mikudagur 2. juli 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 122 - 2. juli 2003
Nr. 122 - 2. juli 2003
9
Týsdagin 1. juli 2003
varð veitsludámur á
átta ymiskum post-
húsum í Føroyum, í
sambandi við at 100
ár vóru liðin, síðan
tey lótu upp sum
brævstøðir. Í hesum
sambandi var møgu-
ligt hjá fólki at keypa
postkort við frímerkj-
um og serstempli, ið
eru framleidd til
hetta serstaka høvið
POSTSØGA
Kelda: Postur í Føroyum v.
Vilhelm Johannesen
Lagt til rættis: Magnus
Gunnarsson
Tann 1. juli 1903 varð ein
verulig nýskipan sett í verk
viðvíkjandi postverkinum í
Føroyum. Tá vórðu átta
brævstøðir
latnar
upp.
Fimm av hesum komu at
hoyra undir postavgreiðsl-
una í Tórshavn. Hesar vóru:
Sandur, Miðvágur, Vest-
manna, Eiði og Strendur.
Fuglafjørður kom at hoyra
undir postavgreiðsluna í
Klaksvík, og Vágur og
Hvalba komu at hoyra
undir postavgreiðsluna í
Trongisvági. Í skrivi frá
aðalstýrinum
í
Keyp-
mannahavn
til
postav-
greiðslurnar í Tórshavn,
Klaksvík og Trongisvági
varð sagt frá hvussu nýggju
brævstøðirnar og postút-
beringin skuldu skipast.
Eisini varð staðfest at ný-
skipanin skuldi metast sum
ein royndarskipan. Eftir
hetta lótu fleiri og fleiri
brævstøðir upp, og er talið í
dag komi upp á 41 bræv-
støðir kring oyggjarnar.
Fuglafjørður
Posthúsið í Fuglafirði læt
upp 1. juli 1903. Fyrsti
postvgreiðslumaðurin var
Tummas Juul Petersen,
sýslumaður í Eysturoy. Tá
hesin flutti til Klaksvíkar í
1910, tók bróðir hansara,
Hans Jacob Petersen, við
sum postavgreiðslumaður. Í
1926 tók dóttir Hans Jacob,
Alma Rustin, ábyrgdina av
postviðurskiftunum í bygd-
ini. Meginpartin av tíðar-
skeiðnum fram til 1975, tá
Alma fór frá, var posthúsið
í hølum í heimi hennara.
Alma valdi at fara frá í
sambandi við, at posthúsið
flutti í nýggj høli. Dóttir
hennara, Margretha Rustin
Johannesen, tók síðan við
sum posthúsleiðari og sat í
starvinum til 1994, tá nú-
verandi
posthúsleiðarin,
Sigrun Jacobsen tók við. Á
posthúsinum starvast fýra
fólk.
Strendur
Brævstøðin á Strondum lat
eisini upp 1. juli 1903, men
varð niðurløgd aftur í 1908.
Í tíðarskeiðnum 1908 -
1918 var ein postskiftisstøð
á Strondum í krambúðini
hjá Hans Jacobi Poulsen
niðri í Heygsstøð. Bræv-
støðin varð síðan latin upp-
aftur í 1918 í krambúðini
hjá Hans Jacob Johansen,
sum tá gjørdist bræv-
savnari. Eftir ein eldsbruna
í 1932, har allur posturin
brendi, flutti brævstøðin
inn í eitt annað hús hjá
Hans Jacobi har posthúsið
húsaðist til 1967, tá Martin
Johansen tók við sum
brævsavnari. Síðan flutti
posthúsið inn aftur í tann
upprunaliga
bygningin,
sum var karmur um bræv-
støðina frá 1918, og í 1981
lat posthúsið upp í bygn-
ingunum hjá Føroya Banka.
Martin Johansen fór frá
vegna aldur í 1997, og
hevur Joan Sandursdóttir
síðan verið posthúsleiðari á
Strondum.
