mikudagur 2. juli 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 122 - 2. juli 2003
Nr. 122 - 2. juli 2003
27
Vestmannadreingir fyri fyrstu ferð
Eftir at hava verið
framvið í hinum
trimum kappingun-
um eydnaðist tað
hesa ferð Havfrúnni
at gera bart
5–MANNAFØR
DREINGIR
Jóannes Hansen
Frammanundan høvdu teir
verið fyrst nummar trý og
so tvær ferðir nummar tvey.
Kappróðrarárið hevur ikki
heilt verið soleiðis hjá vest-
menningum, sum tey plaga
at vera. Men dreingirnir
syrgdu leygardagin á Jóan-
søku fyri, at tað aftur í ár –
í hvussu so er eina ferð –
var neyðugt at skipa fyri
móttøku av kappróðrar-
vinnara í Vestmanna.
– Vit hildu okkum liggja
væl fyri, og tá ið vit komu á
mál, hildu vit, at vit vóru
fyrstir, men vit tordu ikki at
trúgva tí, fyrenn vit sóu
vestmenningarnar á havn-
arøkinum fegnast um sigur-
in, sigur Jóhannus Johanne-
sen, sum er annar av lær-
monnunum og bátsformað-
ur umborð á Havfrúnni.
Saman við honum var
Tummas Olsen, sum er hin
lærmaðurin, eisini við til at
manna Havfrúnna í fjør.
Allir hinir umborð royna
seg fyri fyrstu ferð í kapp-
róðri, so tað kann ikki sig-
ast annað, enn at tað hevur
roynst væl. Elsti maðurin er
akkurát vorðin átjan ár, og
tann yngsti er fimtan ár.
Sílið og Tjaldrið royndu
at bjóða av, og Blikur var
eisini væl við. Men sum í
so nógvum øðrum kapping-
um fyrr í ár, so vísti tað seg
hesa ferð, at tað ikki bar til
at taka bátin, sum hevði
fingið besta startin. Hav-
frúgvin megnaði at varð-
veita oddastøðuna, og hóast
Sílið var fyrst at fara undir
endaspurtin og munurin
fram í oddin tóktist minka
eitt vet, so svaraðu vest-
mannadreingir aftur og
vunnu rudduliga.
Sílið er framvegis best
fyri í FM kappingini. Mun-
urin aftur til Havfrúnna er
fimm stig, og vestmanna-
dreingir hava ikki mist mót-
ið um, at tað skal eydnast at
vinna FM heitið, sum teir
seinast vunnu í 1999, tá ið
báturin var nýggjur. Teir,
sum manna Havfrúnna, eru
Remi Egilsnes – Tummas
Olsen, Jóhannus Johanne-
sen, Bogi Nielsen, John
Martin Andreasen, Egil
Heinesen og Heini Jo-
hansen.
Royndin Fríða var á start-
málinum, men vágsdreingir
vóru ikki við í jóansøku-
kappingini. Teir høvdu
trupulleikar við róðrinum.
Roynt varð við nýggjum
róðri, men tað sat ikki, sum
tað skuldi, og so var einki
annað at gera enn at geva
skarvin yvir, áðrenn start-
skotið small.
Kendu seg kroystar at vinna
Eftir sigurin á Jóan-
søku halda teir um-
borð á Jarnbardi ván-
ir vera fyri at vinna
FM, men teir ásanna,
at kappingin verður
stór
6–MANNAFØR MENN
Jóannes Hansen
Hóast hetta er fyrsta árið, at
teir manna Jarnbard, so er
talan um roynda manning,
sum leygardagin gjørdist
triði vinnarin í kappingini
millum 6–mannaførini við
monnum og harvið so at
siga tók sigurin frá vág-
bingum umborð á Smyrli,
sum vóru einasta vónin hjá
suðuroyingum fyri sigri á
Jóansøkuni.
Teir umborð á Jarnbardi
hava verið framvið á hinum
stevnunum, og sigurin og
harvið tey sjey stigini á
Jóansøku bera við sær, at
teir bara eru trý stig aftan-
fyri Smyril.
– Vit vóru greiðir yvir, at
um spenningurin um FM
heitið skuldi varðveitast, so
var neyðugt hjá okkum at
fáa fult hesa ferð. Vit vóru
sera uppsettir, og sjálvandi
eru vit ovurfegnir um, at
tað eydnaðist. Hetta hevur
við sær, at tað verður rættu-
liga spennandi at rógva aft-
ur leygardagin, sigur Leiv-
ur Johannesen, sum er ann-
ar av toftimonnunum og
bátsformaður umborð á
Jarnbardi.
Hvat høvdu tit gjørt undir
venjing fyri at økja um
møguleikan at vinna?
