mikudagur 2. juli 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 122 - 2. juli 2003
Nr. 122 - 2. juli 2003
5
Byggitek hevði lægsta
tilboðið, men onkur
fyrivarni eru. Nú
skulu tilboðini
samanberast og so
verður endalig støða
tikin
DJÚPHAVN
Áki Bertholdsen
Vágur: Tilsamans átta til-
boð komu inn uppá arbeið-
ið at gera djúpahavnina í
Vági.
Tað varð greitt, tá ið til-
boðini vórðu latin upp á
býráðsskrivstovuni í Vági
klokkan 13.30 mánadagin.
Tað er eisini greitt, at til-
boðini samsvara rættiliga
væl við tað, sum tað
frammanundan varð mett,
at djúphavnin fór at kosta,
tí tann metingin segði, at
hon fer at kosta 19,20 milli-
ónir, umframt byggieftirlit
og projektering, ella tilsam-
ans einar 24 milliónir.
Men tað var ávísur mun-
ur á teimum ymsu tilboðun-
um og tað vóru 5,1 millión-
ir á muni á tí lægsta til-
boðnum uppá 18,2 millión-
ir, sum Byggitek hevði og tí
hægsta tilboðnum, sum var
frá J&K. Petersen og sum
var uppá 23,3 milliónir.
Landsbyggifelagið, sum
stendur fyri útbjóðingini,
fer nú at samanbera tey øll
tilboðini og at gera tey
ymsu fyrivarnini upp í
pengum.
Tá ið tað er gjørt, verður
funnið fram til, hvør hevur
lægsta tilboðið, tá ið tikið
verður samanum og so
verða samráðingar tiknar
upp við tað byggifelagið
um at gera arbeiðið.
Ætlanin er at gera sátt-
mála um djúphavnina fyri
summarfrítíðina, so at ar-
beiðið kann byrjað beinan-
vegin.
Djúphavnin skal vera lið-
ug 30. september næsta ár
og grótið verður tikið úr
Dalinum í Lopra, har tað,
sum kom úr Sumbiarberg-
holinum, liggur á goymslu.
Tíggju metrar djúp
Jógvan Krosslá, borgar-
stjóri í Vági, sigur at tað,
sum skal gerast, er ein stór
útfylling út á fjørðin, har
sum havnin er.
Síðani skal gerast ein at-
løgubryggja eystur og vest-
ur uppá 86 metrar og sum
verður 10 metrar djúp. Eis-
ini verður ein atløgu-
bryggja upp á yvir 70 met-
rar gjørd út og inn, har
dýpið er ímillum 10 og sjey
metrar
Í krókinum á eystursíð-
uni verður gjørd ur ein al-
tjóða ferjuskrái og í krókin-
um vestureftir verður gjør-
dur ein minni ferjuskrái.
Sostatt ber til hjá tveim-
um skipum við ferjuskráa
at liggja við bryggju í senn.
Tað merkir eisini, at tað ber
til at koyra av øðrum skip-
inum, beint umborð á hitt,
so lasting og lossing skuldi
gingið ógvuliga skjótt.
Og so skal tað eisini
nevnast, at verður sam-
ferðsluhavnin í Trongisvági
ikki liðug, tá ið nýggi Smy-
ril kemur, fer ikki at standa
á hjá honum at liggja í
Vági.
Borgarstjórin í Vági sig-
ur, at hetta er ein neyðug út-
bygging, tí tey stóru skip-
ini, sum nú eru, fáa ikki
brúkt havnina.
Og hann sigur, at hóast
tað í løtuni sær eitt sindur
svart út við vinnulívinum í
Vági, fer gongd at koma á
aftur einaferð, og tá ræður
um, at umstøðurnar eru í
lagi, sigur hann.
Átta tilboð upp á djúphavnina í Vági
Tað var stórur spenningur, tá ið tilboðini upp á djúphavnina í
Vági vórðu latin upp á býráðsskrivstovuni í Vági mánadagin.
Her sita Kristian Rasmussen frá Landsverkfrøðinginum,
vinstrumegin, Hanus Hansen frá Landsbyggifelagnum, í
miðjuni, og Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, og kanna
tilboðini nærri, beint eftir, at tey vórðu latin upp
Mánadagin vóru
hakin og spakin settir
í seinastu útbygging-
ina av Eysturoyar
Røktar og Ellisheimi,
sum flestu kommun-
ur í Eysturoynni,
saman við Føroya
Landstýri fíggja
ELLISHEIM
Simun Joannesarson
Hansen
Talan er um eina rættiliga
umfatandi útbygging, sum
ger, at Eysturoyar Røktar
og Ellisheim verður tað
mest framkomna á sínum
slag her á klettunum. Pláss
verður fyri 24 búfólkum
afturat, og bæði fysiotera-
piin og ergoterapiin fáa
betri umstøður. Eisini verð-
ur sett á stovn ein mattæn-
asta, soleiðis at matur verð-
ur koyrdur út til tey, sum
hava tørv á tí í Eysturoynni.