Sandur
Fyrsta brævstøðin í oynni
lat upp heima á Sandi 1.
juli 1903 í krambúðini hjá
Rasmus Petersen. Hesin
hevði ábyrgdina av post-
inum til 1925, tá Edward
Hjalt, timbursmiður, gjørd-
ist brævstøðarmaður og
posturin varð fluttur í heim
hansara. Dóttir Edward,
Marianna Hjalt tók síðan
við postinum í 1949 og
hevði hann um hendi heilt
fram til 1994. Í dag er Sól-
bjørg Skoubo posthúsleið-
ari á Sandi. Trý fólk arbeiða
á posthúsinum.
Eiði
1. juli 1903 varð brævstøð
latin upp á Eiði. Men helst
hevur Eiði verið postum-
býtisstað
áðrenn
hetta.
Fyrsti postmaðurin var
Niels Kruse, keypmaður,
sum sat við postinum frá
1903 til 1926. Helst hevur
krambúðin hjá honum verið
postumbýtisstað
áðrenn
bygdin fekk brævstøð.
Í 1926 fekk Anthon
Martin
Ellingsgaard
ábyrgdina av postinum.
Hann sat við postinum til
hann doyði í 1957. Síðani
hava
ættarfólk
hansara
umsitið postviðurskiftini á
Eiði. Núverandi posthús-
leiðarin, Elinborg Reinert,
tók ábyrgdina av postinum
frá í 1995. Í januar 1998
flutti posthúsið á Eiði fyri
fyrstu ferð inn í egin høli,
sum postverkið hevur keypt
og umbygt.
Vestmanna
Brævstøðin í Vestmanna lat
upp 1. juli 1903. Fyrsti
brævstøðarmaðurin
var
Jógvan Winther, sum keypti
gomlu sýslumanshúsini og
hevði postin har. Tá Jógvan
Winther flutti úr Vestmanna
í 1923, gjørdist Niels
Kristoffer Poulsen nýggjur
brævsavnari í bygdini, og
varð posturin sostatt fluttur
til heim hansara. Hann var
stýrimaður og sigldi nógv
sum flaggskipari við norsk-
um hvalabátum, og tí var
tað í stóran mun konan,
sum tók sær av postinum.
Niels Kristoffer Poulsen
gekk burtur í 1932, og tók
kona hansara, Kristianna
Poulsen, tá ábyrgdina av
postinum. Í februar 1955
gjørdist postavgreiðslan í
Vestmanna veruleiki. Sama
ár segði Kristianna Poulsen
seg úr starvi, og varð dóttir
hennara, Anna S. Durhuus
tá sett í starv sum postav-
greiðsluleiðari. Anna sat í
starvinum til 1960, tá
núverandi postavgreiðslu-
leiðarin, Jógvan Durhuus,
tók við ábyrgdini av post-
húsinum. Á posthúsinum í
Vestmanna starvast fimm
fólk.
Vágur
Brævstøðin í Vági lat upp
tann 1. juli 1903, og longu í
august 1904 varð brævstøð-
in umskipað til postav-
greiðslu. Danin, Anders
Olsen var tann fyrsti bræv-
savnarin og fyrsti postav-
greiðslumaðurin í bygdini,
og hevði hann postin heima
hjá sær í Toftum. Anders
Olsen sat við postinum
fram til 1933, tá Andreas
Djurhuus tók yvir og
samstundis flutti postin úr
Toftum í heim hansara í
Tippunum.
Í 1980 fór Andreas Djur-
huus úr starvinum sum
postavgreiðslumaður, og
Petur Vilhelm varð settur í
starvið. Tá hann fór frá
vegna aldur í 1990, tók nú-
verandi
posthúsleiðarin,
Marianna Eystberg við sum
leiðari á posthúsinum, sum
síðan 1983 hevur hildið til í
egnum hølum á Fløðulið.
