Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juli 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 122 - 2. juli 2003 Gravgangur eftir nýggjum bátum Bátasmiðurin tykist hava bíleggingar niðurfyri til komandi árið og kanska eitt sindur afturat KAPPRÓÐRABÁTAR Jóannes Hansen Manningarnar, sum í ár luttaka í FM kappróðrinum eru eitt sindur færri, enn tær hva verið seinastu árini. Tær hava ofta knappast um teir trýss. Nú eru tær 48–49. Hetta kundi verið ábending um, at áhugin fyri kappróðrinum ikki er so stórur nú, sum hann hevur verið undanfarnu árini. Men tað heldur Sámal Han- sen, sum seinastu fimm ár- ini hevur smíðað flestu nýggju kappróðrarbátarnar, ikki nýtist at vera soleiðis. Og hann hevur nakað at hava sína áskoðan í. Bátasmiðurin fær javnan fyrispurningar frá kapp- róðrarfeløgum, sum tosa um og kanska ætla sær at fáa nýggjankappróðrarbát og kanska nýggjar kapp- róðrarbátar. Um allir fyri- spurningarnir, sum Sámal Hansen hesa síðstu tíðina hevur fingið, gerast til veruleika, so hevur hann nóg mikið at takast við í hvussu so er fram til næsta róðrarár og kanska eitt sindur longri enn so. – Eg havi fingið nógvar fyrispurningar, og fleiri teirra tykjast vera rættuliga seriøsir. Viðhvørt dettur ætlanin niður fyri hjá onkr- um, sum hava tókst rættu- liga uppsett, meðan kapp- ingin hevur gingið fyri seg. Tað vil altíð vera soleiðis, og tí ber tað illa til hjá mær bara at siga, at tað ikki er hugsningur um hjá øðrum enn teimum, sum higartil hava ætlað sær at fáa nýggj- an bát, at fáa hetta gjørt undan komandi róðrarár- inum, men áhugin tykist vera stórur fyri nýggjum bátum. Bara í einum bólki Sámal Hansen heldur frá- greiðingina upp á, at áhug- in fyri nýggjum bátum nú er so stórur vera heilt nátúrliga og upplagda. – Um vit fara 2–4 ár aftur í tíðina, so vóru fáir nýggir og nógvir lutfalsliga gamlir kappróðrarbátar. Myndin er síðani vend heilt á høvdið. Nú eru flestu bátarnir lut- falsliga nýggir, meðan tað ikki eru so nógvir eldri bátar. Fyri einum fýra árum síðani varð so at siga kappast í tveimum bólkum. Tá kappaðust nýggju bátar- nir mest sum fyri seg sjálv- ar, og so kappaðust hinir fyri seg. Nú gongur alt fyri seg í einari kapping. Tey, sum bara hava gamlar bát- ar, luttaka ikki so nógv í kappingini. Tey hava heldur valt at leggja eitt ella tvey ár burtur ímillum, meðan tey bíða eftir nýggjum báti. Tí er luttøkan ikki so stór í ár, sum hon hevur verið, og tí rokni eg við, at hon so spakuliga fer at økjast aftur tey komandi árini, sigur Sámal Hansen. Útleggingin hjá báta- smiðinum líkist ikki so lítið gongdini, soleiðis sum hon var fyri einum fjøruti árum síðani. Tá broyttist kapp- rógvingin soleiðis, at tað bara vóru bátar, sum vóru smíðaðir til kappróður, ið fóru at taka lut. Framman- undan hevði tað verið so- leiðis, at so nógvir aðrir, enn bara teir, sum mannaðu rættuligar kappróðrarbátar, hildu seg til. Tá ið hetta slagið av bátum líka sum datt burturúr kapprógvin- ini, tóktist tað sum um áhugin minkaði eitt sindur. Men so vendi. Kappróðrar- feløgini fingu sær nýggjar kappróðrarbátar, og so bjóðaðu tey seg til aftur. Eingin munur Í summar hevur onkuntíð verið at hoyrt, at onkur, sum hevur fingið nýggjan bát fyri heilt fáum árum síðani, er farin at tosa um at skifta út aftur. Hetta kennir Sámal Hansen einki til, og hann heldur ikki, at tað hevur nakað við tað at gera, at fyritreytirnar verða betri fyri góðum úrslitum við einum báti, sum er spildur nýggjur, heldur enn við einum báti, sum er eini trý ella fýra ára gamalur: – At tað verður tosað um at fáa nýggjan bát bendir oftast á, at tað er góður hýr- ur í felagnum, og at áhugin er stórur. Tað