fríggjadagur 17. juni 1994síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 20 Nr. 113 — 17. JUNI 1994
Tíðindablaðið (SK
Lógtingsvalið '94
Hjartans tokk fyri svarið — stuðulin,
Carl Johansen
Fyrst fari eg at takka Sørvågs
Arbeiðarafelag, Feroya
Handverkarafelag, Arbeid
arafelagnum Vónini í Skopun,
Landsfelag sethúsaeigara og
nøkrum feløgum í sjúkrahús
verkinum, tékk fyri at út vildu
vísa okkum arbeiðsleysu stuð
ul, við at heita á limir tykkara at
meta til mótmælisgonguna hin
30.05.1994.
Vit takka eisini Føroya Ar
beiðarafelag og Fiskimanna
felag Føroya fyri tann dygga
stuðul tit vístu teimum arbeiðs-
leysu 30.05.1994. Vónandi
fara tey arbeiðsleysu at taka
líka væl undir við tykkum, nú
valið stendur fyri durum,
vónandi onkur klárar at skifta
meining bert 10 min., áðrenn
krossurin skal setast 7. juli.
At svara Carl Johansen er
ikki so ógvuliga ringt, vit
kunnu bara seta tað upp soleið-
is: Carl Johansen! Kent Kirk!
Milliónir! Arbeiðsleys! Javn
adarflokkurin! og Havnar Ar-
beiðsmannafelag!!!
Á fundi í heli FA, har Carl
Johansen sigur at tað er ikki í
tráð við sannleikan, tað eg havi
framborið í Dimmalætting hin
07.06.94, vit kenna Carl Jo-
hansen, men har vóru umleið
40-50 fólk á fundinum, so???
Á fyrra fundinum segði Carl
Johansen seg ikki hava fingið
nakað telefax??? Seinna
kveldið varð fundurin settur kl.
7.00 og tá er tað Carl Johansen
kemur á fundin nógv seinkaður
og greiðir frå, at H.A. hevði
havt fund um áðurnevnda.
Til síðst, Carl Johansen,
hjartaliga tillukku við telefax-
inum, og at tú hevur fingið
faxið og gjørt tær tann ómak at
prenta tað í Dimmalætting og
Sosialin 9.6.94. Hetta vísir so
att ygum hava telefaxið í varð-
veitslu.
Vinarliga
Sofus Hansen,
Kollafjørður
————WW——
llt er at velja millum pest ella kolera
Soleiðis segði fyrrverandi løg-
maður okkara, tá veljast skuldi
samgongupartnari einaferð.
Sama mugu allir landsmenn
okkara sanna nú, tá veljast skal
í ótíð enn einaferð. Hvønn
skulu vit velja? Ella skulu vit
als ikki fara á val?
Eitt er givið, eingin av ver-
andi flokkum hevur gjørt seg
verdugan til at verða afturvald-
ur. Allir flokkar, ið hava verið
við at mynda landsstýrini sein-
astu um]. 20 árini, hava prógv
að, at teir als ikki megna upp-
gåvuna.
Dømini eru sera mong, her
eru bert nøkur fá: Í Heyga-
drangs-málinum varð prógvað
og dømt, at teir »(seku)« veru-
liga vóru ósekir. Teir veruliga
seku sótu úti í Nesinum fjaldu
seg aftan fyri ein sokallaðan
»politiskan immunitet«, ella
eitt solidariskt stýri. Sostatt
steðgaði sakin við úthurðina í
Tinganesi.
Skálafjall verður ivaleyst
annað dømi o.s.fr.
Kemikaliuskipaævintýrin
um syrgdi Pauli Ellefsen fyri.
Hetta skuldi verða eitt sokallað
»altemativ« til fiskivinnuna.
Hetta kostaði skattgjaldarun-
um tíggju tals milliónir, um-
framt tapini hjá ánarunum.