Miðvágur
Posthúsið í Miðvági lat upp
tann 1. juli 1903, sum tað
fyrsta posthúsið í oynni.
Dánial Pauli í Beitinum
hevði ábyrgdina av postin-
um tey fyrstu nógvu árini.
Hann sat við postinum til
hann andaðist í 1934. Beit-
ishúsið var fyrsti karmurin
um postviðurskiftini í Mið-
vági. Eftir Dánial Paula tók
sonur hansara, Sørin Dan-
ielsen við starvinum, og
varð posturin tá fluttur
heim til Sørin. Posthúsið
var har í húsunum í 36 ár
fram til 1970. Eftir at Sørin
í Beitinum legði frá sær í
1964, tók Bodil Ellefsen
við sum posthúsleiðari. Í
1969 keypti hon eini hús í
bygdini og flutti hagar við
postinum. Í 1983 keypti
hon
gomlu
kommunu-
læknahúsini til sethús og
posthús, og vóru hesi hús-
ini karmur um postviður-
skiftini til 1996, tá post-
húsið flutti í leigaði høli hjá
Føroya Banka. Á post-
húsinum í Miðvági starvast
tvey fólk, umframt núver-
andi posthúsleiðaran, Jó-
hannes Ellefsen.
Hvalba
Brævstøðin í Hvalba varð
skipað 1. juli 1903 í mið-
hæddini í Stórstovu, sum
var heimi hjá fyrsta bræv-
støðarmanninum, Jógvani
Nattestad. Í 1916 verður
sonur Jógvan, Niels Jacob
Joensen Nattestad settur
sum
brævstøðarmaður.
Hann er í hesum starvi til
1950, tá sonur hansara, Óli
Nattestad varð settur í starv
sum brævstøðarmaður í
bygdini. Frá 1956 fekk
Esther Johanna Nattestad
ábyrgdina av brævstøðini í
bygdini. Maður hennara
keypti ein bygning, sum
varð nýttur til posthús. Í
1992 tók núverandi post-
húsleiðarin í Hvalba, Astrid
Nattestad við sum leiðari á
posthúsinum, sum síðan
1996 hevur hildið til í
leigaðum hølum.
Átta posthús í Føroyum hundrað ár
Soleiðis var postflutningurin í Føroyum fyri 100 árum síðan. Her verða ferðafólk og postur førd í land í Vági
Nógv fólk vitj-
aði inn á Post-
húsini í gjár.
Her eru vit á
posthúsinum í
Vági, har
Marita á Løg-
mansbø fær
eitt postkort
við stempli á
frá Joan
Poulsen post-
avgreiðslukvin
nu
mynd: Dagfinn
Olsen
Í sambandi við 100 ára dagin bleiv eitt stempul gjørt til hvørja av bygdunum. Stemplini líkjast
teimum gomlu, ið vórðu brúkt fyri 100 árum síðan. Tey ið ynskja sær øll 8 stemplini kunnu
venda sær til Frímerkjadeildina á Argjum tel. 346200.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kál Kyrjarheyg
80 ár
Í dag, mikudagin 2. juli,
verður Jacob Mikal Kyrjar-
heyg í Klaksvík, vanliga
nevndur Kál, 80 ár. Sum
flestu í hansara ættarliði, so
sigldi hann ein stóran part
av sínum arbeiðsárum, men
síðani hann legðist upp fyri
einari fjórðings øld síðani,
hevur hann verið við til at
seta dám á Klaksvíkina á
tann hátt, at hann saman
við øðrum hevur verið við
til at gjørt nógvar grótlag-
ingar.
Kál er ættaður av Viðar-
eiði. Foreldrini vóru Sú-
sanna Margretha, dóttir
Jógvan í Eiðsvík, og Julius
Jacobsen. Húsini hjá teim-
um stóðu á trønni, sum tey
høvdu eysturi á Kyrjar-
heyggi. Kál fekk sær í 1958
Kyrjarheygg til eftirnavn.
