Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juli 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 122 - 2. juli 2003 Nr. 122 - 2. juli 2003 13 Góðu ítróttafólk, góðu suðringar, góðu jóansøku- gestir Jóansøkan hevur ein ser- staka dám fyri okum suðr- ingar. Tey veittrandi fløgg- ini og horntónleikurin av kappróðrarøkinum, so er man sum eitt barn aftur og minnini renna fram fyri ein. Í dag eru 34 ár síðani eg svam mína fyrstu svimji- kapping. Á sjónum, sjálv- andi. Svomið varð frá kai- flakanum fram við "Nýggjukai" tað er har, kaiin frammanfyri flaka- virkið er í dag. Málið varð seksæringurin Grani, ið lá út frá kaiini, ella grótkast- inum, ið tað var tá. Hvussu langur teinurin var, veit eg ikki, tað hevði heldur ong- an týdning. Tíbetur hevði onkur verið fyrivarðin og fingið ein róðrarbát at liggja framvið. Í minsta lagið ein av svimjarunum fekk krampa og mátti bjargast inn í bátin. Minnist enn hvussu kalt vatnið var, tá okur lupu frá flakanum, kalt og salt. Heimbýurin er staðið har tú verður skaptur, veksur og verður formaður til tað menniskja, ið nú einaferð spyrst burturúr. Tað kann eg fortelja tykum øllum, at betri stað at vaksa upp enn Tvøroyri, tað finst ikki. Okur høvdu nógvar góð- ar tímar í skúlanum. Eg hugsi sjálvandi um aftaná skúlatíð. Ítróttirnar vóru nógvar: fótbóltur, hond- bóltur, borðtennis, fim- leikur og ikki minst svimj- ing, og alt skuldi roynast. Har stóð man, ein for- vaksin tannáringur, armar og bein sum á einum eitur- koppi... royndirnar at koma yvir bukkin í fimleiki vórðu ikki altíð líka væl- eydnaðar. Men okur vóru nakrir, sum gjørdu stóra lukku sum klovnar á árligu fimleikaframsýningini. So við og við varð valt frá og áhugamálini hjá mær gjørdust svimjingin og so skótarnir. Sat í morgun og las Jóan- søkublaðið, um gomul og nýggj avrik. Tað var huga- ligur lesnaður at síggja, hvussu nógv orka verður løgd í mentanalívið her á Tvøroyri. Okur hava nógv at verða stolt av, og uttan iva koma nógv avrik í fram- tíðini at tæna Tvøroyri, Suðuroynni og Føroyum til heiðurs. Hugaligt er at síggja, hvussu tað hevur gingist hjá tvøráfólkum seinastu tíðina. Guðrun S. Jacobsen, Brandur Enni, Óli Johanne- sen og Benthe Sikivat And- ersen. Tað er eingin ivi um, at nakrar eldsálir kunnu skapa grundlag undir stórum av- rikum hjá okkara ungu. Eitt gott dømi er úrslitini hjá Guðruni, har Anna Kirstin fekk skumpað undir, so- leiðis at hon luttók í "Stjerne for en aften". Úr- slitið har talar fyri seg sjálvt. Minnist tá okur fingu nýggjan skúlastjóra fyrst í sjeytiárinum, Mannbjørn Mortensen, sáli, kom suður aftur úr Vestmanna. Hann hevði stóra ávirkan á ítróttalívið. Serstakliga svimjingina og hondbóltin. Ási Jacobsen var formaður í svimjifelagnum og saman løgdu teir grundarlagið undir góðu svimjiúrslitun- um í 70-unum. Ein annar var Sverre Midjord, ið altíð var fúsur at stuðla. Hann fekk pening til vega, so- leiðis at eg kundi fara til Amerika at venja. Venjingarumstøðurnar í Føroyum í sjeytiárunum vóru avmarkaðar, og mátti ein leita sær av klettunum, um ætlaninar vóru størri. Okur vóru nøkur, ið royndu okum uttanlands. Millum annað systkinabarnið