Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juli 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 122 - 2. juli 2003 Nr. 122 - 2. juli 2003 3 Maria Guttesen hevur búð uttanlands í 17 ár, og tað eru seks ár síðani, hon var á palli í Føroyum. Nú verður hon at hoyra á Jazz- festivalinum við tí tónleiki, sum hon vónar fer at slóða fyri henni á danska tónleikapallinum TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Maria Guttesen hevur ikki verið drúgv í føroyskum tónleikalívið seinastu mongu árini. Hon hevur hinvegin fest røtur í Århus, og har fæst hon burturav við tónleik – sum undirvísari, kompon- istur, produsari, sangari og tónleikari. Men mikukvøldið verður aftur møguleiki at hoyra Mariu Guttesen syngja í Føroyum, og tónleikurin, sum hon fer at spæla saman við bólki sínum, verður seinni í ár givin út í Dan- mark. – Nú satsi eg hundrað prosent upp á hendan tón- leikin. Vit hava arbeitt við løgunum í eini tvey ár, og nú vóna vit, at fløgan fer at geva okkum møguleikan at sleppa spæla ymsastaðni í Danmark, sigur Maria Guttesen. Bólkurin hjá henni kall- ast Devided Minds, og fløgan, sum hon skal geva út, verður vónandi tøk í donskum sølubúðum í oktober mánaði. Undirvísir Maria Guttesen flutti fyri 17 árum síðani til Dan- markar, og síðani hevur hon búð meginpartin av tíðini í Århus. Fyri tveimum árum síð- ani tók hon prógv á Musikkonservatorinum í Århus, og síðani hevur hon fingist við tónleik burturav. Arbeiðið hevur verið at undirvísa í tónleiki – bæði sangi og framførslu – og seinastu tíðina hevur hon havt fleiri enn 60 næmingar um vikuna. Nú skal hetta talið skerast niður, tí hon ætlar at gera meira við tað tónleikin hjá sær sjálvari. Arbeitt í tvey ár við løgunum Hon arbeiðir nógv saman við Stephan Nørrelykke, sum hon hitti á konserva- torinum í Århus. Tey hava seinastu tvey árini arbeitt við løgunum, sum skulu verða á nýggju útgavuni. – Eg havi ongantíð áður arbeitt so leingi við sama tónleiki, so eg vóni, at úr- slitið eisini verður gott, sigur Maria Guttesen. Vónin hjá teimum báðum og hinum, sum spæla sam- an við teimum, er, at tey kunnu koma fram í Dan- mark og fáa møguleikan at spæla á konsertum ymsa- staðni. Umframt sín egna tónleik hevur Maria Guttesen eisini arbeitt saman við øðrum tónleikarum um teirra tón- leik. Hon hevur lagt onkrar innspælingar fyri danskar tónleikarar til rættis, og hon hevur eisini verið við í onkrum føroyskum saman- hangi. Langt síðani seinast Fyri tíggju árum síðani var ein av minniligu konsertun- um á Jazzfestivalinum við Mariu Guttesen og James Olsen, men síðani hevur Maria ikki sungið á hesum festivali, sum hevur havt so stóran týdning fyri føroysk- an tónleik. – Mikukvøldið fari eg bara at spæla sangir, sum vit sjálvi hava skrivað. Meginparturin verður løg- ini, sum vit fara at geva út seinni í ár, men eg fari eisini at tríva í okkurt av tí gamla, sigur Maria Gutte- sen, sum hevur givið eina solofløgu út í Føroyum. Tað verður ikki vanligi bólkurin hjá Mariu, sum fer at spæla á konsertini í Norðurlandahúsinum. Úr Danmark hevur hon brøð- urnar Stephan og Johannes Nørrelykke við sær, og afturat teimum verður beiggi Mariu, Gunnar Guttesen, eisini við á pall- inum. – Hetta er ein nakað øðrvísi samanseting av bólkinum enn vanligt, men eg gleði meg nógv at spæla saman við teimum til kon- sertina, sigur Maria. Nógv gott føroyskt Føroyska songkvinnan í Danmark hevur ongar ætlanir um at flyta heim til Føroya. – Eg eri ein rættur før- oyingur, men eg trívist sera væl í Århus. Eg vil fegin arbeiða saman við føroysk- um