mikudagur 2. juli 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 122 - 2. juli 2003
21
21
20
Nr. 122 - 2. juli 2003
C
M
Y
K
20
Bólkaspælið tykist
bert at vera ein av-
greiðsluspurningur
hjá Føroyum, sum
eftir øllum at døma
skulu dystast við
Gotland um gullið
FÓTBÓLTUR
Álvur/Jákup
Guernsey: Næsti dysturin
hjá føroyska kvinnulands-
liðnum í fótbólti var á
skránni mánakvøldið, tá
Isle of Wight stóðu fyri
skotum.
Tað var lítið at ivast í, at
Føroyar vóru risa favorittar
at vinna dystin, og tó at
venjarin hevði nýtt høvið at
gera fleiri útskiftingar á
liðnum, so høvdu okkara
lítlar og ongar trupulleikar
av at vinna ein sannførandi
sigur.
Fyrri
hálvleikur
var
kanska dekan ov trilvandi,
og til tíðir var spælið rætti-
liga óskipað í royndunum at
fáa so nógv mál sum gjør-
ligt, men hóast hetta, so var
alla tíðina talan um eitt
støðugt trýst omaneftir.
Hesum megnaðu tær av
Wight als ikki at standa
ímóti, og tó at tað gekst
heldur striltið, eftir Halltóra
eftir góðum minutti hevði
langað bóltin inn, so var
ongan tíð vandi á ferð hin-
vegin.
Helst Gotland
Føroyska liðið hevur nú
bert ein dyst eftir í bólka-
spælinum, áðrenn farið
verður til hálvfinalurnar. Í
seinasta dystinum skulu
Føroyar hitta Jersey, sum
somuleiðis hevur seks stig
fyri tveir dystir, men sigrar-
nir hjá teimum hava als ikki
verið eins sannførandi sum
okkara, og her á staðnum
ivast fáur í, at Føroyar
eisini fara at fáa fult fyri
tann dystin.
Í hálvfinaluni verður
mótstøðan av antin Got-
landi ella Guernsey. Hesi
bæði liðini hava vunnið
tveir dystir hvør, men skal
metast eftir úrslitunum, so
verður tað helst Gotland.
Tær hava á sama hátt sum
Føroyar vunnið nakrar sera
sannførandi sigrar, meðan
Guernsey meira at kalla
hevur strítt seg til sigrarnar.
Og spurningurin er so,
hvat Gotland hevur at
bjóða. Fyri tveimum árum
síðani gjørdist talan um
sannan gysara í finaluni, tá
mótstøðan var av Álandi,
og er Gotlan á leið á sama
støði sum hesar, so verður
talan um eina sera trupla
uppgávu hjá føroyska lið-
num. Men fyrst skal plássið
í finaluni vinnast, og tað
gerst best við tveimum
sigrum afturat.
Dysturin í tølum
Isle of Wight-Føroyar
0-11 (0-4)
0-1: Halltóra Joensen
0-2: Eyðvør úr Dímun
0-3: Rannvá Andreasen
0-4: Halltóra Joensen
0-5: Sólva Joensen
0-6: Halltóra Joensen
0-7: Malena Josephsen
0-8: Halltóra Joensen
0-9: Eyðvør úr Dímun
0-10: Eyðvør úr Dímun
0-11: Heidi Heinesen
Føroyar: Randi Wardum –
Kristina D. Simonsen, Bára
Skaale,
Silja
á
Borg,
Annelisa Justesen – Sólvá
Joensen, Eyðvør úr Dímun,
Rannvá Andreasen, Eyðfríð
Kristiansen – Ása Dam á
Neystabø, Halltóra Joensen
Har var eingin slingur
í valsinum hjá mans-
liðnum í flogbólti, tá
teir mánadagin
høvdu tveir dystir á
skránni
FLOGBÓLTUR
Álvur/Jákup
Eftir harða dystin móti
Álandi sunnudagin, var tað
at kalla meira gerandisdag-
ur hjá føroysku flogbólts-
harrunum
mánadagin.
Tveir dystir vóru á skránni
móti ávíkavist Caymann og
Grønlandi, og fyrst og
fremst ráddi bara um at fáa
neyðugu sigrarnar, soleiðis
at oddasessurin í bólkinum
kundi varðveitast.
Ruddiligt
Og talan gjørdist eisini um
tveir
ruddiligar
sigrar.
Beint eftir døgurða var tað
Caymann, sum stóð fyri
skotum. Caymann er annars
eitt av liðunum, sum hevur
tikið seg nógv fram seinnu
leikirnar, og ikki minst er
tað undirhaldandi at síggja,
tá teir í smashunum geva
seg at kalla 100% hvørja tí
einastu ferð. Einki við at
ein bóltur kann leggjast í
tómt øki ella líknandi. Har
skal snøgt sagt bara power
á.
Trupulleikin hjá teimum
er so, at teir at kalla einki
vápn hava, og hetta dugdu
føroyingarnir til fulnar at
gera sær dælt av. Spælið hjá
okkara var munandi breið-
ari enn hjá mótstøðuni, og
tað tók heldur ikki liðnum
meira enn góðan tíma, so
var sigurin fingin til høldar.
