Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juli 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 122 - 2. juli 2003 Nr. 122 - 2. juli 2003 11 Í valstríðnum, sum var fyri einum góðum ári síðani, vóru eldrarøktin og vælferðin framma- laga. Allir flokkar lovaðu at raðfesta hetta økið høgt eftir valið. Nú er gerandisdagurin komin, og lítið sæst eftir til tey gyltu lyftini. Tó skal ásannast, at tað tykist sum gongd er komin á bygging av røktarheimum í ávísum pørtum av landinum og hetta er so avgjørt at fegnast um. Tørvurin á røktarheimsplássum er ómetaligur og alt bendir á, at tær ætlanir, sum nú verða settar í verk fara at gera heilt góðan mun. So vítt so gott! Hinvegin gongur striltið á øðrum almanna- økjum. Boðað er frá, at heimarøktin nú verður skerd. Hetta kann almenningurin ikki góðtaka. Tað ber ikki til at geva við aðrari hondini og taka við hinari! Heimarøkt og røktarheim hanga saman. Hesi bæði øki eru partar av somu skipan og tørvur er á báðum. Løgtingið eigir tí at finna útvegir fyri, at støðið í heimarøktini kann haldast og helst eisini hækkast. Verður støðið lækkað nú, kemur tað valla uppaftur í bræði! Onnur mál, ið liggja á láni eru forsorgarlógin, barnaverndarlógin og so alt eftirlønarmálið. Her tykist, sum als einki hendir. Tann heilt stóri spurningurin er, hvør skipan skal koma í staðin fyri fólkapensiónina, ella hvussu skal fólka- pensiónin útbyggjast? Vit gerast alt eldri og pensiónsspuringurin verður alt meira átrokandi, samstundis sum hann verður alt tyngri at loysa, jú longur vit bíða. Men tað er heilt opinbart, at samgongan er í stórum iva, og at ómsemja er millum teir báðar stóru flokkarnar. Skal framtíðar fólkapensiónin byggja á eitt alment solidariskt principp, ella skal skipanin byggja á privatar eftirlønarskip- anir, har løntakarin sjálvur sparir upp til síni ellisár? Hesin spurningur hevur nú í fimm ár ligið á láni, og spurningurin er, hvussu leingi hesin spurningur tolir at bíða afturat. Arbeiðsmarkn- aðurin hevur krav uppá at fáa at vita, hvørjar ætlanir tað almenna hevur við pensiónsmál- inum. Sama kann sigast um almenningin sum heild – her er tørvur á avkláring. Er tað so, at samgongan so smátt er farin at avmontera vælferðarsamfelagið, so mugu greið boð út til almenningin, so fólk vita, hvar tey flóta. DAGSINS MEINING Sosialurin Vælferð og sparingar VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Í frælsum landi ber til at pástanda tað skeiva Jógvan við Keldu, løgtingsmaður Av 31 grønlendskum ting- limum búgva 23 í Nuuk. Øll øki eru ikki umboðað. Hóast, sum sagt, ikki ber til at sammeta okkum við Grønland, kann nevnast, at teir fara møguliga aftur at broyta valdømisskipanina sambært sjálvsstýrisætlan- irnar Í Dimmalætting og Sosi- alinum týsdagin seinastu viku rør Jákup Sverri Kass, sjálvstýrismaður aftur á aftur fyri at verja tankan um “Føroyar sum eitt val- dømi”. Tað má undra lesaran, at tá bæði honum og Pól á Kletti vórðu settir fáir ein- faldir men grundleggjandi spurningar um Føroyar sum eitt valdømi, vil hvørgin teirra svara, men koma við hissini uttanumtosi. Í samband við at Grøn- land nú er eitt valdømi, sig- ur Jákup Sverri Kass í sein- astu