Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juni 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 113—17. JUNI 1994 Sida9 hvussu eg fór í hvort hús í bygdini at siga farvæl. Tað var hart fyri meg. Tey áttu tá egin hús - og tey blivu standandi tóm eftir. Tey høvdu tá fimm børn. »Tå var synd í mær: Konan smæddi seg ikki burtur í Vági - hon fekk beinanvegis arbeiði í fiski- num. Men Hentzari longdist sc illa, at hann kundi leggjast í songina á miðjum degi. - Tað var synd í mær tá, um eg sjálvur skal siga tað, heldur hann fyri. Men tað var ikki so leingi at hann gekk fyri einki. Hann slapp at rógva út við einum bróðuri sínum, sum hevði ein motorbát. Teir royndu við línu - Eg má siga, at hetta er ringasta fiskidrift eg havi verið við til, sigur hann. Tí tá onnur fóru til songar, tá máttu vit út at seta. Eg toldi illa at mista nåttarsvøvnin, so tad var ein sera strævin tid. Aftur til skips Beint ímóti tí hann hevði ætlað sær, tå hann flutti til Vágs, fór Hentzar nú aftur til skips. Hann slapp at føra sluppina Stanley, og teir fóru til Íslands við snellu. Hann førdi Staney í fýra ár, og fekk síðani Johannu at føra í tvey ár. Og í 1964 og 65 tók hann so sítt síðsta ordiliga tørn, tå hann førdi Havgásina. - 1965 var síðsta árið við føroyskum sluppfiskiskapi undir Islandi, greidir hann frå. Vit vóru tvær sluppir á Suðurlandinum tað árið - og tað vóru tær seinastu. Og tá gavst Hentzar eisini við fiskarínum - næstan! Í 1969 fór hann ein trolaratúr sum lastamaður til Grønlands. Tað var viðVágbingi. I Vestmanna oyggjunum Hóast hann steðgaði vid sjólívinum, helt hann fram athava við fisk at gera - síðst í 1960'unum arbeiddi hann nevniliga í fiski á landi í Vestmannaoyggjunum, og var eisini eitt skifti á Nordafar-stødini. Seinni hevur hann siglt nakad vid fraktskipi, og var eisini við til at grava út fyri brúnni um streymin, tá hon skuldi gerast. Eitt hendinga- ríkt lív Hentzar Joensen situr nú einsamallur í húsunum í Vági, men hann er frískur og lívsfúsur sum altíð. Og hann hevur eitt langt, strævið, og mangan baldrut lív at minnast aftur á. Men tað hevur verið óvanliga hendingarríkt. Og eitt er vist tzars'sa partur hevur ongan- tíð ligið eftir. S-S- Hen- | hevur verið fyri Tá Hentzar minnist aftur á fyrstu árini hann var til skips, verður hann ofta tungur í huga. Korini vóru so vánalig, at tað líktist ongum. Ungir dreingir vórðu settir til so hart arbeiði, at fleiri fingu skaða av tí. Kosturin var sovorði sum tevatn og keks, og lønin var skammiliga lítil. Petur Mohr Dam Hansara royndir við hesum gjørdu, at hann beinanvegin tók undir við P.M. Dam, tá hesin fóru at tala fyri politiskum broytingum í Føroyum. - Eg minnist hvussu væl P. M. Dam tosaði fyri síni søk, greiðir hann frá. - P. M. Dam gekk ikki runt og bað fólk skriva undir uppá nakað, men tosaði hampuliga við tey um sína politisku ætlan. Hann var eitt ediligt menniskja. Altid stuðla flokkin Hóast hann onkuntíð hevur verið á onkrum lista, hevur Hentzar ongantíð verið millum oddafólkini í javnaðarflokkinum. Men hann hevur altíð verið áhugaður í politikki, og hann hevur altíð stuðlað flokkinum. Farnu árini hevur hann verið kassa- meistari í Vágs javnaðar- felag. Ikki sum fyrr Men hann heldur ikki so nógv um teir politikarar, sum hava rátt í Føroyum farnu árini. - Myndaliga talað kann sigast, at teir hava siglt ov nógv við motori, heldur hann fyri. Tað hevði verið betri, um seglini vórðu meira nýtt. Marita er ófor Men Maritu Petersen heldur han nógv av. - Eg må siga, at eg beundri hana, sigur hann. - Hon fekk eina so-trupla uppgåvu, og hon hevur havt so nógvan mótgang, at tað er ótrúligt, at hon hevur klárað tað so væl, sigur hann. Hentzar heldur, at Marita bæði ber seg fólkaliga og hampuliga at, og at hon eisini er isakøld, tá nógv leikar á. Maritu havi eg virding fyri Hentzar Joensen kendi væl P.M. Dam, sum hann kallar "eitt ediligt menniskja". Teimum yngru politikarunum heldur hann ikki so nógu av - Men Marita Petersen heldur hann hevur klárað seg sera væl - serliga tá ein hugsar um alla ta mótgongd, henni Og at okkara fremsta fólk er eitt konufólk, heldur hann vera heilt í lagi. - Eg havi livað saman við eini góðari konu í nógv ár, so eg veit hvat ein kona kann avrika. - Man plagar at siga, at eitt Hentzar setir altíð sín dám á landsfundir jav- naðarfloksins. Her stendur hann saman við Maritu Petersen, sum hann heldur hevur klárað seg avbera væl, hóast alla ta mótgongd henni hevur verið fyri orð er eitt orð og ein maður er ein maður. Men ein kona kann eisini standa við sítt. Samhaldsfasti er góður Hentzar fílist á hvussu lítið er eftir av pensiónini í dag, tá alt er goldið. Og tí fegnast hann um tann samhaldsfasta arbeiðs- marknadareftirlønargrun- nin. - Eg hoyrdi einaferð sambandsformannin Ed- mund Joensen siga, at hann ynskti samhaldsfasta har piparid grør. - Men har eru vit so rúkandi ósamdir. Eg haldi samhaldsfasta vera eitt gott framstig, mitt í øllum ti kediliga, sum hendir í dag. SS ere 2