fríggjadagur 17. juni 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 Nr. 113—17. JUNI 1994 Tíðindablaðið €KD
So rullar HM-fótbólturin
í SVF i juni-juli mánaða
Samsendingar verða frá allari HM-kappingini við
NRK ella aðra norðurlendska stoð
Hóast tað kom sum ein hvøkkur fyri mong,
at trý fakfeløg í NRK fóru í verkfall sunnu-
dagin, so hevði leiðslan í SvF framman-
undan fingið at vita, at úrslitið av lønarsam-
ráðingunum kundi gerast verkfall.
Tí er avtala gjørd við svenska sjónvarpið
um, at HM dystimir kunnu sendast frá
teimum, um norðmenn ikki senda. Sendir
norska TV2, so kann SvF eisini senda frá
teimum.
Viðvíkjandi rættindunum til at senda al-
tjóða fótbólt er tað soleiðis, at tá ið Dan-
marks Radio ella danska TV2 keypa rætt-
indi, so keypa teir eisini til SVF. Avtalan við
NRK, SVT og norska TV2 er so, at tå kann
SvF senda teirra sendingar.
Nógvir dystir
Heimsmeistarakappingin er frá 17. juni, tå
ið fyrstu dystirnir verða spældir í Chicago
og Dallas og til sunnudagin 17. juli, tá ið
sjálv finalan verður spæld í Los Angeles.
Eftir upprunaætlanini var meiningin at
senda 49 dystir, men løgtingsvalið ger, at
1/8 parts finalurnar 5. juli ikki verða sendar.
Hetta kvøldid verður almennur valfundur í
læraraskulahøllini sendur beinleiðis i sjón-
varpi og útvarpi. Harumframt ger verk-
fallið í NRK, at ávísar broytingar møguliga
verða gjørdar. Hetta, ú aa NRK og SVT ikki
altíð høvdu
valt at senda
somu dystir.
Vanliga
verður tað so-
leiðis, at ein
dystur verður
kl. 17.30, ein
kl. 21.00 og
ein kl. 0.15.
Tidimar
kunnu t6
broytast eitt
sindur — ser-
liga um viku-
skiftini.
Tann skráin, sum SvF hevur almanna-
kunngjørt, er skráin, sum er løgd eftir ti,
NRK sendir. Neyðugt er tí at halda eyguni
við møguligum broytingum. Hesar broyt-
ingar verða lýstar í skránni og á tekstvarp-
inum hjá SvF.
Valsendingar í sjónvarpinum
Politisku sendingarnar upp
undir løgtingsvalid byrja í
sjónvarpinum månakvøld-
ið 20. juni, og tær enda
hóskvoldið 7. juli — val-
kvøldid.
Fleiri ymiskar sendingar
verda å skrånni:
— orðaskifti millum for-
menninar í flokkunum og
fylkingunum, sum stilla
upp,
— sendingar, har sjón-
varpsmanningin spyr tey
uppstillaðu atfinningar-
samar spurningar um ávís
politisk evni, sum eru uppi í
tíðini,
— beinleiðis valfundur úr
Læraraskúlahgllini,
— og beinleiðis sending úr
Norðurlandahúsinum val-
kveldið við valúrslitum,
viðmerkingum og undir-
haldi.
Sjónvarpsstovu
í Smæruni
Gomlu handilshølini í
Smæruni sleppa við hetta
løgtingsvalid at standa sína
roynd sum sjónvarpsstova.
Hóast umbyggingarnar í
gomlu Smæruni, sum
landsstýrið hevur keypt til
sjónvarpshús, ikki eru byrj-
aðar, hevur tað eydnast at
rigga handilshølini so frægt
til, at ætlanin er at senda
nakrar valsendingar hað-
ani.
Tann fyrsta verður mána-
kveldið 20. juni kl. 22.00.
Tå verdur tad fyrra orda-
skiftid millum formenninar
í flokkunum og fylkingun-
um, sum bjóða seg fram til
valið. Teir fáa 12 min. í part,
men ráða sjálvir fyri,
hvussu nógva tíð teir nýta,
hvørja ferð teir hava orðið.
Kappast við HM
Av ti at valid er útskrivað í
6tid, noydast politikararnir
hesafer at kappast vid
heimsmeistarakappingina í
fótbólti, sum SvF eisini
sendir beinleiðis. Tað hevur
við sær, at politikkurin
sleppur ikki upp í part fyrr
enn seint á kvgldi.
Mikukvgldið 22. juni
verður farið undir sending-
arnar, har flokkarnir skulu
svara spurningum frá sjón-
varpsfólki um ymisk evni.
Evnið fyrsta kveldið er
privatøkonomiur, herundir
sethúsamál. Umboð fyri
allar flokkar vera í sjón-
varpsstovuni, og tey fáa til-
samans sjey minuttir í part
at svara spurningum.
Hóskvgldið 23. juni er
evnið tey arbeiðsleysu,
ALS og forsorg. Fríggja-
kvøldid 24. juni er evnið
vinnupolitikkur, herundir
ES-målid og Fiskavirking.
Sidani verdur stedgur i
politisku sendingunum til
mikukvøldid 29. juni, tå
politisku flokkarnir skulu
svara spurningum um fiski-
vinnumål. Héskvøldid 30.
juni er politiska skipanin,
herundir reglur, trúvirði og
moralur á skránni, og tann
seinasta sendingin, har
spurt verður um politisk
evni, kemur fríggjadagin 1.
juli. Tá er evnið ríkisfelags-
skapurin, avtalumar við
danir og spurningar viðvíkj-
andi undirgrundini.
