hósdagur 16. juni 1994síða 20
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 20 Nr. 112 — 16. JUNI 1994 Tíðindablaðið [ søsialrin ]
„Ar
Tað er nógv av hesum
sum liggur í sendingini
Kjak. Við hvert stýrir pro-
grammleiðarin so nógv, at
bara hann verður í fokus og
eksponerar seg sjálvan. Tá
verða tað meira hansara
meiningar, vit fáa, og tær
eru ikki altíð so áhuga-
verdar. Ikki meira enn tínar
og mínar. Og vid hvørt sigur
programmleiðarin onki,
sum nú seinast í kjakinum
millum Atla Dam og Bjørn
á Heygum. Tann samrødan
var als ikki stýrd, og var
bara ein evindalig endur-
tøka av tveimum einfaldum
pástandum, har annar part-
urin segði: Eg kann gera
hatta, og hin segði: Tú kann
ikki gera hatta og hatta.
Umafturog umaftur, umaft-
ur og umaftur.
Eitt annað eru teir reellu
møguleikamir hjá hesum
almennu fjølmidlunum.
Hvussu eru møguieikarnir
millum tað, teir kunna og
vilja, og fíggjarkarmarnar.
Bæði útvarp og sjónvarp
havakrøv uiserstakliga før-
oyskt tilfar liggjandi oman á
sær frá politiskari síðu.
Fíggjarliga arbeiða teir
tungt, og seta sær høg mál.
Tað er eyðsæð, at tveir og
triggir journalistar illa fáa
gjørt fleiri og betri sending-
ar ár út og ár inn. Tíverri er
tað so, at mynduleikarnir
telja úrslitið eftir nøgdini av
sendingum og ikki eftir
dygdini. Ivaleyst kundu
báðir fjølmiðlar gjørt færri
og dygdarbetri føroyskar
sendingar, men tað sær ikki
so gott út i statistikkinum,
sum politikaramir skula
játa eftir!
Nidurstødan er, at næstan
ongi høvi er til, har fólk fáa
sagt sína hugsan fyri politik-
arum, ið vilja lurta. Ongin
meining verður nakrantíð
flutt í einari fjølmidla-
sending við politikarum. Og
hvussu skuldi tað gingið til?
Politikkurin — meiningarnar
- er fastlagdur langt framm-
anundan í hvørjum einasta
smámáli og lagaður eftir,
hvussu vorðið er við teim-
um privatu viðurskiftunum
hjá nøkrum av politikar-
unum — einamest av bygd.
Alt Føroya land verður tíð-
um stýrt eftir roknskapar-
vánunum hjá onkrum út-
róðrarbáti í Hulduvík. Ikki
minst tí allir samgongupol-
itikarar eru 17andi maður í
samgonguni, og allir flokk-
ar eru bundnir av slíkum
túsundbeinum, eg havi lýst
frammanundan.
Eftir standa vit og tosa út í
tóman heim!
Eyðun Andreassen
Sambandsondin —
Sambandsmentalitetur
J.P. Heinesen |
Hetta verður ein grein, sum
undirritaði í grundini hevdi
skrivað upp í saman henda
seinasta mansaldurin, ikki
við somu orðum kanska,
men innihaldið víkur ikki
stórvegis frá, tað hevur
snúð seg um sambandsond-
ina og sambandsmentalitet-
in. Sambandsondin, sam-
bandsmentaliteturin finst í
øllum flokkum, meira ella
minni. Bert í tí eina eru hesi
bæði fyribrigdi altvaldandi.
Hvat er so sambandsond?
