leygardagur 18. juni 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 114 — 18. JUNI 1994
Trygt
arheiðs- AN
umhvervi ÍStuvinnin
Trivnaðurin á mongum ar-
beiðsplássum er í álvarsligum
vanda, og fær fólk at rýma.
Ikki bert av arbeiðsplássinum,
men eisini av landinum
Vit hava í mong ár havt
eina arbeidsumhvørvis-
lóg, sum Arbeiðseftir-
litið hevur roynt at fáa at
virka. Tað gekk rímiliga
væl, til gagns fyri løn-
takaran, til fyri tveimum
ella trimum árum síðani,
men so gekk aftur skeiva
vegin.
Tad er kortini ikki bert
av figgjarligum åvum, at
eitt skilagott arbeiðsum-
hvørvi er hótt. Tað er
eisini av tí, at stjórar,
virkisleiðarar o.a. ikki
hava megnað at loysa
trupulleikar.
Í londunum uttan um
okkum, sum vit vanliga
eru von at sammeta
okkum við, hava tey eitt
hugtak tey kalla psyk-
iskt arbeidsumhvørvi.
Men hetta er enn ókent í
Føroyum.
Eitt skúladómi upp-
livdu vit fyri tveimum
árum síðani innan
sjúkrahúsverkið, sum
setti sær djúp sár sum tað
tekur drúgva tíð at lekja.
Arbeiðsumhvervið er
nú vánaligari enn tað
nakrantíð hevur verið,
og stórt misálit valdar
millum leiðslu og
starvsfólk. Hetta hendi,
hóast ein arbeiðsmedi-
sinari er ráðgevi hjá
sjúkrahússtjóranum.
Tad tykist sum tað bert
eru sjónarmiðini hjá
læknastjóranum sum
koma ul sjóndar í spar-
ingum og skerjingum,
sum framdar eru bæði
seinastu árini. Hesar
sparingar og skerjingar
hava havt nógvar upp-
sagnir við sær, og mong
eru sett niður í arbeiðs-
tíð. Tað eru mest tey
lægst løntu, sum eru
rakt.
Mær vitandi eru tað
bert yvirlæknarnir, sum
ikki eru raktir av hesum
skerjingum.
Eftir at landsstýrið
skifti manning mitt í
valskeiðnum roknaðu
vit við, at nú fór broyting
at koma í, men einki
hendi. Tá starvsfólki so
var greitt yvir, at
formaðurin í nýggja
sjúkrahússtýrinum fekk
starv sum ráðgevi hjá
sjúkrahússtjóranum,
mistu øll seinastu vón-
ina.
Tað er eisini vert at
taka tað fram, sum gekk
fyri seg í bankunum. Har
boðaði leiðslan frá hóp-
uppsagnum hálvt ár
áðrenn fólk vóru upp-
søgd, so tey hesa tíðina
kundu ganga og gleða
seg til tað, sum fór at
henda.
Hesi dómi, og mong
onnur, er við til at bróta
niður allan moral í fólki,
og fær alt ov mong at
stinga í sekkin.
Vitmugu fáa Arbeiðs-
umhvervislógina at
virka sum hon skal í nú-
tíðarsamfelagnum. Tað
letur seg væl gera, um
politiskur vilji er til tess.
Vit í Javnaðarflokk-
inum hava viljan til tess.
Tað er veljarin sum skal
gevaokkum møguleikin
at fremja viljan í verki.
Hartvig Hansen,
valevni
Javnaðarfloksins
í Sudurstreymoy
Tíðindablaðið (5777
Formaðurin í Vága Javnaðarfelag
Vandin liggur í
, SN
AÍ)
=n
zu
— Ein lønarnidurskurdur, sum ávísir flokkar tosa um, er bert ein
koddi,
sum fær virkisleiðsluna at sova eina
tíð aftrat.
Langtíðarloysnir og rationaliseringar mugu til, sigur Páll F.
Joensen
Páll F. Joensen, formaður í
Vága Javnaðarfelag kennir
seg sannførdan um, at val-
stríðið hesaferðeigur meira
enn nakrantíð at snúgva seg
um landspoliuskar loysnir
og ikki, sum so mangan
áður, um lokalpolitikk.