grein síni: “Eg vil loyva mær at sláa fast, at broyt- ingin hevur verið góð fyri grønlendingar. Grønlend- ingar hava fingið landspolit- ikarar, og í grønlendska Landstinginum er ídag um- boðan frá øllum landinum”. Einaferð hoyrdi eg mann taka nakað soleiðis til, at: “Tá trúgvin er á rotna brúgv, kunnu bæði trúgvin og brúgvin falla í havið”. Hetta hugsaði eg, tá eg las hansara “pástand”. Grønland og Ísland Lat meg staðfesta at: Í fyrsta lagi er ikki rætt, at umboðan er úr øllum land- inum. Fyri tað annað kann sigast, at nøgdsemið av nýggju skipanini er ógvu- liga ivasom. Í triðja umfari haldi eg ikki, sum eg nevndi í míni fyrru grein, at Grønland er nøkur fyri- mynd. Vit hava einki annað til felags enn fólkatals- grundarlagið og lutvíst fiskivinnuna. Í dag búgva 23 tingfólk av 31 í Nuuk. Suðurgrøn- land hevur onki umboð, Eysturgrønland hevur eitt umboð. Av tí at Hans Enok- sen og hetta umboðið eru í sama veingi floksliga, fæst nakað burtur úr. Sambært uppskotinum um nýggju sjálvstýrisætlan- ina í Grønlandi, er talan um at gera broytingar í aftur, tí hon virkar ikki nóg væl. Í Íslandi eru seks val- dømi. Reykjavíkarøkið er býtt upp í tvey, meðan hini fýra økini fevna um 10 tinglimir hvørt. Eysturland- ið missir longu til komandi val ein tinglim, so har verða bert 9 tinglimir. Men vit skulu minnast til, at helm- ingurin av íslandsengum býr longu í Reykjavík. – Ís- lendingar eru eisini sera ivasamir. Noregi kundi eisini verið áhugavert at hugt at. Tað fer at bíða hesaferð. Men sum sagt, “pástand- irnir” hjá Jákupi Sverra Kass bera ikki uppi og eru beinleiðis skeivir. Fyri kommunusaman- leggingum Hvussu hann fær burtur úr míni grein, at eg vil “petta Landssjúkrahúsið sundur”, veit eg ikki. Hetta sigur hann bert fyri “at siga okk- urt”. Eg tók bert dømi um eina eind, sum ikki virkaði. Tá talan er um kommunu- samanleggingar, kann sig- ast, at flestu kommunustýr- islimir í Føroyum eru samd- ir um samanleggingar – eis- ini eg. Her er talan um eina meiri út-bygda umsiting. Hetta hevur einki við “eitt valdømi” at gera. Hesi eru fullkomiliga hvør síni mál. Tá kommunulógin í 1972 varð broytt, var hon 100 ára gomul. At gera onkrar broytingar og justeringar sum krossað valdømisøki og kommunusamanlegg- ingar er ikki nakar vitskap- ur. Eingin orsøk er til at taka alla valdømisskipan- ina upp av nýggjum. Flestir føroyingar búgva úti um landið Síðani sigur hann í fyrru greinini, at: “Størri samfel- agslig mál, so sum sosial, vinnulívs- og fíggjarmál, langtíðarætlanir o.a. fáa ikki nærum so nógva tíð sum t.d. kajkantar og Strandferðslan. Tað eru lokalpolitikararnir í landspolitikki, sum seta skránna”! Hetta er ikki rætt. Hin- vegin má eisini Jákup Sverri Kass gera sær greitt, at eitt hitt týdningarmesta fyri framkomið og dynamiskt samfelag er júst, at sam- skiftis- og samferðsluvið- urskiftini virka so væl sum gjørligt, tí størsti parturin av Føroya fólki býr úti um landið. – Samferðsluviður- skiftini kundu virkað betur. At landspolitikarar ikki skulu vera lokalpolitikarar. Her fari eg at loyva mær at vera so mikið óbeskeðin at siga, at politikarar úti um landið – heilt náttúrliga - vita helst meiri um høvuðs- staðin