari til tann spurningin? Og tå politikararnir svara, sum sjálvandi er rætt, at teir ikki vita enn, so spyrja jour- nalistarnir baraeinaferð aft- urat og fáa sama svar. Og so spyrja teir Gud hjálpið mær sama spurning uppaftur. yr