Sjálvandi vóru projektini ikki
nóg væl undirbygd. Teir, ið
vunnu pening úr hesum ævin
týrinum, vóru fáir, eru teir
nevndir eru teir kendir.
Nakað síðan fór ein grísa-
garður fíggjarliga á heysin.
Endin bleiv, at allir 600 grísar-
nir vórðu dripnir. Hvat gjørdu
myndugleikamir? Teir góvu
Bjørn á Heygum, sakførara,
loyvi til at brenna fleiri tons av
1. floks kjøti á brennistødini á
Hagaleiti fyri skattgjaldaranna
rokning. Slíkt eru menn.
Hvussu mong arbeiðsleys
kundu ikki fingið gagn av hes-
um góða mati? Molsbúgvar
nýtastikki at skammast. — Her í
Føroyum býr upprunaartin.
Sum fyrr sagt, allir flokkar á
tingi hava verið við, meira og
minni, í fíggjarliga >svansin-
um« síðstu mongu árini. Eing-
in hevur eitt reint borð at visa á.
Danir kundu eins væl spart
sær allan peningin, teir hava
goldid til ráðgevandi nevndir-
nar, ið hvert år ávaraðu um
skeivu figgjarligu gongdina
Eingin av okkara løgmonnum
skiftandi landsstyrum lótu við
seg koma.
Hvat søgdu Atli Dam, Jógv-
an Sundstein, Pauli Ellefsen?
Jú, allir søgdu við ein munn:
Ráðgevandi nevndin sær alt ov
dapur upp á figgjarstøduna, teir
hava jú ikki innlit í okkara
serføroysku viðurskifti.
Nú, tá skriðan er lopin og
føroyingar eru vorðnir heim-
sins størstu skuldareyvar,
kunnu vit spyrja: Hver skilti
hvat?
Eitt mugu allir veljarar gera
sær greitt: Velja vit aftur somu
fólk og flokkar inn á ting, er tað
eitt herðaklapp til somu fólk og
flokkar og ein góðkenning av
førda politikki teirra, landinum
til óbótaligan skaða.
Tá teir ikki sjálvbodnir taka
seg úr politikki, hvat teir sjálv-
andi áttu at gjørt, mugu veljar-
arnir gera tað fyri teir.
Eingin annar flokkur ella
samtak uttan fyri tinggått kundi
stýrt landi okkara við størri
ósketni, ábyrgdarloysi og býtt-
leika, enn verandi flokkar hava
gjørt.
Føroya fólk, veljarar land-
sins, gerist ikki samsek í van-
lagnu landsins, gevið ikki
gomlu flokkunum nakað
herðaklapp, teir hava tað als
ikki uppiborið. Veljið teir ikki
aftur.
Tað er ikki ov nógv sagt, at
politikararnir niðurgera velj-
arafjøldina, tá teir aftur
skammleyst bjóða seg fram
sum valevnir.
Við tøkk fyri upptøkuna,
E. S. Apol
SE
A val?
— sjálvandi, ella stuðlar tú flokkunum, sum stýrdu í 80'unum
Nú tað stundar til løgtingsval,
eru nógvir nýggir flokkar
stovnaðir. Felags fyri hesar
flokkar er, at allir siga seg fara
at virka fyri at steðga fólkaflyt
ingini úr landinum. Men tað er
bert ein flokkur, ið hevur víst á
ein møguleika, nevniliga Hin
Føroyski Flokkurin. Hann
hevur klárt og týðuliga sagt, at
skal nakað munandi gerast fyri
at minka um fólkaflytingina,
so má heimastýrislógin fyri-
bils setast úr gildi. Á henda hátt
kunnu vit fáa danskar sosial-
lógir og danska arbeiðsloysis-
skipan at virka her. Hinvegin
mugu vil sostatt eisini gjalda
danskan skatt, men hetta hevði
bert við ein fyrimunur, t
danska skattaprosentið er lægri
enn okkara. Eg vil tí inniliga
heita á oll Føroya fólk um at
fara á val 7. juli og velja Hin
Føroyska Flokkin sterkan á
ting, tað er einasti møguleiki
fyri at fáa tað liviligt aftur í
landinum. Ein upprudding av
gomlum politikarum er neyð-
ug, og hartil krevst tín stuðul.
