leygardagur 18. juni 1994síða 25
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
lee
Tíðindablaðið ED Nr. 114 — 18. JUNI 1994 Sida 25
Tridja sunnudag eftir trinitatis
Kollekt. Latum okkum øll biðja:
Harra, vár Guð, himmalski faðir! Vit jåtta fyri tær,
at vit øll sum vilstir seyðir hava latið okkum føra burtur
av rættum vegi av Sátan og okkara egna syndiga holdi,
og vit biðja teg, ver okkum náðigur, fyrigev okkum
allar syndir okkara fyri sonar tíns Jesu Krists skuld og
vek tú hjørtu okkara við heilaga anda tínum, so at vit
halda fast við orð títt við sannari avnoktan og trúgv og
soleiðis verða varðveitt í tínum kristna kirkjulidi til
seinastu stund okkara og at enda verða sæl um ævir fyri
váran harra Jesus Krist, einborna son tín, sum við tær
livir og ræður í einleika heilaga andans, ein sannur Guð
um aldur og ævir allar! Amen.
Hesin heilagi lesturin er skrivadur í Åpostlasøguni, 9.
kap. 1 —18. v.
Men Saul, sum enn froysti hóttir og manndráp móti
lærusveinum Harrans, fór til høvudsprestin og bað hann
um bræv til Damaskus til samkomuhúsið har, fyri at
hann, um hann hitti nøkur, sum hoyrdu til »vegin«,
menn ella konur, kundi føra tey í bondum til Jerúsalem.
Men tå ið hann á ferdini var komin nær til Damaskus,
ljómaði knappliga eitt ljós av himni um hann; og hann
fell til jarðar og hoyrdi eina redd siga við seg: >Saul,
Saul, hví sekir tú at mær?< Men hann segði: >Hver ert
tú, Harri?« Og hann svaraði: >Ég eri Jesus, sum tú sekir
at. Men statt upp og far inn í staðin, og har skal tær
verða sagt, hvat tú eigur at gera«. Men menninir, sum
vóru í ferðini við honum, stóðu málleysir; teir hoyrdu
fullvæl røddina, men sóu ongan. Og Saul reistist upp av
jørdini; men tå i hann læt eyguni upp, så hann einki,
og teir leiddu hann við hondunum og fóru við honum
inn í Damaskus. Og triggjar dagar sá hann einki, og
hann hvørki át ella drakk. Men í Damaskus var ein
lærusveinur, sum æt Ánanias, og Harrin segði við hann
í eini sjón: >Ánanias!< Og hann segði: »Si, her eri eg,
Harri!< Men Harrin segði við hann: »Statt upp og far í
ta gøtuna, sum kallast hin beina, og spyr í húsinum hjá
Judasi eftir einum manni frá Tarsus, sum eitur Saul; tí,
sí, hann biður. Og hann hevur í eini sjón sæð ein mann,
sum eitur Ánanias, koma úl sín og leggja hendurnar á
seg, so at hann kundi fáa sjónina aftur!« Men Ánanias
svaraði: >Harri, eg havi hoyrt av mongum um henda
mann, hvussu nógv ilt hann hevur gjørt tínum heilagu í
Jerusalem. Og her hevur hann í umboði frá høvuds-
prestunum at binda øll tey, sum åkalla navn titt«. Men
Harrin segði við hann: >Far tú, tí at hesin maður er mær
eitt útvalt ílát til at bera navn mítt fram fyri heidningar
og kongar og Ísraels børn; ú at eg vil sýna honum,
hvussu mikið hann eigur at líða fyri navns míns sakir<.
Og Ánanias fór tá avstað og kom inn í húsið og legði
hendurnar á hann og segði: >Saul, bróðir, Harrin hevur
sent meg, Jesus, tann, sum birtist fyri tær á veginum,
sum tú komst, til tess at tú skalt fáa sjón tína aftur og
verða fyltur við heilagum anda<. Og alt fyri eitt fell tað
eins og skel frá eygum hansara, og hann fekk sjónina
aftur; og hann stóð upp og varð doyptur.
Hetta heilaga evangeliið skrivar Lukas evangelistur,
15. kap. 11.v. og út.