Møguleiki verður eisini fyri
dagtilhald, har pláss verður
fyri uml. 30 til 40 fólkum.
Samanumtikið so verður
tað nógv betur møguleiki
fyri røktarheimsfyribyrgj-
andi tiltøkum, tvs. at fólk
kunnu fáa uppvenjingar í
fysioterapiini og kunnu
koma í ergoterapiina og
møguleiki verður fyri bráð-
feingis innleggjan, nátttil-
hald og umlætting, alt hett-
ar til gagns fyri alla Eystur-
oynna.
Tað vóru landsstýrismað-
urin í almannamálum, Páll
á Reynatúgvu, og stýrisfor-
maðurin á Eysturoyar Røk-
tar og Ellisheimi, Sæunn
Ólavsdóttir Hansen, sum
settu ávíkavist gamla hakan
og nýggja spakan í.
Nú verður so farið undir
at grava, og væntandi sten-
dur nýggi tilbygningurin á
Eysturoyar Røktar og ellis-
heimi klárur um ársskifti
2004-5.
Mest framkomna ellis- og røktarheimið
Seks byggifeløg góvu tilsamans átta tilboð upp á
at gera djúphavnina í Vági.
Tilboðini eru hesi.
Byggitek
18.209.280,00 krónur
C.N Bygg
18.982.453,00 krónur
Articon
19.784.338,96 krónur
M.T. Højgaard
20.975.745,00 krónur
Pihl Føroyar
3.300.000,00 krónur
J&K. Petersen
23.302.695,91 krónur
Umframt hesi høvuðstilboðini, høvdu J.K.
Petersen eisini eitt annað tilboð, har teir bjóðaðu
sær til at gera arbeiðið fyri 19.602.484,54 krónur,
varð tekningin broytt.
MT. Højgaard bjóðaðu sær eisini at sláa 150.000
krónur av prísinum, vórðu onkrar broytingar
gjørdar.
MVG er ikki við í tilboðunum.
Annars høvdu øll feløgini, uttan CN Bygg, ymisk
fyrivarni, sum leggjast skal upp fyri, áðrenn
endalig støða verður tikin til tilboðini
Tilboðini í stuttum
Harðan dóm fyri hópneyðtøku
Ein føroysk kvinna
fekk uppreisn í Eystara
landsrætti mána-
kvøldið. Teir seks
dómararnir ógildaðu
frídømingina í bý-
rættinum í Keyp-
mannahavn og dømdi
í staðin einmælt fimm
mans tvey ára fongs-
ulsrevsing fyri hóp-
neyðtøku tann 8.
desember 2001. Teir
skulu eisini rinda
kvinnuni 50.000
krónur í skammbót
LANDSRÆTTUR
Ingi Rasmussen
»Thi kendes for ret: De til-
talte, Brian Krosby Christ-
ensen, Martin Laurberg
Hansen,
Kim
Marlow,
Michael Christian Mose-
gaard og Michael Frank
Koch Ritter, straffes hver
med fængsel i 2 år.«
Dómararnir í Eystara
landsrætti vóru eirinda-
leysur og feldu ein óvanliga
harðan dóm mánakvøldið.
Teir fimm menninir fingu
tvey ára fongulsrevsing
hvør fyri í felag at hava
neyðtikið eina 25 ára gamla
føroyska kvinnu tann 8.
desember 2001.
Brádliga vóru leiklutirnir
umbýttir. Menninir, sum
eftir frídømingina í býrætt-
inum, fóru sigursælir heim,
sótu sum runnir í stein á
einari trappu uttan fyri
rættarsalin. Føroyska kvinn-
an, sum menninir gjøgnum
alt rættarmálið hava háðað
og spottað, kundi fara heim.
Endiliga reinsað.
Dømdir áður
Í býrættinum var dómurin
tepur. Tann eini dómarin
trúði kvinnuni, sum beinan-
vegin meldaði tilburðin.
Hinir báðir trúðu monnun-
um, sum søgdu, at hon sjálv
var við uppá tað.
Í Eystara landsrætti vóru
dómararnir púra samdir.
Teir tríggir landsrættar-
dómararnir A.F. Wegner,
Engler og Lone Andersen
umframt tríggir dómsmenn
stóðu einmælt aftan fyri
dómin, sum Sosialurin hev-
ur fingið útskrift av.
Burtur úr dóminum kann
lesast, at tað ikki vóru Guds
bestu børn, sum hava sitið á
ákærubeinkinum.