Minst til: Øll, sum ikki fara á
val ella atkvøda blankt, stuðla
teimum flokkunum, sum hava
ført okkum út í kreppuna
Jan Danielsen,
Hin Føroyski Flokkurin
———nit—
Siglingin til Kallsoynna
Ég fari at spyrja Signar og teir,
ið sita í løgtinginum og lands-
stýrinum, hvussu leingi hetta
óskilið skal vera her við sigl-
ingin til Kallsoynna? Tit mugu
umgangandi gera vegin til
Syðradals lidnan og gera
fergulegu har og lata eina
fergu, ið tekur 10 bilar, sigla
ímillum Borðoynna og Kalls-
oynna. Tá ið bergholini blivu
sprongd igjøgnum, læt Heini í
Kunoy alt grót blíva knúst her í
Mikladali, og bleiv tað siglt
yvir um við sandbáti til Kun-
oyar til at gera vegin frá byrg-
ingini og til bygdina.
Tingmenninir fyri Norð-
oyggjar hava einki gjørt fyri
Kallsoynna. Vit hopa, at fólkið
ikki velur slíkar hólkar inn
aftur í tingið
Hetta er ein ótolandi stóða,
vit eru í her í Kallsoynni.
Syrgið fyri at gera vegin í berg-
holinum lidnan eisini. Vit
síggja nýmótans berghol alla
aðrastaðni, í Streymoynni,
Eysturoynni, men her í Kalls-
oynni mugu vit taka til takkar
við øllum.
Vit krevja eisini, at tað verða
tríggir túrar í Kallsoynna um
dagin.
Kallsoyingar, veljið ikki teir
somu aftur!
Gerið nakað við hetta sum
skjótast.
Við heilsan
Kallsoyingur
orðaskifti
Verjið tað i
vunnid er
Ein lítil heilsan frá ein-
um garvaðum javnaðar-
manni!
Javnaðarflokkurin er í
mínum hugaheimi ein-
asti flokkur ið krossurin
kann setast fyri, tí hetta
er flokkurin sum hevur,
og sum fram i
fer, at arbeiða fyri øllum
íbúgvum landsins. Vit
hava arbeitt saman við
øllum flokkum á tingi,
og hava sostatt verið við
til at gera hetta til eitt
gott samfelag at liva í.
Fyrst við Petur M. Dam,
sála og síðani eftirmanni
hansara Atla Dam.
Sambandsflokkurin
var einaferð at líta á,
men síðani er hann farin
langt av kós, og í Fólka-
flokkinum hevur ein
einstakur maður verið at
arbeitt saman við. Atli
Dam og Jógvan Sund-
stein kundu arbeiða væl
saman, men Jógvan fekk
av at vita frá sínum
egnu, tí teir hildu hann
vera ov sosialan. Tað var
eisini orsøkin til, at
samgongan slitnaði.
Í Tjóðveldisflokkinum
var somuleiðis einaferð
ein maður tú kundi líta á.
Tað var Erlendur Paturs-
son, sáli, men hvat er
eftir av hugsjónunum
hjá Tjóðveldisflokkin-
um í dag?
Hinir flokkarnir eru
neyvan verdir at taka
upp á tunguna. Teir sita
og trekkja løn fyri at siga
nei til alt.
Mín inniliga áheitan
skal tí verða á allar før-
oyskar veljarar um at
fara á val og velja Jav-
naðarflokkin so møgu-
leiki er at varðveita tað,
sum vunnið er gjøgnum
so mong ár.
Við javnadarkvødu
Emil Vang, Hvalba