Og [Jesus] segði: >Ein maður átti tveir synir. Og hin
yngri teirra segði við faðirin: >Faðir, gev mær tann
partin av ognini, sum mær líknast<. Og hann býtti
góðsið millum teirra. Og ikki mangar dagar eftir hetta
savnaði hin yngri sonurin alt saman og fór burtur í eitt
fjarlagið land, og har oyddi hann burtur ogn sína í
einum óryggiligum levnaði. Men tá ið hann hevði for-
komið gllum burtur, kom herð hungursneyð um hetta
sama land, og hann fór at líða neyð. Og hann fór úl ein
bónda har í landinum og helt seg afturat honum, og
hesin sendi hann út á mark sína at sita hjá svínum. Og
hann vildi fegin fylla búk sín av tí dravi, sum svínini
étu; men eingin gav honum nakað. Tá gekk hann í seg
sjálvan og segði: »Hvussu mangir bønarmenn hjá faðir
mínum hava ikki yvirflóð av mati, men eg doyggi her í
hungri! Eg vil standa upp og fara til faðirs míns og siga
við hann: >Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og
ímóti tær; ikki eri eg longur verdur at eita sonur tín; lat
meg sleppa at vera sum ein av bønarmonnum tinum«.
Og hann reistist og tók at ganga til faðirs síns. Men
Ved
Sjúrður í Sjúrðastovu
bisættelse fra sygehusets
kapel í Assens
Lige hjemkommet fra bisættelsen af Sjúrður M.
Olsen (í Sjúrðastovu), født og opvoksen í Vest-
manna.
Sjúrður døde lørdagmorgen den 4. juni 1994,63 ár
gammel pá Assens Sygehus. Bisæuelsen fandt sted
torsdag den 9. juni 1994 fra Sygehuskapellet í Ass-
ens.
Pastor Keld Schelander som forestod bisættelsen
talte meget smukt og varmt ud fra Salmernes bog,
kapitel 23. Herudover fortalte præsten om familie-
livet, hvordan Sjúrður ofrede sig for familien — del-
tog aktivt i hans døtres interesser i og udenfor
hjemmet.
Vi som kendte Sjúrður í opvæksten genkendte
præstens udlægning af mennesket Sjúrður: rolig,
naturlig, ærlig overfor sig selv og omgivelserne.
Herefter fortalte præsten om hvordan Sjúrður
havde deltaget aktivt i fritidslivet i Assens bl.a.
Roklubbens mangeartede aktiviteter.
Fra 1966 havde Sjårdur været ansat som maskin-
mester på Assens Sygehus, en stilling han havde be-
klædt indtil han for kort tid siden gik på efterløn.
Båren blev båret ud af kapellet under salmen
»Dejlig er jorden«.
Efter bisættelsen samledes følget i hjemmet på
Odensevej 47 A i Assens til en mindehøjtidelighed.
I hjemmet blev der sagt mange pæne ord om
Sjúrður af personer, som havde haft nær tilknytning
til ham og familien. De fortalte om den hjælp Sjúrður
altid påtog sig i forbindelse med aktiviteter som bl.a.
foregik i Roklubben — og personlig hjælp når nogen
trængte til en hjælpende hånd.
Det var en smuk bisættelse med mange blomster
og kranse samt mindchøjtidelighed i Sjúrður's hjem.
Som færing og nabosøn til Sjúrðastovu í Vest-
manna kunne jeg forlade Assens med den over-
bevisning om, at have deltaget i en bisættelse og
mindehøjtidelighed for en færing, som har været
megetafholdt som mand, far samt positiv respekteret
bland mennesker han havde været iblandt i Assens.
Ære være Sjúrður's minde.
Gunhild og Axel Johannesen,
Trautnersvej 4,
4180 Sorø
meðan hann enn var langt burtur, så faðir hansara hann
og tókti stórliga synd í honum; og hann kom rennandi
og hálsfevndi hann og kysti hann. Men sonurin segði
við hann: >Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og
ímóti tær; ikki eri eg longur verdur at eita sonur tin«.
