Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juli 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 - 2. juli 2003 17 16 Nr. 122 - 2. juli 2003 Føroysku svimjarar- nir gjørdust akkurát ov stuttir til eitt fyrsta pláss í blandaðari stafett mánakvøldið. Fimm hundraðpartar av einum sekundi skiltu Føroyar og vinnandi landið. Før- oysku svimjararnir vórðu tó kolldømdir til innleiðandi um- fari, men eftir tógvið stríð, var fingið greiða á hesum SVIMJING Ingrid Guernsey: Fyrrapartin mánadagin svumu føroysku svimjararnir seg í finaluni í blandaðari stafett fyri menn. Ella rættari. Tað hildu teir seg hava gjørt, til teir hoyrdu, at frásøgumað- urin í hátalarunum ikki nevndi Føroyar at verða komnar víðari í finaluna. Tá nærri varð kannað, hvat var áfatt, varð skjótt funnið útav, at føroysku svimjararnir vóru koll- dømdir. Hetta komst av, at tá ryggsvimjingin varð av- greidd, og tá Kristoffur Hentze kom á mál eftir firvaldssvimjingina, var Kristoffur á veg upp áðrenn svimjarin í geilini við síð- unar av var komin á mál. Dómarin segði, at svimjar- arnir høvdu nortið við hvønn annan, og hetta hevði órógvað svimjaran í hini geilini. Eftir eini rúgvu av tog- togan aftur og fram, og eftir at tosað varð við høvuðs- dómaran og svimjaran hjá Hetlandi, sum svam í geil- ini við síðuna av, varð stað- fest, at Kristoffur hevði als ikki órógvað svimjingina, og kundu Føroyar tí koma við í finaluna. Spennandi Ellivu finalur vórðu av- greiddar mánakvøldið, og harav var føroysk luttøka í fýra. 100 metrar bringu- svimjing fyri menn, 50 metrar bringusvimjing fyri kvinnur, 1500 metrar frí fyri menn og blandað sta- fett fyri menn. Størsti spenningurin var uttan iva rundanum stafett- ina hjá monnunum, sum teir nú ætlaðu sær at taka í stórum stíli. Nøsin var sett upp ímóti gullinum, og ongin tóktist at ivast í, at so fór at vera. – Vit hava góðar vónir. Svimjararnir eru væl fyri, og fyrraparturin hevur sum heilt gingið væl. Tað hevur tó ikki verið nóg gott sam- anlagt, segði landliðsvenj- arin í svimjing, Petur Heðin á Fløtti, meðan tær 11 finalurnar vórðu avgreidd- ar. – Eg veit ikki, hví tað ikki hevur gingið. Tað er ikki tí, at svimjararnir eru illa fyri. Nógvar góðar tíðir hava verið, og Benthe setti føroyskt met í morgun. Tað kann væl vera, at tað eru nervar, og Benthe hevur til dømis ikki verið við til oyggjaleikir síðani 1997. Men nú koyra vit bara á, og vóna at síggja nógv heið- ursmerki teir komandi dagarnar. Tvey heiðursmerki vórðu til føroysku svimjararnar mánakvøldið. Men hvørgan av teimum var gjørt úr gull- ið. Ikki gekst heilt eftir vild til stafettina, og endaðu før- oysku svimjararnir á einum øðrum plássi. Fimm hundr- aðpartar av einum sekundi aftanfyri nummar eitt, sum gjørdist Bermuda. Tað var heilt sjónligt á svimjarunum tá teir komu úr hylinum, at hetta var ikki júst tað, sum teir høvdu ætlað. – Hetta var ikki ordiliga tað. Og um eg eri vón- brotin?, sigur Petur Heðin, meðan hann ger eitt lítið nikk við høvdinum. Spurdur um, hvat gekk galið, sigur føroyski lands- liðsvenjarin: – Teir svumu ov seint. Tann einasti, sum svam skjótt var Eivind. Føroyski landsliðsvenj- arin var ikki nakað serliga prátingarsamur eftir sta- fettina, og tað var ikki heilt frítt, at svimjararnir høvdu hug at ilskast eitt lítið sindur. Svimjararnir, sum svumu stafettina fyri Føroyar, vóru Dia Jacobsen, Eivind Eyst- uroy, Asbjørn Hansen og Kristoffur Hentze. Akkurát ov stuttir Bronsa Eitt heiðursmerki kom aft- urat í svimjingini. Asbjørn Hansen fekk eitt bronsu- merki í 100 metra bringu- svimjing fyri menn. Asbjørn kom á mál við tíðini 1.07.68 minuttir. Benthe Sikivat Andersen var við í 50 metra bringu- svimjing, og har gjørdist hon nummar fýra við tíðini 35.57 sekund. Andrass Thomsen kom beinleiðis í eina finalu í 1500 metra frísvimjing, og endaði hann har á einum fimta plássi við tíðini 16.42.78. minuttir. – Eg veit ikki, um eg eri nøgdur. Tað kundi verið betri. Tá eg svam í 1999, varð eg 10 sekund seinni á mál, so eg havi bara tikið meg 10 sekund fram í fýra ár, segði ein heldur mis- nøgdur Andrass Thomsen eftir 1500 metrar frísvimj- ingina. Føroysku svimjararnir vóru bert fimm hundraðpartar av einum sekundi frá Bermuda, sum vann stafettina fyri menn Hesir svumu stafettina í 200 metrar blandað fyri menn: F.v: Asbjørn Hansen, Eivind Eysturoy, Kristoffur Hentze og Dia Jacobsen. Føroysku svimjararnir gjørdust akkurát ov stuttir til eitt fyrsta pláss Asbjørn Hansen vann bronsu í 100 metra bringusvimjing fyri menn mánakvøldið