týsdagur 21. juni 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 115 — 21. JUNI 1994
Jákup Fróði mitt í
sambandsrokinum
- Við »ongari avgjørdari stødu«…
Eg rokni vid, Jákup Fróði, at tú innast inni ert samdur vid
floksfelógum tínum, Kristini Vestergaard og Schumanni
Hjaltalin. Tú torir bara ikki at siga tað. Og eg skilji teg væl.
Tú ert jú uppstillaður.
Men er tað ikki ringt at standa lið um lið við eitt nú Hel-
ga Fossádal og Paula Ellefesen, og agitera fyri politiskum
broytingum?
Valevnið Sambands-
floksins í Sandoynni, Jákup
Fróði Djurhuus, dregur í
valgrein leygardagin undir-
ritaða inn í sítt valstríð.
Hann heldur, at eg í Sosiali-
num ikki átti at endurgivið
tað, sum m.a. sambandsfólk
siga um uppstillingina hjá
Sambandsflokkinum.
Hetta er eitt svar til hesa
valgrein:
Schumann
Týsdagin 31. maí skrivar
fyrrverandi valevni Sam-
bandsfloksins, Schumann
Hjaltalin, soleiðis í Dimma-
lætting:
»Eg fari at heita á tykkum
politikarar, sum hava verið
við til at ført okkara land út í
ta vanlukkustødu, sum vit
eru í í dag, um ikki at stilla
uppaftur.
Eg fari ikki at seta nøvn á
tykkum, tí tað er ikki mín
uppgáva, men fyrst og
fremst tín og floksins (val-
felagsins) uppgáva. Tó vil
eg siga, góði politikari, lat
vera við at stilla upp, lat val-
felagið sleppa frá at nokta
tær uppstilling, tí tað er ikki
nøkur løtt uppgáva hjá val-
felagnum at nokta tær hetta,
eins og hetta er eyð-
mýkjandi fyri teg. Tú veitst
eisini, at tann sum noktar
einum tungum dreingi at
koma uppá listan, fellur í
ónáðir<.
Sum kunnugt tók eingin
politikari og eingin flokkur
áheitanina hjá Schumanni
tileftirtektar. Eingin tordi at
lata 80'ini fáa fylgjur.
Men Sambandsflokkurin
var tann einasti, sum gekk
beint ímóti ráðunum. 1]
staðin fyri at reinsa út, fór
hann grópandi aftur í 80'ini,
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
Torsdag den 04. aug. 1994, kl. 09.10
tvangsauktion, (AS 142/94) over matr.
nr. 155, Vågur beliggende Vågur.
Auktionen er begæret af advokat Jógv-
an Ellefsen, Bryggjubakki 22, Tórshav,
tif. 1.1245 (j. nr. 37219) på vegne en
pant- og udlægshaver.
Ejendommen er et »vinnuligt (felags-
hus)« på en 828 kvm. stor grund. Det
bebyggede areal udgør 180 kvm. i 2
etager.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til genn-
emsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 16.06.94
Mette Søgaard-Nielsen
dím.
og fann nýggjar toppkandi-
datar millum oddafólkini
frå ti tíðarskeiðinum, tá Fø-
royar vórðu koyrdar á hey-
sin.
Schumann valdi íkki at
stilla upp.
Kristin
2. juni greiddi eitt annað av
fyrrverandi valevnum
Sambandsfloksins, Kristin
Vestergaard, í Sosialinum
soleidis frå, hvi heldur ikki
hann stillaði upp hesaferð:
". Og allar veljara-
kanningar bendu eisini á, at
valið fór at geva flokkinum
(Sambandsflokkinum,
red.) allar møguleikar fyri
at standa á odda fyri einum
søguligum skifti í føroys-
kum politikki. Einum skifti,
sum fór at hava við sær
nýggj fólk og nýggjan hug-
burð.
- Men nú er tað, tíverri,
júst tað øvugta, sum er í ferð
við at henda. Tann væntaði
valsigurin til Sambands-
flokkin fer at merkja, at tað
júst verða fólk sum stóðu á
odda í føroyskum politikki
og føroyskum vinnulívi í
80'unum, sum fara at stýra
landinum<.
Og hetta er
jú áhugavert
Eg haldi, at hetta er sera
áhugavert, sæð frá einum
politiskum sjónarhorni.
Tað er áhugavert, at ein-
gin flokkur tordi at lata poli-
tikkin í 1980'unum fáa fyl-
gjur, og at allir valdu at stil-
la sínar gomlu politikarar
uppaftur.
Tað verður áhugavert at
síggja, hvussu hetta fer at
ávirkaálitið millum veljarar
og politikarar.
Og so mikið meira åhuga-
verter tað sjálvsagt, at Sam-
bandsflokkurin leitaði sær
eftir nýggjum valevnum
millum topparnar frá teirri
tíðini, tá Føroyar vórðu
koyrdar á heysin.
