Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juli 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 • mikudagur • 2. juli 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Stásiligi Beua Sejour ítróttardepilin var akkurát liðugur, tá kappingarnar byrjaðu sunnudagin OYGGJALEIKIR Álvur/Jákup Tað hevur ofta verið tosað um, hvat krevst heima í Føroyum, um so er, at vit aftur skulu gera okkum vónir um at skipa fyri oyggjaleikum. Sæð burtur frá teimum neyðturvuligu praktisku umstøðunum so sum ein uppgradering av Svanga- skarði og betri umstøður til eitt nú tennis og bogaskjót- ing, so er einki at ivast í, at hjá føroyskum ítróttafólk- um vildi ein sonevndur ítróttardepil heilt avgjørt staðið ovarlaga á ynskis- listanum. Akkurát liðugt Slíkir deplar eru vorðnir alt meira vanligir í teimum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við, og ikki minst hevur tað mest sum verið siðvenja á seinnu oyggjaleikunum, at ein nýggjur depil hevur staðið klárur til at taka ímóti teim- um túsundtals ítróttarfólk- unum, leiðarunum og áskoðarunum, sum koma til leikirnar. Á Guernsey eitur hetta staðið Beu Sejour Leisure Centre, og tó at talan ikki er um ein spildurnýggjan byg- ning, so er hann fullkomu- liga endavendur seinasta árið ella so. Til oyggjaleik- irnar varð nevnliga gjørt av, at bygningurin skuldi full- komuliga renoverast, men tað var um reppið, at hann ikki var tøkur at taka í nýtslu til leikirnar. Eitt nú kundu føroysku flogbólts- kvinnurnar ikki fáa loyvi at nýta skiftirúmið, tá tær leygardagin fóru at venja. Skiftirúmini vóru nevnliga júst málað, og tí var tað enn ikki loyvt ymsu liðunum at nýta hesi. Tvingandi neyðugt At tað so hóast alt gekk at fáa alt liðugt til ásettu tíðina man í øllum førum vera ein stórur lætti hjá fyrireikunum á staðnum. Og í øllum førum er trupult at ímynda sær, at leikirnir kundu verið avgreiddir uttan depilin. Tað hevur snøgt sagt verið tvingandi neyðugt, og tí hava mynd- ugleikarnir lagt alla orku í til tess at røkka málinum. Av teimum greinum, sum føroyingar taka lut í, verða flogbóltur, borðtennis og sviming avgreiddir á stað- num, umframt at fótbóltur eisini verður leiktur á ein- um vølli nærhendis. Hartil er møguleiki at íðka eitt ótal av ítróttagreinum á staðnum. Kurvabóltur, roller-skating, aerobic og spinning fyri bert at nevna nøkur. Sjálvt heitið, Beau Se- jour, merkir eisini, at her er gott at vera, og tað er einki at ivast í, at hetta eisini man vera hugburðurin hjá van- liga Guernsey-búgvanum. Tí hevur tú hug at røra likamið, so er neyvan nakað annað stað her í nánd, har betri er at vera. Annika Vang er fram- vegis við í dystinum um heiðursmerki í recourve-skjótingini, eftir at hon betraði um persónliga metið við meira enn einum fjórðingi BOGASKJÓTING Álvur/Jákup At tað liggur í blóðinum, er nokk einki at ivast í. Bert 14 ára gamla Annika Vang, sum er dóttir Schandorff og Sigrid K. Vang, var heilt stóra samrøðuevnið við bogaskjótibreytina mána- dagin, tá hon so væl og virðiliga setti persónligt met í recourve á 70 metr- um. Gamla met hennara á teininum var 198 stig, men longu áðrenn seinasta av teimum seks umførunum skuldi skjótast, hevði hon so dyggiliga ruddað hetta burtur. 248 gjørdist enda- liga úrtøkan, og altso ein betran av persónliga metin- um við einum góðum fjórð- ingi. Møguleiki fyri metalli Eitt skifti rakk hetta eisini til eitt pláss á heiðurspall- inum hjá Anniku, og tó at hon eftir 60 metrarnar datt aftur á eitt fimta pláss, so er tað ikki heilt óhugsandi, at hon aftur kann toga seg uppeftir. Jersey-búgvin á triðja plássinum hevur undan styttru teinunum 506 stig, og tó at nakað er niður til tey 487 stigini, sum Annika nú hevur, so skal at kalla einki útilokast eftir framúr avrikið hjá føroysku gent- uni í fyrsta umfarinum. Annlott Rasmussen er eisini við í recourve skjót- ingini, og var hon