fríggjadagur 17. juni 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ESF
Shunji Suganuma, skipari á Shinkai Maru:
Føroyingar kunnu
nú fara til verka
— Vit hava prógvað at til ber at fáa fyrsta flokks surimi og lønandi
vinnu burturúr svartkjafti, nú er tað upp til fóroyingar at fáa eina
veruliga vinnu ígongd, sigur hann
Eftir Jústínus Eidesgaard
Myndir: Kalmar
Eitt joint-venture avtala
millum føroyingar og
okkurt japanskt skipa-
felag. Japansk móðurskip
í føroyskan sjógv, ið før-
oysk svartkjafaskip skulu
landa til í tíðarskeiðnum
apríl til juli. Uttanfyri
Royndirnar hjá Shinkai Maru kunnu gerast
hetta tíðarskeið skulu jap-
ansku skipini sleppa at
gera royndir niðri á heilt
djúpum vatni, langt nið-
anfyri tað sum føroyingar
royna í dag. Nakað so-
leiðis hugsar skiparin á
Shinkai Maru, Shunji
Suganuma, at skjøtil skal
setast å føroyska svart-
kjaftavinnu, sum eina løn-
andi vinnu.
I gjår lå japanska fiski-
rannsóknarskipið Shinkai
Maru aftur á Havnini. Teir
eru komnir inn at skifta nak-
að av fólki og annars at
hvíla seg. Skipið verður
liggjandi hetta vikuskiftið.
Sosialurin vitjaði umborð
seinnapartin mikudagin.
Vit vóru eisini umborð tá
re
gull verdar fyri føroyingar. Svartkjaftur
er sera væl egnaður til surimi og góður prísur kann fáast fyri burturúr
Shinkai Maru kom aftur av
fyrsta svartkjaftatårinum
undir Føroyum. Hetta var
fyri hálvum triðja árið síðan
og nú vita japanar munandi
meira um svartkjaft og hvat
kann fáast burturúr honum.
Vit sita inni í offisers-
messuni umborð á Shinkai
Maru. Umframt skiparan,
so pråtar eisini umboðs-
Umborð á Shinkai Maru frá vinstru Torleivur Mikkelsen, umboðsmaður,
ari, Michio Ogawa, fiskifrødingur og te
Nr. 113 — 17. JUNI 1994
maðurin hjá JAMARC,
japanska fiskirannsóknar-
stovan, sum hevur leigað
Shinkai Maru at gera
royndir undir Føroyum.
Hann eitur Michio Ogawa
og tað er hann sum stendur
fyri = surimiframleidsluni
umborð. Autoritetstrúgvir
sum japanar eru, so gongur
samrødan gjøgnum skip-
aran. Hjåstaddur er eisini
telegrafisturin, honum fekk
eg ikki navnid å og so før-
oyski umboðsmaðurin Tór-
leivur Mikkelsen. Vit
drekka kaffi og á vegginum
hongur eitt heimskort við
Japan og Kyrrahavinum
sum miðdepli.
Nú kann
farast ígongd
— Shinkai Maru hevur,
hevur vid sinum royndum
prógvað, at tað ber til at gera
fyrsta flokks surimi burtur-
úr svartkjafti. Svartkjafta-
surimi er munandi betri enn
eitt nú av alaska pollack og
hake-fiski úr New Zealandi.
Ein uupulleiki við svart-
kjafti er, at urtøkan er lítil.
Vit klára bert at fáa hana
uppá 10 prosent. Á hake og
alaska pollack liggur hon
um 50 prosent. Men góð-
skan á svartkjaftasurimi er
so mikið góð, at hon gevur
munandi betri prís enn á
frammanfyri nevndu fiska-
sløgum. Tað vil siga, tað er
ikki neyðugt við so stórum
nøgdum fyri at fáa eina
lønandi vinnu, sigur Shunji
Suganuma.
— I dag fæst 24 krónur fyri
kiloið av svartkjaftasurimi í
Japan, sigur hann.
— Svartkjaftur er ein fastur
fiskur og tú er hann mun-
andi betri egnaður til surimi
enn bleytari fiskur, sigur
hann.
Tit høvdu fyrsta árið
trupulleikar við litinum á
surimiinum, tað var ov
døkt, hava tit gjørt framstig
å hesum økinum?
— Ja, vit hava hava fingið
svenskar flakamaskinum,
tær skera munandi betri og
hesar maskinur, saman vid
nyggjari japanskari tøkni,
Sida 5
gera at liturin nå er i lagi,
sigur hann.
— I Japan hava vit fleiri
móðurskip sum arbeiða
surimi burturav. Eitt hug-
skot var, at føroyingar antin
leigadu eitt tilikt skip ella
avreiddu tl eitt tílíkt skip.
Eg tosid um skip sum eru
millum 4-5000 tons til stød-
dar og við 100 monnum
umborð. Føroyingar kundu
sett seg í samband við ja-
pansk skipafeløg og eg ivist
ikki í at tey eru áhugað,
sigur Shunji Suganuma.
— Besta tíðin at royna eftir
svartkjafti ul surimi er frá
apríl ul juli. Føroysku
myndugleikarnir = kundu
gjørt eina avtalu vid jap-
ansku myndugleikarnar um
joint venture. Eitt nå kundu
japansk skip uttanfyri svart-
kjaftatíðina veitt á djúpum
vatni eftir svartkalva og
ðrum fiskasløgum, sum
føroyingar ikki royna eftir,
sigur hann.
Shinkai Maru hevur fing-
ið svartkalva bæði i Eystur
og i Vesturgrønlandi, heilt
niður á 1300 favnar. í trolið.
— Eitt móðurskip skal
hava rættuliga nógva rá-
vøru. Teir eru førir fyri at
framleiða 80 tons av surimi
um samdøgnid og til hetta
krevst millum 6-800 tons av
ráfiski, sigur hann.
Samstarv kundi eisini
verið á ørðum gkjum. Eitt
nú Shinkai Maru, hon er á
hvgrjum árið í Las Palmas í
dokk. Komu japansk skip
hendanvegin, so kundu tey
fingið gjørt allar umvæl-
ingar í Føroyum, umframt at
bunkrað, tíkið útgerð og
proviant. Hetta hevði smitt-
að av í samfelagnum.
Ongin
føroyingur umborð
Bæði japanar og um-
sitingin í Tinganesi undrast
á, at ongin føroyingur hevur
verið vid Shinkai Maru
seinastu túrarnar. I avtaluni
kunnu føroyingar sleppa
vid, sum eygleidarar, og teir
hava møguleika at siggja
sakkunnleikan arbeida frå
fyrstu parkett
Shunji, skip-
legrafisturin, sum vit ikki fingu navnið á