fríggjadagur 17. juni 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (SK)
Síða6 Nr. 113—17. JUNI 1994
Marita Petersen
Óli ger rætt í
at stilla upp
- Leiklutur Óla hevur líka nógu verið politiskur sum reint
fakfelagsligur farnu árini. Tí er tað rætt av honum at stilla upp,
soleiðis at hann kann arbeiða politiskt undir teimum treytum, ein
politikari arbeiðir undir.
Men at stovna nýggjan flokk síggi eg lítlan vinning í - serliga
tá flokkurin ikki hevur nakra meining um nógv av teimum
málum, ein sum politikari má taka stødu til
Hóast Óli Jacobsen hevur
verið limur í og enntá
tingmaður fyri javnaðar-
flokkin, hevur hann verið
tann persónur, sum hevur
funnist mest at hesum
flokki farnu árini.
Og tað eru ikki smávegis
skuldsetingar, hann er
komin við móti serliga
landsstýrisfólkum floksins.
Men Marita Petersen
sigur seg kortini fegnast
um, at Oli nú hevur avgjørt
at stilla upp til valið.
Hevur
virkað politiskt
Virksemið hjá Óla
Jacobsen farnu árini hevur í
stóran mun verið av
politiskum slag. Og eg haldi
tað vera rætt at fólk sum
ynskja ávirkan royna at fáa
hana í parlamentinum, sigur
hon.
Og hon heldur onki galið
vera í, at fakfelagsfólk stilla
upp.
- Vit mugu minnast til, at
hin parturin av arbeiðs-
marknaðinum arbeiðs-
gevararnir - ofta eru politik-
arar. Tí dugi eg ikki at
síggja, hví umboðini fyri
arbeiðsfólkið ikki eisini
kunnu vera tað.
Skelvt at stovna
nýggjar flokkar
Marita viðurkennir, at tað
sjálvsagt stendur gllum frítt
at stovna nýggjar flokkar,
um tey eru ónggd við teir
verandi.
Men hon heldur ikki at tað
er á hendan hátt, ein fær
mestu ávirkanina.
- At hava nógvar flokkar
kann skapa eina spjaðing,
sum ger tað trupult at
gjøgnumføra ein konse-
kventan politikk, sigur hon.
- Størstu åvirkanina fært
tå vid at fara inn f verandi
flokkar, og har vera vid til at
avgera hvor verður stilladur
upp.
Tú mást taka støðu
Marita heldur tað eisini vera
óheppið, at Verkamanna-
fylkingin ikki hevur nakra
stóðu ul mál sum EF-
limaskap, viðurskiftini við
Danmark og vinstra-høgra.
- Tad ber ikki til at arbeiða
í politikki uttan at taka støðu
til hesi mál, sigur hon.
- Tú mást td. hava eina
hugsan um, hvussu ognir
samfelagsins skulu býtast -
og tað er ein spurningur um
høgra ella vinstra.
Marita heldur eisini at tað
verður trupult hjá veljar-
unum at taka stóðu til
Verkamannafylkingina, um
teir ikki fáa greitt at vita,
hvørja hugsan hon hevur um
tey týdningarmestu málini.
ss
V
Seinasta leygarkvøld skip-
aði kvinnubólkurin hjá
javnaðarflokkinum í Suð-
urstreymi fyri kvøldsetu
og hugnakvøld í javnað-
arhølunum á Argjum.
Til BLAÐSOLURNAR
sosialdrin attur-
ÚTSELDUR?
Boðið so beinanvegin frá á
tlf. 11820.
Uttanfyri vant. arbeidstid upplýsir
telefonsvararin hvar ringjast skal fyri
at fáa fleiri blað.
Tiðindablaðið SOSIALURIN
Hetta var eitt heldur
óvanligt og ødrvisi kvold
enn vanligu politisku
fundirnir, sum plaga at
vera í hølunum. Har var
upplestur, sangur og tón-
leydnað kvøldseta í javndarhøli á Argjum:
Tveir løgmenn 4
í andglettinum
leikur. Eyðun Andreas-
sen, fólkalívsfróðingur læs
upp úr føroyskum bók-
mentum. Síðani vóru tveir
javnadarløgmann í and-
gletti. Dagny Joensen,
blaðkvinna setti Atla Dam
og Maritu Petersen ymsar
spurningar - ikki bara um
politikk, men eisini um
persónlig viðurskifti. Vit
frætta, at kvøldsetan
eydnaðist sera væl og at
teir báðir løgmenninir
settu sín serliga dám á
hugnakvøldid við at
greiða frá ymiskum í lívi
teirra umframt at leggja
fram politisku sjónarmið
síni upp á fleiri av dagsins
mest aktuellu málum.
Javnaðarkvinnurnar í
Suðurstreymi fara at skipa
fyri fleiri líknandi kvøld-
setum seinni.
jan
Dagny Joensen setir Atla Dam, fyrrverandi løgmanni og Maritu Petersen, núverandi
løgmanni spurningur um mang og hvat. Myndir jan