fríggjadagur 17. juni 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
UUU I I rr in ”
Tíðindablaðið (SHU
Sida 4
i
Nr. 113— 17. JUNI 1994
Nú verður
Sandoyarstevna
AN verður hesaferð
heima á Sandi í døgun-
um 17., 18. og 19. juni.
Sum vanligt er nógv
á skránni, sosum dans-
ur fríggjakveldið við
>Geislum<, leygar-
kveldið og sunnu-
kvøldid spæla »Laga-
menn<. Hvert kveld
verður stevnuteiti,
sum er um aktuel,
politisk mál. Eisini
verða Ingun Simonsen
og Alex Jespersen við.
Leygardag verður
skrúðgonga við Havn-
ar Hornorkestri og
ítróttarfólkum úr
oynni verður frá gamla
skúla og út til Sjó-
vinnubankan, har
Eyðun Viderø,
bygdarráðsformaður,
SANDOYARSTEYN-
steynuna kl.
setur
14.00.
Ymiskur ítróttur
verður leygardagin og
sunnudagin.
A midnátt leygar-
kveldið flytur Paula
Olsen fram røðu.
Framsýning verður
av eldri og yngri
myndum í Føroya
Banka hølunum, opið
er allar dagarnar. Eis-
ini verður hovi at
støkka inn á gólvið í
Norðaru Koytu at
hyggja seg um og
kanna fornar lutir.
Annars verður 21-
spæl, tombola, fiski-
dammur og søla av
pylsum allar dagar-
nar. Eisini verður mat-
i ungmannafe-
TANGLEWOOD
GUITAR TW 400
= |
17. juni fyri 50 árum síðan:
Merkið veittraði
á Tingvøllum
Manningin á Stellu Argus møtti á Tingvøllum „tann dagin Island
loysti frá Danmark
17. juní er íslendski tjóð
ardagurin, og hesin dagurin
hevur verið hátíðarhildin nú
í 50 år við, at Altingid
verður sett á Tingvøllum.
Millum tey mongu fólk-
ini, sum vóru á Tingvøllum
tann dagin fyri 50 árum
síðan vóru í hvussu er 28
føroyingar.
Tað var manningin á
trolaranum Stellu Argus.
Teir komu å Reykjavik
dagin fyri eftir onkrum og
frættu, hvat skuldi fara fram
dagin eftir. Skiparin av-
gjørdi tå, at teir skuldu fara
vid.
Allir kundu ikki fara, tí
ikki bar til at lata skipið
liggja mannleyst við
bryggju í Reykjavík.
Skiparin fór fyrst, og so
fóru hinir allir við lastbili út
á Tingvøllir. Við sær tóku
teir føroyska flaggið á av
Stellu Argus, og Merkið
veittraði so á stongini uppi á
lastbilinum allan dagin á
Tingvøllum.
Ein av manningini, sum
minnist afturå, heldur ikki,
at nakar íslendingur gav sær
far um føroyingarnar og
Merkid. Tad var eisini so
ótýdligt veður henda dagin,
tað oysti niður, so gll vóru at
skinni, sjálvt føroyingarnir í
oljuklæðum.
Teir vóru tó á Tingvøllum
allan dagin.
Vanliga vóru tað 22 mans
við trolarum sum Stellu
Argus, men tá í 1944 vóru
teir fleiri, tí teir fiskaðu uppí
skonnartina — Løjtnantin,
sum lå á einum av vest-
fjørdinum
Føroyingarnir hildu seg
fyri seg sjålvar å Ting-
vøllum, men tað var kortini
eitt upplivilsi at vera har,
sigur hesin maðurin, Sosi-
alurin hevur tosað við.
Manningin á hesum túrin
var henda: Skipari var
Tummas Thomassen (Kví-
víkar-Tummas) úr Havn,
bestimenninir vóru Jóhan
Thomassen úr Kvívík og
Petur Sigurd Hentze úr
Skopun, meistarar vóru
Petur Lindberg úr Havn og
Petur Hammer av Toftum,
kokkur var Jørund Trónd-
arsson úr Skálavík, kynd-
arar vóru Hans Andreassen
úr Kvívík og Árni Petersen
úr Oyndarfirði, og dekk-
ararnir vóru Henning Ja-
cobsen úr Havn, Edvard
Eide úr Nólsoy, Christian
Poulsen av Strondum, Cor-
nelius Nielsen av Eiði,
Adolf Olsen úr Søldarfirdi,
Dánjal Jensen úr Havn,
Vilhelm Vilhelmsen úr
Vestmanna, Dånial Olsen
år Skålavik, Joen J. Djur-
huus úr Vestmanna, An
dreas Eidesgaard úr Oynd
arfirði, Martin Kruuse av
Eiði, Meinhard Andreassen
úr Havn, Petur Simonsen úr
Havn, Andreas Petersen úr
Kvívík, Petur A. Joensen úr
Vestmanna, Andreas Joen-
sen úr Vík, Gregers Zacha-
riassen úr Streymnesi,
Christian L. Vilhelmsen úr
Havn, Carl Thomassen úr
Havn og Edmund Klein úr
Vestmanna.
randi
VALUTAKURSIR
Kelda: Føroya Sparikassi
Ultimo
16.06.94 sidsta mån.
USA Dollari 638,50 643, 50
Bretland Pund 971,48 971,88
Tyskland Markur 391,50 392, 14
Svøriki Króna 80,95 82, 71
Noreg Króna 90, 16 90, 40
Frakland Frankur 114,72 114, 65
Belgía Frankur — 19,031 19, 043
Sveits Frankur 466,23 460, 14
Holland = Gyllin 349,67 349, 67
Italia Liri 0,4009 0, 4044
Finnland Markur 116,43 118,46
Island Króna 9,09 9,10
Eysturríki Skillingur 55, 652 55, 753
Spania Pesetas 4,748 4, 755
Portugal Escudos 3,772 3, 770
Kanada Dollari 459,12 464, 29
Japan Yen 6,2051 6, 1579
Irland Pund 951,68 955, 15
Grikkaland Drakmur > 2,586 2, 659
XEU 753,75 754, 50