Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juni 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 115 — 21. JUNI 1994 Tíðindablaðið (371) Spekulatiónin í okkara rentuskattaskipan var steðgað 20 ár ov seint, sigur Atli Dam: Í hesum tíðum, har leitanin eftir politiskum synda- bukkum tekur høvudsork- una hjá mongum, ið ongan- tid eru vís í, at tey hava tváað sær sjálvum nóg ofta upp um albogarnar, verða mong brek, sum eru í sjálv- ari = samfelagsskipanini, lóggávuni og rættindabýt- inum, ikki lýst í kjakinum, men helst við vilja burtur- tagd, nú orðaskiftið og krókatutlið mest er farið at líkjast persónsjagstran. At slik brek tí hava kostað og framvegis kosta okkum dýrt, tí ideologiski skilnað- urin ímillum flokkar forðar rationellum og rættvísum loysnum, ella bert loyvir hálvum loysnum, taka hesir sjålvgjørdu »analytikarar« ella kannarar? og dómarar ikki upp á tungu. Ein hin dýrasti kleppurin hjá tær og mær, sum rind- aðu og rinda skatt av øllum vunnum krónum, var hin serføroyska skattingin av rentuinntøkum og rentuút- reiðslum. At javnaðarflokkinum eydnaðist at avmarka rentu- spekulatiónina í hesum kanska torførasta valskeiði, vit vita um, er tí eitt vunnið stórmál, ið má metast høgt, og sum eftirtíðin serliga fer at meta høgt. Men neyðugt er framveg- is at verja her, tí tónarnir av ymsum lokkuhørpum eru aftur farnir at hoyrast. Serliga Finnbogi Arge og Helgi Fossadal, men eisini fólkafloksmenn hava júkað um ov høgan rentuskatt og fíggjarognaravgjaldið sum orsøk til at peningastovnar- nir fáa ov lítið av kapitali, men hetta er ósatt. Bankin hevur sum so ongan kapital- tørv, tað sigur ágóði hans uttanlands. At hann hevur ov lítla eginogn og ongan vilja til at seta nakað í — gongd aftur er annað mál. Tíverri tykist hann heldur ikki at vera sloppin burtur úr gomlu syndini, sum gongur út uppá dupult- spekulatión í at seta høga rentu og eykarentu á rakst- rarkonti vinnulívsins, hóast sama vinnulív væl kann eiga eins stóra innistødu á figgjarkonto. Heldur ikki hetta verður loyst við broyting av rentu- skattaprosenunum. Rentuskattaspekulatión- in kann gerast eins skaðilig og hon hevur verið, verður ikki hildið fast við ein poli- tikk, ið miðar ímóti heilt at burturbeina — møguleikan fyri rentuspekulatión hjá summum uppá annans kostnað. Stjól við báðum ørmum Flestu kenna einarmdu tjóv- arnar — spælimaskinurnar — har tú stingur 25 oyru í eina foyru og hálar í armin á síð- uni av maskinuni og hjól fara at mala. Av og á fært tú „jack pot« og hópur av 25 oyrum loypa tær í føvning- in. Hjá ti, sum er heppin — og dugir at gevast við >jack- pot< — er talan um eina pen- ingamaskinu, men flestu gevast ikki fyrr enn ov nógv — ella øll — 25 oyru eru horvin í búkin á maskinuni, sum nú gerst verulig pen- ingamaskina hjá eigaran- um, ið tómir hana regluliga. Hóast alt rindar hann, ið spælir á sein armda< van- liga 25 oyruni sjálvur, og á- byrgdast missin. Men føroyska rentu- skattaskipanin var veruliga ein fullkomin peningama- skina. Hon gav vinning hverja ferð og skapti soleiðis pen- ing til hansara, ið spældi. Peningamaskinan Hesin koyrdi tó ongantíð eitt 25 oyra í, men hverja ferð hann hálaði í armin duttu hundraðvís av krón- um í opna fangið, og inn- skotið vóru skattatjekkar, spælarin skrivaði út uppá teg og meg, men ongantíð seg sjálvan. Hendan maskina, sum so- leiðis skapti pengar úr ong- um — allarminst nakrari pro- duktivari framleiðslu - mátti tí sjálvsagt hava ikki bert ein men fleiri armar at stjala við, og innskotini ikki bert skattaspard 25 oyru ella rentur av húsalánum, men sett í »system« milliónavís av lántum spekulatións- krónum, sum bankarnir sjálvsagt máttu hava inni- standandi á bók í uygd, men hetta var jú lagamanni, tí skatturin av hesum var ein- ans 5,5%, meðan skatta- sparingin av >láninum< var 42%. 