Men faðirin segði við húskallar sínar: >Farið eftir teim-
um bestu klæðunum og latið hann í tey, og setið ring á
fingurin á honum og gevið honum skógvar upp á
føturnar; og farið eftir gødingarkålvinum og drepið
hann, og latum okkum eta og vera glaðar! Tí at hesin
sonur mín var deyður og er livnaður aftur, hann var
farin og er fingin aftur«. Og teir tóku at halda sær á
gaman. Men hin eldri sonur hansara var úti á markini;
og tá ið hann kom heim og nærkaðist húsunum, hoyrdi
hann spæl og dans. Og hann rópaði ein av húskgllunum
til sín og spurdi hann, hvat hetta hevði at týða. Men
hann segði við hann: >Bróðir tín er komin, og faðir tín
hevur dripið gødingarkålvin, av tí at hann hevur fingið
hann heilan aftur<. Tá varð hann illur og vildi ikki fara
inn. Faðir hansara fór tá út og bað hann. Men hann
svaraði og segði við faðirin: >Sí, í so mong ár havi eg
nú tænt tær og havi aldri gjørt ímóti boðum tínum; og
mær hevur tú aldri givið so frægt sum eitt smálamb, so
at eg kundi fáa mær ein stuttleika saman við vinum
mínum! Men tá ið hasin sonur tín er heim aftur komin,
sum hevur oytt burtur ognir tínar við skjøkjum, nú
drepur tú gødingarkålvin til hansara!< Men hann segði
við hann: >Sonur min, tú ert altíð hjá mær, og alt mitt
er tíu; men nú áttu vit at hildið okkum at gamni og at
verið glaðir, tí at hesin bróðir tín var deyður og er livn-
aður aftur, var farin og er fingin aftur<.
9. juni:
Sam Olsen i Vågi, 71 år.
10.juni:
Hans Petur i Brekkunum, Hósvík, 83 år.
13.juni:
Sofus Bech i Porkeri, 72 år.
Eivind Gudmundsen, Glyvrar, 76 år. .
Sigga Michelsen í Klaksvík, ættað úr Leirvik,
73 ár.
Annelina Andersen, Odense, dóttur Palle Ba-
ger, 57 ár.
14.juni:
Høgni Joensen, Tvøroyri, 76 år.
Selma Drangberg, Skopun, 80 år.
15.juni:
Jógvan Vang, Hvalba, 75 ár.
Grunnur Volker I. Behrens
til áminningar
Sn letur aftur í ár eitt stuðulsfæ á kr.
6.000,-
Stuðulsfæið verður bert latið ungum foroyskum
tónleikarum, sum eru í hægri útbúgving (t.e.
eru innskrivaði á konservatoriuum, lærdum
tónlistaháskúlum o. líkn.)
Umsóknarfreist: 1. juli 1994.
Konsertfelagið
Postboks 1107
FR-110 Tórshavn
Eyka stuðulsfæ til amatør sangsolist:
Í samband við at 10 ár eru liðin síðani grunnurin
varð stovnaður, verður latið eitt eyka fæ á kr.
6.000 til ein solo amatørsangara. Stuðulin er
ætladur til eitthvørt skeid uttanlands, sum kann
menna vidkomandi sangara.
Umsóknarfreist: 1. juli 1994.
Konsertfelagid
Postboks 1107,
FR-110 Tórshavn
Grunnur Volker Behrens til áminnis varð stovnaður av
Konsertfelagnum, hvers stovnari og formaður Volker var,
eftir deyða hansara í 1984. Grunnurin hevur higartil veitt
seks stuðulsfæ til Johannes Andreasen, Ernst Dalsgarð,
Sámal Petersen, Onnu Klett, Ólavur Jacobsen, Sunleif
Rasmussen og Elsu Súsonnu Dalsgarð.
Upprunaligt stovnsfæ fekst við jarðarferð Volkers.
Stuðlar til grunnin:
Konsertfeiagið og Fjølrit.
Vit hava
ms NYGGJA
SPROYTUKABINU
| Um tit lakera bilin |
hjá okkum, kunnu tit |
lána bil frá okkum ímeðan. |
LEIVUR LINDENSKOV
Bilverkstaður
900 Vágur TIf. 74100