Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juni 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SPARKAÐI HB UPP Á ; ODDASESS KÍ koppadi oddaliðnum í Gøtu Eftir at hava verið oddalið „ Í fleiri vikur snávaðu gøtu- menn óvæntað móti klaks- víkingum, sum høvdu tapt tvær ferðir upp í slag frammanundan. KÍ hevði nógvar møguleikar, og 2-0 sigurin var rudduligur. HB læt sær ikki siga tvær ferðir, at Gí dumpaði. Teir vundu burtur úr tvøråmonnum. Umframt at koma eitt stig fram um GÍ styrktu teir um oddastød- una við 7-0 målinøku. Tað kann seinni fara at vísa seg kærkomið. Stóri maðurin í Gunda- dali var sjálvur HB for- maðurin Gunnar Mohr, sum ikki færri enn fimm ferðir drønadi í meskamar aftan fyri Rolf Christen- sen, sum var besti maður hjá tvøråmonnum. TB er ikki væl fyri. Teir hava vitjað tvær ferðir í Gunda- dali og til saman hava tapt 13-0! Sandoyingar hildu fast í oddastríðnum, tá teir vunnu 3-0 móti ÍF. Kanska var sigurin ov stórur í mun til spælbýti, men at teir gulu vóru betri var eingin ivi um. Samansetta liðið í Sundalagnum sá út til at skula vinna sín fyrsta sig- ur, tá kreppurakta B36 vitjaði á Mølini. Bergur Magnussen er vaknaður aftur til dá, og leiðslumál- ið, hann fekk eitt sindur inn í 2. hálvleik tóktist skula vera sigursmálið. Men í síðstu løtuni, eftir at B36 fitta løtu hevði lagt stórt trýst á, eydnaðist at javna. Ítróttar-Sosialurin Hans Petur í Brekkunum og Jan Allan Miller fagna Gunnari Mohr — við tíggjutalinum á rygginum — eftir eitt av teimum fimm málunum móti TB Mynd: Absalon Hansen WorldCupUSA94 <en, øen 29 9 mmm LX — NS Canon LONGU SPENNANDI Tey bædi nordurlendsku umbod- ini í HM-endaspælinum í USA komu bæði tvey væl frá sínum fyrstu dystum sunnukvøldid. Fyrst vunnu norðmenn fult uppibornan sigur á Mexico, og síðani fekk Svøriki javnleik móti Camroun — eftir bæði at hava ver- ið á odda 1-0 og aftanfyri 1-2. Norðmenn høvdu í sínum dysti ein hóp av målmøguleikum, með- an minni sást til mexicanararnar. Kortini noydist Erik Thorstved í tveimum fórum at strekkja seg í fullari longd fyri at bjarga skotum frá mexicansku framherjunum. Málið hjá Noregi var gott, tá dómarin valdi at lata fyrimunin ganga, so Kjetil Rekdal kundi fara igjøgnum og senda bóltin fram við merkisverda mexicanska málverjanum. Í dystinum móti Cameroun var tað Roger Ljung, ið legði sviar á odda, meðan Martin Dahlin fekk javnleikin í hús eitt korter fyri tíð, eftir at svenska verjan hevði givið tvey mál burtur. hj.