og hvat krevst har, enn politikarar í høvuðs- staðnum vita um – og koma at vita um - hvat krevst úti um landið. Har er, og hevur verið, sjón fyri søgn. Tá fíggjarlógin er fyri í løgtinginum, verður sanni- liga tosað yvirorðnað. Heilt náttúrliga verða eisini nevnd øki ein er valdur í. Nú veit eg ikki, um hann ætlar hetta broytt við “ein- um valdømi”. Hetta er sunt. Ikki bert fyri økið, men gevur eisini okkara lítla landi gylt sum heild. - Hetta gevur dynamikk, Naivt droymarí At “Jógvan við Keldu er farin uppá afturbeinini” sum hann sigur í seinnu greinini, er ikki rætt. Eg vildi bara konkretisera partar við at seta honum og Pól á Klettti nakrar einfaldar og grund- leggjandi spurningar, sum báðir søgdu, at teir ikki ætlaðu at svara uppá. Tað er teirra val. Men síðani bert at koma við einkisigandi utt- anum tosi og enntá skeivum pástandum, kann tykjast løgið og er illa undirbygt. Pástandir um at Føroyar fara at virka betur við einum valdømi, eru ikki annað enn reint naivt droymarí! VIÐMERKINGAR Felagið Peningastovnar havt aðalfund BÚSKAPUR Tíðindaskriv Vinnugreinafelagið hjá peningastovnum í Før- oyum, Felagið Peninga- stovnar, sum varð stovnað 7. november 2002, hevur havt sín fyrsta aðalfund. Sum nevnt í tíðindaskrivi í sambandi við stovnanina er felagið ætlað sum felags málgagn mótvegis almenn- inginum, eins og tað hevur til endamáls at virka fyri góðum starvsviðurskiftum hjá føroyskum peninga- stovnum. Fyrsta tíðin hjá felagnum hevur víst, at tørvur var á tílíkum mál- gagni, tí felagið hevur fingið áheitanir, bæði frá almennum myndugleikum og øðrum, um at geva sína hugsan til kennar viðvíkj- andi viðurskiftum, sum hava almennan áhuga. Felagið hevur hesa fyrstu tíðina somuleiðis virkað fyri at fremja starvsviður- skifti limanna á fleiri økj- um, tað verði seg viðvíkj- andi teimum reglum limir- nir virka undir og viður- skiftum annars. Til hetta er at siga, felagið t.d. hevur luttikið í kjakinum um ætl- aðar broytingar í kunngerð til lógina um persónsupp- lýsingar, eins og felagið við samskifti við skattamynd- ugleikarnar hevur roynt at virka fyri greiðari reglum fyri rindan av vinnings- býtisskatti. Tað er vón stovnaranna, at løgting og landsstýris- umsiting framhaldandi fara at nýta ta siðvenju, at nýta felagið sum hoyringsmál- gagn, tá lóggivið verður um viðurskiti, sum viðvíkja peningastovnum. Nevnd felagsins varð aft- urvald á aðalfundinum og er hon mannað Jørn Astrup Hansen, Føroya Banka, Marneri Jacobsen, Føroya Sparikassa, Eyðfinni Reyð- berg, Norðoya Sparikassa og Mikkjali Sørensen, Suð- uroyar Sparikassa. Nevndin hevur skipað seg við Jørn Astrup Hansen sum for- manni og Marneri Jacobsen sum næstformanni. Aftursvar til Henrik Old um samferðsluhavn á Trongisvágsfirði Bjarni Djurholm landsstýrismaður Í Dimmalætting fríggja- dagin 20. juni hevur Henrik Old skrivað eitt lesarabræv, sum snýr seg um sam- ferðsluhavnina á Trongis- vágsfirði. Henrik Old spyr m.a., um landsstýrið ætlar at knýta arbeiðið við sam- ferðsluhavnini saman við ætlaða tunlinum millum Øravík og Hov, og eisini verður spurt meira ítøki- liga, hvaðani grótið skal verða tikið. Í upprunaligu linjufør- ingini fyri tunnilin