Hen- rik Thomsen, ið spældi í bestu donsku fótbóltsdeild- ini í Danmark. Fyri avrik sítt í B93 fekk hann heið- urin at fáa gylta bóltin hjá BT. Eg kundi blivið við at nevnt nøvn á ítróttafólki, listafólkum, rithøvundum og eldsálum, men onkur hevði verði gloymdur alíka- væl. Í dag verða teir tíggindu Oyggjaleikirnir settir á Guernsey. Enn einaferð kunnu okur fegnast um, at føroysk ítróttafólk sleppa út í heim at kappast. Her fáa okur møguleika fyri at meta okum við javnlíkar og síggja, um tann harða venj- ingin ber framgongd við sær. Men hvat hava okur í veruleikanum at bjóða okkara bestu ítróttafólkum, tá ið seinastu tónarnir í tjóðsanginum eru sungnir og fløggini drigin niður aftur. – Okur hava ikki nógv at bjóða teimum! Okur hava onga stuðuls- skipan fyri okkara bestu. Ongar møguleikar fyri at tey kunnu leingja sær um t.d. studentaskúlan. Okur vænta, at tey skulu venja hart og passa skúlan, ella læruplásið. Um okur ynskja føroy- ingar í fremstu røð og ikki bara í oyggjaleikunum, men enn longri frammi og uppi, so er tíðin komin at geva okkara bestu ítrótta- fólkum sømulig kor! Okur hava brúk fyri eina skipan, ið gevur teimum ið sýna áhuga og vilja at koma fram, stuðul. Her kann til- vildin ikki ráða. Á jóansøku síggjast ný- floygdu pisurnar. Tær eru eitt dømi um hvørja støðu tit ungu standa í. So langt so gott, men nú skal valið gerast! Hvat skal eg velja? Soleiðis er lívsins gongd, tak avgerð og vís at tú hev- ur sett tær mál í lívinum. Tað er bara tú sjálvur, ið av- gerð hvar tú endar. Men minst til at tá ið tú stendur á kantinum og loypir, so er tað oftani bæði kalt og salt. Løtu seinni hevur man kortini vant seg við tað. At enda vil eg takka Tvøroyrar Ítróttarráði fyri at hava víst mær tað álit at seta hesa jóansøku. Bestu ynskir til tykum ítróttarfólk við vón um góð avrik í góðum ítróttaranda. Jóansøkan tveytúsund- ogtrý er við hesum sett. Góða jóansøku. Betri stuðul til tey bestu Jon Hestoy hugleiddi um gamlar svimjidagar og teir, sum løgdu lunnar undir á Tvøroyri, og hann kom eisini inn á týdningin av, at tey, sum vit rokna við skulu vinna okkum heiður og æru, fáa rætta stuðulin, tá ið hann leygardagin setti jóansøkuna. Vit prenta røðuna, sum Jon helt Siri Davidsen úr Miðvági fekk ein hvøkk, tá hon skavaði og vann 600.000 kr VINNINGUR Rógvi Borðoy – Tað gongur ikki upp fyri mær, sigur 23 ára gamla Siri Davidsen í Miðvági. Hon skavaði seg í gjár til 600.000 krónur við skavi- spælinum »Eldorado« hjá Tipstænastuni. Systirin og hon høvdu keypt sær nakrar skaviseðlar í handlinum hjá Valdemar Simonsen í Mið- vági fyrr um dagin, og tær høvdu fyrst vunnið einar 200 krónur. Tær gjørdu av at keypa sær nýggjar seðlar fyri pengarnar, og tað vísti seg at vera rætt gjørt. Kom- nar heim aftur skavaðu tær nýggju seðlarnar, og har stóð, at hon hevði vunnið størsta vinningin í spælin- um. – Vit stóðu bara og hopp- aðu upp og niður í køkinum hjá henni. Eg hugsaði, at tað kundi ikki passa, sigur Siri. – Hon rópti og skrálaði, rann inn til mammu og pápa og klappaði sum eitt ørt. Men mamma og pápi trúðu henni ikki, sigur syst- irin. – Eg hevði ynskt, eg hevði eitt videokamera. Men rætt