Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juli 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 122 - 2. juli 2003 Nr. 122 - 2. juli 2003 7 Fólk í hópatal vóru tíðliga á fótum í royndunum at ogna sær bíligar ferða- seðlar við Maersk-Air FERÐASEÐLA- JAGSTRAN Orð:Heri á Rógvi Myndir: Jens Kristian Vang Verður tað ikki skjótt. Fólk vóru farin at ótolnast. Bíði- røðini uttan fyri Handils- kjarnan hevur valla nakran- tíð verið longri. Hvat nummar heldur tú, at vit eru?, spyr onkur. Við dreyminum um bíligar flogferðaseðlar vóru fólk farin tíðliga av húsum og oman í Miðbýin í Havn at standa í kø. Ikki tí. Hesar ljósu næturnar eru kanska ikki so keðiligar at vera vakin í, men tað skuldi ein sterkur vilji til, um tú vildi vera áðrenn hini. Tað er torført at siga, júst hvussu nógv stóðu í bíði- røð, tá vit vóru á leiðini um hálvgum níggjutíðina týs- morgunin. Handilin lat upp klokkan níggju, men tá høvdu tey fremstu í røðini staðið nakrar tímar. Fólk høvdu bjálvað seg væl, og onkur soviposið var eisini at síggja. Tey flestu vóru ung fólk, men fleiri tilkomin vóru eisini komin oman í býin. Fyri ikki at skapa ruðu- leika fingu øll tey í bíðirøð eitt nummar. Tann fremsti fekk sjálvandi nummar eitt, tann næsti tvey osfr. Tað, sum øll vóru komin eftir, vóru ferðaseðlarnir fyri hundrað og túsund krónur. Nakrir fáir ferða- seðlar vórðu seldir fyri hundrað krónur til Keyp- mannahavn og Billund. So vórðu eisini ferðaseðlar sel- dir til býir sum Barcelona, London og Athen fyri 1.000 kr. – úr Føroyum og aftur. Tá hurðarnar so endiliga vórðu latnar upp fingu tey hepnu nakrar bíligar ferða- seðlar, og tey kunnu fara væl nøgd heim og út í heim. Sjónligari Tann ljósablái liturin hjá Maersk-Air er vanligur sjónligur. Men Maersk-Air vil nú vera enn meira sjón- ligt í Føroyum. Sjónligari er lyklaorðið við okkara virksemið í Før- oyum í løtuni. Vil vilja á øllum økjum gerast meira sjónligir í Føroyum, sigur Per Brinch, sum er pressu- stjóri hjá Maersk-Air. Seinastu tíðina hava fólk óivað eisini lagt til merkis, at Maersk-Air búmerkið er at finna á búnunum hjá fleiri ítróttarliðum. Keld Mosgaard Christensen dyl- ir heldur ikki fyri, at hetta fyri ein stóran part snýr seg um at geva Atlantic Air- ways harðari kapping. Sambært teimum sjálv- um eigur Maersk-Air ein marknaðarpart áljóðandi eini fjøruti prosent av. Umframt Føroyar flýgur Maersk-Air eisini til átta støð úr Billund og sjey úr Keypmannahavn. Vit hava flogið til Føroya í nógv ár, og hetta er so avgjørt eitt týdningarmikið ferðamál hjá okkum, sigur Keld M. Christensen. Sum flestum kunnugt hevur Maersk-Air sagt catering sáttmálan við Hotel Vágar upp. Og hetta er samstundis ein partur av einari umlegging hjá fel- agnum. Vit eru farnir frá teimum vanligu mátíðunum um- borð á okkara flúgvarum, og í framtíðini verður tað so møguligt hjá fólki at bí- leggja, júst tað, tey ynskja sær, sigur Per Brinch. Í teimum bílígu setrunum hjá Maersk-Air skal tann ferðandi so gjalda fyri tað, hann ella hon vil eta um- borð. Hetta fær kortini ikki tað stóru ávirkanina á flog- ferðir til og úr Føroyum. Har verður framvegis bert talan um ein klassa um- borð, og fólk fáa eisini »ókeypis« at eta og drekka umborð. Men hinvegin verður møguligt at bíleggja serligar matskráir, og hetta kann gerast á alnetinum. Teir gomlu business og økonomi klassarnir hjá Maersk-Air verða skiftir við aðrar klassar, men hetta fer sum sagt onga ávirkan á flúgvingina til og úr Føroy- um. Ferðaskrivstovan hjá Maersk-Air, sum nú er latin upp, skal hava føroyska manning við trimum fólk- um. Í skrivandi stund eru hesi ikki sett enn, men tað verður væntandi skjótt. Í bíðirøð eftir ferðaseðlum Lagkøkur við mynd av Maersk-flogfari vóru at fáa, tá Maersk- Air opnaði sína egnu ferðaskrivstovu í Handilskjarnanum týsdagin. Tey fyrstu, sum sluppu framat, vóru ivrig eftir at siga starvsfólkunum, hvar og nær tey vildu avstað Bíðirøðin var