Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

GL Síða 12 Nr. 114 —18. JUNI 1994 Tíðindablaðið { sestalurin Viðmerking til bygdamannin Jákup E. Hansen ið hevði greinastubba „Svrgilig er henda sega Í Dagblaðnum Við allari virðing fyri mín- um góða og hartil sigiliga bygdamanni, so eigur hann, sum ein skilamaður við hollari útbúgving, at vera eitt sindur meira real- istiskur, heldur enn at lata kenslurnar fara við sær Hetta í samband við, at hann í nevnda greina- stubba nemur við tey harmuligu viðurskifti ið hansara heimbygd hevur verið fyri, nú flakavirki hevur verið stongt Hann sigur ímillum ann- að. hetta virkið, har eg sjálvur havi arbeitt nógvar tímar, fyri at gjalda útbúgving mína, hevur søgulig rættindi at vera op- ið. Hesum eri eg fullsamd- ur við Jákupi í, at skal nak- að virki hava søgulig rætt- indi, so er tað virki í tí bygd, har vit báðir slitu okkara barnaskógvar. Sjálvur var eg á ungum aldri ímillum tey fyrstu id arbeiddu á hesum virki, so kensluliga eru vit báðir ikki langt frá hvørjum ødrum. Hinvegin so veit Jåkup, sum komandi vinnulivs- maður av yngra ættarlið- num, at søgulig rættindi eru eitt, meðan vinnuligur rakstur er nakað heilt ann- að Tað er virki í okkara heimbygd besta dómi um, tí sjálvt um tað er 40 ára gamalt, so er tað ein sann- roynd, at skuldarbindingin uppá 10-11 ár varð tíggju- faldað. Tá skal eingin ivast í, at tað virksemi, sum nú so smátt er við, at koma í gongd í leigaðum hølum úti á nýggja kajókinum er fyrsti spírin til tað sum kemur at menna virksemi uppá tað stødid, ið altid hevur eyðkent okkara heimbygd. Henda meting er gjørd út frå tí sannroynd, at veidutølini, ið framhald- andi eru í bygdini, hava samanumtikið, teir fræg- astu veidimøguleikarnar, í mun til restina av veiði- flotanum. Harnæst eru tað nú fiski- menninir sjálvir, ið eiga og reka bátarnar, og kemur hetta helst, at hava ein av- gerandi leiklut í framtíðini, í mun til fyrr, tá tað í stóran mun vóru lærarar og aðrir ið ongar fyritreytir høvdu hesum viðvíkjandi. Tá tað í umrødda greina- stubba verður ført fram at Snarfrost er bert opið tá nakað av fiski er til avlops frá virkjunum hjá lokal- patriotiska leiðaranum av Føroya Fiskavirking, so skal undirritaði verða tann alrasíðsti til, at bera í bøtu- flaka fyri Bjarta Mohr Hinvegin koma vit væl nærri veruleikanum um vit ásanna, at við verðandi virkisleiðarara og tí stak góða arbeiðsfólki, so er Snarfrost við tíðini vorðið so rationelt og skjótt arbeiðandi, at tað ein van- ligan arbeiðsdag kann ar- beiða undan sera stórar nøgdir, til blokkfram- leidslu, serliga um støddin eins og góðskan er í lagi. Tað er tí púra rætt, at Snarfrost ikki bara nú, men mest sum allatíðina hevur havt eitt sera positivt dekn- 10.06.94” ingsavlop, og tí stóð Snar- frost virki ikki í stórri skuld, enn 20 mió. krónum Tað er tí púra rætt, at Snarfrost ikki bara nú, men so gott sum allatíðina síðani Jason tók við leiðsl- uni hevur havt eitt sera positivt dekningsavlop. Nidurstødan er tí sera avdúkandi fyri tann flokk sum bygdamaður mín tyk- ist stuðla, uttan at leggja nakað sum helst negativt í tað. Tí hervið er nýggjast hugsjónin hjá Fólkaflokk- inum um, at lønarnidur- skurður er loysnin uppá alt ein hvgrvisjón Og óansæð um sami flokkur setti trælabandið í gildi aftur, og noyddi fólk, at arbeiða fyri onga løn so eru tað aðrar fyritreytir ið skulu verða til staðar fyri at fáa ein