millum Øravík og Hov, sum Lands- verkfrøðingsstovnurin mælti til at gera, var einki avlopsgrót, tí grótið úr tunlinum skuldi nýtast til tilkoyringarvegir til tunnil- in. Spurningurin um at nýta møguligt avlopsgrót til samferðsluhavnina gjørdist nústaðni viðkomandi, tá norska felagið NCC eftir áheitan frá fólki úr Suðuroy gjørdi eitt uppskot um at leggja tunnilin eftir einari leið, sum ráðgevarar hjá LV høvdu mett at vera jarð- frøðiliga ivasom. Um tað ber til at leggja tunnilin har, sum NCC hev- ur skotið upp, verður lítið av vegagerð, og tí verður meira avlopsgrót úr tunlin- um tøkt til onnur endamál. Tá verður tað áhugavert at knýta tunnils- og havna- verkætlanina saman, tí samlaði kostnaðurin av verkætlanunum minkar. Um kvaliteturin av grótin- um, ið verður skotið úr tunlinum er av slíkum slag, at tað kann nýtast til sam- ferðsluhavnina, verður mett, at sparingin verður upp til 15 mió kr. í mun til kostnaðin, um grótið til samferðsluhavnina verður tikið úr einum grótbróti. Tá verður roknað við, at grótið úr tunlinum einki virði hev- ur, um grótið ikki verður nýtt til havnina. Orsakað av jarðfrøðiligu viðurskiftunum á staðnum, hevur LV eftir tilmæli frá ráðgevum sínum valt at gera jarðfrøðiligar kjarnu- boringar eftir tí geil, har NCC hevur skotið upp at leggja tunnilin. Um niðurstøðan av kann- ingunum verður, at tað er sannlíkt, at tað fer at bera til at gera tunnilin fyri ein rímiligan prís eftir tí leið, sum NCC hevur skotið upp, hevði tað sjálvandi verið ein stórur fyrimunur at gjørt tunnils- og havnaverk- ætlanina í senn, tí samlaði kostnaðurin verður minni. Ávísir trupulleikar eru tó við at knýta verkætlanirnar saman. Fyri tað fyrsta verð- ur nýggja suðuroyarskipið eftir ætlan latið landinum í oktober 2004, og tá má samferðsluhavnin í Suð- uroy vera klár, so skipið fær nøktandi atløguviðurskifti í Suðuroy. Arbeiðið uppá samferðsluhavnina er longu seinkað so mikið nógv, at tað er ivasamt, um tað fer at eydnast at fáa havnina lidna til tíðina. Tí varð avgerð tikin um at bjóða arbeiðið út, so tað ikki skuldi verða seinkað enn meira. Tað er í løtuni óvist, um tað ber til at leggja ein tunnil eftir leiðini, sum NCC hevur skotið upp, og fyri tað næsta er tað óvist, um Løg- tingið er sinnað at veita eina eykajáttan til tunnils- arbeiðið í ár. Fyri ikki at útihýsa møguleikanum fyri at knýta saman verkætlanir- nar, varð í útbjóðingartil- farinum til samferðslu- havnina gjørd henda áset- ing um grótið: “Um arbeiðið við tunn- ilsgerð millum Øravík og Hov fer í gongd, meðan enn er brúk fyri gróti til nýggju samferðsluhavnina, hevur arbeiðstakarin, ið ger sam- ferðsluhavnina, skyldu at nýta grótið frá tunnilsgerð- ini í mest møguligan mun og fram um annað grót. Nærri avtala um hetta verð- ur gjørd millum partarnar.” Við hesari áseting ber til at arbeiða víðari við sam- ferðsluhavnini, uttan at landið hevur fráskrivað sær møguleikan fyri at nýta grót úr tunlinum, um kann- ingarnar vísa, at tað sann- líkt ber til at gera ein tunnil har, sum skotið er upp, og um Løgtingið er sinnað at játta neyðuga peningin. Lat meg at enda gera vart við, at suðuroyingar og aðr- ir borgarar í landinum ikki skulu ivast í, at