Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juli 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 - 2. juli 2003 19 19 18 Nr. 122 - 2. juli 2003 C M Y K 18 Føroysku fimleika- menninir vóru bara 0,1 stig frá gullinum. Tá alt kom til alt var tað Isle of Man, sum reyk avstað við gull- inum í liðkappingini. Men í og við, at før- oysku menninir vunnu silvur í fim- leiki, fingu teir fyrsta føroyska heiðurs- merkið hjá Føroyum til hølvdar á hesum oyggjaleikunum FIMLEIKUR Álvur/Ingrid Guernsey: Seinnapartin mánadagin fór liðkapping- in í fimleiki fyri menn av bakkastokki. Vónirnar und- an dystinum vóru stórar, og høvdu føroysku fimleikar- arnir sett nøsina upp ímóti gullinum. Men so gjørdist ikki. Tá øll stigini hjá londunum vóru samantald, endaðu Føroyar á einum øðrum plássi, bert 0,1 stig aftanfyri Isle of Man. - Tað var pissi-ergiligt fyri at siga tað beint út, segði føroyski landsliðs- venjarin, Henrik Berthelsen eftir liðkappingina. - Sum kappingin leið, gjørdust stigini hægri og hægri, og tá var tað ógvu- liga óheppið, at vit skuldu byrja, og Isle of Man var síðst, so tað kann væl vera, at vit hava mist ein tíggj- undapart av einum stigi við at byrja fyrst. Landsliðsvenjarin vísir á, at onki alment lutakasti hevur verið, og at Føroyar byrjaðu fyrst bæði í kvinnuliðkappingini og hjá monnunum. Og Føroyar byrja eisini mikudagin. - Um tað hevði verið eitt lutakast, so hevði tað verið í lagi, men vit byrja hvørja ferð. Og nú var tað eisini soleiðis, at Høgni var skaddur, og um hann hevði verið við, so høvdu vit vunnið. Men nú vóna vit bara, at tað verður betri næstu ferð, sigur Henrik Berthelsen. Vónbrotnir Kappast var, eins og hjá kvinnunum, í lopi og á gólvinum. Tað gekk væl hjá føroysku fimleikarunum, og bendi alt á, at teir fóru at vinna kappingina. Til Isle of Man skuldi fyri seinastu ferð á gólvið. Tá mistu føroyingarnir á stokkinum. - Tað skal sigast beinan- vegin, at hesuferð var tað øðrvísi enn seinastu ferð, tá vit gjørdust nummar tvey, segði Helgi Winther Olsen beint eftir liðkappingina. - Tá var tað beinleiðis snýt. Hesuferð gjørdu teir góðan fimleik, tað skal sigast. Onki var yvir at dylja, at føroysku fimleikararnir vóru vónbrotnir av at vera so stutt frá gullinum, men Helgi ivast ikki í, at um teir høvdu verið við í øðrum umfari, so høvdu teir vunnið. - Vit koyra í fyrsta heati, og tá næsta heat kemur á gólvið, so eru stigini hægri, og tað er júst tað, sum vit hava tapt uppá. Tað hevði verið betri um tað var eitt lutakast, men eg giti, at um vit spyrja, so verður sagt, at tað var eitt lutakast, sigur Helgi. Føroyski fimleikarin sigur, at tað tó verður meira spennandi mikudagin. Tá er tað frí kapping og tá ber alt til. - Mikudagin verður tað mann ímóti manni, og tá snýr tað seg um, hvør verð- ur tann besti. - Fyri at venda aftur til kappingina í dag, so havi eg verið við í liðkappingini hvørja ferð, síðani hon kom við í 1997, og vit eru blivn- ir nummar tvey hvørja ferð, sigur Helgi. - Vónirnar eru altíð at fáa hatta gullið, men tað gong- ur ongantíð. Tað virkar, sum yvirmaktin er ímóti okkum, og tað er avgjørt frammanundan, at vit ikki skulu vinna. Tá kappingin var liðug hevði føroyska liðið fingið 55,85 stig, og endaði, sum sagt á øðrum plássi. Og tá er tað ikki ringt at rokna út, at tá føroyska liðið var 0,1 stig frá gullinum, at Isle of Man fekk 55,95 stig. Føroyska silvurmerkið í fimleiki er fyrsta heiðurs- merkið Føroya hava fingið á hesum oyggjaleikunum. 0,1 stig frá gullinum Helgi Winther Olsen fekk 9,35 í lopi, og 9,5 fyri framførsluna á gólvinum Føroysku fimleikararnir vunnu silvur í liðkappingini fyri menn mánadagin. Teir vóru bert 0,1 stig aftanfyri Isle of Man Fimleikari Lop Gólv Tórarin Holm Petersen 9,4 9,1 Poul Esber Hanusarson 9,25 9,1 Gutti Harryson 9,4 8,6 Helgi Winther Olsen 9,35 9,5 Samanlagt 55,85 og gjørdist hetta til eitt annaðpláss og harvið eitt silvurheiðursmerki Føroysku bogaskjútt- arnir fáa munandi harðari mótstøðu hesaferð, enn tey áður hava fingið, og gull hjá einstaklingunum er ikki longur nøkur sjálvfylgja. Men enn tykist compound liðið at stevna beint móti gullinum BOGASKJÓTING Álvur/Jákup Guernsey: Ein av kapping- argreinunum, har Føroyar hava verið mest sum vísar í heiðursmerkjum av fínasta slag, hevur verið bogaskjót- ing. Ikki minst hava hjún- ini, Schandorff og Sigrid