Serliga tá tað er, sum
Kristin sigur: flokkurin he-
vur so stóran veljarastuðul í
løtuni, at hann hevði havt
allar møguleikar at staðið á
odda fyri
ratinsskifti.
Urslitid av hesi avgerd
floksins var, at ung sam-
bandsfålk hildu seg aftur.
Yngri valevni komdu sær
ikki at standa fram og agi-
tera fyri politiskum broytin-
gum, lið um lið við fólkum
sum t.d. Paula Ellefsen og
Helga Fossádal - manni-
num, sum stendur ákærdur
fyri luttøku í einum tí gro-
vasta sviki, framt varð móti
Føroya fólki í 1980'unum.
Ákærin vil hava mannin í
geglið - Sambandsflokk-
urin vil hava hann á ting.
Hetta er alt samalt sera
áhugavert, sæð frá einum
politiskum sjónarhorni.
Serliga tá hugsað verður
um, at tað helst verður Sam-
einum gene-
bandsflokkurin, sum um
stutta tíð fær valdið í Før-
oyum.
Ti haldi eg tad eisini vera
eitt mál, vert er at taka upp í
politiska tidindaflutningi-
num uppundir valið.
Men so er tað
Jákup Fróði...
Men Jákup Fróði Djurhuus
er ósamdur. Hann skrivar í
Dimmu leygardagin, at
Sosialurin »kundi latið vera
við< at skriva um hetta. Í
staðin átti Sjúrður Skaale at
endurprentað eina gamla
grein, har hann greiðir frá
sínum egnu meiningum,
heldur hann.
Tað skilji eg ikki rættili-
ga, Jákup Fróði. Míni
sjónarmið eru ikki broytt.
Men eg eri ikki upp-
stillaður. Eg eri bara knýttur
at politisku flokkunum sum
vanligur veljari.
Tað eru teir veruligu
leikararnir í politiska leiki-
num, sum eru áhugaverðir í
hesum døgum. Ikki minst
tit, sum eru uppstillaðir. Tit
eru hevuðspersónar. Tað,
sum núer avgerandi, er hvat
tit meina. Tí havi eg í
Sosialinum endurgivið fólk
úr flestu flokkum - og øllum
teimum stóru - og har latið
tey greitt frá síni hugsan.
Og tá eg sá at tú skrivaði
um umrødda mál leygar-
Tíðindablaðið (611
Viðmerking |
SR
Sambandsflokkurin hevur funnið sær nýggj valevnið
millum politisku og búskaparligu leiðararnar frá
1980'unum. Hetta hevur stygt yngri valevni burtur.
Jákup Fróði Djurhuus hevur valt at stilla upp
saman við m.a. hesum báðum kortini - og hann sigur seg
seg »onga stødu« taka til uppstillingina hjá flokki sínum.
Men hann vil fegin hava, at Sosialurin gevst við at skriva
um tað...
dagin, var eg sjálvandi
spentur at vita, hver tin
hugsan er. Hvat tú Ld. hel-
dur um tað, floksfelagar
tínir, Kristin og Schumann,
hava ført fram.
Men tú krýpur uttanum.
Tú >tekur ikki nakra av-
gjørda stóðu hesum við-
víkjandi<, sigur tú. Einasti
boðskapur í greinini er, at tú
vilt hava Sosialin at gevast
vid at skriva um hetta mál...
Tað er eitt sindur løgid at
skriva grein í landsins
størsta blaði um nakað, ein
onga avgjørda stóðu hevur
til. Tá er betur bara at lata
pennin liggja.
Vit kunnu
lata tað bíða
Men veitst tú hvat, Jákup
Fróði?
Eg rokni við, at tú innast
inni ert samdur við teimum
báðum.
Eg rokni íkki við, at tú
heldur tað vera rætt av
flokki tínum at leita afturi í
80'unum eftir nýggjum
fólki, og harvið styggja
yngri fólk burtur.
Og eg rokni við, at tú
»onga avgjørda stóðu tekur
hesum viðvíkjandi< av teir-
ri einføldu orsøk, at tú ert
uppstillaður. Tú mást vera
loyalur, meðan valstríið
leikar á. Og tað er helst eisi-
ni orsøkin til, at tú vilt hava
málið burturtagt.
Tí kanst tú illa luttaka í
nøkrum orðaskifti um hetta
beint nú.
Men vit kunnu altíð taka
tað uppaftur, tá valið er av.
Vinarliga,
Sjúrður Skaale
PS.
Ynskið títt um at Sosialurin
skal lata vera við at skriva
um hetta, kann eg tíverri
ikki lova tær at uppfylla.
Men tú kanst royna at tosa
við blaðstjóran...
FLYTA???
tiår NOREGI/DANMØRK
Ring til:
DANNY TRANSPORT
Tlf. 19192 - 89192 - 84100
Vit hava eisini flytikassar!