vinnuligan rakst- ur at bera seg. Fyrt og fremst er tað leiðslan, ið er avgerandi harnæst er tað góðskan ið ikki er minni avgerandi, eins og vøran í mestan mun fer beinleiðis til brúkaran uttan fleiri dyrkandi mill- umlið. Hetta er nakað sum verður arbeitt við dag og dagliga, í og við, at virk- isleidarnir fult út eru greið- Suðurstreymoyar Javnadarfelag OPIÐ HÚS — sunnudagin frá klokkan 17 Sudurstreymoyar Jav naðarfelag fer nú til valið at hava opið hús í felags- hølunum á Argjum hvert mikukvøld og hvenn sunnudag seinrapart. ir yvir, at hesar fyritreytir er neyðugar Tað ólukkuliga hjá før- oyska fiskiidnadi er, at Fiskasølan, burtursæð frå seinastu årunum, hevur lagt seg eftir, at gjørt Før- oyar til ein råvørudtflytar- ara. Og tað verður ikki lótuverk at leggja alla blokkframleiðslu um, eiheldur verður tað nøkur løtt uppgåva, at upparbeiða tíansheldur fáa nakran støðugan markn- aða fyri lidnar (grýtuklár ar) vørur Asannast má, at hetta er ein avgjørd fyritreyt um meira arbeiði skal vera á flakavirkjunum Frank Davidsen Fyrstu fer í morgin. Tá ber til hjá áhugaðum at hitta valevni floksins í Førovar eitt valdømi Lika sidani at Føroya Løgting varð endurreist í 1852 hava vit havt skipanina við sjey valdómum. Tá var uttan iva neyðugt at býta landið sundur í smærri eindir, hóast fólkatalið var nógv minni enn í dag, tí ferdamøguleikar og samferðslukervið ann- ars vóru vánalig. Í dag er stødan nógv ødrvisi, og eiga vit tí at broyta valskip- anina soleiðis, at Før- oyar verður eitt val- dómi. Men hesum er ikki meiriluti fyri á ungi. Tingmenn - serliga uu- an fyri Havnina, vilja vera við, at hetta er tað sama sum at leggja alt valdið í Havn. Teir føra fram, at verður Føroyar eitt valdómi, verða bert tingmenn úr Havn valdir. - Men hví skulu Føroyar gerast eitt val- dómi? Orsgkirnar eru fleir- i. Verandi valskipan hevur alt ein ósunnan lokalpolitikk, sum fær politikarar at hugsa meira um sítt egna val- dómi - og sínar egnu atkvødur, enn um hvat gagnar landinum sum heild. Um hetta hava vit fleiri dómi, at politikar- ar eru bundnir av lokal- um áhugamálum og eru undir trýsti, tá týðandi avgerðir skulu takast. Tað er ógvuliga umráðandi, at teir poli- tíkarar. sum skulu byggja landið uppaftur, fáa steðgað útgjaringi- ni. - Sjálvur haldi eg rættast hevði verið at gjørt alt landið til eitt valdømi. Hetta hevði loyst politikarar úr ti haftinum, sum »tving- Sudurstreymoy. Sunnudagin = kunnu fólk hitta Steingrim LS Nýggja løgtingid eigur at gloyma barnsliga stríðið millum Havni- na og bygdirnar. ar« teir ul at arbeiða í sjálvdrátti. Og tå kundu nógv mál verið loyst ødrvisi. Alt strid og klandur og oyðsl, sum hevur stað- ist av skúlabyggingum, av sjúkrahúsmálinum, av ferjulegum, berghol- um, undirsjóvartunnl- um, skipapakkum 0. s. fr. Nógv av hesum verður uumfað igjøgn- um, tí einstakir ting- menn kunnu seta sam- gonguni knívin á bark- an. Hetta eigur ikki at bera til. Vit eiga at taka hetta málið í stórri ålv- ara. - Vit eiga ikki at lata kjakið drukna í møsninum um, at hetta er at miðsavna valdið í Havn. Gloymið barns- liga uvætlið um Havnina mótvegis bygdunum. Tað er ov naivt at slíkt skal steðg- a kjakinum. Vit skulu finna ta skipanina, sum gagnar landinum best. Verandi valskipan er ein orsøk til marglætispolitikkin í 80'unum… Eirikur Lindenskov valevni Javnadarfloksins i Suðurstreymoy Vang, Metu Johannesen og Sommer Winther.