sást aftur í góðum manningum og harvið góðum úrslitum. Tað er hetta, sum ofta hevur gjørt seg galdandi, tá ið bátarnir hava verið nýggir. Um nýggju bátarnir verða sammettir við teir, ið vóru smíðaðir fyri fleiri árum síðani enn so, so er tað kanska ein munur í vektini. Mátini, sum eg havi brúkt, eru tey somum, sum Niklas í Koltri brúkti. Men tað er ikki óhugsandi, at nýggju bátarnir eru lættari, tí teir hava havt tað betri enn gomlu bátarnir, sum ikki altíð stóðu so væl um vetr- arnar. Soleiðis er tað ikki longur, og tí tyngjast bátar- nir ikki, soleiðis sum tað sigst, at teir hava gjørð áð- ur. Heldur ikki um teir eru nøkur ára gamlir. Mest 5 og 6–mannafør Tá ið vit fregnast eftir, hvat tað eru fyri bátar, sum bátasmiðurin hevur fingið fyrispurningar um at smíða, so sigur hann, at talan fyri tað mesta er um 5-manna- før og so 6–mannafør: – Eg vænti, at dreingja- bátarnir aftur fara at verða fleiri, enn teir eru í ár, og eg vænti avgjørt, at 6–manna- førini fara at gerast upp- aftur fleiri, enn tey eru í ár, sjálvt um tey hava verið rættuliga mong í ár. Tað eru bara 27 ár síðani, at tað fyrstu ferð varð róð kapp við 6–mannaførum. Tá høvdu nógvar bygdir 8–mannafør. Seinni hevur tað víst seg trupult at manna 8–mannaførini, og nú kemur tað meiri enn so fyri, at tað úr bygdum, sum áður hava verið frammar- laga í kappingini millum 8–mannaførini eru fyri- spurningar um at smíða teimum 6–mannafar. Tí rokni eg við, at talið á 8–mannaførum neyvan fer at økjast, kanska heldur tvørtur ímóti. Men eg rokni við, at 6–mannaførini fara at verða fleiri. Framtíð í 10–mannaførunum Kappingin higartil í ár hevur bara verið millum fýra 10–mannafør. Talið hevur støðugt verið lækk- andi nógvu tey seinastu árini. Nýggj 10–mannafør eru fyri stuttum smíðað til Vágs, til Tvøroyrar og eis- ini til Klaksvíkar, men tað hevur einki sæst til hesar bátarnar í ár. Tað eru ikki so mong ár síðani, at tað meiri enn so kom fyri, at bátatalið í 1. deildar kappingini, sum kappróðrarfólk ofta nevna kappingina millum størstu bátarnar, var tvífalt so stórt, sum tað hevur verið higartil í ár. Og Sámal Hansen, sum umframt at smíða bátar, hevur drúgvar royndir at rógva, og sum nú er stýri- maður umborð á Eysturoy- ingi, heldur, at vánirnar eru fyri størri luttøku, enn hon hevur verið í ár. – Eg rokni við, at onkrir av teimum nýggju bátun- um, sum ikki hava verið at sæð í ár, fara at koma aft- uríaftur. Og eg rokni eisini við, at onkur annar fer at halda seg til í kappingini millum 10–mannaførini. Hvør skuldi tað verið? – Í síðstu viku nevndu tit hugsanina, at hoyvíkingar skuldu fara at bjóða seg fram. Eg veit einki ítøkiligt um, at teir ætla at gera tað. Men tá hugsað verður um, hvussu stór luttøkan í kappróðrinum er í Havnini og økinum har á leið, so ber væl til at ímynda sær, at onkur fer at halda seg fram- at og bjóða 10–mannafør- unum av. Eg rokni við, at vit kunnu fara at síggja eina gongd, har tey, sum við góðum úrslitum hava roynt seg í 6–mannaførum, fara at hugsa um at manna 10–mannafar heldur enn 8–mannafar. Men nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at vera við hesum. Stórur áhugi er fyri at ogna sær nýggjan kappróðrarbát. Her er tað kappróðrarbáturin Tekla, sum stendur hálvliðugur Savnsmynd C M Y K 24 Nr. 122 - 2. juli 2003 25 Tríggir hava FM heitið stutt framman- fyri stavn Góðir møguleikar eru fyri, at tríggjar mann- ingar hjá Havnar Róðrarfelag leygar- dagin fara at vinna FM heitið, meðan tær tríggjar kappingar- nar, har tað leygar- dagin var nýggjur vinnari, í hvussu so er ikki verða avgjørdar fyrrenn í Sandavági FM KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Kappróðrarárið