Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juni 1994síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 113 — 17. JUNI 1994 Síða 19 Tíðindablaðið (NH: Tíðindaskriv Skeið í enskum Aberdeen center for English bjóðar nú føroyskum stovnum, fyritókum og einstaklingum skeið í enskum . Skeiðini eru bæði fyri fólk sum als ikki duga enskt, tey sum duga væl og fyri fólk sum hava tørv á at læra seg enskt at brúka innan serlig fak - t.d. lærarar, læknar og verkfróðingar Sunnudagin 18. juni koma fólk frá Aberdeen Center for English til Føroya, at kunna fólk um tey tilboð, hesin skúli hevur at bjóða. Aberdeen Center for English er ein málskúli, sum bjóðar skeið í enskum á øllum kunnleikastigum - heilt frá byrjanarskeiðum til skeið fyri fólk sum hava tørv á at klára seg á enskum innan heilt serlig fakgki. Undirvíst verður í smáum bólkum við 5-10 fólkum í hverjum, og skeiðini varða í antin eina ella tvær vikur. Ferðast kring landið Tað verða tvey fólk frá skúlanum, sum koma til Føroya, og tey fara at ferðast kring landið og greiða virkjum, fyritøkum og stovnum frá um skúlan. Tey fara av aftur landi- num longu hósdagin 23. juni, og ti er neyðugt al boða frå longu nú, um ein ynskir at fáa tey at koma at greiða frá skúlanum. Hetta er púra 6forplik- tandi - eingin bindir seg til at fara á skúlan, fyrr enn hann hevur fingið nágreini- liga at vita um, hvat hann hevur at bjóða og hver prísurin er. Skúlin syrgir fyri ollum Fólk sum melda seg tl, skulu áðrenn tey fara til Skotlands ul eina lítla roynd, sum er avgerandi fyri, hvat fyri skeiði tey Skulu luttaka á. Og eftir hetta syrgir skúlin fyri øllum - bæði flutningi, bústaði og smáum útferðum. Tað einasta næmingarnir skulu hugsa um, er at fáa sum mest burturúr tí fakliga. Tilmelding Fyritøkur, stovnar ella onnur sum eru áhugað, kunnu venda sær til Tór Jóansson á tlf. 1.7445, og har fáa nærri at vita. Anars verða eisini triggir almennir, kunnandi fundir. Tann fyrsti Nóatúni í Havn måna- kvøldid kl. 20.00. Annar verdur i byråds- salinum i Klaksvik tys- kvøldid kl. 20.00. Og tann widi verður í skúlahgllini í Trongisvågi mikukveldið kl. 20.00. Ølleru vælkomin til hesar fundir. Heilsu- og heimasjúkra- systrar orka ikki longur Nú orka heilsu- og heimasjúkrasystrarnar ikki at bera ta fíggjarligu byrðu longu, at hava egnan bil tókan fyri arbeiðsgevaran til arbeiðs- brúk, sigur forkvinnan i Sjúkrasystrafelagnum í skrivi, har stødan hjá heilsu- og heimasjúkrasystrunum verður umrødd Víst verður á, at síðan heilsu- og heimasjúkra- systraskipanin varð sett á stovn í 1983, hevur tað ver- ið eitt krav at heilsu- og heimasjúkrasystrarnar sjálvar skulu syrgja fyri flutningi í arbeiðstíðini. Heilsu- og heimasjúkra- systrarnar hava brúkt teirra egna bil og fingið km end- urgjald eftir reglunum »at fara grindir fyri arbeiðs- gevaran<. FBERDEEN SMOTLAND 10 daga ferð við 8 gistingum á hotelli í Aberdeen við morgunmati PAKKATILBOÐ 2 vaksin + bil. NB: Gisting umborð er á dekksplássi couchettum. Um koyggja ynskist verður goldid eyka STRANDFARASKIP LANDSINS Á Tórshavn, TI. 14550 Fax 16000 Klaksvík, Tlf. 57586 Fax 57275 Samrådingar um at fåa tænastubilar til heilsu- og heimasjúkrasystrarnar hava verið vid Føroya Landsstýri síðani í 1989. Føroya Landsstýri hevur ongantíð verið sinnað at latið tænasutbilar, sjálvtum tað eru uml. 300 tænastu- bilar í landinum, umframt teir hálvalmennu (SEV bil- ar). Tað eru alt >mannfólka- størv«, sum hava tænastu- bilar. Undir hesum samráðing- um, sum byrjaðu í jan. 94, hevur verið samráðst um at fáa kravið úr setunarbrøv- unum »at syrgja fyri flutn- ingi sjálvar<. Aftan á langar samráð- ingar, hvar onki bar til, kom Føroya Landsstýri vid ein- um uppskoti um fast minsta gjald, sum t6 skuldi skatt- ast. Tað kundi Sjúkrasystra- felag Føroya ikki góðtaka. Sjúkrasystafelag Føroya krevur bara sama frælsi og somu sømdir fyri okkara limir, sum onnur alment sett her í landinum. Krøvini hjá SFF eru: — at kravid um at heilsu- og heimasjúkrasystrarnar sjálvar skulu syrgja fyri flutningi, skal úr øllum set- unarbrøvum beinanvegin. — at tænastubilar verða tókir frá 1.1.95 og at allar hava tænastubilar 1.1.98. — í einari skiftistid, sum skal koma í gildi