Orsakað av heimsmeist-
arakappingini í fótbólti
koma allar evnissendingar-
nar kl. 22.30.
Beinleiðis
valfundur
Týskveldið 5. juli kl. 20.30
fara útvarpið og sjónvarpið
í felag at senda frá almenn-
um politiskum valfundi í
Læraraskúlahgllini, = har
fleiri umboð fyri flokkarnar
og fylkingarnar fara at hava
orðið.
Mikukvøldid kl. 20.35
kemur seinna sendingin,
har floksformenninir skifta
ord i sjånvarpsstovuni, og
håskvøldid 7. juli kl. 20
verður sent beinleiðis úr
Norðurlandahúsinum, har
flokkarnir fáa høvi at
manna hver síu borð og
gera viðmerkingar til úr-
slitini. Elsini verður skipað
fyri undirhaldi. Sendingin
valkvøldid varar til øll úrslit
eru komin, og nyggja løg-
tingid er mannad.
Matine: School for
Secrets
Bretskur krigsfilmur frå 1946. Undir seinna
heimsbardaga arbeiða fimm bretskir vis-
indamenn við at gera eina serliga radara-
útgerð. Men teir eru ofta sera ósamdir,
kortini eydnast tað teimum at enda.
Friggjakvøldid kl. 0.20:
Big Bad Mama ll
Amerikanskur filmur frå 1987. Wilma
McClatchie hevur sett sær fyri at vinna
pengar å ein serligan hått — vid at stjala. Og
døturnar, Billy Jean og Polly, hjålpa væl til.
Saman við tíðindamanninum Darly Pear-
son, fer Wilma við øllum eina ferð til
markið til Mexico — og tey nærkast deyðs-
listanum hjá FBI...
Leygardagin kl. 17.25:
Hundurin, sum
stjelur
Am. filmur frå 1969. Jack Crandall er
tyrluskipari og hann sær ein stóran St.
Bernhardshund í tyrluni ein dagin... og
hetta dámar honum lítið...
Leygarkvøldid kl. 21.05;
Mighty Quinn
Am. filmur frá 1989 við Denzel Washing-
ton í høvudsleiklutinum. Xavier Quinn er
løgregluovasti á einari oyggj í Karibiska
havinum, einum friðarligum plássi, har
ferðafólk hugna sær í sólini. Men so hendir
eitt morð, og friðurin er úti. Hin iltonkti,
Maubee, er gamal vinmaður hjá Quinn.
Maubee er ein lokal hetja, kvinnurnar
fjeppast uppi í honum, meðan menninir
kunnu ikki torga hann. Men hann minnir
Quinn á fortíðina í FBI venjing í USA, sum
hann allarhelst vil gloyma...
Sunnukveldið kl. 19.00;
The Man with
one Red Shoe
Am. filmur frá 1985 við Tom Hanks í einum
av leiklutnum. Tá ið konsertviolinisturin
Richard Drew kemur úr einum flogfari í
bert einum skógvi, veit hann ikki, hvat hetta
elvir til. Fyrst metir hann einari kvinnu, sum
er ógvuliga avvísandi. Seinni kemur hon í
íbúðina hjá honum saman við nøkrum
monnum, sum skjóta hann við onkrum, sum
doyvir hann. Tá ið hann vaknar aftur, er alt
ødrvisi í íbúðini, og ein kvinna fjeppast uppi
í honum, meðan nakrir menn hyggja at.
Hetta hevur verið ein undarligur dagur og
Richard ger av at boð-senda løgregluni…
veldið kl
The Extraordinary
Alla tíðina koma spurningar, sum eru tor-
førir hjá vanligum fólki at svara uppá. Hetta
er tað nýggja sendirødin viðger. Evnini
verða m.a. dreymar, spøkilsir, ufo-uppliv-
ingar 0.a.
Dynasty:
The Reunion
Am. filmur í tveimum pørtum frå 1991.
Innihaldið er »glamour«, maktstrid og
kærleiki. Lívið hjá familjuni Carrington
snýr seg um arbeiði, pengar osfr. Blake
Carrington er komin í eina kreppu, ú í
veruleikanum hevur hann mist alt, hann
átti. Familjan er skild og fyritøkan hjá
honum er farin á heysin...
Týsdagin kl. 17.30:
Skulk 2
Dóttir Lasky professara kemur at vitja, og
Kelly hjálpir honum at ansa eftir henni. Men
so við og við verður nakað ímillum Kelly og
Lasky...
Mikukvøldid kl. 20.05:
Grand Slam 2
Am. filmur. Hardball og Gomez gera av at
finna ein horvnan hund fyri eina kvinnu,
sum Gomez verður skotin í. Meðan Hard-
ball og Gomez leita eftir hundinum, verður
kvinnan álopin og illa viðfarin av einum
rýmdum fanga og einum hjálparmanni hjá
honum, sum eisini leitar eftir hundinum.
Hesir brotsmenninir skulu brúka hundin at
finna pengar, sum eru burturgoymdir. Men
so verður Gomez rændur...
Hóskveldið kl. 22.05;
Nýggj sendiroð:
Tutti Frutti
Summarundirhald við kvinnum, sum kapp-
ast. Henda sendirødin er ein tann best um-
tókta í Týsklandi.