leygardagur 18. juni 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sida 4 Nr 114—18. JUNI 1994 Tíðindablaðið 7"
Sambands- og fólkafloksætlanin í verki
Vælferðarsam-
felagið syndrað
New Zealand hevur roynt tað, Føroyar skulu igjøgnum, um
Sambands- og Fólkaflokkurin fáa valdið. Tað hevur havt við sær
eina lítla framgongd í búskapinum, men prísurin er eitt samfelag,
har sosiala trygdarnetið næstan er burtur, fåtækdømid er stórri
enn nakrantíð, og virksemið hjá fakfeløgunum er steðgað við lóg
Lønarlækking og skatta-
lækking!
Hetta er í høvudsheitum
tann ætlan, fólka- og
sambandsflokkurin bord-
reiða við í valstríðnum - og
sum eftir øllum at dóma
skal setast í verk eftir valið.
Sagt verður, at lønar-
lækkingin fer at økja um
okkara kappingarføri. Og
ein skattalækking vid sama
krénutali sum — lønar-
lækkingin fer at hava vid
sær, at fólk fara at hava eins
nógv eftir tá skatturin er
goldin, sum tey hava í dag.
Fólkaflokkurin tosar um,
at lónin skal lækkast við
millum 30 og 40 prosent-
um. Sambandsflokkurin
hevur ikki nevnt nakað tal,
men hann tekur undir við
ætlanini - og hann ætlar at
lækka skattin við fleiri
krónum enn lønirnar.
Flokkarnir eru sannførdir
um, at hetta eftir stuttari tíð
fer at seta gongd á tað før-
oyska vinnulívið og sam-
felagið alt.
Hin síðan
At kappingarførid verður
betri av eini lønarlækking,
er sjálvsagt eingin ivi um.
Orsøkin til at so fá lond
kortini hava roynt hesa
leiðina, er hin síðan av
sakini: Nevniliga hvussu
samfelagið skal skipast, tá
tað almenna lítið og onki
hevur at arbeiða við.
Tí tað er greitt, at um
lónin skal lækkast við Ld.
40%, so skal skatturin
lækkast við væl meira enn
40% um tann einstaki skal
hava sama krónutal eftir - í
nógvum fórum fellur skatt-
urin næstan heilt burtur.
Tann åhugaverdi parturin
av ætlan fólka- og sam-
bandsfloksins er tí, hvussu
føroyska samfelagið skal
siggja ut eftir hesa koll-
velting.
Hvar
Hvørjir stovnar skulu nidur-
leggjast? Hvør skal sigast
skal — skerjast?
upp? Hvussu skulu td.
sjúkrahúsverk, skúlaverk
og almannaverk skipast?
Eingin spariætlan
Sosialurin hevur sett um-
boðum fyri flokkarnar hen-
dan spurning fleiri ferðir,
men enn er ikki eitt ftøkiligt
spariuppskot »avdiikad«.
- Uttan tað, at Fólka-
flokkurin fyrstu try årini
ætlar at klåra alt vid enn
meiri låntøku.
Tað er eitt sindur løgið, at
einki verður sagt um henda
partin av ætlanini, tá flokk-
arnir nú leggja so stóran
dent á at fremja hana.
Bara at vísa á, at kapp-
ingarførid batnar tá lónin og
harvið kostnadarstødid
lækkar, kann tykjast eitt
sindur grunt. Og tí eru tað jú
fá, sum eru ósamd við
teimum í.
Búskapar-
frødingar ósamdir
Búskapur er ikki sum mate-
matikk. Ongin kann við
vissu siga, hvussu ein
broyting í rentuni, skatti-
num ella lønarlagnum fer
at ávirka eitt samfelag.
Hevur tú eina politiska
ætlan, so ber altíð til at finna
onkran biskaparfrøding,
sum sigur, at hon er góð.
Men tað er eisini onkur,
sum sigur at hon er vánalig.
Buskaparfrødingar eru
akkurát líka ósamdir sum
politikarar.
Javnadarflokkurin sigur,
at ætlan sambands- og
fólkafloksins fer at hava við
sær stórri arbeiðsloysi. Teir
borgarligu siga hinvegin, at
tað fer at minka.
Og báðir partar kunnu
visa ul búskaparfróðingar,
sum geva teimum rætt.
New Zealand
hevur roynt
Fyri at fáa eina >objektiva<
mynd av, hvussu tílíkur
politikkur ávirkar samfe-
lagið, kann tí vera áhugavert
at hyggja at einum av
teimum fáu londum, sum
hevur valt at ganga hesa
leiðina: New Zealandi.
TáOngland gjørdist limur
í EF í 1972, skerdust út-
flutningsmøguleikarnir hjá
New Zealandi viðeini helvt.
Og fyri at kunna varðveita
sama livistødi sum áður, fór
landið - eins og Føroyar - at
byggja sítt vælferðarsam-
felag á lántøku.
Og tá tað fór at stramma í
av álvara, var tað so at teir
valdu omanfyrinevndu
loysn.
Uppsøgnir
og fåtækdømi
Tad byrjadi vid, at landid
fyri at kunna lækka lønirnar,
lækkadi skattin år 66%
niður í 33% (Tad er væl
minni enn tað, Fólka-
flokkurin ætlar at gera í Før-
oyum).
Fyri kortini at kunna reka
samfelagið, tá almennu inn-
tøkurnar minkaðu so nógv,
vórðu øll rættindi at draga
frå í skatti avtikin, og allur
stuðul til vinnulívið datt
burtur. Tær flestu almennu
fyritøkurnar vórðu síðani
privatiseraðar - ella niður-
lagdar.
Hetta førdi sjálvsagt til
eittovurhonds stórt arbeiðs-
loysi - sum so minkaði enn
meira um skattagrundar-
lagið.
Men arbeidsloysisstudul-
in mátti nú eisini skerjast
nógv, og ein stórur partur av
fólkinum fall tískil niður í
fåtækdømi. Hetta var ókent
áður í New Zealandi.
Fakfeløg skerd
Fakfelggini settu seg sjálv-
sagt harðliga ímóti hesum,
og fyri yvirhøvur at kunna
gjøgnumføra ætlanina,
mátti stjórnin tiskil við lóg
avmarka ávirkanina hjá fak-
feløgunum.
Tað er nú ein avtala mill-
um tann einstaka arbeids-
gevaran og hansara arbeids-
fólk, sum ger av, hvussu
høg lónin skal vera.
Minstaløn er einki sum
eitur, og avtalur um eyka
løn fyri arbeiði heiligdagar
eru allar burtur.
Um ein arbeiðsleysur
noktar at taka eitt arbeiði, tí
hann ikki er nøgdur við løn-
ina, fær hann seks mánaða
karantenu uttan arbeiðs-
loysisstuðul yvirhøvur.
Pensionistar missa
vunnin rættindi
Almennar tænastur eru
sjálvsagt eisini nógv sker-
dar. Um ein forvinnur meira
enn tað, sum svarar til
120.000 kr. um árið, skal
ein sjálv/ur rinda fyri bæði
læknahjálp, heiluvág og