-Eg skal vera hin fyrsti at
viðganga, at mong av teim-
um lyftum, Javnadarflokk-
urin gav undan seinasta
vali, hildu ikki. Men tað
hevur eisini sínar orsøkir.
Vit søgdu, at vit vildu
fremja verkætlanina undir-
sjóvartunnil millum
Streymoynna og Vágar.
Arbeiðið varð byrjað, men
sum landsstýrismaður
stedgadi Svend Aage
Ellefsen arbeidinum. Har
slapst ikki vidari.
- Vit høvdu eisini bod upp
å landspolitiskar loysnir.
Heldur ikki allar hesar
gingu út. At vit fóru at koma
okkum út í tílíka kreppu,
sum vit nú hava havt og
framvegis hava, visti eingin
frammanundan.
Hetta sigur Páll F. Joen-
sen, sum er formaður í Vága
Javnaðarfelag.
Grundleggjandi tervur
-Vit fara í samband við
hetta vali ikki at taka fram
lokal áhugamál. Vit fara
heldur at vísa á lands-
politiskar loysnir. Høvuds- |
dentin fara vit at leggja å at |
loysa grundleggjandi
trupulleikamar hjá fólki.
Tak yvir høvdid, mat í
munnin og arbeiði.
-Eg ivist ikki í, at tað er |
júst hetta, sum fólk vil hava ;
greiðu á, hvussu teir ymisku
flokkarnir = vilja
F. Joensen.
-] virkisskránni hjá
Javnaðarflokkurin verður
greitt sagt, hvat vit vilja,
men ásannast má, at aðrir
flokkar eru meira ullintir
sigur Páll F. Joensen og
leggur aftrat, at torført er at
fáa eitt nú Sambandsflokkin
loysa |
trupulleikarnar, heldur Páll |
Páll F. Joensen, formaður
í Vága Javnaðarfelag: Vit
mugu byggja upp av
nýggjum. Tað eru
langtíðarloysnir vit hava
brúk fyri, og ikki
løtuvinning
at siga nakad avgjørt um,
hvussu hann vil loysa land-
sins trupulleikar. Tá er
Fólkaflokkurin hóast alt
meira bersøgin.
Vandin liggur
í løtuvinningum
Formaðurin í Vága Javnað-
arfelag heldur, at stóri
vandin í dag liggur í teimum
løtuvinningum, sum ávísir
flokkar siga seg vilja
fremja. Millum annað løn-
arniðurskurð við lóg.
-Ein Jlønamidurskurdur
upp á til dømis 40 prosent,
sum talan hevur verið um,
loysir ongar trupulleikar.
Hann er bert ein koddi hjá
virkisleiðsluni, sum tá lítla
orsøk sær til at rationalisera
og effektivisera, sum heldur
má vera loysunnarorðið,
skulu vit vera kappingarfør
við onnur, sigur Páll F.
Joensen.
Formaðurin í Vága Jav-
naðarfelag ávarar ímóti
løtuvinningum, tí júst í
teimum liggur hin stóri
vandin. Hann sigur, at
- fr Á em
3
+
*
ongar skjótar og lættar
loysnir eru, men miða vit
ímóti = langtidarloysnum
sigur Páll F. Joensen seg
ikki ivast í, at tað aftur fer at
bragda í Føroyum.
tór.-
JA!
Eg gerist haldari av Tidinda-
blaðnum Sosialinum og fáið
bladid 5 ferdir um vikuna.
| fyri 225 kr./ársfj. (haldarar í Føroyum)
" fyri 425 kr./ársfj. (haldarar í Danmark)
| Ymsir prísir fyri onnur lond.
Til ber altíð at gerast haldari og goldið
verður bert fyri blødini, ið eftir eru av
ársfjórðinginum.
Nav...
Bustabuc ..eeeeeeeeeseeeee
| Byge/bjur..…. er
Lande...
Kannað postverkinum
Tíðindablaðið
SOSIALURIN
Postboks 76,
FR-110 Tórshavn