Julius og konan búðu
nógvu tey síðstu árini í
Klaksvík, og hann gekk
ikki undir øðrum navni enn
Julius á Viðareiði. Súsanna
Margretha og Julius áttu
seks børn: Erikka, Jógvan
(doyði sum smádrongur),
Hanna, Jógvan, Kál og
Sigurd. Jógvan og Sigurd
búsettust á Viðareiði og
hini í Klaksvík. Tey eru øll
á lívi uttan Sigurd, sum
doyði fyri tólv árum síðani.
Kál giftist við Odnu
Joensen úr Vági í Klaksvík.
Foreldrini hjá henni vóru
Julia og Christoffur Joen-
sen. Julia doyði í 1929, og
Christoffur sat eftir við átta
børnum. Odna, sum tá var
tvey ára gomul, vaks upp í
Krotugrøvini hjá Jacobinu
og Joen Jacob Ziska Vitalis,
sum var betri kendur undir
navninum Jakku–Post.
Eftir at Odna og Kál
vórðu gift í 1953, bygdu tey
sær hús í Krotugrøvini í
trønni hjá Jakku–Post, og
har hava tey búð síðani. Nú
er Odna á Røktarheim-
inum, og Kál, sum fram-
vegis er væl fyri, er um
hana hvønn einasta dag.
Børnini hjá Odnu og Kál
eru Heðin, sum er føddur í
1954, og Súsanna, sum er
fødd í 1964. Heðin býr í
Klaksvík og Súsanna í
Norðdepli, har hon er gift
við
Jens
Christiansen.
Børnini hjá teimum eru
tólv ára gamla Oddbjørg og
átta ára gamli Jákup Mikal,
sum eitur eftir abbanum.
Í 1938 fór Kál fyrstu ferð
til skips. Tað var við skonn-
artini Stellu Mariu. Undir
krígnum var hann heima-
maður. Hann arbeiddi hjá
Kjølbro, har hann eisini
koyrdi lastbil. Eftir kríggið
fór hann aftur til skips, og
tá sigldi hann fyri tað mesta
við skipunum hjá Jóan
Jakku á Viðareiði. Synirnir
hjá Jóan Jakku og Kál vóru
systkinabørn. Jóan Jakku
og Julius vóru hálvbrøður.
Teir vóru úr hvør sínari
giftu hjá Jacob Michael,
abbanum, sum Kál eitur
eftir. Jóan Jakku var yngst
av fýra børnum í fyrru
giftu, og Julius var tann
yngri av tveimum børnum í
seinnu giftu.
Kál sigldi eftir kríggið
við eitt nú Coronet, Viðoy
og Fugloy. Í 1949 var hann
við
kvívíkstrolaranum
Egili, og hann var við, tá ið
Egil sakk í Barentshavinum
24. oktober 1949. Mans-
skapið taldi 22, og teir vóru
allir bjargaðir. Seinni fór
Kál at sigla við Stellunum
hjá Laksáfoss brøðrunum.
Eftir at hekkutrolararnir í
1972 vórðu seldir til Ís-
lands, var hann eitt skifti
við Borgini, sum Andreas
Marknagil førdi.
Eftir at Kál legðist uppi,
arbeiddi hann nógv hjá
Kanjon. Tá var tað, at hann
fór at laga. Saman við Boy
og øðrum hevur Kál verið
við til at laga eitt nú kirkju-
garðin, á økinum kring
sjúkrahúsið og eisini t. d. á
økinum
kring
Føroya
Banka í Klaksvík.
80 ára førðingardagin er
Kál, sum avgjørt hoyrir til
tey stillu og trúføstu í
landinum, burturstaddur.