– Talan var bara um at
justera smálutir. Tað ber
ikki til at venja so nógv, nú
tað er so stutt millum kapp-
ingarnar, men munurin
hevur fleiri ferðir verið so
lítil, at tað telur nógv at fáa
smáar lutir justeraðar.
Eru tit á FM kós?
– Smyril liggur framveg-
is best fyri, og kappingin á
Jóansøku vísti, at umframt
okkum og Smyril kunnu
Páll Fangi og Strálan gera
seg galdandi í teimum trim-
um kappingunum, sum
framvegis eru eftir. Men
sigurin hjá okkum í Suð-
uroy ber við sær, at tað er
upp til okkum sjálvar at
gera av, um vit skulu vinna
FM ella ikki.
Nær vóru tit greiðir yvir,
at tit høvdu vunnið?
– Vit vóru væl við allan
vegin, og á fyrsta teininum
kappaðust vit við Páll
Fanga, sum fekk besta
startin av øllum. Men vit
vistu eisini, at í undanfarnu
kappingunum hava teir
umborð á Smyrli havt ein
framúr endaspurt. Vit hildu
okkum vera fyrstar á mál,
og tað vísti seg tíbetur, at
sjálvt um Smyril hevði góð-
an endaspurt, so høvdu vit
nóg mikið at geva av. Mun-
urin var ein stórur skutur,
so tað var rættuliga tætt,
ásannar Leivur Johannesen.
Tá ið Jarnbardur kom aft-
ur til Havnar varð skipað fyri
móttøku í Knørra neyst-
inum. Knørrafelagið, sum
Jarnbardur er partur av,
heldur til í neystinum undir
Kolagarðinum hjá Valdemar
Lützen við síðuna av skeiva
pakkhúsinum. Har var suppa
at fáa leygarkvøldið, og teir
umborð á Jarnbardi halda, at
tað eru vánir fyri suppu aftur
nú leygarkvøldið, men so
skulu smáu marginalirnir
aftur vera í parti við teimum.
Nógvar royndir
Fleiri, sum eru við til at
manna Jarnbard, hava áður
verið við til at vinna FM,
men teir hava ikki verið við
til at manna Jarnbard áður.
Um tað fer at eydnast Jarn-
bardi at vinna FM, so verð-
ur tað fyrsta ferðin yvir-
høvur, at Jarnbardur við
monnum
vinnur
FM.
Kvinnurnar
hava
fleiri
ferðir víst, at tað er einki í
vegin við bátinum.
Fleiri av manningini hava
áður vunnið FM við Havn-
arbátinum, og onkrir hava
vunnið FM við Gongurólvi
og Sílinum. Talan er harvið
um rættuliga roynda mann-
ing. Elsti maðurin er 30 ár,
og tann yngsti er 24. Miðal-
aldurin man liggja um
25–26 ár. Teir, sum manna
Jarnbard, og sum vunnu á
Jóansøku leygardagin, eru
hesir: Jóhan Joensen – Jó-
han Hansen, Andreas Poul-
sen, Jákup Zachariassen,
Thomas
Christiansen,
Heini Tausen og Leivur Jo-
hannesen.
Eingin skalar Ørvin
Hesa ferð eydnaðist
tað Kvívíkinginum at
leggja Argjabátin aft-
urum seg í kappingini
um næstfremsta
plássið
8–MANNAFØR
Jóannes Hansen
Munurin aftur til kapp-ing-
arneytarnar var ikki so
stórur á málinum, sum
hann hevur verið í onkrari
av hinum kappingunum.
Men tað var eingin ivi um,
hvør fór at vinna. Ørvur var
eina bátslongd framman-
fyri tann næsta á mál, og
tað tóktist sum um, at um
teir høvdu havt verið meiri
hóttir, so høvdu teir um-
borð á Ørvi verið førir fyri
at sett uppaftur meiri á.
Eingin skalaði Ørvin
hesa ferð, og tað tykist ikki
serliga sannlíkt, at nakar fer
at skala honum í næstu
kappingunum. Eftir tættan
start, har Ørvur, Kvívíking-
ur og Argjabáturin á fyrsta
teininum høvdu fylgst lið
um lið, so sigldi Ørvur frá
hinum. Á 1000 metra mál-
inum var hann hálva báts-
longd frammanfyri hinar.
Tá ið hálvt málið var
rógvið, hevði Kvívíkingur-
in hug til at leggja seg upp
á síðuna av Ørvi, sum
kortini svaraði aftur og økti
til eina bátslongd.