var. Hon hevur nú tosað við Tipstænastuna, og tey hava ynskt henni til- lukku. Út av einari millión seðlum var tann, sum Siri Davidsen keypti mána- kvøldið 30. juni, tann ein- asti við so stórum vinningi. Næststørsti vinningurin er áljóðandi 10.000 kr, og bert fimm út av einari millión seðlum geva 10.000 kr. So Siri hevur verið sera hepp- in, má sigast. Aldrin spælt fyrr Hepna daman skavaði sítt fyrsta spæl fyri tveimum vikum síðani. Ígjøgnum hesar fáu dagarnar vann hon fleiri smáar vinningar, og helt áfram at spæla. Hon og systirin hava síðani spælt nokkso nógv, og vunnið smáar vinningar nakrar ferðir. – Tað kundi akkurát tað sama verið systir mín, sum vann, sigurhon. Tær keyptu seðlarnar saman, og deildu teir til- vildariga sínamillum. Hvat fer hon at brúka pengarnar til? – Eg bindi pengarnar á eina konto og brúki teir upp á okkurt fornuftugt. Kanska keypi eg mær ina nýggja song, og kanska deili eg eitt sindur út mill- um familjuna, sigur Siri. Hon kundi eisini hugsað sær at sloppið út at ferðast. Hon nevnir Bali og Mauri- tius sum støð, hon kundi hugsað sær at vitjað. – Har er so tropiskt og lekkurt. Tað skal líka fatast – Eg fati tað ikki. Tað gong- ur simpulthenn ikki upp fyri mær, sigur Siri. Hon hevur longu fingið útgoldið pengarnar, og dag- urin í dag fer við einum túri í Skemmuna, har systrarnar fara at keypa sær onkrar møblar. Eg fati tað ikki Ein sera fegin Siri Davidsen úr Sørvági við seðlinum, sum gjørdi hana 600.000 krónur ríkari Mynd: Jens Kristian Vang Fríggjadagin skipaði Sára Svartá Sørensen og 3-arin fyri túri við Norðlýsinum. Málið var at geva kundum møguleikan at royna kikarar. KIKARATREFF Rógvi Borðoy Fríggjakvøldið tann 27. juni vóru eini 40 fólk við Norðlýsinum. Túrurin varð skipaður av Sáru Svartá Sørensen av Argjum, sum hevur gjørt serritgerð í sambandi við útbúgving sína sum fotohandlari. Ser- ritgerðin er um at fáa ein størri umsetning av kikar- um í 3-aranum. Í sambandi við útbúgv- ingina skuldi Sára Svartá Sørensen skipa fyri einum aktiviteti, og besta hugskot- ið var at leiga gomlu slupp- ina Norðlýsið. Sluppin legði frá klokkan 21 fríggjakvøldið, og siglt varð síðani út um Nóls- oynna, har kikararnir blivu væl brúktir. Veðrið var á einari leið, men eitt sindur var av mjørka. Umborð fingu kundarnir ein góðan bita at eta. Sára hevði sjálv sandwich við, og Birgir Enni, skipari á Norðlýs- inum, gjørdi fiskasúpan. Seinni legði Norðlýsið at í Nólsoy, har gestirnir fingu sær ein lítlan gongutúr við kikarunum í hond. Náttúruelskarar Sára Svartá Sørensen vón- aði at fáa náttúruáhugaði fólk at koma við á túrin, og hon hevði lýst túrin í bløð- unum, hongt plakatir upp, og deilt »flyers« út. Túrurin kostaði einki, og tí var ikki torført at fáa fólk við. Túrurin vardi í tríggjar og ein hálvan tíma, og Sára Svartá Sørensen seldi onkran kikaran. Kikaratreff við Norðlýsinum Gissur Patursson við kikaranum. Veðrið var hampuligt, men eitt sindur av mjørka Myndir: 3’arin Sára Svartá Sørensen, sum hevur lært til fotohandlara í 3’aranum í SMS, legði túrin við Norðlýsinum til rættis Myndir: 3’arin Sára Svartá Sørensen við príslistanum… Myndir: 3’arin C M Y K 13 12