Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juli 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 122 - 2. juli 2003 Føroysku tennisspæl- ararnir fóru aftur í eldin í gjár. Singlur- nar fóru í gongd fyrrapartin og um 11 tíðina, spældu før- oysku spælararnir fyrsta dystin TENNIS Álvur/Ingrid Guernsey: Í gjár var tíð hjá føroysku tennisspælarun- um at finna ketsjararnar fram aftur, tí tá byrjaðu singlurnar hjá føroysku monnunum. Tennisskráin er tó seink- að eitt sindur av tí, at tað regnaði so illa seinnapartin mánadagin, og vøllurin var so vátur. Men ein tíma eftir ætlaðu tíðarskránni fór fyrsti før- oyski spælarin á vøllin. Tað eydnaðist okkum tó ikki at fáa nakað úrslit áðrenn evstamark. Doublurnar vóru eisini á skránni í gjár, so tá dagurin var liðugur, høvdu allir føroysku tennisspælararnir verið á vøllinum. Vit frætta meira um hesi úrslitini í blaðnum í morg- in. Ketsjarnir fram aftur Oyl-støður Borðtennis, lið Bólkur B v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Guernsey 5 5 -0 29 6 23 10 2 Gotland 5 4 -1 27 8 7 9 3 Grønland 5 3 -2 17 18 1 8 4 Føroyar 5 2 -3 20 15 1 7 5 Áland 5 1 -4 5 29 -10 6 6 Orkney 5 0 -5 6 28 -12 5 Flogbóltur, kvinnur Bólkur A v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Grønland 2 2 -0 6 0 6 6 2 Føroyar 1 1 -0 3 0 3 3 3 Hitra 1 1 -0 3 2 1 3 4 Cayman 2 0 -2 2 6 -4 2 5 Gibraltar 2 0 -2 0 6 -6 2 Flogbóltur, menn Bólkur A v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Føroyar 3 3 -0 9 2 7 9 2 Grønland 3 1 -2 3 7 -4 5 3 Áland 2 1 -1 5 3 2 4 4 Cayman 2 1 -1 3 4 -1 4 5 Jersey 2 0 -2 2 6 -4 2 Fótbóltur, kvinnur Bólkur B v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Føroyar 2 2 - 0 - 0 22 0 22 6 2 Jersey 2 2 - 0 - 0 8 2 6 3 3 Isle of Man 2 0 - 0 - 2 1 15 -14 0 4 Isle of Wight 2 0 - 0 - 2 1 15 -14 0 Í gjár, týsdag, skuldi avgerðin fella, hvar oyggjaleikirnir verða í ár 2007. Tvey lond eru um boðið. Isle of Wight og Rhodes OYGGJALEIKIR Álvur/Ingrid Guernsey: Um middags- leitið í gjár skuldi avgerðin fella, hvat land verður vertsland fyri oyggjaleik- unum í ár 2007. Tað er langt síðani av- gjørt, at næstu ferð, tað vil siga í 2005, verða oyggja- leikirnir í Hetlandi, og í 2007 stendur slagið millum Isle of Wight og Rhodes. Avgerðin verður tikin á árliga aðalfundinum hjá Altjóða Oyggjaleika- nevndini, har londini skulu atkvøða um, hvar leikirnir skulu vera. Vit megnaðu tíverri ikki at fáa úrslitið við áðrenn evstamark okkara, men í blaðnum í morgin vita vit endaliga úrslitið. Og landið er ... Avgerðin skuldi í gjár fella, hvør verður vertur fyri oyggjaleikunum í 2007. Slagið stóð millum Isle of Wight og Rhodes. Henda myndin er frá setanini her á Guernsey Kristin Joensen skuldi í gjár á vøllin at spæla single fyri menn í tennis Týsmorgunin var avgerandi dysturin um næst fremsta plássið í bólki B í mans- flogbólti. Her hevur Saare- maa mest sum tryggjað sær oddasessin, men dysturin um næsta plássið sum gevur atgongd til hálvfinal- una hevur verið harður. Frá byrjan mundu fá ivast í, at Gotland var favorittur- in til hetta plássið, men nýggju luttakararnir úr Bermuda hava tó víst nakað annað. Eftir at teir í fyrsta dystinum fingu rættiligan bank frá Saaremaa, hevur spælið hjá Bermuda verið alsamt betri, og tí var spenningurin undan Got- landsdystinum hjá teimum stórur. Her vann Gotland fyrsta settið 25-12, men so kom Bermuda. Tey bæði næstu settini vórðu vunnin rætti- liga sannførandi við 25-15 og 25-19, áðrenn teir í ein- um sera spennandi fjórða setti vunnu 27-25. Sostatt verður tað Ber- muda, sum nú skal hitta Føroyar í hálvfinaluni, meðan