tónleikarum, og eg vóni eisini, at eg kann koma til Føroya at spæla seinni, sigur hon. Maria fylgir væl við í tí, sum hendir í Føroyum, og hon fegnast eisini um tað, sum hevur hent í føroysk- um tónleiki. – Tað eru nógv spennandi nøvn komin fram í Før- oyum seinastu árini, og tað er fantastiskt. Eg havi sjálv lurtað nógv eftir fløguni hjá Eivør Pálsdóttir, sum eg haldi er ótrúlig, og so er tað eisini Teitur, sum hevur klárað seg sera væl. – Guðrun Jacobsen stóð seg sera væl í Stjerne for en aften, og eg ivist ikki í, at hennara avrik kann hjálpa øðrum føroyskum tónleik- arum at koma fram í Dan- mark. Nú vita danir, at vit hava dugnaligar tónleikarar í Føroyum, sigur Maria Guttesen. Hon verður kanska sjálv ein av teimum, sum kann fáa ágóðan av sigrinum hjá Guðruni Jacobsen, tí um einar fýra mánaðir verður øll orka løgd í at vinna fram í Danmark við nýggjari út- gávu. Maria leitar heim at syngja Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Maria Matras, Gjógv doyði og varð jarðað. Ein serlig tøkk til umlættingarheimið í Gøtu. Familjunnar vegna Steinfinn, Asbjørn, Jákup og Dagny – Nú satsi eg hundrað prosent upp á tónleikin hjá Devided Minds. Vit hava arbeitt við løgunum í eini tvey ár, og nú vóna vit, at fløgan fer at geva okkum møguleikan at sleppa spæla ymsastaðni í Danmark, sigur Maria Guttesen, sum mikukvøldið verður at hoyra á konsert í Norðurlandahúsinum Lívið er ov stutt til bara uppvask og órudd. Tað heldur í hvussu er Gunnvá Mortensen úr Hósvík. Fríggjadagin fóru hon og maðurin, Poul Anker, saman við báðum døtrum sínum og vinfólkum, yvir til Boston eftir seglbátinum, Pegasus SIGLING Rúna Sivertsen Tað var ein av hesum keði- ligu døgunum, tá alt flýtur, og øll eru í ringum hýri, at Gunnvá segði við Poul Anker: "Kanst tú ikki finna uppá okkurt annað - alt er frægari enn hetta!" At hesi orðini skuldu hava við sær, at hon kom at sigla einar 3600 míl, hevði hon helst ikki roknað við. Men soleiðis bleiv, tí Poul Anker læt sær ikki siga fleiri ferðir, men fór í gongd við at gera dreym sín um ein seglbát til veru- leika og keypti ein seglbát úr Miami. Spennandi ferð um hav Á heimasíðuni, www.pegasus-hosvik.com, verður sagt, at ferðin fyrst gekk við flogfari um Ís- lands til Boston, haðani tey fóru víðari til Florida, har báturin lá. Og um alt hevur gingið sum ætlað, fóru tey úr Clearwater Beach, ið liggur á vestaru síðuni av Florida, sunnudagin. Fyrst verður siglt suð- ureftir. Síðani verður farið eysturum Florida fyri at fylgja Golfstreyminum norður til New York ella Boston, har farið verður inn at bunkra. Næsti steðgurin verður í Liverpool í Nova Scotia, har ætlanin er at hitta vin- fólk og gera klárt til túrin tvørturum til Grønlands. Longsti teinurin verður úr Grønlandi til Íslands. Tað er ikki avgjørt enn, hvønn veg siglt verður, men roynt verður at hava viðrák, so langt sum gjørligt. Seinasti teinurin er úr Íslandi til Føroya. Báturin er keyptur úr Florida frá einum eldri pari og varðveitir navn sítt, Pegasus. Pegasus er bygdur í Finnlandi 1974 og er sera væl hildin. Kend fólk við Saman við Gunnvá, Poul Anker og døtrunum, Katrin og Winnie, eru eisini vin- fólkini, Ásbjørg og Magnus Hansen og dóttir teirra, Jonna, við á ferðini - og so sjálvur bygdaráðsformað- urin, Jógvan Mørkøre. Pegasus er bygdur í Finlandi í 1974. Gunnvá og Poul Anker hava keypt hann frá einum eldri pari í Miami Kom og royn okkurt annað Ert tú móð av uppvaski og miseydnaðum døgurðum, kanst tú gera sum Gunnvá og Poul Anker - keypa ein seglbát og fara á ferð við vinfólki C M Y K 3 2