eftir fyrsta dagin á einum níggj- unda plássið við 390 stig- um. Á mannfólkasíðuni taka føroyingarnir lut við trim- um skjúttum í recourve- kappingini. Fremstur av hesum er Rói Johannesen við 462 stigum. Tað gevur í løtuni eitt 11. pláss. Á 18. plássinum hevur Hans Jørn Nielsen 410 stig, meðan Rógvi Mohr við sínum 397 stigum hevur lagt seg á eitt fyribils 22. pláss. Sosialurin á Guernsey: Ingrid Bjarnastein, blaðkvinna Álvur Haraldsen, myndamaður Jákup Mørk, blaðmaður Annika tók øll á bóli Liðugt til dagin Annika Vang tók øll á bóli, tá hon á 70 metrum í recourve skeyt 248 stig heim. Ein betran upp á ikki minni enn 50 stig í mun til persónliga metið Sum føroyingur kann ein bara líta við øvund á umstøðurnar, sum Guernsey-búgvar hava fingið við nýggja ítróttardeplinum 15 14 Nr. 122 - 2. juli 2003 4. BRUNNURIN Jan Müller - Tað gongst væl og sum ætlað. Hetta er tað einasta vit fáa at vita frá skrivstov- uni hjá ENI í Havn, har um- leið 7 fólk í løtuni taka sær av boringini á landgrunnin- um saman við teimum mongu umborð og serfrøð- ingum á høvuðsskrivstov- unum í Onglandi og Milano. Luca Dragonetti, sum stendur á odda fyri boringini og sum ferðast millum Havnina og Aber- deen í hesum virknu og spentu tíðum er sera fá- mæltur. Tá Sosialurin spyr um upplýsingar um boringina sum heild er svarið, at tað talan er um eitt »tight hole« tvs. at eingir upplýsingar skulu út, meðan borað verður. Tað er so eisini kultururin ella politikkurin hjá italska felagnum helst ikki at tosa við pressuna meira enn neyðugt skilst. Tá vit biðja um loyvi at sleppa umborð á skipið at síggja umstøðurnar har og tá vit biðja um loyvi at vitja skrivstovuna í Havn fyri at tosa við fólk har og taka myndir, er svarið tað sama. Vit mugu bíða til boringin er heilt liðug. Tá kunnu vit so frætta nærri frá Olju- málaráðnum, sum sambart loyvistreytunum hevur tryggjað sær at kunna fara út alment við úrslitinum. Luca Dragonetti sigur ann- ars, at teirra fólk dáma sera væl umstøðurnar í Føroy- um. Her er gott at arbeiða og vera, eisini í frítðini, tí er tjúkt einastaðni, eru ráð fyri tí. Tá er sól aðrastaðni í landinum. Tá blaðið herfyri tosaði við umboð fyri Oljumála- ráðið skrivaðu vit, at borað varð niður á 1400 metrar frá sjálvum botninum. Hetta var ein misskiljing skilst. Teir góðir 1400 metr- arnir eru frá vatnskorpuni, og tað merkir, at teir tá høvdu borað góðar 500 metrar. Tað eru nú góðar tvær vikur síðani tað varð sett á at bora. Sum skilst er »botnur« nú lagdur og farið er í gongd við veruligu boringina – leitanina eftir olju og gassi. Borast skulu góðir 3000 metrar tilsam- ans (4250 frá vatnskorpuni) so tað fara at ganga millum ein og tveir mánaðir til at røkka endaliga málinum. Vit kunnu tí ikki rokna við einum úrsliti fyrr enn út í august ella september. (Tey, ið vilja vita meira um ENI og teirra arbeiði í Føroyum, kunnu lesa sam- røðu við Luca Dragonetti, sum stóð í serstaka olju- blaðnum í fjør, blaðm.) OLJULEITING Jan Müller Um eina viku ella so fer Statoilsamtakið, sum fevnir um oljufeløgini, Statoil, ConocoPhilips, Petro Canada og Shell (fyrr Enterprise), undir framkomnar seismiskar kanningar á landgrunn- inum. Talan er um 3 D kanningar. Tær verða gjørdar í 9 ára loyvinum og er skip frá seismikk- felagnum Veritas leigað til uppgávuna. Hetta fel- agið hevur annars staðið fyri rættiliga nógvum seismiskum kanningum á føroyaøkinum líka síð- ani slíkar kanningar byrj- aðu miðskeiðis í 90- unum. Rúni Hansen, stjóri sigur, at skjótingin er inni á øki, har tjúkt basalt er undir. Enn hev- ur tað ikki eydnast at loysa basaltknútin, men roynt verður so at brúka nýggjari og meira fram- komna útgerð og ar- beiðshættir fyri at loysa upp fyri gátuni. Ein stórur partur av føroyska landgrunninum er fjaldur av basalti, og tað er undir hesum bas- altinum, at oljufeløgini halda seg hóma og vóna at finna