long í Handilskjallaranum týsmorgunin. Tað var kortini munur á at standa úti og inni Starvsfólkið hjá Maersk-Air kundi fegnast um undirtøkuna, sum tey fingu týsmorgunin. Til Danmarkar á vatnskutara Atli S. Petersen úr Kví- vík og Sveinur Høgna- son úr Skopun fyri- reika í hesum døgum eina stóra verkætlan. Teir ætla sær at sigla við vatnskutara úr Tórshavn og niður til Lange Linje í Keyp- mannahavn. Sama ruta sum Ove Joensen róði á sinni BRAGD Solby A. Eliasen Atli og Sveinur venja nógv í hesum døgum. Fyri framman liggur ein harður túrur á vatnskutara úr Tórs- havn niður til Keyp-manna- havnar. Teir hava keypt hvør sín sera skjótt gang- andi vatnskutara. – Tað er onki sum flytur seg skjótari eftir vatninum enn hesasr maskinurnar, sigur Atli S. Petersen. Hann er annar av teimum báðum, sum eru farnir í holt við hesa verkætlanina. Hann greiðir frá, at maskinurnar sigla við okkurt um 70 til 75 mílum, og tær hava ein motor við 185 hestum og 1.500 cc. Tá Sosialurin tos- aði vit Atla, hevði hann júst fingið at vita frá Kaj Andr- eassen og co., sum hevur hjálpt teimum við at fáa skutararnar heim, at mask- inurnar vóru avskipaðar niðri og á veg til Føroyar. – Vit hava fingið ótrúliga góða hjálp frá Kaj og co, og tað er sera spennandi, nú maskinurnar eru á veg heim, sigur Atli. Atli hevur sjálvur eina líknandi maskinu. Hon er tó eitt sindur minni enn hesar, sum nú eru á veg til Føroyar. Men teir nýta so hesa til at venja á, og tað ber væl til. Atli væntar, at bara maskinurnar fara at lokka nógv fólk til, tí hann hevur okkurt kvøldið verið rættuliga seint á Leynavatni og vant. Beinanvegin er fólk savnast har at hyggja at. Ein tílík maskina, sum teir nú hava keypt, hevði kostað umleið 150.000 krónur í Føroyum, tá alt er við, so hetta er ikki smápengar talanin er um. Men teir hava so fingið tann neyðuga stuðulin, og nú arbeiða teir víðari við at útvega meira stuðul til ferðina. Rutan hjá Ova Teir fara at sigla úr Tórshavn til Shetlandsoyggjarnar. Síð- ani gongur leiðin til Norra og so til Hanstholm – gjøgn- um Limfjørðin, og teir enda so á Lange linie í Keyp- mannahavn. Hetta er sama ruta, sum Ove róði, men tað var ikki teirra ætlan. – Hetta er bara blivið til somu rutu. Upprunaliga løgdu vit út við at sigla til Suðuroyar. So bleiv tað til Shetlandsoyggjarnar, og nú er tað so blivið líka til Danmarkar, sigur Atli, sum er sera spentur upp á, hvussu hetta fer at ganga. Teir rokna við, at teir verða í mesta lagi 15 tímar í sjónum tilsamans. Vatn- skutarin hevur olju til einar seks tímar, og teir vænta ikki at koma at vera longri enn fýra tímar í senn í sjónum. Túrurin úr Føroy- um til Shetlands er mettur at taka millum hálvanfjórða til fýra tímar. – Tað verða kanska onkr- ir steðgir, tí um havaldan er stór, so kann tað væntast, at maskinan flýgur, sigur Atli, sum tó ikki er bangin fyri hesum. Hann sigur, at maskinan klárar ein tílíkan túr á opnum havi væl, og trygdin er í hásæti, tí mask- inan virkar á tann hátt, at um ein dettur av henni, so steðgar hon. – Ein situr sum á motor- súkklu, og tú trýstir á við tumlinum, tá tú skalt hava ferð á. Og hartil er ein lykil, sum er teldugjørdur við eini kodu á. Um persónurin dettur av maskinuni, so dettur lykilin úr, og maskin- an steðgar, greiðir ein sera spentur Atli frá. Men hann ásannar tó, at talan er um ein ikki so lítið vandamikl- an túr. – Tað skal nógv venjing til. Tað er púra vist. Og tað er stórur munur á at sita í stovuni og fáa eitt gott hugskot og so at føra tað út í lívið, sigur hann. Atli og Sveinur vita eisini, at tað skal sálarlig venjing til. – Tá tú situr har úti mitt á havinum og har er bara sjógvur rundan um teg, tá ræður um at duga at halda høvdið kalt og ikki fara í panikk, sigur hann. Góðgerandi endamál Teir báðir Sveinur og Atli gera ikki hetta bara fyri seg sjálvar. Endamálið við hesum túrinum er góðger- andi. Teir hava søkt um stuðul nógvastaðni og hartil hava teir