Gotland fyri fyrstu ferð í mannaminni má siga farvæl til flogbóltin eftir bólkaspælið. - jm Bermuda í hálvfinaluni Nýggju luttakararnir av Bermuda hava veruliga gjørt vart við seg í flogbóltinum, og nú hava teir vunnið seg fram til hálvfinalurnar, har teir skulu hitta føroysku menninar Mynd: Álvur C M Y K 22 Nr. 122 - 2. juli 2003 23 Jóansøku- súkklingin hjá børnunum SÚKKLING Tíðindaskriv Í fagrasta veðri møttu børnini mannsterk til súkklingina á jóansøku. Fýra bólkar vóru, og súkklað varð á Ovara vegi, frá Sjúkrahúsinum og so inneftir. Bólkur 1, tey 6-7-8 ára gomlu súkklaðu 2 km. Bólkur 2, tey 9-10-11 ára gomlu súkklaðu 4 km. Bólkur 3, tey 12-13-14 ára gomlu súkklaðu 6 km. Unglingarnir súkklaðu til Øravíkar og aftur, ein teinur ið var 15 km. Bólkarnir byrjaðu soleiðis, at tey, ið skuldu súkkla longst, byrjaðu fyrst. Unglingarnir og bólkur 3 súkklaðu tíðarsúkkling, t.v.s. at tey byrjaðu við ávísum tíðarbili ímillum hvønn súkklara. Hjá bólkunum 1 og 2 var samlaður startur brúktur, t.v.s. at øll stóðu á startstrikuni tá startskotið ljóðaði. Alt gekst væl, og komu øll á mál í øllum góðum. Til jóansøkusúkklingina hesaferð møttu so nógv børn sum ongantíð fyrr, og at ansa ferðsluni vóru so nógvir løgreglumenn, at slíkt bara er sæð á Tvøroyri til kongavitjanir, so folk kunnu trygg senda børnini til slíkar kappingar. Úrslitið av kappingini var hetta: Bólkur 1, tey 6-7-8 ára gomlu Dreingir: 1. Pætur Magnussen. 2. Egi Kárason Djurhuus 3. Bergur Mørkøre. 4. Pætur Michelsen 5. Hákun Hoffgaard 6. Rani Arnason Johansen 7. Aron Joensen & Torkil Thomsen Gentur: 1. Marin Dimon 2. Valborg Johannesen 3. Rebekka Magnussen 4. Sólja Jensen Bólkur 2 Dreingir. 1. Finnur Mellemgaard 2. Niels Christiansen 3. Gilli Sørensen Gentur. 1. Evi Johannesen 2. Noomi Michelsen Bólkur 3 Dreingir. 1. Torkil Weihe Tíðin: 7.45 2. Poul Andr Ziska Tíðin: 8.07 3. Jákup Lutzen Tíðin: 8.16 4. Rúni Bláfoss Tíðin: 8.17 5. Sigmundur Olsson Tíðin: 8.34 6. Rani G Jacobsen Tíðin: 8.42 7. Regin D Thomsen Tíðin: 9.18* * Sigast skal, at meðan seks teir fyrstu høvdu góðar kappingarsúkklur, so brúkti Regin eina fjallasúkklu, so sjálvt um hann endaði á aftasta plássinum, so var úrslitið sera gott. Unglingar 1. Bergur Johansen 2. Dánjal Michaelsen FRÆLSUR ÍTRÓTTUR Tíðindaskriv Beint áðrenn farið varð til Oyggjaleikir á Guernsey, skrivaðu Frælsur Ítróttur Føroya og MBM undir samstarvsavtalu. Við av- taluni gerst MBM nýggjur høvuðsstuðul hjá frælsa ítróttinum. Oyggjaleikaluttøkan er vanliga ein av heilt stóru útreiðslunum hjá frælsum ítrótti, soleiðis at tað hevur verið neyðugt at avmarka virksemið millum árini fyri at hava fíggjarliga orku at senda eitt landslið avstað til oyggjaleikir hvørja ferð. Við avtaluni við MBM verða fíggjarligu karmarnir hjá frælsa ítróttinum mun- andi bøttir. Hóast stór tilgongd hevur verið seinnu árini innan motiónsrenning á vegunum kring landið, hevur tað víst seg at vera ein stór avbjóð- ing at økja áhugan fyri frælsum ítrótti innan lop, kast og renning á renni- breyt. Hetta kemst fyrst og fremst av, at bert eitt øki er til slíkt virksemi í landin- um. Báðir partar vóna, at avtalan fer av styðja upp undir menningarætlaninar hjá FÍF, sum í fyrstu syftu snúgva seg um at geva børnum og ungum betri møguleikar at íðka frælsan ítrótt í venjing og kapping. Frælsur Ítróttur Føroya fer í næstum undir at skipa fyri venjaraskeiðum innan frælsan ítrótt. Frælsur Ítróttur fingið nýggjan høvuðsstuðul Heri Ziska, Jan Nielsen frá MBM og Rigmor N. Arge eftir at avtalan millum Frælsan Ítrótt Føroya og Mjólkarvirki Búnaðarmanna er undirskrivað 23