stórar olju- og gassgoymslur. Men fyri at finna tær mugu tey onkursvegna síggja niður gjøgnum basaltið, og tað er framvegis trupult við verandi seismikki. Kann- ingarnar hjá Statoil eru ein roynd at koma víðari við at loysa henda trupul- leika. Feløgini, sum hava 9 ára loyvi, hava eisini bundið seg til at gera kanningar á sínum loyvum. Spennandi tíðir fyri oljufólk. Luca Dragonetti, leiðari fyri boringini hjá ENI í Føroyum og Nils Sørensen, stjóra í Føroya Kolvetni her saman við á aðalfundinum hjá Oljutinginum í Havn herfyri Mynd Jan Müller ENI boringin: Gongst væl 25.000 Jehova Vitni úr 40 londum savnast á Brøndby Stadion JEHOVA VITNI Tíðindaskriv Frá 17.-20. juli fara Jehova Vitni at seta dám á gøturnar í Keypmannahavn. Øll vitnini í Danmark, Føroy- um og Grønlandi eru sam- an á stevnu. Gestir úr øllum norðurlondum og nógvum fjarskotnum londum koma eisini til Keypmannahavn- ar, tilsamans koma uml. 10.000 gestir. Stevnuluttak- ararnir verða lættir at kenna aftur, tí teir bera eitt lítið blátt bringumerki við tekst- inum: »Gev Gudi æru«, ið eisini er heiti á stevnuni. Hvat er endamálið við slíkum stevnum? Fyrst av øllum at hoyra Guds orð, við upplestri og frágreið- ingum. Síðani eru slíkar stevnur altíð sermerktar av friði og kærleika, hetta er vorðin ein sannroynd, tí soleiðis hava royndirnar verið líka síðan fyrstu al- tjóða stevnuna í 1946. Á henda hátt royna Jehova Vitni eisini at vísa á, hvussu kristindómurin roynist í veruleikanum. Úr Føroyum koma allar samkomurnar Her heima í Føroyum verð- ur eingin summarstevna, sum vanliga verður hildin á hvørjum ári, men allar 4 samkomurnar eru ístaðin bjóðaðar at koma niður á stevnu í Brøndby. Tað ber í sær, at nú eru størri og minni ferðaløg til reiðar at fara avstað. Og nógv gleða seg, tí summi hava ongan- tíð áður verið á altjóða stevnu, so tað verður stórur munur á tí stevnuni og van- ligu stevnunum her heima, har millum 100 og 150 eru hjástødd. Vit kunnu vænta at síggja nakrar føroyskar búnar, millum tjóðbúnar og fólkadraktir úr mongum øðrum londum. Øll eru vælkomin Stevnan er opin fyri al- menninginum, og tað er ókeypis atgongd. Og um tú kemur framvið, kanst tú umframt gleði og samfelag tvørturum landamørk, eis- ini hoyra eina skrá, ið er grundað á Bíbliuna, sum er fremsta lærubók hjá Jehova Vitnum. Har verða fyri- lestrar, samrøður, smærri og størri sjónleikir, ið eru upplæring í kristindómi. Skráin fer alla tíðina at leggja dent á at geva Gudi æru. T.d. verður dentur lagdur á, at lesa og elska Guds orð, og á henda hátt koma nærri til Hansara. Har verður leiðbeining til familjur og ung, og eisini um, hvussu Gud kann ærast við at mann vitnar ella bera boð um Hann og Hansara Ríki fyri øllum menniskj- um. Lond sum verða umboðað Australia, Bosnia, Brasilia, Burkina Faso, Curacao, Danmark, Estland, Finland, Føroyar, Grønland, Guate- mala, Holland, Írland, Ísland, Kanada, Kongo Kinshasa, Kroatia, Letland, Liberia, Litava, Malawi, Malta, Nicaragua, Norra, Ongland, Paraguay, Rus- land, Suðurafrika, Surinam, Svøríki, Taiwan, Thailand, Togo, Týskland, Uruguay, USA, Zambia, Zimbabwe. Trúboðarar koma úr nógv- um av hesum londunum, og summir av teimum hava fyrr boðað í Føroyum. Nøkur vanlig eyðkenni hjá Jehova Vitnum eru at tey: royna at skilja og liva eftir kristindóminum á sama hátt, sum tey kristnu í fyrstu øld trúgva at Bíblian er Guds boðskapur til menniskju, tí er hon leiðbeinari teirra fara út at bera tey góðu tíðindini um Guds Ríki, sum er einasta veruliga loysnin á tupuleikarnar í heiminum nýta Guds navn Jehova, og eru nevnd við hesum navn- inum, sum hansara vitni eru sannførd um at Jehova Gud er hin alvaldi, og at Hann við syni sínum Jesusi Krísti skjótt fer at beina óndskapin burtur og um- skapa jørðina til eitt para- dís. Altjóða stevna í friði og næstakærleika Statoilsamtakið roynir at loysa basaltknút C M Y K 14