Merkisvert var tað, at
Argjabáturin hesa ferð ikki
megnaði at halda Kvívíkin-
gin aftanfyri seg. Ljósablái
báturin fylgdi væl við,
meðan reyði Argjabáturin
ikki megnaði at varðveita
sína støðu frá undanfarnu
kappingunum. Sjálvt um
teir tóktust toga nógv í árar-
nar, so munaði tað ikki,
sum tað plagar og í staðin
fyri at flyta frá øðrum og
fram á fremsta plássið, so
duttu teir á Argjabátinum
aftur á triðja plássið. Sjálv-
andi var tað ikki soleiðis, at
teir høvdu ætlað, at tað
skuldi laga seg á Jóan-
søkuni.
Manningin á Ørvi hevur
verið rættiliga stinn í
kappingini í ár og vann aftur
á jóansøku
Mynd: Høgni Jacobsen
Gongurólvur vísti
Jarnbardi frá sær
Hóast Jarnbardur
aftur hesa ferð tóktist
ætla sær at basa fav-
orittinum, og tað
leingi tóktist skula
eydnast, so vísti
Gongurólvur at enda
neyðuga treystleikan
6–MANNAFØR
KVINNUR
Jóannes Hansen
Lítil ella rættari sagt eingin
ivi er um, at Gongurólvur
fer at vinna FM. Tær hava
vunnið allar fýra kapping-
arnar, og nú er tað bara ein
spurningur, um tað fer at
eydnast teimum at vinna
FM heitið nú leygardagin,
ella um tær skulu bíða inn-
til á Vestanstevnuni í
Sandavági annan leygar-
dag.
Gongurólvur
við
kvinnum hevur ikki vunnið
FM síðani í 1995.
Tvær tær síðstu ferðirnar
hevur Jarnbardur rættuliga
bjóðað Gongurólvi av. So-
leiðis var eisini á Jóansøk-
uni. Jarnbardur fekk besta
startin, og stóran part at
1000 metra teininum tóktist
tað sum um, at tann eina
vikan, sum tær umborð á
Jarnbardi høvdu lagt afturat
stuttu
venjingartíðini,
skuldi hava við sær, at tær
fóru at vinna. Jarnbardur
var fremstur, og tað var ikki
fyrrenn í sjálvum enda-
spurtinum, at tær noyddust
at geva skarvin yvir.
Gongurólvur hevði ong-
antíð slept Jarnbardi leys-
um.
Í
endaspurtinum
megnaði Gongurólvur at
leggja seg á odda, men tær
umborð á Jarnbardi royndu
at svara aftur. Tað eydnaðist
ikki heilt, tí á málinum var
Gongurólvur ein stóran
skut ella eina lítla hálva
bátslongd
frammanfyri.
Men avrikið hjá Jarnbardi
kundi bent á, at tað eisini
verður spennandi í Fugla-
firði leygardagin.
Páll Fangi og Lómur
vóru leingi við í kapping-
ini. Lómur misti eitt sindur
í endaspurtinum, meðan
Páll Fangi var so mikið væl
við, at munurin frá Gongur-
ólvi og aftur til tær úr
Klaksvík bara var ein báts-
longd. Tað kundi bent á, at
fleiri enn tveir bátar eisini
fara at vera við í kappingini
um fremstu plássini í næstu
róðrunum.
At tað ikki eydnaðist
Bliki at fáa meiri enn
trý stig, meðan Sílið
sum tepur vinnari
fekk fult hevur við
sær, at tað er púra
opið í FM kappingini
millum Havnina og
Argir
5–MANNAFØR
GENTUR
Jóannes Hansen
Argir 22 og Havnin 21. So-
leiðis er støðan í gentu-
kappingini, nú tað resta
tríggjar kappingar. Við
sigrinum á Jóansøku lyfti
Sílið sær upp á 21 stig.
Blikur, sum hevur verið
fremstur, er framvegis á
odda, men tær megnaðu
bara fjórða plássið í Jóan-
søkuróðrinum, og tað hevur
við sær, at munurin frá
Bliki og aftur til tær á Sílin-
um bara er eitt stig, og har-
við er kappingin púra opin.
Stóran part av 1000
metra teininum vóru tað
teir fýra bátarnir, sum end-
aðu á fýra teimum fremstu
plássunum, sum lógu rættu-
liga tættir á odda. Havnar
Róðrarfelag átti tveir av
fremstu bátunum. Drekin
kappaðist leingi við Hav-
frúnna, og hesir báðir bátar-
nir vóru so tættir, tá ið teir
fóru um málið, at tað á
upptøkunum ikki bar til at
siga hvør var frammanfyri
av teimum. Tí fingu báðir
bátarnir fimm stig.
Sjey stig fekk Sílið, sum
gekk sera væl á síðstu metr-
unum. Sílagenturnar vóru
ein stóran hálvan skut fram-
manfyri hinar á málinum.