Teir
flestu eru áður dømdir fyri
ymisk lógarbrot. 29 ára
gamli Martin hevur fingið
narkodóm og hevur hótt
eina kvinnu við eini pistól
ímóti pannuni. 31 ára gamli
Kim eru áður revsaður fyri
rán. 28 ára gamli Michael
Frank Koch Ritter er áður
dømdur fongsul í átta mán-
aðir fyri rán. Og at enda er
24 ára gamli Michael
Christian Mosegaard nýliga
dømdur fyri eina aðra
hópneyðtøku í Silkeborg.
Hóast tað ikki eigur at
ávirka, so hevur tað ikki
talað teimum til fyrimunar.
Tað hevur heldur ikki talað
teirra sak, at teir fyrr á
kvøldinum leitaðu eftir eini
skøkju at leggja kropp til
fleiri mans samstundis.
Men hugvekjandi var tað
helst, at eingin skøkja vildi
vera við til tað, sum teir
pástóðu, at ofrið sjálv legði
upp til.
Sannførandi vitni
Undir øllum rættarmál-
inum, bæði í býrættinum og
í landsrættinum, sýndu
menninir lítla virðing fyri
kvinnuni. Ákærin Kim
Christensen helt, at teir
royndu at gera hana til eitt
sex-dýr, sum ikki fekk nóg
mikið.
Hesum trúðu landsrættar-
dómararnir ikki. Í dómin-
um verður sagt, at hóast
frágreiðingin hjá føroysku
kvinnuni
stundum
var
ótrygg, var tað eftir próv-
førsluna eingin orsøk at
ivast í, at hon segði satt.
Hennara frágreiðing var
eftirførandi og sannførandi,
stendur í dómsúrskurð-
inum.
Frágreiðingin
verður
stuðlað av teimum skaðum,
sum eru staðfestir á kvinn-
uni. Nevniliga merkir á
undirarmi og knøum og
skeinur í undirlívinum.
Skaðar sum ein serlækni
einans segði seg hava sæð
eftir neyðtøku.
Frágreiðingin varð eisini
stuðlað av, at kvinnan varð
ógvuliga skakað, tá hon
beint
eftir
hendingina
meldaði
tilburðin
til
løgregluna.
Boðin inn - tvingað út
Sambært dómsúrskurðin-
um varð kvinnan boðin inn
í jólafrokostin, tá hon var á
veg heim eftir eitt annað
borðhald í býnum. Før-
oyska kvinnan tók av og fór
við í veistluhølini, har tað
fyrr um kvøldið vóru hildin
tvey strip-show. Hon var
ávirkað men ikki full.
Menninir høvdu drukkið
fyri minst túsund krónur
hvør, og onkur hevði sniff-
að kokain.
Hon var einasta kvinnan í
hølinum, burtursæð frá
barrvørinum, og sambært
vitnum var hon bert til
staðar stutta tíð. Lands-
rætturin heldur tað vera
prógvað, at hon varð førd
burtur ímóti sínum vilja og
neyðtikin á einum borði í
bakgarðinum.
Tað
var
myrkt og kalt, um frost-
markið, og eingin møgu-
leiki var at rópa á hjálp.
Dómararnir siga tað vera
prógvað, at kvinnan ikki
sjálvboðin luttók. Hon var
»panisk angst«, sum tikið
verður til, og var bara við, tí
hon varð hótt. Landsrættur-
in metir málið og umstøð-
urnar sum serliga grovar,
og tí eru menninir eisini
dømdir at gjalda kvinnuni
50.000 krónur í skammbót.
Teir skulu eisini rinda sak-
armálskostnað til báðar
rættirnar.
Málið er av. Dómurin er
endaligur. Nærmasta fram-
tíðin hjá monnunum er í
fongslinum. Nú er eftir hjá
føroysku kvinnuni at leggja
málið aftur um seg og koma
víðari við lívinum.
Ein jólafrokostur tann 8. desember 2001 endaði
við, at fimm ella fleiri menn tvingaðu eina tá 25
ára gamla føroyska kvinnu til samlegu og annað í
einum bakgarði á Nørrebro.
Í januar fríkendi býrætturin í Keypmannahavn
menninir, men málið varð kært.
Mánadagin dømdi Eystari landsrættur einmælt
menninir, sum hava sagt seg vera ósekar, men
viðgingu at hava verið saman við kvinnuni.
Málið
Menninir, sum her koma úr Landsrættinum, vóru skakaðir um dómin, sum teir fingu. Fýra teirra hava kortini roynt tað fyrr, tí bara ein teirra hevði rein revsipappír. Til klokkan 20.50 mánakvøldið.
Mynd: Nordfoto
C
M
Y
K
5
4