Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tidindabladid (57) »Gævi, at hesir ungdómar, ið tamba hvønn vødda og % på 4 3 hverja spong, draga hendan ítróttarandan við sær inn í gerandisdagin, tá ið teirra tíð kemur at taka hetta landið. Tá tveita tit av tykkum skommina sum forfedrarnir hava reivað tykkum í, men havið fyri eyga orðini hjá Mikkjali á Ryggi: »Ja, í stríði var norðmaður treystur, og í frið helt hann ítrótt og spæl.« Hvert til sína tid í góðum samljóði ,e segði Tórbjórn Jacobsen millum annað í midnåttarrødu síni á Eystanstevnu ikki verið heppin, at verða hin fremsti, og hann svaraði teimum á enskum: Victory goes to the man who has made all arran- gements in advance. People call it luck! Defeat awaits the man who has not taken the nescessary measures in time. That is called bad luck! Og tad verdur av sonnum rt at vera fyrireikad- Nýggjasu kvisturin á framtidartrænum, havdýpi- ns rikidømi, fer at krevja yrkisleikarar av ovastu rók í dugna, samráðing og hand- ilsskapi. Her fer at krevjast hegni, so tað stendur eftir. Tad verður ikki bara onkur hissini heimfødingur, ið stendur seg at rætta tong vid servandu elitutropparnar hjá Briush Petroleum, Statoil á Co. Pant í havdýpinum Men spurningurin er um somu tíð, hvørji veruligu rættindini eru til hesa í óð- um verkum framdu heim- tøku av havdýpinum. Er endaleyst pant lýst í skjeyt- inum, sum nýfloygdu um- boðsmenn okkara komu heimaftur við á sinni, fáar dagar fyri at teppið varð roytt undan okkum. Tøgnin úr landsuðri er ræðandi. Fólkið spyr, um tað hevur fingið allan sann- leikan at vita. Floksbróður vitja ikki á gátt og tosa treyðugt saman. Kvald í olju Vónandi eru vit ikki í somu stóðu sum ísraelar vóru tað í Yom Kippur krígnum, tá ið eingin av europeisku floksbrødrum Goldu Meir vildu lata brennievni á Phantom og Skyhawks flogførini, ið vóru åvegis til heilaga land- 19 Á cinari sosialistiskari al- Zarådstevnu, stutt eftir at Mynd: Hilmar Jan Hansen kriggi var endað, var Golda Meir hin fyrsta at taka orðið, og so dyggur var smeiturin av oratorisku tor- pedo hennara, at eingin hættaði sær at tosa, eftir at orðstýrarin hevði latið ráð- stevnuni orðið. Har sótu tó menn sum Brandt, Kreisky og Anker Jørgensen. Tá læt í einum úr deyðakvirruni, sum sat aftanvert hana: „Sjálvandi fáa teir ikki tosa, røddir teirra eru kvaldar í olju.« Spurninguriner, um rødd- in å fyrr so mælskum monnum er tagnad av somu orsøkum. Veljid eftir egnari og bestu sannføring Háttvirdu stevnugestir! Vóni ikki, at eg havi troyttad og ørkymlad tykk- um ov mikid. Fyrigevid mær, men tungt er at sleppa undan samfelagskjakinum, tá ið val er á dagsskrånni, og sum ófloksbundin og ikki verandi í uppskoti, fari eg at biðja tykkum um at velja eftir egnari og bestu sann- føring, til frama fyri land og fólk. Tá ið eg hugsi um før- oyska veljaran í dag, fái eg ikki bara mær at samanbera hann við hin úr útlegd ný- heimkomna Alexander Sol- sjenitsyn, sum yrkjarin Jevgenij Javtusjenko segði um nú eina dagin: >Hann yvirlivdi myndugleikanna hatur, men fer hann at yvir- liva umfavnilsi frá teimum somu?