tunnils- uppskotið frá NCC verður kannað væl og virðiliga, og at skilabesta tunnilsloysnin verður vald, um so grót til samferðsluhavnina verður tikið úr tunlinum ella ikki. Býráðið og fyrrverandi ognin hjá Thorvaldi Poulsen við R.C. Effersøesgøtu Jan Sørensen Niðaragøta 9, Hoyvík Tórshavn er ein vakur býur, og vit sum eru uppvaksin í Havn eru góð við Havnina. Tí er tað við undran at man kan lesa í bløðunum at Tórshavnar býráð hevur selt gomlu ognina hjá Thor- valdi Poulsen, sála, til eina íbúðarbyggifyritøku. Hesin vakri friðsali blettur fram við tí annars so ferðslufyltu R.C. Effersøesgøtu, har Býráðið við hepnari hond hevur bøtt um ferðslu- trygdina hjá teimum, ið eru til gongu, við at sneiða gongubreytina burtur frá vegnum. Seinastu tíðina hava fleiri býarskipanarmál verið frammi í fjølmiðlunum, har Tórshavnar býráð hevur tikið ivasamar avgerðir, sum meira ella minni eru trýstar niður yvir fólk, sum búgva í økjunum, málini snúgva seg um. Síggi í Sosialinum, at formaðurin í byggi- og býarskipanar- nevndini møguliga heldur, at teir hava gjørt nakað skjótt av, tá teir valdu at selja omanfyri nevndu ogn, og at summir býráðslimir hava fingið kaldar føtur. Býráðið gjørdi ikki ov skjótt av, men tók bara skeiva avgerð í einum ann- ars sjálvsøgdum máli. Ogn- in skuldi ongantíð verið seld. Hon skuldi verið varð- veitt sum ein fríðstaður. Tað er hugstoytt at hugsa sær, at gamla ognin hjá Thorvaldi møguliga endar sum eitt spekulatiónsbyggj- arí, líkt raðhúsabyggingini hjá SH Smíð Inni á Gøtu, har hvørki Býráðið ella byggiharrin hava sýnt fyri- lit fyri tí byggihátti, sum í síni tíð, vann virðisløn fyri gott arkitektaarbeiði. Tí fari eg at heita á Tórshavnar býráð um at skipa soleiðis fyri, at økið verður varð- veitt óbygt, og at núverandi ánari fær annað hóskandi stykki ella aðra samsýning. Annars haldi eg at Tór- havnar býráð yvurhøvur kundi avsett fleiri fríøkir í býnum. Familju- lega í Nesvík LEGA Tíðindaskriv Summarfamiljulegan 2003 verður 30. juli til 3. august í Leguhús-in- um í Nesvík. Evnini eru, eins og altíð, viðkom- andi fyri alla familjuna. Aftur í ár fara vit á ta vælumtóktu familjuleg- una við allari familjuni. Leguhúsið er nú so nógv og væl útbygt við góðum grasvølli, báta- hyli og góðum hølum, at børn og vaksin stór- trívast har. Teir størru dreingirnir (páparnir) síggjast ikki so sjáldan dystast á vøll- inum. Spurningurin er bert, um teir yngru dreingirnir koma fyrst á vøllin. Evnini, vit fara at taka upp á leguni, eru sum altíð sera viðkomandi. Eg kann nevna ta ringu samvitskuna. Hon er nakað tey flestu kenna til, men fá gera nakað við spurningin. Á hesi leguni taka vit og enda- venda tí ringu samvitsk- uni og síggja, hvussu hon kann gerast ein tæn- ari og ikki ein harri í lívinum. Børn hyggja nógv í sjónvarp! Hvussu vita vit, um hetta kann gera teimum skaða? Hvat er hóskiligt at hyggja at? Eiga vit sum foreldur at taka ábyrgdina? Hví er tað so trupult at eiga børn í tannárunum? Hvussu gera hini? Hví gongur tað so nógv lættari hjá hinum? »Hvat geri eg skeivt?« ella »geri eg nakað skeivt?« Øll hesi evni og nógv, nógv annað gott fáa vit fyri peningin á familju- leguni 2003. C M Y K 11 10