Helga Hjörvar 60 ár
Helga Hjörvar er fødd í Önundarfirði dygst við
Flateyri í Íslandi hin 2. juli 1943, men vaks upp í
Reykjavík. Sum blaðung genta fór hon til Keyp-
mannahavnar og arbeiddi sum skrivstovukvinna hjá
Mejeriernes og Landbrugets Ulykkeforsikring,
MLU. Í sekstiárunum fekk Helga áhuga fyri
sjónleiki og arbeiddi frá 1964 m.a. á íslendska
Sjónleikaraskúlanum. Í sjeytiárunum leitaði hon
aftur til Keypmannahavnar og fór at lesa sjónleik á
Lærda Háskúlanum har. Eftir at hava verið í
sambandi við Solvognen, Rimfakse og Odinteatret,
tók hon saman við øðrum stig til at stovna íslendska
sjónleikarabólkin "Androkles" í Keypmannahavn.
Síðani 1. februar 1999 hevur Helga Hjörvar verið
stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Hon er
sætti stjórin, nú Húsið fór um tey tjúgu. Meðan
Helga hevur verið stjóri, er sjøtil settur á fýra stór
tiltøk, sum øll hava ríkað føroyska mentan og ikki
minst mentanarliga samstarvið við Norðanlond og
grannalondini fyri sunnan og vestan. Talan er um
Klipp, Filmsfelag Norðurlandahúsins, Orfeus,
Konsertfelag Norðurlandahúsins, ferðandi fram-
sýningina "Veiðimentan í Útnorðri", sum nú er í
Nuuk, og árliga listastevnuna Listastevna Føroya,
m.a. við írsku Tjóðar-operuni og "Madama Butter-
fly" á skránni í 2001 og "Le Cirque Invisble" í ár.
Helga Hjörvar hevur drúgvar royndir innan
norðurlendsk sjónleikarasamstarv. Tíggjuáraskeiðið
1982-92 var hon leiðari á Sjónleikaraskúlanum í
Íslandi. Eftir hetta stjórnaði hon í 6 ár Nordscen,
sum áður nevndist Teater og Dans i Norden. Hetta er
stovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum
við heimstaði í Keypmannahavn arbeiðir við sjón-
leiki og dansi í øllum Norðanlondum.
Helga er útbúgvin sjónleikari og hevur innan hetta
øki veitt frálæru, stjórnað og leikt, bæði á palli og í
filmi, í Íslandi eins og í Danmark. Eitt nú spældi hin
einsamøll í filminum "En børnefilm", sum Hans-
Henrik Jørgensen gjørdi í 1971. Mesta virksemi,
seinasta tríati ára skeiðið, hevur Helga tó lagt eftir
seg innan mentanar- og listarliga umsiting og
leiðslu. Fyri hetta virksemið fekk hon íslendska
Falkaheiðursmerkið í 2000.
Helga Hjörvar giftist 21. august 1964 rit-
høvundanum Úlvi Hjörvar (f.1935) og tey hava tvey
børn, Helgi (f.1967), sum er nývaldur altingslimur í
Íslandi, og Rósa María (f.1980), sum lesur
bókmentafrøði á lærda háskúlanum í Odense.
Helga Hjörvar, sum býr í Heygskróki 18 í Havn,
heldur føðingardagin í Önundarfirði.
Vit ynskja tær hjartaliga tillukku á seksti ára
degnum. Samstundis, sum vit takka fyri høvi at hava
verið við í mentunarliga verksemi tínum, síðani tú
komst higar til lands, ynskja vit tær og tínum ein
góðan dag og blíðan byr framyvir
Starvsfólkini í Norðurlandahúsinum
í Føroyum
Hálvdan Mohr
70 ár
Mikudagin 2. juli fyllir
Hálvdan Mohr í Fuglafirði
70 ár. Hann er fuglfirð-
ingur, sonur Súsannu Ma-
lenu,
f.
Jacobsen,
av
Viðareiði og Mourits Mohr
úr Fuglafirði.
Hálvdan tók læraraprógv
í Havn í 1956 og var lærari
í
Fuglafirði
til
1963.
