týsdagur 21. juni 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CH Nr. 115 — 21. JUNI 1994
adarflokksins i Eysturoy:
Uttan utbugving
- ongin framtio
Í gllum framkomnum londum í heiminum, er einki ivamål um,
at úbúgving er einasti vegur fram eftir. Eisini vinnulívið hevur
sæð tydningin, og eru tað fáar týðandi fyritøkur, sum ikki
leggja høvdusdentin á at fáa eina so vælútbúguna og flexibla
arbeidskraft sum gjørligt
Tann gamli hugsunar-
håtturin um, at tad er
skomm, ikki at hava
"pissa í saltvatn" er
passé. Vit eiga at gleðast
yvir, at ungdómurin
hevur áræði at leita í út-
londini, fyri at fáa sær
eina útbúgving.
— Vit vilja halda fast um,
at tað er rætturin hjá
øllum, til og við sjeynda
flokki, at kunna ganga í
skúla í heimbygdini.
Frá 8 - 10-inda flokkið,
er tað rætt at savna børnini
saman, í so stórar eindir, at
valskúlin kann nýtast til
fullnar. Tankar um at
leggja smáar framhalds-
skúlar á hvgrjum tanga, er
beinleiðis skaðiligur og
niðurbrótandi fyri skúla-
verkið.
Tann vanliga lærara
styrda frálæran, eigur at
verða hongd uppá veggin,
sum ein søgulig mynd frå
famari tíð. Hon gagnar
ongum, uttan tí stirða
læraranum.
Nei frálæran, skal við
stødi í barninum, vera
framsøkin, leitandi og
kunna svara teimum
spurningum barnið setur
sær og umheiminum.
Lærarin kemur sostatt at
verða hann ið vísur
baminum á, hverjir
møguleikar finnast fyri at
fáa fatur á vitanini og
hverjir leistar ella hættir
finnast, fyri at viðgera
vitanina uppá.
Miðnámsskúlarnir
Í Føroyum eru vit aftan
fyri onnur lond á hesum
øki.
Vit hava hildið fast við
tann traditionella gym-
nasie formin, heldur enn at
gingið aðrar leiðir sum
Ld. í Svøriki, har skúlin á
øllum stígum gevur eina
"kompetansu", sum brúk
er fyri í samfelagnum.
Hesir skúlar hava eisini
hjá "gomlu" politikkarun-
um, sum so mangt annað.
heldur verið ein spum-
ingur um arbeiðspláss í
komununi, enn tað stødi
og møguleikar undir-
vísingin skuldi havt,
Hetta hevur ført við sær
sundur pettaðar smáar
eindir, uttan perspektiv,
hvørki fyri næming,
lærara ella samfelag.
Hægri útbúgvingar
Hesar eru ógvuliga lítil
møguleiki at taka í Føroy-
um.
Fyrimunirnir við at fara í
onnur lond, er at eindirnar
blíva størri, lærara kreft-
imar stórri, orkan til
gransking eru stórri og at
føroyingar sjálvsagt, víð-
ka sín sjónarring.
At Danmark, er bæði
limur og liggur so tætt at
ES og teirra hugsunarhátti,
má eisini vera ein fyri-
munur fyri føroyska sam-
felagið, ið hevur ES sum
høvdusmarknad.
Jón Ingi Eidesgaard
Tað føroyska samfelagið
vil tó altíð hava brúk fyri
útbúgvingum, gjørdar ser-
stakt til samfelagið, men
samanumtikid er tað ein
vandamikil og innibyrgd-
ur hugsunnarhåttur, bert at
seta álitið á hesar.
Trygdin fyri framburði,
er eitt væl útbúgvið fólk
0
Lærdómur er lættur at bera
- men uttan tær neyðturvuligu livsroyndirnar, er
lærdómurin lítið verdur
Henry Jarnskor,
Strendur,
valevni Javnaðarfloksins í
Eysturoynni
Strendur 16. juni
Lærdómur er lættur at bera
men uttan tær neyðturvi-
ligu handaligu royndirnar,
kann tann bókliga vitanin
skjótt verða til stórri skaða
enn gagns. Tí er tað so um-
ráðandi, at ungdómi okk-
ara stendur í boði, ikki ein-
ans tær bestu bókligu út-
búgvingarnar, men so
sanniliga eisini hetta, at
hann sleppur at royna seg
handaliga bæði burturi og
heima.