er meiri enn hálvrunnið. Fjórða av teimum sjey FM kapping- unum var leygardagin á Jó- ansøkuni á Tvøroyri. Í trim- um av teimum seks kapp- ingunum vóru vinnarar, sum ikki hava verið fyrstir á mál fyrr í ár. Nólsoying- urin vann 10–mannafara- róðurin, Jarnbardur vann kappingina millum 6–mannafør við monnum, og Havfrúgvin úr Vest- manna við dreingjamann- ing syrgdi fyri, at tað aftur hesa ferð var ein vinnari uttanfyri Suðurstreymoyar valdømi. Enn er eingin FM vinnari funnin. Men tað er heilt nógv, sum bendir á, at í hvussu so er ein og kanska tveir meistarar fara at verða kjósaðir í Fuglafirði nú leygardagin. Tvær mann- ingar hava higartil verið einaráðandi í sínum kapp- ingum. Tær eru báðar úr Havnar Róðrarfelag, sum er størsta og mest vinnandi felagnum í landinum. 8–mannafarið Ørvur og 6–mannafarið Gongurólvur við kvinnumanning hava vunnið allar fýra ferðirnar. Ørvur er undan Varma- keldustevnuni fimm stig frammanfyri Argjabátin, og Gongurólvur er tíggju stig undan Páll Fanga. Um gongdin leygardagin verð- ur, sum hon hevur verið higartil í ár, so fara kvinn- urnar umborð á Gongurólvi eftir kappingina leygardag- in at vera tólv stig framm- anfyri næstu kappingar- neytarnar, meðan Ørvur fer at verða í hvussu so er sjey stig undan teimum næstu. Teinarnir Í Fuglafirði fer at verða kappast á øllum trimum teinunum. Hetta verður síðsta ferðin í ár, at tað fer at verða kappast á 1500 og 2000 metrum. Tvær tær síðstu kappingarnar fara at verða í Sandavági 12. juli og so í Havnini ólavsøku- aftan. Í hesum kappingun- um fara allir seks róðrarnir at ganga fyri seg á styttsta teininum. Millum róðrarfólk verður mett, at tað kann fara at hava ávirkan á úrslitini í kappingini millum 6–mannaførini við monn- um, 8–mannaførini og 10–mannaførini, at tað ikki fer at verða kappast á longru teinunum. Tað er tó lítið sannlíkt, at stutti róðr- arteinurin á nakran hátt fer at skala 8–mannafarið Ørv, ið hevur verið mest sann- førandi vinnarin av øllum í ár. Bæði í kappingini mill- um 6–mannafør við monn- um og 10–mannaførini hava tríggir vinnarar verið í teimum fýra kappingunum, sum higartil hava verið. Á Norðoyastevnu vann Havn- arbáturin kappingina mill- um 10–mannaførini, sum ta ferðina var á 1500 metrum. Fyri fyrstu ferð í trý ár var neyðugt við gamla siðinum, sum er, at nólsoyingar rógva um fjørðin til móttøku í Nólsoy, tá ið teir hava vunnið 10–MANNAFØR Jóannes Hansen Teir hava verið framvið fleiri ferðir, men tað hevur ikki eydnast. Og tá ið havt verður í huga, hvussu sann- førandi Eysturoyingurin hevur verið bæði í Kolla- firði og á Skálafjørðinum, so vóru vánirnar kanska ikki tær bestu hjá nólsoy-ingum, tá ið teir leygardagin settu á Trongisvágsfjørð. Men tað, sum ikki hevur eydnast hjá teimum síðani í 2000, bar hesa ferð til. Nólsoyingurin var fyrstur á mál. Kom hetta óvart á tykkum? – Tað kunnu vit ikki siga. Gongdin í tveimum teimum undanfarnu róðrunum segði okkum, at tað kundi bera til at vinna á Eysturoyinginum, sum hevur róð sera væl. Trupulleikin hevur verið, at teir hava fingið nógv besta startin, og at teir síðani so at siga hava stýrt allari kappingini. Tað høvdu vit sett okkum fyri at gera nakað við, og tað eydnaðist, sigur Nicolaj Falck. Hann er bátsformaður umborð á Nólsoyinginum. Hvat gjørdu tit øðrvísi hesa ferð, enn tit hava gjørt undanfarnu ferðirnar? – Í venjingunum undan Jóansøkuni gjørdu vit nógv við at venja startin. Vit kunnu siga, at vit løgdu okk- um eftir somu uppskriftini, sum teir umborð á Eysturoy- ingi hava dugað so væl at gjørt nýtslu av undanfarnu ferðirnar. Hesa ferð fingu vit ágóðan av henni. Hvat sigur henda upp- skriftin? – Tað er einki loyndarmál. Tað