Seinni dysturin var so
ímóti Grønlandi, og heldur
ikki her var stórvegis at
rafla um. Venjarin kundi
enntá loyva sær tað luxus at
senda
fleiri
av
minni
royndu leikarunum í dyst.
Bæði fyri at geva hesum
neyðugu royndirnar, men
sjálvandi eisini fyri at spara
teir, sum kunnu væntast at
fáa
avgerandi
leiklutir
seinni.
Úrslitið av dystinum tal-
aði eisini fyri seg. Føroyar
vunnu ein tryggan 3-0
sigur, og tað sigur kanska
heldur ikki so lítið, at hesir
báðir dystirnir tilsamans
tóku minni tí enn gysarin
móti Álandi gjørdi sunnu-
dagin.
Serliga høvdu grønlend-
ingarnir ilt við at sleppa
fram við føroyska blokkin-
um, tá smashini vórðu latin
avstað, og tó at føroyingar í
fleiri førum høvdu hug at
satsa ov nógv, so var tað
fløvandi
at
síggja,
at
álopsspælið eisini kann
vera ágangandi, hóast Rúni
Weihe situr á beinkinum og
hvílir seg nakað.
Gotland ella Bermuda
Enn er bólkaspælið í flog-
bóltinum ikki heilt liðugt,
men við fullum stigatali
eftir trimum dystum skal
vilja heilt illa til, um før-
oyingarnir
ikki
vinna
bólkin. Til hetta krevst ein
sigur í seinasta dystinum,
sum verður ímóti stigaleysa
Jersey.
Hinvegin tykist spenn-
ingurin vera stórur um, hvat
mótstøðulið føroyingarnir
skulu fáa í hálvfinaluni.
Her varð annars rokna við,
at tað skuldi gerast Got-
land, at hesir høvdu tapt
fyri Saaremaa, men síðani
er Bermuda av álvara farið
at gera um seg. Fyrsta
dystin taptu teir annars
greitt fyri Saaremaa, men
síðani hava teir bara vunn-
ið, og saman við Gotlandi
hava teir fýra stig fyri
tríggjar dystir.
Avgerandi dysturin teirra
millum skuldi leikast týs-
dagin, og verður tað vinn-
arin her, sum eftir øllum at
døma skal royna seg ímóti
Føroyum í hálvfinaluni.
Isle of Wight-Føroyar 0-11 (0-4):
Við fullari ferð
Heldur ikki Isle of Wight megnaði at geva Føroyum nevnivert av mótstøðu, og annan dagin á
rað gjørdist talan um 11-0 sigur til føroyska liðið
Føroyar-Caymann 3-0 (25-15, 25-17, 25-17) & Føroyar Grønland 3-0 (25-12, 25-19, 25-17):
Halda beina kós móti oddasessinum
Føroyingarnir høvdu ikki stórvegis trupulleikar av Grønlandi, og tað taldi avgjørt eisini rætta
vegin, at onkur av stuðulsleikarunum fekk dagin at hvíla seg í
Ingibjørg
nummar
fimm
Í kúluvarpi fyri kvinn-
ur her á oyggjaleik-
unum, var finalan av-
greidd
seinnapartin
mánadagin.
Ingibjørg
Poulsen
umboðaði Føroyar í
kúluvarpi, og endaði
hon á einum samlað-
um fimta plássi. Úr-
slitið hjá henni gjørdist
10,38.
-ib
Paul Farley av Isle of
Wight leyp um bukk
á talvuni, tá hann
betraði persónliga
metið við seks metr-
um
SLEGGJUVARP
Álvur/Jákup
Ein av teimum, sum van-
liga plagar at vera við heilt
har frammi, tá heiðurs-
merki skulu handast, er
Heri Ziska. Har eru tað
sleggjuvarpið og diskos-
kastið, sum plaga at kasta
nakað av sær, og mána-
dagurin var so dagurin, tá
sleggjan skuldi varpast
úteftir.
Snýttir av Farley
Undan kappingini varð
mett, at Heri helst skuldi
stríðast um bronsuna við
fyrst og fremst Paul Farley
av Isle of Wight. Andy
Frost at Isle of Wight er
vanliga somikið einaráð-
andi, at hann mest sum
uttan at ómaka sær tekur
sær av gullinum, meðan tað
skuldi liggja heilt væl fyri,
um Heri skuldi fara at
dystast við Gustafsson av
Gotlandi, sum varð mettur
sum upplagdur silvurvinn-
ari.
Og í kappingini var tað
alla tíðina so, at Heri var
við í stríðnum um brons-
una. Tað óvæntaða var, at
hetta var í dysti við
Gustafsson. Farley, sum
ongan tíð áður er farin upp
um teir 44 metrarnar, tveitti
alt fyri eitt sleggjuna út á
50 metrar, og hetta rakk til
silvurmerkið. Gullið tók
Frost sær av í tí heilt stóra
stilinum. Eitt kast hjá
honum miseydnaðist, tá
sleggjan endaði uttan fyri
kastibreytina, men annars
varð nýtt Oyl-met sett fyri
hvørt kastið. Tað seinasta
og longsta heilt úti á 65,82
metrum.