Sambandsmentalitetur? Ja,
tað er tað, henda greinin
skuldi snúð seg um. Latið
okkum byrja við sitatunum
og hoyra hvat vísir menn,
okkara vísastu, síga um
hetta. Fyrst Jørgen-Frantz
Jacobsen, sum í eini kro-
nikk í Politiken skrivaði
hesi orðini um sambands-
flokkin. Hann var >kulturelt
ganske impotent,< skrivaði
hann. Um javnaðarflokkin
hevði hann hesi orð at siga:
>Med deres store
stemmetal og deres polit-
iske tilknytning til regering-
en har de en indflydelse
som intet andet færøsk
parti. De vil kunne fristes til
at gøre sambandspartiets
fejl om igen. Med statskass-
ens velvillige hjælp vil de
kunne vinde tilhængere på
det program, at Danmark
nok skal sørge for frem-
skridtet på Færøerne. Men
forhåbentlig har de af for-
tiden lært så meget, at de
indser, at staten nok kan
hjælpe, men at selve frem-
skridtet kun kan vindes ved
en indre regeneration, en
kraftanstrengelse fra fær-
ingernes side«.
Um sambandsflokkin
skrivar hann meira í somu
kronikk:
>Det má beklages, at
sambandspartiet i sin for-
skrækkelse over udvikling-
en blev sá reaktionært, at
det gik hen og kuede selve
fremskridtets ånd. Sam-
bandspartiet forstod ikke,
hvad der foregik. De troede,
at den nationale bevægelse
var fjenden, der ville føre
øerne ud i uholdbare til-
stande. De fattede ikke, at
netop denne bevægelse var
den eneste faktor, der havde
mulighederne for at for-
midle og bearbejde ud-
viklingen og modne folket
til en ny tid. De troede, at
den danske stat kunne gøre
fremskridtet for færinger-
a
-Vit vinna einki við at sambandið sigrar.
Meira tað sigrar,
er
meira tapa vit øll somul, eisini sambandsfólk. Vit verða hang-
andi í sama runudíki og sleppa aldrin burtur úr tí. Tað er
sambandsondin, sambandsmentaliteturin, ið er spillan skrivar
Jens Pauli Heinesen, rithøvundi í greinini.
ne, og at disse, uden at for-
styrres af ándelige kom-
plikationer og uden at be-
tale noget, kunne nyde dets
frugter. De var ikke klar
over, at det fremskridt, som
et folk ikke selv deltager i
med hele sin sjæl og med
alle sine økonomiske res-
sourcer, slet ikke er et frem-
skridt, men tværtimod en
udvikling, der distancerer
og demoraliserer folket«.
Tað, sum skal takast fram
eftir William Heinesen, er
heilt stutt. Hann skrivaði
grein um bókina >Færinger
— Frænder« og segði um
sambandsrørsluna, at hon
var »næsten fuldstændig
uden moral«. Hann var so
fittur kortini, at hann
kloyndi hatta orðið »næst-
en« uppi.
Og hoyrid hvat Halgir
Winther Poulsen, advokat-
ur, sigur: »Vit lata danir
gera tað skitna arbeiði fyri
okkum«.
Á nýggjárinum helt Ólav-
ur Rasmussen, prestur, frá-
líka nyggjårsrødu í Jørgen-
Frantz' anda, og tók Sverri
Egholm, okkara stóri sjón-
leikari, fult undir við hon-
um. Nøkur brot:
»Vit føroyingar eru so
vanir at uppfata okkum
sjálvar sum tælir, at vit
havagloymt tær óhugnaligu
avleiðingar, ið standast av
mistum stoltleika«.
»Sambandsflokkurin
reypar um samband, hóast
vit nú hava samband sum
ongantíð áður. Men sam-
bandshugsjónin er meira
eitt sálarligt fyribrigdi enn
ein politisk áskoðan. Tí er
tað so torført hjá øllum
flokkum á Tingi at bróta
burtur úr nýggjum, tí at
nalvastrongurin til Dan-
markar er so elligamal, at
allir flokkar i dag liggja f
danskari kuvøsu«.
Ja, hvat er sambandsond,
sambandsmentalitetur?
Hann er m.a. hetta, sum
stendur at lesa f einum
handriti til Føroya kirkju-
søgueftir P. M. Rasmussen.
Talan er um próstaval:
»Jåkup Dahl (Viðm.