Vit hera teimum, og
samfelagnum sum heild,
-eina-bjarnatænastu við at
PP *..
bjóða teimum ábyrgdar-
størv beinleiðis av skúla-
beinki. Hetta førir við sær,
at næsta ættarlidid ikki
sleppir fram at hesum
størvum, og kanska ikki
tað næsta heldur. Eyðsýnt
er, at í slíkum fórum sópa
ikki teir nýggju kustarnir
best.
Vit mugu læra okkum
aftur at lurta eftir royndum
hjá øðrum, teimum ið und-
an okkum ganga; virða tey
gomlu, og tað tey standa
fyri. Tey hava dugað at sæð
„at her fór at enda galið",
men vit hava tíverri ikki
dugað at lurta eftir teim-
um. Ístaðin hava vit drigið
fram og víst á setningar úr
lærubókum, og smilst yvir-
berandi at hesum „ómod-
ernadu” og avoldaðu hugs-
anunum.
Ein kostnaðarmikil
lærupeningur, men enn er
ikki ov seint, tí vit eiga ein
skilagóðan og nærlagdan
ungdóm, ið eg havi størstu
tiltrúgt til. Tað er stórur
munur á, at tey eru betri
fyri bæði andaliga og
handaliga, enn vit vóru á
teirra aldri.
Hetta kunny vit — og tey
ALS er ein sam-
felagstrupulleiki
Størsta politiska málið
hjá komandi løgtingi
verður at finna loysn á
arbeiðsloysinum og
teimum trupulleikum,
sum standast av hes-
um.
Hóast vit hava sum
grundsjónarmið at ar-
beidi skal vera til øll,
at hetta er ein manna-
rættur og at vit ikki
skulu brúka arbeiðs-
loysið sum búskapar-
ligt amboð, so sleppa
vit ikki undan tí veru-
leika, at vit skulu
dragast við arbeiðs-
loysi í eina tíð fram-
yvir.
- Men vit vilja gera
tað vit kunnu fyri at
skapa nýggj arbeiðs-
pláss og fyri at tryggja
teimum — arbeidstøku
sømulig kor.
Just málið um eina
arbeidsloysistrygging
er eitt gamalt strids-
mål hjá Javnaðar-
flokkinum.
Hetta málið hevur
staðið á floksskránni
síðani triatiårini. Aðrir
flokkar hava altíð
sagt, at »arbeidsloysis-
studul skapar arbeids-
letingar«. Hesum hava
vit altíð blankt aftur-
víst, og sæð tað neyð-
uga í at skapa eina
slíka trygging, meðan
tíðirnar eru góðar.
Men íkki fyrr enn
vit rættuliga fingu
sviðan av arbeiðsloys-
inum at kenna, fingu
vit sannført aðrar
flokkar um hetta.
- Men arbeiðsloys-
isskipanin er ikki nóg
góð. Í dag eru tríggjar
ferðir so nógv fólk í
skipanini, sum tað
vóru, tá hon varð sett
á stovn. Hon er ikki
gjørd ul eitt 20% ar-
beidsloysi - og krevur
Nú skal tað almenna
tryggja, at nóg mikið
av peningi er til
útgjaldið frá ALS.
hon tí umfatandi broy-
tingar.
- Arbeiðsloysistrygg-
ingin hevur higartil
verið eitt mál millum
partarnar á arbeiðs-
marknaðinum. - Men í
dag - nú meiri enn
fimti hvør okkara er
arbeiðsleysur, mugu
vit staðfesta, at ar-
beiðsloysistryggingin
er ein samfelagstrup-
ulleiki.
Javnadarflokkurin
vil ti broyta arbeiðs-
loysisskipanina. - Vit
vilja, at tað almenna
skal tyggja, at nóg
mikið altíð er ul út-
gjaldið. Hetta fer at
gera skipanina føra
fyri at veita okkum á-
setta útgjaldið - sum
skal verða ein upp-
hædd, sum fólk kunnu
liva við.
Vit vilja
* at rullandi útgjaldið
skal burtur
* at útgjaldið verður
hækkað
* attidin, fólk kunnu
vera í skipanini, verð-
ur longd
Eirikur Lindenskov
valevni Javnaðarfloksins
í Suðurstreymoy
=
— takka ávirkan Javnaðar-
floksins á føroyska sam-
felagið fyri. Uttan Javnad-
arflokkin hevði enn bert
børnini hjá teimum væl-
bjargaðu havt møguleikan
til at útbúgvið seg. Aftur í
ta tíðina skulu teir borg-
arligu ikki sleppa at benda
gongdin, tað tryggjar hver
einasta javnaðarstemma í
landinum.
Henry Jarnskor,
Strendur