Heri var fyri tað mesta at
finna á fjórða plássinum,
men í næst seinasta kastin-
um kom hann út á 46,67
metrar. Hansara longsta
kast í fýra ár, og tá hetta
samstundis var 10 senti-
metrar meira enn Gustafs-
son, var bronsan nú í hond.
Her var hon so fram til
seinasta kastið hjá gotlend-
inginum,
sum
ripaði
sleggjuna beint út um 48
metrar, og so stóð greitt, at
talan gjørdist ikki um
heiðursmerki hjá Hera.
Mítt tørn
Tað í sjálvum sær er sjálv-
andi eitt afturstig, nú hann
hevur gjørt tað til mest sum
ein vana at hava metal heim
við sær aftur, men sjálvur
lat Heri tó ikki heilt so illa
at eftir kappingina.
- Sjálvandi er tað keði-
ligt, tá man ikki fær heið-
ursmerki, men hinvegin
kann eg heldur ikki vera
heilt ónøgdur. Eg kastaði jú
tað besta kastið, sum eg
havi havt í fýra ár, og undir
vanligum umstøðum vildi
hetta eisini verið nóg
mikið. Men Farley snýtti
okkum. Hann betraði seg
sjálvan við yvir seks metr-
um, og tað er jú einastand-
andi flott. Kanska er tað
eisini bara tað, at tað nú var
mín túrur at verða snýttur.
Sum oftast havi eg sjálvur
togað meg eitt sindur
óvæntað upp, men nú gekk
tað so ikki.
Men tú vart jú á bronsu-
plássinum undan seinasta
kastinum hjá Gustafsson.
Er tað ikki eitt sindur hug-
stoytt at missa somikið
seint í kappingini.
- Tað er tað kanska. Men
Gustafsson er javnan oman
fyri teir 50 metrarnar, so eg
hevði alla tíðina ein var-
huga av, at hann fór longur
upp, men tað rakk so bara
til bronsuna hjá honum.
Fer eftir gullinum
Eftir sleggjuvarpið er nú
bara kringlan – ella diskos
– eftir hjá Hera. Her eru
møguleikarnir fyri heiðurs-
merki av tí heilt fína slag-
num nokk eisini betri enn í
sleggjuvarpinum, og Heri
dylur ikki fyri, at hann fer
eftir tí besta.
- Eg fari eftir gullinum.
Tað er so einki at ivast i.
Men tá tað er sagt, so skal
eisini leggjast afturat, har
kann mest sum alt henda.
Sjálvur kasti eg alt ov óstøð-
ugt í løtuni, tí ein skaði hev-
ur noytt meg at broyta tek-
nikk, og so leingi sum hesin
ikki er fínpussaður, so
svinga úrslitini millum tað
heilt góða og tað vánaliga.
So mugu vit bara vóna, at
tað verður tað góða lagið
hesaferð, og eg havi tað
vanliga so, at besta kastið á
árinum kemur á oyggja-
leikunum, so hvør veit,
segði Heri Ziska at enda.
Nummar
fimm
á 10 km
Borgarhjørt Holm var
einsamøll
føroysk
kvinna,
tá
10.000
metrarnir
stóðu
á
skránni týsdagin.
Ætlandi skuldi Rig-
mor N. Arge eisini
taka lut í hesi kapping-
ini, men hon hevur ein
minni skaða at dragast
við, og tí varð ikki
ráðiligt, at hon skuldi
renna bæði á hesum og
á hálva marathon-tein-
inum.
Borgarhjørt
rann
teinin í tíðini, 39.01,6
og rakk hetta til eitt
fimta pláss. Eitt langt
skifti var Borgarhjørt
annars á fjórða pláss-
inum, men nakað eftir
teir fimm kilometr-
arnir varð hon yvir-
hálað av einari av Ald-
erney.
-jm
Borgarhjørt Holm
stríddist leingi um fjórða
plásisð á 10.000 teinin-
um
- Sum oftast havi eg sjálvur togað meg eitt sindur óvæntað upp, men nú gekk tað so ikki, segði Heri Ziska eftir fjórða plássið í sleggjuvarpinum
Heri uttan
heiðursmerki
Ingibjørg Poulsen endaði
á einum fimtaplássi í
kúluvarpi fyri kvinnur
mánadagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Evald í
finaluna
Føroyski
rennarin,
Evald
við
Garð,
tryggjaði sær seinna-
partin
mánadagin
pláss í finaluni í 800
metra renning fyri
menn.
Henda finalan varð
avgreidd seinnapartin í
gjár, týsdag, so vit
megnaðu ikki at fáa
hetta við innan evsta
mark var farið.
Evald, sum rann í
geil
nummar
sjey,
endaði á einum fjórða
plássi
við
tíðini
2,02.46 minuttir.