Hetta ediliga, arbeiðsama
menniskja) var annar teirra
„valið stóð um til próst eftir
Andreas Evensen. Brævið,
sum Rytter amtmaður skriv-
aði til Ostenfeld biskup, tá
ið hann ræður honum frá at
seta Dahl til próst, sigur ikki
so lítið um, hvussu >tónin<
millum partarnar kundi
vera, sjálvt um tað er Óvist,
hvussu nógvir av viðhalds-
monnum Rytters høvdu
viljað tikið undir vid honum
í hansara útspilling. Rytter
skrivar, at Dahl hevði ein
part av kirkjufólkinum í-
móti sær. Hann er ikki nóg
evnagóður til at verða próst-
ur. Hann er fanatiskur í at
reka danskt mål út úr Før-
oyum. Hann førir ein danskt
fíggindaligan politikk.
Hann er so uppøstur og
framfúsin, at eingin kann
ætla, hvørji brøgd hann
kann brúka fyri at fremja
síni mál. Hann er avgjørt
ikki skikkadur til at vera
próstur, harafturat var hann
ov ljótur til at presentera ta
føroysku kirkjuna. Hann
hevði tosað føroyskt við
børnini í Realskúlanum, tå
hann var lærari har. Hann
var klagaður, og skúla-
stjórnin hevði átalað hetta,
men hann aktaði ikki. Hann
hevði hildið føroyskar lik-
talur. Hann hevði í kirkjuni
bidid um, at føroyskt mál
mátti koma inn í kirkjuna.
Kristiligt Ungdomsblad,
sum hann styrdi, mest var
skrivad å føroyskum. Hann
hevði sagt, at wúbótin var
ikki fullfíggjað, fyrr enn
fólkið hevði fingið Guds orð
á móðurmálinum. Haraft-
urat skuldsetti hann Dahl
fyri at vera latan«.
Dømini um slíkar sorgar-
leikireru legio. Tá ið Útvarp
Føroya skuldi setast á stovn,
var sambandið uppi á gosi.
Nei, nei, nei, hetta gekk
ikki, vit, sum einki duga,
sum einki nytta, sum eru so-
vorðin kjørneyt, hava út-
varp! Tað gongur ikki. Ikki
talan um. Vit fáa danir til at
styrkja sendaran úl program
1, so hann hoyrist betur í
Føroyum. Tað er betri, at
teir taka sær av tí og gera tað
skitna arbeiðið, so kunnu vit
bara leggja okkum afturá og
lurta. Tvær flugur við ein
brest, tí vit sleppa eisini frá
at gjalda nakað.
Ella tak >Dag og viku«!
Harragud, harragud, nú
stendur verðin ikki, skulu
vit hava Dag og viku, vit,
sum einki duga, sum eru so-
vorðin kjørneyt! Tað verður
ein óbetilig vanlukka, um
vit missa donsku Dag og
viku, gud náði okkum øll.
Vit fingu Dag og viku, ið
gevur BBC lítið eftir. Sjálv-
sagt duga vit, bert vit vilja.
Men vilja vit?
Hvat er sambandsondin?
Sambandsmentaliteturin?
Er tað tað sum >distanser-
ar og demoraliserar fólk-
ið<? Er tað tað, sum er
næstan fullkomiliga uttan
moral«? Er tað tað, sum ger,
at vit vilja hava danir >at
gera tað skitna arbeiðið fyri
okkum<? Er tað tað, sum
heldur, at vit duga einki,
nytta einki, eru nøkur kjør-
neyt? Er tað, sum presturin
segði, „eitt sålarligt fyri-
brigdi, nakað sum ger, at vit
ongan stoltleika hava og
kenna okkum sum trælir?<
Undirritaði hevur eisini
roynt seg í hesum væla pro-
fetaliði og onkustaðni skriv-
að soleiðis: >Sambandið er
eitt sålarfrødiligt fyribrigdi.
Tað hevur eina politiska
skrá og enntá eina grein um
mentan. Men hvat kann hon
annað brúkast til enn at fjala
útyvir, at teirra mið og mál
her í samfelagnum er at fáa
okkum øll somul »at liva
upp å nass«. (Hatta var ikki
gott føriskt, men tað rakar
beint. Og vónandi meint.)
Sektin á, um bróðir tín blød-
ir fyri teg, bara tú sleppur
A