« Vælsignadu stevnugestir! Brótið ikki høvdid í kvøld av tí, ið hidani er sagt. Latið kætið og gleðina sigra í nátt. Sveimið víðari í góðum felagsskapi og veitslulagi, tí ítróttarstevnurnar i Føroyum eru ikki minni tydandi marknasteinar enn karnivalini i Rio og Ha- vanna. Tøkk eiga tit, id lyddu å! Glyvrum, 11. juni 1994 Térbjørn Jacobsen Nr. 114 — 18. JUNI 1994 Síða 17 Biðja fyri landi og folki og lovsyngja Yvir tíggju milliónir menniskju í fleiri enn 100 londum kring knøttin eru við í tiltakinum »March for Jesus 1994«, ið verður í Havn leygardagin 25. juni Eins og tvey tey seinastu ár- ini skipa samkomur og tú- arbólkar aftur í ár fyri stóra tiltakinum >March for Jesus 1994<, ið hini árini hevur savnað eini 400 fólk í stór- ari skrúðgongu í Havnini. Hesaferð er undirheitið á tiltakinum >Ein dagur at broyta heimin<, og vænta fyrireikararnir, at nógv fólk aftur hesaferð fara at taka undir við tiltakinum og móta upp til skrúðgonguna, ið verður í Havn komandi Leygardagin 25. juni verður »March for Jesus 1994« i I leygardag 25. juni. Kring knøttin verdur til- takið fagnað stórliga, og í år er líkt til, at nógv fleiri vera við, enn undanfarin ár. I fjør varð roknað við, at um ein millión menniskju um allan heim vóru við í >March for Jesus<, men tá avtornaði visti tað seg, at tey helst vóru nærri tveim- um milliónum, ið vóru farin út á gøturnar hendan dagin at biðja og lovsyngja. Men sum tað sær út nú, á verður undirtøkan mangt slíkt í ár. Tíggju milliónir hava boðað frá luttøku i »March for Jesus«, og eisini i Føroyum verdur væntad, at fleiri vera vid hesaferd, enn hini bæði árini. Eisini í Føroyum verður tiltakið fyriskipað á tvør- kirkjuligum grundarlagi, so øll kunnu vera vid til at biðja fyri landi og fólki og syngja lovsangir leygar- dagin. Skrúðgongan byrjar við lavnini. Byrjad verður vid Skansan kl. 10.30. Kring allan heim Skansan kl. 10.30, og kl. 11 verður gingið niðan gjøgn- um miðbýin, eftir Dr. Jak- obsensgøtu og J. C. Svabo- esgøtu út til Landssjúkra- húsið og niðan á Frælsið, har endað verður við lov- songs- og bønarmøti í Lær- araskulahøllini. Á vegnum verður steðgað ymsastaðni, har bidid verð- ur fyri landsins riyndug- leikum, skúlum, sjúkrahúsi og øðrum. verður roknað vid, at tíggju milliónir menniskju hendan dagin fara út á gøturnar at ganga skrúðgongu, biðja fyri landi og fólki og syngja lovsangir. Í Føroyum vóru í fjør um 400 fólk vid í »March for Jesus« (Savnsmynd: Kalmar Lindenskov) Sól og summar á Gøtu sandi: Hugnaløta fyri stor og smá Viðrar, skipar Gøtu Menn- ingarfelag aftur í ár fyri vælumtóktu hugnaløtuni við stórum báli og mongum ødrum á sandinum í Syðru- gølu. Tiltakid verdur i dag, 18. juni. Byrjað verður kl. 16. Tá verður barnaríðing (pony- ríðing). Kl. 18 fer felags- kórið — Gøta-Leirvik at syngja. Kl. 18:30 verður kynt í tað stóra bálið, og tá verður eisini felagssangur. Ongum nýtist at ganga svangur á sandinum, tí um- framt pylsur og djús, verður eisini kaffi og kaka at fáa. Kl. 19.30 byrjar hin víða- gitna køku-uppbodssølan, og sigst at køkurnar ongan- tíður áður hava verið vakr- ari og átuligari. Gøtu Menningarfelag væntar at tað fara at koma eins nógv fólk sum undan- farin ár, ti hetta tiltakid er vordid ein fastur tåttur i summarhugnanum hjå smáum og stórum eystur- oyingum og eisini nógvum aðrastaðni frá. Um kveldið, frá kl. 22, verður hugni við dansi, tón- leiki og spólum í kantinuni við Gøtugjogv, og har verð- ur eisini møgulciki at keypa sær okkurt åbit. Leggjast kann afturat, at tað sjálvandi er ókeypis at koma á sandi í Syðruggtu í dag.