ræður um at fáa besta startin. Um tað eydnast, so er tað lættari at stýra kapp- ingini. Starturin hjá okkum hesa ferð var hampuliga góður. Vit kappaðust eina løtu við allar hinar bátarnar. Men Vestmenningur og Havnarbáturin duttu skjótt eitt sindur afturum. So var at halda eyguni við Eysturoy- inginum, og tað eydnaðist at halda honum aftanfyri okk- um. Nær vóru tit fullvísir í, at hetta fór at eydnast? – Ikki fyrrenn teir høvdu skotið fyri okkum. Tá vistu vit, at vit vóru komnir á mál eina bátslongd framm- anfyri Eysturoyingin. Men vit kendu á okkum mest sum allan teinin, at tað vóru vit, sum hesa ferð stýrdu kappingini, og tað bar eyka styrkina við sær, sum er so sera týdningarmikil, og sum vit í undanfarnu kapp- ingunum hava kent á okk- um hevur verið umborð á Eysturoyinginum. Tá ið tað nærkaðist mál- inum fór Eysturoyingurin fyrst undir endaspurtin. Tað tóktist sum um, at munurin millum bátarnar minkaði so mikið, at tað ikki var heilt leyst. Men so svaraðu teir umborð á Nólsoyinginum aftur, og tá tóktist tað sum um, at teir umboð á Eystur- oyinginum slerdu seg til tols við, at hetta var ikki teirra dagur. Sammett við Nólsoyingin og Havnarbátin vóru tíðirnar hjá Eysturoyinginum væl verri hesa ferð, enn tær hava verið undanfarnu ferðirnar. Tað var kanska serliga fyrstu løtuna, tá ið teir vóru eitt vet plágaðir av havalduni, sum ongantíð finnur leiðina inn á Skála- fjørðin, at Eysturoyingurin misti, og so tóktist tað líka mikið, hvussu nógv teir slitu í tí. Fagnaður og FM Tað er kappróðrarskikkur hjá nólsoyingum, at tá ið teir hava vunnið, so skal báturin rógvast úr Havnini og út til Nólsoyar, har bygdin fagnar hetjunum og skipar fyri máltíð og mót- tøku. Soleiðis var eisini leygarkvøldið. Fyri flestu róðrarmennin- ar var talan ikki um heilt nýggja støðu, men nú er nakað síðani, at Nólsoying- urin vann. Tað gjørdi hann tvær ferðir í 2000 – á Skála- fjørðinum og á Jóansøkuni, sum ta ferðina var í Vági. Nólsoyingurin er í ár mannaður við nógvum av teimum, sum vóru við til at manna bátin fyri trimum ár- um síðani. Onkrir hava verið við hesi bæði undanfarnu ár- ini, og onkrir hava verið um- borð á øðrum bátum. – Vit eru sjey nólsoying- ar, sum vóru við í 2000, og sum aftur eru við nú. Vit kundu havt mannað bátin í Nólsoy, men tríggir, sum vóru við fyri trimum árum síðani, hildu seg ikki til í ár, so vit hava fingið eitt sind- ur av hjálp aðra staðni frá, sigur bátsformaðurin á Nólsoyingi. Manningin arbeiðir í Havnini, so har stendur bát- urin, og teir venja á Havnar- vág. Rokna tit við møgu- leikanum at vinna FM? – Munurin fram til Eystur- oyingin er bara trý stig, so tað er upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu verða meistarar ella ikki. Men í tveimum teimum síðstu kappingunum – í Sandavági og á Ólavsøku – kann alt koma fyri, sigur Nikolaj Falck, sum minnist aftur á 2000, tá ið tað var stórt vónbrot fyri teir, at tað ikki eydnaðist at vinna FM. Tað høvdu teir møguleika at tryggja sær á Ólavsøku, men tá kiksaði, og Vestmenn- ingurin gjørdist meistari. Í áttati árunum var Nóls- oyingurin sera stinnur. Teir vunnu FM seks ferðir, men Nólsoyingurin hevur ikki vunnið FM síðani í 1989. Manningin, sum nú stríðist fyri at vinna fyrsta meistara- skapin í fjúrtan ár, er henda: Hans Jacob Jacobsen – Høgni Niclasen, Raidar Jac- obsen, Nicolaj Falck, Roy Poulsen, Thomas Hjaltalin, Jakku Guttesen, Asbjørn Ol- sen, Brian Hansen, Thomas Joensen og Aksel Joensen. Elsti maðurin er 29 og tann yngsti er 19 ára gamalur. Nólsoyingar nýttu gulu uppskriftina Nólsoyingur vann róðurin á jóansøku, men liggur tó næstfremst í samlaðu FM-kappingini Mynd: Høgni Jacobsen 25