týsdagur 21. juni 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ] i Nr. 115—21. JUNI 1994 Sida3
Ársins fram-
syning i
Lista-
300 fólk vóru í Listaskålanum
sunnudagin,
tá kinverjar
greiddu frá framsýningint,
sum hongur í Skálanum fram
til 17. juli
Friggjadagin læt upp ein
framsyning vid kinver-
skari list í Listaskålanum,
har 51 av teimum mest
kendu kinversku lands-
lagsmålarunum eru um-
boðaðir við við tilsamans
78 verkum.
Longu tá framsýningin
læt upp var væl av fólki
og vitjaði, og tá kinverjar
sunnudagin greiddu frá
kinverskari list og lista-
søgu, var skålin stúgvandi
fullur - eini 300 fólk vóru
og lýddu á.
Sum yrkingar
Teir 51 listamenninir eru
allir landslagsmálarar, og
júst henda listagrein er
serliga gomul í Kina -
longu fyri 3000 árum
síðani fóru kinverjar at
mála landsløg.
Men málningarnir eru
meira enn bert endur-
geving av, hvussu lands-
lagið sær út.
Í fyrilestrinum sunnu-
dagin greiddu kinverjarnir
sunnudagin frá, at tað at
mála landsløg í Kina ikki
bara verður mett sum
málningalist í orðsins
vanliga týdningi. Talan er
líka nógv um skaldskap.
Málningarnir eru eitt slag
av yrkingum.
Umframt fyrislesturin
var tónleikur og yrkinga-
upplestur - og ein lista-
maður, Hao Zahn, vísti,
hvussu málað verður við
tussjið eftir klassiskum
sniði.
Skúlaflokkar vitja
Í gjár og í dag vitja skúla-
flokkar í Listaskálanum,
har Hao Zahn vísir teim-
um, hvussu hann arbeiðir.
Huang Xiaogang, Hao
Zahn og Yang Zhi, sum »
allir eru komnir til
Føroya í sambandi vid
framsýningina
Mynd: Kalmar
Kinverjarnir fara so
avstað aftur í morgin, men
framsýningin verður
hangandi til 17. juli.
S-S-
Í gjár læt Rokkjallarin upp í
nýggjum hølum á Tinghús-
vegi 42 í Havn.
Sigtórn Andreasen, sum
eigur Rokkjallaran, sigur, at
hølisvidurskiftini vóru ov
tronglig í Vágsbotni, har
handilin hevur verið eina
tíð.
Rokkjallarin á Tinghús-
vegi er 240 fermetrar til
støddar, og har kunnu fólk
lata gamlar lutir inn,við
sólu fyri eygað, móti at
Rokkjallarin tekur ein trið-
ing av søluprisinum í ómak-
sløn.
Hava fólk ilt vid at fáa
endarnar at røkka, kunnu
tey lættliga keypa alt, sum
skal til eina íbúð, í Rok-
Rumligari I
kjallarnum
- Sjálvandi eru slíkir lutir
slitnir, men um fólk duga at
umvæla og mála teir, so
kunnu búnýti av besta slag
fáast burturúr, sigur Sihtór
Andreasen.
Reinir og brúkiligir
lutir ein treyt
- Vitkrevja av teimum, sum
lata lutir inn til okkara, at
lutirnir skulu vera reinir og í
brúkiligir, sigur Sigtór An-
dreasen. Fólk kunnu fáa all-
ar hugsandi lutir, bert gom-
ul klæði eru undantikin.
- Har fæst ein dupultsong
við madrassum fyri 500
krónur, skap fyri 350 krån-
ur, spísiborð frå 75 ul 150
krónur og sofu fyri umleið
175 til 350 krónur, bert fyri
at nevna dómi.
Eisini fæst kuldaskáp og
frystiskáp, bøkur og blød.
Viðvíkjandi el-lutum, so er
tað ein treyt, at hesir virka,
tá teir verða latnir inn.
Tey í Rokkjallaranum
heinta lutir, og um neyðugt
koyra eisini vørur út, sum
fólk hava keypt.
Upplatingartíðirnar eru
vanligar dagar frá kl. 13 -
17.30 og leygardagar frá kl.
10-14.
Dagny
Sigtór Andreasen uttan fyr
nýggja Rokkjallaran í gjár,
tá handilin læt upp
KOYRIKORT
Privat
sum vinnuligt
--so er tað ...
KOYRISKÚLIN
Á ARGJUM
ey 12270
BILLUTIR
útvegast til
FLEST ALLAR
BILAR
Fa. BILLUTIR
Tlf. Fax.
21605 21666