fríggjadagur 17. juni 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða8 Nr. 113—17. JUNI 1994 Tíðindablaðið (SF
Hentzar Joensen í Vági fyllir 80 í da
Eitt langt og mangan
baldrut lív á sjónum
Hentzar Joensen hevur havt tilknýti til sjógvin alla sína tíð. Hann hevur roynt nærum allan
fiskiskap, og hevur verið við flestu skipasløgum. Hann greiðir her frá einum parti av spennandi
livssøgu síni
Hentzar Joensen varð
føddur í Sandvik í 1914
Longu sum 14 åra gamal -
í 1929 - fór Hentzar Joensen
til skips fyrstu ferð. Tað var
við einum av Mortensens-
skipunum, Egeria, sum
Jákup í Funningi førdi.
Har var eingin motorur
umborð, og Hentzar minn-
ist enn tá teir áðrenn fyrsta
túrin fóru á Funning eftir
agni. Tað bleiv stilli, so
menn máttu seta bát, og við
árum sleipa skipið á
Funning
Aðrenn hann fór hevði
hann fingið sínar fyrstu
gummistyvlar - og tað var
ikki smáting tá í tíðini
- Eg minnist at eg gleddi
meg sum eitt smábarn at fáa
hesar styvlar, greiðir hann
frá. Tað sigur eitt sindur
um, hvussu nógv alt er
broytt í míni tíð
Ein góð barlast
Hentzar hevði verið eitt
heilt år til skips, áðrenn
hann kom umborð á eitt
skip við motori fyrstu ferð.
- Eg havi altíð sæð tað
sum eina góða barlast at
sleppa at royna hvussu tað
var at sigla bara við seglum,
sigur hann.
Men sum 15 ára gamal fór
hann síðani við einum av
teimum "ordiligu skipu-
num" sum hann tekur til.
Tað var tann tveymas-
traða skonnartin Hanna.
Hon tók eini 400 skippund,
og hevði motor við 65
hestum. Tað var ein stórur
motorur tá í tíðini.
Og so hevði hon stýrhús
eisini - tað var heldur ikki
vanligt tá.
Hesi Skonnartini var
Hentzar við frå 1930 til
1932 - men so fór hann aftur
við slupp.
Gravgangur eftir
góðu skipunum
Hann greiðir frá at menn
altíð royndu at sleppa við
teimum góðu skipunum,
har møguleiki var fyri rími-
ligari fortjenastu - tá var jú
eingin minstaløn ella trygd
fyri nøkrum.
Ogá vári í 1935 eydnaðist
honum so at sleppa við
einum av teimum góðu
sluppunum - nevniliga
Norðfarinum.
Longu á heysti sama ár
hevði hann forvunnið 800
krónur - og so vóru ráð at
fara á skiparaskúla í Havn.
Har tók hann prógv á våri
í 1936 - og tá vóru fram-
vegis 100 av teimum 800
krónunum eftir.
Hentzar minnist, at tå
hann kom aftur til Sand-
vikar eftir lokið prógv, var
hann móttikin sum ein kon-
gur har suðuri.
100 krónuseðilin sum
leyp av, gav hann pápanum.
- Vit vóru 6 brødur og
Wíggjar systrar, so tey
høvdu brúk fyri ti, sigur
hann.
Tað kemur
altíð aftur
Nú stóð Hentzar so við
ongum - men hann hevur
aldrin verið bangin fyri ikki
at klára seg.
- Harrin hevur altíð laga
tað soleiðis fyri meg, at tá
tað hevur verið uppi, so er
tað komið aftur. Tað er sum
við flóðini og fjørduni,
sigur hann.
Giftur
Í 1937 bleiv hann giftur við
Edit Mørk, sum eisini var úr
Sandvík.
- Og tað skal hon hava,
sigur hann, at tað var verð-
ins besta kona.
Edit doyði fyri 7 árum
síðani. Tá høvdu tey verið
gift í ein mánað undir 50 ár.
Og tað var eitt gott
hjúnarlag uppá allar mátar.
- Nú hoyrir man so nógv
um húsaófrið, skilnað o.t. -
alt tað havi eg verið spardur
fyri, sigur Hentzar. Vit bæði
passaðu perfekt saman.
