leygardagur 18. juni 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (SK!)
119 valevni á tíggju listum:
Um reppið at
eingin lá eftir
Jákup Lindenskov hevur,
sum ein av stillarunum,
her latið Per Gaard,
formaninum í valnevndini,
listan hjá
Javnaðarflokkinum í
Suðurstreymoy, og Per
hyggur eftir, at alt er í
lagi.
Mynd: Jan
Tað var ikki meira, enn allir listarnir komu inn sg weir úr Fugflafirði.
til tíðina. Ein kom í síðsta minutti til valneund- Annar listin úr Fuglafirði
ina í Suðurstreymoy. Kom hann eftir at klokkan
hevdi sligið seks, slapp listin ikki við, sigur for-
maðurin í valnevndini
Suðurstreymoyingar fáa
119 valevni á tíggju ymisk-
um listum at velja ímillum
tá krossurin skal setast 7.
juli.
Av teimum 119 verða tó
mong vónsvikin, ti ikki
fleiri enn átta, umframt
møguliga nøkur eykavald,
sleppa upp í part í val-
dóminum. Føroyskari sið-
venju trúgv, koma eisini
tey, sum skulu lata val-
nevndini valevnislistan, í
allar síðstu løtu. Eisini
hesaferð.
Per Gaard, formaður í
løgtingsvalnevndini fyri
Suðurstreymoy sigur, at tað
var ikki meir, enn allir list-
arnir komu við.
-Tá klokkan var bert
nakrar heilt fáar minuttir í
seks, sá eg fólk sita í einum
bili uttanfyri. Fór tí útum, at
spyrja, um tey vóru komin
at lata inn valevnislista. Tað
vÓru tey, og so var seinasti
listin komin valnevndini í
hendi, sigur Per Gaard.
Formaðurin í valnevndini
sigur, at síðani hann gjørd-
ist formaður í 1988, hevur
hann altíð biðið hinar báðar
nevndarlimirnar koma
hálvan tíma áðrenn freist-
ina, at vera til staðar, um tað
skuldi hent, at onkur kemur
ov seint, fyri at sleppa und-
an, at nakað ivamál skal
vera, um listarnir eru latnir
inn til tíðina.
-Vit hava einki annað at
gera enn at halda okkum til
lógina, og tá klokkan er
18.00 verður stongt. Annað
kunnu vit ikki gera. Hendan
regla kann ikki tulkast, og
kann heldur ikki apellerast,
sigur Per Gaard.
119 valevni
Sjálvstýrisflokkurin, Sam-
bandsflokkurin, Tjóðveld-
isflokkurin, Fólkaflokkurin
og Javnaðarflokkurin hava
16 valevni í part á sínum
listum. Tað er hægst loyvda
tal av valevnum. Føroyski
Flokkurin hevur fimm val-
evni, Midflokkurin niggju,
Verkamannafylkingin
hevur fimm, og Kristiligi
Fólkaflokkurin og Frælsis-
fylkingin hava tiggju val-
evni í part.
Tá hellufólk mundu
rátt í Fuglafirði
Per Gaard sigur seg ikki
hava hoyrt um nakran
løgtingslistan, sum er kom-
in valnevndini ov seint í
hendi, men hann kénnir
eina aðra líknandi søgu.
Hon er úr Fuglafirði, og fór
fram fyri mongum árum
síðani.
Val skuldi vera til komm-
ununa. Hellurnar eru uppi í
Fuglafjarðar kommunu, so
vanligt var, at eisini har
stillaðu tey upp.Hetta árið
kom ein lista av Hellunum
kom ov seint inn til val-
nevndina, og kom tí íkki
við, og hin var dømdur
ogildugur. Sostatt ver bert
listin av Hellunum gald-
andi, og øll tey fimm, sum
vóru á ti listanum, vóru
vald.
Á hesum lista vóru tvey
fólk av Hellunum og trý úr
Fuglafirði. Lukkutíð fyri
fuglfirðingar tí, sum mang-
an síðani hevur verið talað
um, vóru hellufólk í meiri-
luta á listanum, máttu fugl-
firðingar yvir um skarð at
fáa nakrar krónur úr komm-
unukassanum., Síðani tá
hava fuglfirðingar ansa væl
eftir klokkuni, tá lista skal
latast valnevndini.
tór.-
Nr. 114 — 18. JUNI 1994
Borgarin
skal eiga
bankan
Var tað rætt at bjarga
bankunum? Snýtti Den
Danske Bank okkum?
Hverjum bjargaðu vit, tí
vanliga føroyinginum
ella nøkrum fåum kapi-
tal sterkum persónum og
feløgum?
Alt hetta og fleiri enn
eru spurningar, sum
nógv kjakast verður um
í framtíðini.
Fjølmidlamir = hava
síðan 6. oktobur, roynt
at lýst støduna. Tann
eina dagin, gongur ein
og iðrar seg um at hava
stuðlað bjargingini.
Næsta dag, sæð frá
einum gðrum sjónar-
vinkli, har upplysing-
amir eru viðgjørdir
annaleiðis, fer tað kalt
niður eftir rygginum,
bert við tankan um av-
leiðingarnar, um bank-
amir vóru farnir á húsa-
gang.
Soleiðis hava flestu
føroyingar tað, men eitt
stendur fast: bankarnir
eru bjargaðir, við at
skuldarbinda skatt-
gjaldaran fyri milli-
ardir.
Politiska stríðið.
Hetta valstríði og tað
politiska stríðið framm-
eftir, vil í stuttum snúg-
va seg um: hvør skal
hava ognarættin til
s Í
Jón Ingi Eidesgaard,
javnarvalevni í Eysturoy
Føroya Banka.
Bæði Sambandið og
Fólkaflokkurin og teir
smærru flokkarnir hava
kunngjørt, at bankin skal
privatiserast sum skjót-
ast.
Ti vil ein atkvøda fyri
hesum flokkum merkja:
- bankin verður seldur
privatum fyri eina sym-
bolska upphædd.
- og skattgjaldarin situr
eftir við einum milliarda
láni, fyri privatar feil
fløgur í 80-unum. Hes-
um kann eg als ikki
stuðla, tí tá kunna teir
"sum fingu nakað burtur
úr 80-unum", við réttum
siga:
Tað er fullgjørt!
Um nóg høgt boð fæst eru eini
Hús mitt í Havn
(Hoydalsvegur 4)
til solu
Hegligt til alt, ið hugsast kann, sera
fridarligt og
hugnaligt umhvørvi og vid
UTSYNI UM ALLA HAVNINA.
Áhugað bidast ringja tlf. 16917.