Aðruhvørja viku var hann á
Hellunum skúlaárið 1969-
60. Síðani var hann lærari í
Herning í 1964-65, vendi
so heimaftur og var lærari í
Fuglafirði, til hann fór frá í
1997.
Hann var á skeiði í ensk-
um og landalæru á Dan-
marks
Lærerhøjskole
í
1960-61 og í enskum og
týskum í 1967-68. Hálvdan
var
bygdaráðslimur
í
Fuglafirði 1970-76.
Dagurin
2. juli. Syftunsøka. Hildin til minnis um enska biskupin í
Winchester Swithun, sum doyði í 862. 15. juli í 971 varð
hann skírdur halgimenni. Dómkirkjan í Stavanger í
Noregi er vígd honum. Minningardagur hansara er í
Onglandi 15. juli, men í Føroyum og Noregi 2. juli, sum
var deyðadagur hansara. Tað er tí helst úr Noregi, at
syftunsøkudagur er komin higar. Á fuglaplássum var
fleygatíðin frá syftunsøku út í miðjan august. Sum veðrið
er syftunsøkudag, skuldi tað standa við til ólavsøku.
Eisini varð sagt, at var syftunsøkudagur góður, fór at vera
góður hoyterri. 2. juli er eisini ein gomul mariumessa,
vitjanardagur Mariu, til minnis um at Maria Moy vitjaði
skyldkonu sína Elisabet, móðir Doyparans. Tað er eftir
hesa vitjan, at Maria syngur lovsong sín, ið fær navnið
Magnificat (Hátt setir sál mín Harran etc.) Luk. 1, 39-56.
Niels Winther varð føddur hendan dagin í 1822.
TÍÐINDASKRIV
Fyri fýra árum síðan lat
Hallur Poulsen í Norðra-
gøtu handil upp eystan fyri
fótbóltsvøllin í Norðragøtu.
Í mai í ár keypti Petur Eirik
Djurhuus helvtina av hes-
um handli. Hin eigarin er
Hallur Poulsen. Petur Eirik
eigur annars eisini PE í
Havn, ið hevur eina deild í
Stoffalág og eina á Argjum.
PW í Norðragøtu fór fyri
stuttum somu leið sum
hinir handlarnir hjá Petur
Eiriki og gjørdist partur av
Samkeypi. Tá ið avgerðin
um at fara upp í Samkeyp
varð tikin, var tað serliga
marknaðarføringin, ið var
orsøkin. Í Norðragøtu eru
vit nú við í øllum teimum
góðu tilboðunum, sum
Samkeyp hevur á skránni,
og eg veit av royndum, at
tey eru góð, staðfestir Petur
Eirik, ið alt fyri eitt uppl-
ivdi at fleiri kundar komu á
gátt, tá ið farið var upp í
Samkeyp.
Bókstavirnir,
PW, stava frá at langabbi
Petur Eirik, Hans Petur
Weihe, fekk sær handil í
Søldarfirði í 1897 og er tað
hetta
handilsnavnið
ið
Petur Eirik og Hallur end-
urnýta. Gamli PW handilin
lat aftur í 1994. Komandi
mánaðirnar fara broytingar
at henda í PW. Handilin fær
størri frysti- og kølidiskar,
og eisini fruktdeildin skal
gerast størri.
60 ár
Í dag verður Johnhard Glerfoss 60 ár. Hann er
burturstaddur føðingardagin. Dagurin verður hildin
leygardagin 26. juli kl. 19.30 á Føroya Studentaskúla
og tá eru øll væl komin. Sigið frá í seinasta lagi 15.
juli á tlf. 315156, 215156 ella 281256.
PW í Norðragøtu limur
í Samkeyp
80 ára føðingardagsbarnið saman við abbasoninum og
navnanum frammanfyri Drangin norður úr Viðoynni
C
M
Y
K
9
8