beinan- vegin — fast gjald um árið fyri at hava bil tøkan til ar- beiðsbrúk fyri arbeidsgev- aran og eitt endurgjald fyri hvønn koyrdan km í ar- beiðstíðini. Tað kann ikki vera eitt samfelags krav, at heilsu- og heimasjúkrasystarnar skulu hava egnan bil til taks fyri arbeiðsgevaran. Ongin sjúkrasystir fær starv í Heilsu- og heima- sjúkrasystraskipanini, uttan at hon brúkar sín egna bil, ti bilurin er eitt neyðugt ar- beiðsamboð fyri at koma út til brúkaran. Okkara limir hava ikki ráð til at hava teirra egna bil við til arbeiðis longur, og teir skulu eisini hava sama frælsi at sleppa sær av við bilin, uttan at verða upp- sagdar av ti orsøk. Ti er fråbodad Føroya Landsstýri, at Sjúkra- systrafelag Foroya álegg- ur limum sínum ikki at brúka teirra egna bil til tænastukoyring fyri ar- beiðsgevaran, frá og við hósdegnum 23.6.94. Føroya Landsstýri er kunnað í góðari tíð, tann 7.6.94, um hvørjar fylgjur- nar verða, um teir ikki syrgja fyri, at heilsu- og heimasjúkrasystrarnar hava arbeiðsamboðið >bil- in« tøkan frå 23.6.94, sigur Tórunn Patursson, formad- ur i Sjúkrasystrafelag Før- oya í tíðindaskrivi. verður í Tíðindaskriv frá Før Bókin er ætlað sum evn- istilfar í søguundirvis- ingini i framhaldsdeild fólkaskúlans og i hægru skúlunum, men kann tók eisini vera hent hjá øll- um teimum, sum vilja vita meira um søguna hjá grannum okkara fyri vestan. Høvudsdenturin verð- ur lagdur á politisku søguna, frá landnámi og upp at okkara døgum. Søgu Íslands ber ikki til at skilja, uttan at hon verður sett inn í eitt langt søguligt samband. Sam- band er i allari søguni, frå byrjan til dagin i dag. Ti er neyðugt at taka fram, eisini úr teirri gomlu søguni, evni og viðurskifti, sum fingu týdning fyri eftirtíðina. I 1918 gjørdist Ísland fullvalda riki. Dana- kongur var tå kongur yvir tveimum rikjum: Danmark og Íslandi. Hetta kongssamband vardi til 17. juní 1944, tá ið Ísland gjørdist lýð- veldi við egnum forseta. Tað eru í ár 50 ár síðan. Íslendingar og føroy- ingar hava átt langa søgu saman, hóast ikki øll viðurskifti hava lagað seg eins hjá báðum tjóð- um. Skyldskapurin hev- ur tó altíð verið viður- kendur. Søga íslendinga og føroyinga hevur i Ungdóms Føroya Ungdómsráð skipar mikukvøldid 29. juni kl. 20.00 fyri ung- dóms valfundi í Lærara- skúlahgllini. Evnið á fundinum skal í høvudsheitum verða ungdómspolitikkur, her undir serliga hvussu vit skapa møguleikar og trivnað hjá teim ungu í Føroyum. Nevnast kann at í sam- bandi við tiltakið >Ung '93< í fjør heyst skipaði Ungdómsráðið fyri ein- um pallborðsfundi við evninum >Ung flyta av landinum<, har allir flokkar vóru umboðað- ir. Ein av niðurstøðunum aftan á fundin var, at tað gekst sera illa hjá polit- ikarunum at halda seg til evnið. Meginparturin av talutíðini varð tosað um kúlabók „Ísland - land og riki« Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókina >Ísland — land og ríki< eftir Hans Jacob Debes, professara runni; øldir verið tengd at No- regs og Danmarks søgu og Norðurlanda søgu sum heild. „ Ístórthundraðár hevur Ísland verið ein stórur partur av tilverugrund- arlagi føroyinga. Føroy- ingar i hundradtali sigldu um Island alt og vóru »til lands« í Íslandi, og uppi á landi í Føroy- um skapaði fongurin haðan eitt nýtt føroyskt samfelag. Mentanarliga og politiska gongdin í Ís- landi fekk eisini ávirkan á føroyskan politikk og samfelagshugsan. Utnordursamstarvid hevur stuðlað útgávuni. | PD-prent hevur sett og | Ur politiskiu seu Íslands 2 | umbrotið, og Dimma- | lætting hevur prentað. | Bókin er 108 síður, við | nógvum myndum. Hon fæst í bókabúðunum fyri 96,- kr. valfundur fortíðina, hvør hevur skyldina av stduni og at staðfesta at ung flyta av landinum. Tó var onkur einstakur, ið royndi at vísa á møguligar loysnir á trupulleikunum. Endamálið við val- fundinum er at geva ung- dómspolitikarunum betri møguleika at koma fram við sínum sjónar- miðum, uttan at tað verð- ur ávirkað av gomlum »syndum«. Tí hevur Ungdómsráðið heitt á allar flokkarnar um at senda eitt ella tvey val- evnir, ið eru yngri enn 35 ár Fundurin verður skip- aður við fleiri umførum, har hvør flokkur fær eina ávísa talutíð. Møgulciki verður eisini hjá áhoyr- arunum at seta spurning- ar.