Vang, verið undangongu- fólk á økinum, og síðani leikirnar á Gibraltar eru hópur av heiðursmerkjum fingin til høldar. Tað verður helst so, at okkurt legst afturat savnin- um týsdagin – og kanska hósdagin við - men talan verður so langt ífrá um nøkur einaráðandi gull- merki. Støðið í kappingini er nevnliga hækkað, síðani skjótingin kom framat í Oyl høpi, og tó at hetta so merkri ein fyri okkum longri veg eftir heiðurs- merkjum, so er tað fyri skjúttarnar sjálvar nú munin stuttligari at kapp- ast. Á mannfólkasíðuni í Compound er oddafiskurin eftir tey bæði fyrstu umførini Heath Perett av Jersey við 627 stigum. Hetta eru 10 fleiri enn Schandorff Vang á øðrum plássinum, og tað er ein munur, sum verður torførur at taka aftur, tá skotið verður á 50 og 30 metrum týsdagin. Her er talið av hálv- og heilkiksaðum píl- um vanliga ikki serliga stórt, og tí vóru vónirnar hjá føroyingunum um enn eitt gullmerki her ikki at teimum best. - Sjálvandi er tað møguligt, men so skal Perett dumma seg nógv, og tað rokni eg ikki við, at hann fer at gera. Hann hevur skotið sera væl nú í longri tíð, so tað verður ringt at gera nakað við, heldur Schandorff sjálvur. Føroyski toppskjúttin man tó serliga iðra seg um fyrsta umfarið, har hann bert fekk 36 stig av 60 møguligum. Næsti føroyingurin á listanum er Per Holm And- ersen, sum undan seinna degnum í hesi kappingini var á fjórða plássinum – bert trý stig aftan fyri Schandorff, so har er ógvuliga javnt í silvur- og bronsudystinum. Hjá kvinnunum plagar betra helvtin hjá Schan- dorff, Sigrid, vanliga at standa seg væl, og higartil hevur hon lagt seg á triðja plássið í kappingini við 612 stigum. Og tað má sigast, at hon liggur rættiliga trygg her, áðrenn styttru teinarnir verða skotnir. Hinvegin, so er eisini hampuliga langt upp til fremru sessirnar, har ein skjútti av Isle of Man og ein av Hetlandi hava ávíkavist 623 og 619 stig. Liðið tekur gull Sostatt tykist tað ikki, sum um føroyingarnir fáa nakað gullmerki við sær sum ein- staklingar í hesum umfarin- um, men tá talan er um lið- kappingina, eru Føroyar framvegis væl fyri. Men eisini her er kapp- ingin nú av álvara farin at merkjast. Munurin niður til silvurið, sum áður hevur verið um 1.000 stig, og sum seinast var um tey 200, er nú minkaður niður í 22. Og tað er fyrst og fremst hesin munurin, sum skal haldast. Nakað av síðuvindi var mánadagin, tá skotið varð, og hetta órógvaði skjútt- arnar nakað. Ikki minst á longstu teinunum, har ein lítil hvirla annan vegin kann merkja munin millum ein tíggjara og sjey’ara. Hinvegin er ávirkanin av hesum ikki eins stór, nú 50 og 30 metrarnir skulu skjót- ast, og tað skal helst vilja illa til, um ikki eitt gull- merki skal fáast til høldar. Head to Head miku- dagin Eftir at liðkapp- ingin í bogaskjót- ing skuldi verið avgreidd týsdagin, skuldi farast undir sokallaðu head to head skjótingina miku- dagin BOGASKJÓTING Jákup Hóast lið- og einstak- lingakappingarnar í traditionellu boga- skjótingini vóru av- greiddar eftir evsta- mark okkara, so fáa føroysku skjúttarnir ikki frí enn. Longu mikudagin verður farið undir so- kallaðu head to head kappingina, sum er ein kapping, har skjútt- arnir kappast ein og ein móti hvørjum øðr- um í knock-out skip- anini. Tað merkri við øðr- um orðum, at tað bara er vinnarin, sum held- ur fram í kappingini, og tó at mótstøufólkini verða styrkismett und- an hesum, so hendir tað javnan, at onkur heilt stór yvirraskilsi eru at síggja. Talan er um mun- andi færri pílar, sum skulu skjótast, og tí eru valla ráð at kiksa eina tí einastu ferð, um tann so týdningarmikla sál- arliga javnvágin ikki skal fara í hundarnar. Spurningurin er so, hvussu føroysku skjúttarnir fara at standa ímóti trýstinum miku- og vónandi eis- ini hósdagin. Sum støðan er í løt- uni, so verða at kalla allir føroyingarnir flokkaðir í ovasta styrkisbólkin undan kappingini. Liðið fer eftir gullinum Føroysk lutøka í compund-kappingini Menn Navn 90 70 íalt pláss Schandorff Vang 300 317 617 2 Per Holm Andersen 295 319 614 4 Anders Jønsson 286 320 606 6 Jóannes Poulsen 295 299 594 7 Kvinnur Navn 70 60 íalt pláss Sigrid K. Vang 301 311 612 3 Alberta Gaardlykke 219 240 459 10 Serliga á 90 metrunum mistu føroysku menn- inir nógv mánadagin, men hóast hetta kostar í einstaklinga- kappingini, so stevnir liðið samanlagt beint móti gullinum