Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið CSE" Nr. 114 — 18. JUNI 1994 Sida 11 Javnaðarflokkurin: Valevnini Í Våga valdøm!i Frank Davidsen, løg- tingsmaður í Sørvågi. Frank hevur umboðað Javnaðarflokkin á tingi síðani 1990. Hann ar- beiðir annars sum tollari á flogvgllinum Johannes Ellefsen í Miðvági, er postav- greiðslumaður og hevur nakrar ferðir avloyst Frank Davidsen á tingi. Johannes er nevndar- limur í Vága Javnaðar- felag. Hann hevur fyrr verið bygdarrådslimur í Miðvági, og er eisini virkin innan ítrótt. Niels Olgar Joensen í Sandavági er lastbila- og bussførari. Hann rekur ferðamannaheimið á Giljanesi. Niels Olgar er virkin innan fráhalds- rørsluna og eisini hann er nevndarlimur í Vága Javnaðarfelag Súsanna Olsen í Sanda- vågi er nevndarlimur í VágaJavnaðarfelag. Sú- sannaer sjúkrasystur, og hon hevur ikki áður verið uppstillad til løg- tingsvalid. Frank Davidsen løgtingsmadur Sørvågur Niels Olgar Johannes Ellefsen Joensen postavgreidslum. bilførari Miðvágur Sandavágur Súsanna . Olsen sjúkrasystur Sandavágur Kapping millum tríggjar flokkar Mangan hava bert fáar atkvødur gjø.rt av, hvør flokkur skal umboða Vágoynna á tingi Seinastu mongu valini hava bert heilt fáar atkvødur verið millum teir triggjar Fólkaflokkin, Javnaðar- flokkin og Sambandsflokk- in vesturi í Vágum, sum hava gjørt av, hvør eigur umdømisvalda tingmannin f valdøminum. Seinast var Javnadar- flokkurin størsti flokkur i Våga valdømi vid 516 atkvødum, og Frank David- sen varð fyrstu ferð valdur á ting. Tá vóru tiggju ár liðin síðani Javnadarflokkurin seinast var umboðaður í Vágum. Seinast var Fólka- flokkkurin næststørstur, og fekk Svend Aage Ellefsen valdan. Sambandsflokkur- in lá bert átta atkvødur aftan fyri Fólkaflokkin. Tey tíggju árini frá 1980 til 90 umboðaðu Fólka- flokkurin og Smbands- flokkurin Vágoynna á tingi. Byrjaði í smáum Tað må sigast, at Javnaðar- flokkurin byrjaði í smáum í Vágum. Flokkurin stilladi eisini upp í Vágum beint sum flokkurin varð stovn- aður. Í 1928 fekk Javnað- arflokkurin 37 av teimum tilsamans 607 atkvgðunum. Hann fekk tvær atkvødur fleiri í 1932 og í 36 fór hann upp um hundrað. Hetta atkvødutal helt flokkurin til hann í 1945 fekk 327 at- kvødur, og fekk tá á fyrsta sinni mann valdan í Vágum. Tað var Jákup í Jákups- stovu. Men longu árið eftir rakk atkvødutalid hjá Jav- naðarflokkinum ikki til eitt umboð. Haldor á ting Ikki fyrr enn rimmar valið í 1958 fekk Javnadarflokk- urin aftur mann valdan í Vágum, tá Haldor Hansen kom á ting. Haldor var afturvaldur í 62, men í 1966 mista flokkurin aftur mann- in. Betri gekkst í 1970. Tá fekk Javnaðarflokkurin ikki bert mannin, men hann gjørdist eisini størsti flokk- ur. Javaðarflokkurin fekk tá 388 atlkvødur, og næstur honum var Sambands- flokkurin við 306 atkvødur. Tá vóru bert fimm atkvødur niður til Fólkaflokkin. Jav- naðarmaðurin var aftur- valdur í 1974 og aftur í 1978, men í 80 mista flokk- urin aftur mannin. Tey næstu tíggju árini áttu Sam- bandsflokkurin og Fólka- flokkurin teir báðar um- dømisvaldu í Vágum, ul Javnaðarflokkurin aftur við seinasta val gjørdist størst- ur, og fekk Frank Davidsen valdan. tór.- Frá einum fólkafundi, sum Javnaðarflokkurin skipaði fyri vesturi í Vágum fyri nøkrum árum síðani