Við bæði gull og silvur
krónum á Jóansøkuni stað-
festu
gentubátarnir
hjá
Havnar Róðrarfelag, at tað
stendur væl til hjá teimum.
Um tær skulu vinna FM er
kortini ikki heilt víst. Tað
verður Blikur av Argjum
eisini við til at gera av.
Hesa ferð høvdu argjagent-
urnar ikki marginalirnar á
síðani síðu. Tær vóru eina
bátslongd aftanfyri vinn-
arabátin, men tað bar bara
fjórða plássið og harvið trý
stig við sær.
Argir og Havnin stavn um stavn
Tað eydnaðist Sílinum at vinna á jóansøku, og tær liggja nú bert eitt stig aftanfyri Blik
Mynd: Høgni Jacobsen
Kappróðrarúrslit á
Jóansøku 2003
49 bátsmanningar róðu FM-róður á
Jóansøku á Tvøroyri. Úrslitini vóru hesi:
Fimmmannafør, dreingir
1
Havfrúgvin
5:01:19
2
Sílið
5:04:05
3
Tjaldrið
5:10:12
4
Blikur
5:15:18
5
Junkarin
5:19:10
6
Kollur
5:26:15
7
Fípan Fagra
5:29:05
8
Báran
5:29:06
Royndin Fríða
0:00:00
Seksmannafør, kvinnur
1
Gongurólvur
5:08:02
1G
2
Jarnbardur
5:09:18
1G
3
Páll Fangi
5:10:00
1G
4
Lómur
5:10:10
1G
5
Smyril
5:22:04
1G
6
Fuglfirðingur
5:32:21
1G
7
Fortuna
5:34:16
Fimmmannafør, gentur
1
Sílið
5:23:19
2
Havfrúgvin
5:23:51
2
Drekin
5:23:51
4
Blikur
5:25:32
5
Ørnin
5:33:43
6
Firvaldur
5:36:32
7
Junkarin
05.43.68
8
Tjaldrið
9
Fípan Fagra
5:55:58
10 Hulda
5:56:16
11 Kollur
Seksmannafør, menn
1
Jarnbardur
07.22.19
2
Smyril
07.23.05
3
Páll Fangi
07.25.16
4
Strálan
07.26.16
5
Lómur
07.26.19
6
Sølmundur
07.29.08
7
Sundabáturin
07.31.17
8
Gongurólvur
07.33.24
9
Riddarin
07.40.22
10 Snopprikkur
07.53.07
11 Hvessingur
07.54.01
Áttamannafør
1
Ørvur
7:02:10
2
Kvívíkingur
7:04:06
3
Argjabáturin
7:05:12
4
Knørrur
7:13:00
5
Teistin
7:35:03
Tíggjumannafør
1
Nólsoyingurin
9:10:19
2
Eysturoyingur
9:14:05
3
Havnarbáturin
9:18:13
4
Vestmenningur
9:26:18
Fimmmannafør,
dreingir
nr.
stig
1
Sílið
26
2
Havfrúgvin
21
3
Blikur
15
4
Tjaldrið
14
5
Fípan Fagra
5
6
Royndin Fríða
4
7
Junkarin
2
8
Kollur
1
9
Bárnan
0
Seksmannafør, kvinnur
nr.
stig
1
Gongurólvur
28
2
Páll Fangi
18
3
Lómur
14
4
Jarnbardur
10
5
Smyril
8
5
Fortuna
5
7
Fuglfirðingur
5
Fimmmannafør, gentur
nr.
stig
1
Blikur
22
2
Sílið
21
3
Havfrúgvin
13
4
Drekin
16
5
Firvaldur
5
6
Ørnin
5
7
Fípan Fagra
2
8
Kollur
0
8
Junkarin
0
8
Tjaldrið
0
8
Hulda
0
Seksmannafør, menn
nr.
stig
1
Smyril
24
2
Jarnbardur
21
3
Strálan
14
4
Páll Fangi
14
5
Lómur
7
6
Sølmundur
3
6
Sundabáturin
2
8
Gongurólvur
1
9
Snopprikkur
0
9
Kollfirðingur
0
9
Fortuna
0
9
Riddarin
0
Áttamannafør
nr.
stig
1
Ørvur
28
2
Argjabáturin
23
3
Kvívíkingur
16
4
Knørrur
13
5
Teistin
8
6
Toftabáturin
3
7
Gullbrandur
0
Tíggjumannafør
nr.
stig
1
Eysturoyingur
24
2
Nólsoyingur
21
2
Havnarbáturin
18
4
Vestmenningur
12
C
M
Y
K
27
26