20 ár ov seint Tá landsstýri var skipað í jan. 1991, fekst við neyð og deyð semja um at avmarka hendan legaliseraða stuldur nakað, tí nú komu avmark- ingar, sum steðgaðu spekulatión tá komið var upp ímillum 1 og 2 milliónir fyri hvønn spælaran, og framyvir kundi ikki spælast við forbrúkslánum. Sum sagt kunnu vit gleð- ast um avmarkingina, men hon kom 20 ár ov seint, so- leiðis at rentuskattaskipan- in, ið skuldi fremja uppspar- ing, gjørdist ein høvudsor- søkt til at bankarnir kvaldu seg sjálvar í »fiktivari« upp- sparing og soleiðis góvu upp ond. Høvdu vit av illum fingið hesar avmarkingar mið- skeiðis í 80'unum, tá lands- stýrið royndi at koma á tal við bankarnar, sum noktaðu at viðgera hetta vandamál, høvdu teir kanska longu verið væl fyri. Í hvussu er eftir styttri respiratorvið- gerð Forsprákararnir Serliga seinnu helvt av sjey- tíárunum og øll åttatiårini stríddist javnaðarflokkurin fyri at rætta hesi brek, so samfelagið skuldi orka at bera tann rentufrådrått, ið ætlaður var at fremja íbúð- arbygging hjá vanligum fólki, men borgarligu flok- kamir, sambands-, fólka- og sjålvstyrisflokkurin, bard- ust sum úlvur á skóg ímóti og tí gjørdist skadin so stór- ur áðrenn snarað varð fyri. Serliga nevndarformad- urin í Sóvinnubankanum og stjórin i Føroya Banka vardu vid hond og fót spe- kulatíónina og saboteradu allar royndir at hava eitt eftirlit. Landsbankin var óneyð- ugur, søgdu teir, og skuldi har piparið grér og p-talið mátti ikki koma í nánd av bankakonto'um. Í 1985 gav landsstýrið skattamyndugleikunum boð um at kanna rentu- spekulatiónina. Hetta skuldi gerast í samstarvi við peningastovnarnar, ið vóru positivir at byrja við. Men pípan fekk skjótt annað ljóð, og peninga- stovnarnir noktaðu at sam- arbeiða. Tí mátti skatta- valdið gera arbeiðið við hond, og tað tók so langa tíð at skeiðið 85-89 rann. Í 89- 90 stýrdu teir borgarligu, so bót fekst ikki á fyrr enn í 1991, tá alt ov stórur skaði var hendir. Navnafaðirin Fyrrverandi yvirvísmaður- maðurin danski, Kresten Sørensen professari, spurdi meg á fundi á lærda háskúl- anum í Odense, um hvussu nógv donsku kredittfeløgini spældu við í >Pengemaskin- en<. Eg segði, sum rætt var, at tað gjørdu tey ikki bein- leiðis sjálvi, men at tann ríviligi — avlopskapitalur, sum kredittfelagslánini skaptu í bankunum, av hes- 'um og viðskiftafólki í aðru syftu varð nýttur eina ferð eyka til at spæla á maskin- uni við, heldur enn at verða settur í donsk virdisbrøv beinanvegin. Kresten Sørensen var so- leiðis fyrsti maður, eg hoyrdi skíra føroysku rentu- skattaskipanina >Penge- maskinen<, ið tú ábyrgdar- frítt kundi spæla á. Rættuliga lýsandi heiti. Annað mál er so, at skattavaldið átti at havt møguleika at nokta rentu- frádrátt fyri slíkar óveru- ligar rentur, ið onki høvdu við upprunaendamálið at gera, og sum heldur onki skapti á øOrum økjum, men hetta hildu menn seg ikki hava heimild til. Havandi í huga, at tú kundi læna td. 15 mio. kr., seta tær á bók til at »cleara« vid, tå umstødurnar kravdu hetta og samstundis kundi víðka nytslumøguleika tín við fleiri hundraðtúsund krón- um árliga, er loysnin í dag als ikki at minka rentu- skattaprosentið, sum teir eru farnir at agitera fyri. Hetta prosent er einans 22%. Tverturímóti er neyðugt at minka munin ímillum Í 1985 gav landsstýrið skattamyndugleikunum boð um at kanna rentuspekulatiónina. Hetta skuldi gerast í samstarvi við peningastovnarnar, ið vóru positivir at byrja við. Men skjótt fekk pípan annað ljóð, og peningastovnarnir noktaðu at samarbeiða, skrivar Atli Dam millum annað rentufrádrátt í skatti og skatt av rentuinntøku til eini 5%. Tá tekur tú spekulatiónina heilt burtur, men hetta kann bert gerast so líðandi, ti rentubyrðan av sethúsa- lánum er sera tyngjandi, og hon vil altíð krevja serligar skipanir, og tær mugu smíð- ast so hvørt. Fíggjarognaravgjaldið er sambært lógini bert gald- andi í 1994, og tað tænir ongum endamáli at taka seinasta hálvársgjaldið av, hetta lættir ikki um hjá nøkrum, men tyngir tvørt- urímóti hjá teim, ið onki eiga, men so mugu rinda tað, sum kemur at resta í aðrar vegir. Fíggjarognaravgjaldið er ongin rættvís skatting, tí tað rakar minst tey, sum syrgdu fyri at heysta í 80'unum, men tað er so eitt >ein- gangsgjald«, sparararnir ikki fara av knóranum av. Tað er rættuliga Gskilj- andi, at umboð fyri borgar- ligu flokkamar, sum sjálvi hava livað so djúpt í hesum peningaspæli, nú tora at tala fyri at seta pengamaskinuna f gongd aftur. Atli P. Dam