gjørt eina avtalu við Kall um at byrja eina kapping, har fólk kunnu ringja inn til eitt tlf nummar og harvið stuðla tey eisini hesi verkætlanini. Yvirskot- ið frá stuðlinum fer óskert til tey rørslutarnaði. Atli sigur, at hann mang- an hevur verið vitni til, hvussu tvørligt tað kann verða hjá einum rørslutarn- aðum at sleppa fram í sam- felagnum, og tí hava teir gjørt av, at yvirskotið skal fara til tey. – Tað er eisini lættari at fáa stuðul, tá tað er til eitt gott endamál, og um vit fáa eitt gott úrslit burturúr hes- um, so kunnu vit ganga við upprættaðari pannu og gleðast um, at onnur eisini hava notið gott av tí, sum vit hava gjørt, sigur Atli S. Petersen. Verkætlanin er vorðin sera stór, síðani teir báðir á fyrsta sinni tosaðu um at sigla til Suðuroyar. Føroyingar fara at kunna fylgja hesum báðum djørvu monnunum á teirra ferð til Danmarkar. Teir hava gjørt eina heimasíðu, sum fólk kann fara inná. Og við tað, at teir hava gps-ara, so fer at bera til at fylgja teimum á netinum. – Vit hava teknað eitt kort, og so verður ein strika á kortinum, soleiðis at til ber at síggja, hvar á leið vit eru, greiðir Atli frá. Um alt gongst eftir ætlan, so hava teir báðir verið túrin á Ólavsøku. So nú rokast teir við at fáa alt til høldar og royna at útvega fleiri stuðlar, meðan teir samstundis skulu venja. Tá tær nýggju maskinurnar eru komnar til landið, ætla teir at gera onkran royndar- túrin til Suðuroyar. Hetta fyri at læra maskinurnar betur at kenna á havi. Atli og Sveinur hava gott mót, og ikki kann annað sigast enn at teir eru tveir djarvir menn, sum fara í holt við hetta við einum góðum endamáli fyri eyga. Teir báðir Atli S. Petersen úr Kvívík og Sveinur Høgnason úr Skopun fara at sigla úr Føroyum til Danmarkar á vatnskutara Mynd: Jens K. Vang Í hálvleikinum í dyst- inum millum KÍ og FS Vágar sunnudagin skrivaðu KÍ og Maersk Air undir samstarvssáttmála SAMSTARV Solby A. Eliasen Klaksvík: Veðrið var av tí allarfagrasta sunnudagin, tá Stig Albeck, marknaðarstjóri, og Karl Birgir Isaksen skrivaðu undir samstarvssáttmála fyri Maersk Air og KÍ. Karl Birgir Isaksen sigur, at hesin sáttmálin kemur sera væl við hjá KÍ fíggjar- liga. Hann hevur við sær, at Maersk Air stuðlar KÍ við ymsum tiltøkum og uttan- landaferðir hjá 1. deild við kvinnum og monnum. – Í ár verða tað bara fyrstu deildarliðini, sum fáa ágóðan av stuðlinum, tí avtalan júst er komin í hús, men komandi ár verða eis- ini pengar til onkur av teim- um yngru liðunum, sum skulu uttanlands, greiðir Karl Birgir frá. Maersk Air marknaðar- føra seg í økjum í Føroyum og við einum samstarvs- sáttmála við KÍ vænta tey at gerast meiri sjónlig í Norðoyggjum. Sjálvsagt verður tann eyðkenda stjørnan at síggja kring vøllin í framtíðini. Veðrið var sum sagt av tí allarbesta sunnudagin, tá sáttmálin varð undirskriv- aður í hálvleikinum. Og samstundis nýtti Stig Al- beck høvi til at royna ta nýggju Maersk Air kanón- ina til at skjóta út tíggju ymisk ferðatilboð og gávu- kort til fjepparar og áskoð- arar kring vøllin. Og tað var sera stuttligt at síggja, hvussu íðin fólk vóru í teirra royndum at fáa hendur á onkrum av hesum, sum kom úr kanónini. Við hesum startskotinum og samstarvsavtaluni er lagt upp til eina nýggja tíð hjá Maersk Air í Klaksvík. Einasta ferðamannaskriv- stovan í Klaksvík, Fonn Flog, umboðar Maersk Air. Leivur Fonn, stjóri á ferðamannaskrivstovuni var eisini vælnøgdur á loft- inum í KÍ høllini, har stuðl- ar, áskoðarar og onnur vórðu boðin til ein drekka- munn við sermerktu Maersk Air-KÍ køkuni, sum bakaríið hjá Símuni hevði gjørt til dagin. Avtalan er ikki gjørdi fyri nakað ávíst áratal, men Karl Birgir sigur, at teir samdust um, at hon skuldi verða fyri nøkur ár framyvir. KÍ og Maersk gjørt samstarvsavtalu Í góðveðrinum sunnudagin skrivaðu Stig Albeck, markn- aðarstjóri og Karl Birgir Isak- sen undir samstarvsavtalu millum Maersk Air og KÍ Mynd: Bill Jacobsen C M Y K 7 6