Krigsárini
Hentzar sigldi ikki undir
krígnum, men hevði saman
við ødrum monnum ein
motorbát, sum tei róðu út
við
Hann greiðir frá, at 1940
var fyrsta árið, roynt varð
við langlinu har suðuri. Teir
høvdu hoyrt at lína varð
brúkt norðanfyri, men
kendu einki til tað sjálvir.
Tað hevði bara verið snørid
Men tá gjørdu teir so línu
úr tveini. Og alt varð drigið
við hond, fyri at tað ikki
skuldi slitna.
Seinni fingu teir so ster-
kari línur, sum teir sjálvir
tjøradu so tær ikki rotnaðu
Umframt útróðurin hevði
hann saman við konuni ein
líðan bygdahandil í kjall
aranum hjá pápanum, har
tey vóru inngift - ráð høvdu
ikki verið at keypt hús.
Soleiðis gingu øll krigs-
árini
Til Grønlands
Tá kríggið var liðugt í 1946
fór Hentzar ul Grønlands
vid ti fyrru Borgini hjå Tor-
valdi Hjelm. Tad var ein try-
mastrad skonnart
Tad bleiv eitt gott år. Teir
royndu vid linu, og fingu
fulla last
30 tonsara
Hentzar var eisini vid til at
fåa ein av 30 tonsarunum til
Føroya, sum komu aftanå
kriggid hann kalladist
Ørnanipan.
Við hesum skipi fóru teir
atdrívaheimaútróður í 1946
- eisini tað var við línu.
Hóast hann ikki hevði lært
til motorpassara, fekk Hent-
zar hetta arbeidi har um-
bord.
Hetta var eitt bæði tvørligt
og tungt arbeiði, tí teir róðu
út frå Tvøroyri, og Sandvik
lá tå framvegis við ongum
vegsambandi.
Bygdin hevði havt
mjólka- og postbátin sigl-
andi, men tá hon ikki gav
yvirskot, steðgaði sigl-
ingin.
- Vit máttu tiskil altíð
ganga uppum fjøll, og tað
gjørdist ov strævið í longd-
ini, greiðir hann frá.
Teir avgjørdu tí at selja 30
tonsaran, og ein maður
norðanfjørðs keypti.
Hentzar var motorpassari
norður um fjørð við báti-
num, og tá hann kom
norður, varð hann biðin um
at verða verandi umborð
sum motorpassari.
Hann sigldi so fyrst í
rutuni hjá mjólkaforsýn-
ingini millum Havnina
Skålafjørdin og niðan i
Sundalagið í eina stutta tíð
Men so varð línuspæl
keypt umborð, og teir fóru
at rógva út av Runavík
Hentzar róði so út
nordanfjørds um várið og
summarið tvey ár á rað
Frá hesi tíðini minnist
hann serliga ein túr í 1950 tá
teir vóru í Aberdeen við eini
smekkfullari feskfiskalast
Hentzar var bæði skipari og
motorpassari, og hann fekk
2.000 kr. í sín part. Ein
rimmar tårur'
Aftur til Sandvíkar
Men tað var ov uttanhandað
at búgva norðanfjørðs tá
konan búði har suðuri, og
Hentzar flutti tí
Hann bleiv síðani motor
passari við City, sum varein
av teimum stóru sluppunum
å Gørdunum. Teir royndu
undir Islandi og Grønlandi
vid snellu og linu, og
Hentzar var vid i 3 år.
suðuraftur
Legðist upp
Hóast hann ikki var meira
enn akkurát farin um tey 40,
gjørdi Hentzar av at leggjast
up eftir hetta.
- Eg var farin at vikna, og
eg helt at eg kanska ikki
egnaði meg so væl til at vera
á sjónum meira, sigur hann.
Men í Sandvik var ikki
nógv at gera annað enn at
røkja sjógvin, og ti gjørdu
hann og konan av at flyta til
Vágs. Tað var eitt pláss við
fleiri møguleikum fyri ar-
beiði á landi.
Tað var ein tungur dagur
hjá Hentzari, tá hann í 1955
flutti úr Sandvík - og tað er
tungt at minnast aftur á tann
dag í dag.
- Eg minnist so væl
y