Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. juli 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 122 - 2. juli 2003 Nr. 122 - 2. juli 2003 29 Stutta skotbráðið krevur sín prís Nú tað er rættuliga tætt millum umfør- ini, eru fleiri spælarar enn vanligt skaddir. Tað hevur aftur við sær, at tað er uppaftur størri fyrimunur, enn tað plagar at vera at eiga besta beinkin 8. UMFAR FRAMMANUNDAN Jóannes Hansen/Stefan í Skorini Í kvøld er 8. umfarið í landskappingini í bestu deildini á skránni. Bæði í toppinum og í botninum eru rættuliga spennandi uppgerðir á skránni, sum kunnu kallast seks stigs dystir. Um HB vinnur á grannunum úr B36, so verður oddasessurin styrkt- ur nógv, meðan B36 dettur burtur ímillum í toppstríðn- um. Um B36 fær fult, so fara teir at liggja undir lið- ini á grannunum. NSÍ og KÍ eru bæði manningarliga illa sperd. Serliga hjá NSÍ hevur tað ikki gingið væl at fáa úr- tøku. Teir eru aftanfyri klaksvíkingar á støðutalv- uni, og um KÍ fær fult í kvøld, so verða teir væl frammanfyri NSÍ, sum hevur spælt ein dyst fleiri enn øll hini liðini – undan- tikið Skála. Oyggjauppgerðin í Gøtu boðar frá stórum spenningi, og í niðrara endanum á støðutavluni eru Skála og eisini VB vertir í meiri ella minni lagnudystum. Meiri enn æran upp á spæl í Gundadali Ofta hevur tað víst seg, at yrkakvølda dystir í Gundadali hava verið und- irhaldandi. Í kvøld hittast HB og B36 á ovara vølli. At tað eru grannarnir báðir, sum tørna saman, hevur trygd fyri dramatikki og intensiteti við sær, áðrenn fyrsta sparkið er sparkað. Tað snýr seg um so mangt. Ikki minst um æruna og um hvør næstu mánaðirnar skal hyggja niður á hvønn, og hvør skal sleppa sær av vegnum fyri hvørjum. Men uppgerðin millum HB og B36 snýr seg eisini um meiri enn heiður og æru. Hon snýr seg fyrst og fremst um, um tað skal eydnast B36 eftir laka byrjan rættuliga at sleppa upp í part í odda- stríðnum, ella um HB – í hvussu so er í mun til grann- arnar – skal sigla sín egna sjógv. HB hevur framvegis til góða at fara av vøllinum uttan at hava fingið stig. Einki er at ivast í, at teir í B36 meiri enn so halda seg kunna liva við leiklutinum at vera teir fyrstu, sum heilt gera av við HB. Hjá HB var Janus M. Jo- ensen so mikið illa fyri sunnudagin, at hann ikki var førur fyri at spæla á Toftum. Janus vandi við mánakvøldið, men tað er kortini ivasamt, um hann verður ímillum teir fyrstu ellivu í kvøld. Jan C. Dam hevur vant við fullari ferð í tvær vikur, og tað kann væl vera, at hann verður við í kvøld – í hvussu so er á beinkinum. Kári Nielsen og Nicu Dogaru eru framvegis skaddir. Evnaríki miðvallarin hjá B36, Niels Joensen, man teljast millum teir mest óhepnu. Hann hevur verið so mikið nógv skaðaplág- aður, at hann hevur spælt lítið í ár. Nú var hann kom- in fyri seg aftur, men eftir stóran hálvan tíma ímóti NSÍ sunnudagin fór hann av vøllinum orsaka av skaða. Tað vísti seg, at annar armurin var brotin, og harvið hevur Niels fing- ið summarfrí frá fótbóltin- um, sjálvt um hann sjálvur hevði viljað tað øðrvísi. Jens Kristian Hansen var ikki við ímóti NSÍ, tí hann var skaddur. Hann var við í løttu venjingini mána- kvøldið, men í gjár var ikki greitt, um veteranurin verð- ur førur fyri at spæla í kvøld. Heini í Skorini, sum er komin fyri seg eftir hæl- skaða, loysti Niels Joensen av sunnudagin, og tað kann væl vera, at hann verður ímillum teir fyrstu ellivu í kvøld. Bárður Mortansson bankar eisini uppá. Eftir at hava gingið skaddur í nógv- ar vikur, hevur hann vant í tríggjar vikur, og leygar- dagin skoraði hann, tá 2. deildarliðið var í Leirvík. Lyklaspælarar ivasamir og burtur NSÍ tekur ímóti klaksvík- ingum, sum fara til Runa- víkar at verja næstfremsta plássið. Heimaliðið hevur ikki fingið úrtøku burturúr møguleikunum, sum teir hava spælt seg til, og vánir- nar fyri úrtøku í kvøld gerast ikki betri av, at sterkasta álopsvápnið hjá teimum heldur ikki hesa ferð er tókt. Helgi L. Peter- sen er framvegis staddur uttanlands í útbúgvingar- ørdinum. Sunnudagin gekk av skriðuni hjá NSÍ. Eitt er, at teir ikki fingu mál og stig í Gundadali, har teir ímóti B36 høvdu fleiri góðar møguleikar at gera mál. Eitt annað er, at tveir av lyklaspælarunum vórðu so mikið skaddir, at teir eru rættuliga ivasamir í kvøld. Gert Langgaard kom ikki á vøllin eftir steðgin. Hann royndi at venja mánakvøld- ið, men tað gekk ikki, og tí- skil er hann rættuliga iva- samur. Á skaðastovuni varð staðfest, at pínan, sum mið- verjin Óli Hansen hevði í handliðini, komst av brotn- um beini. Hondin varð løgd í gips, og Óli verður ikki við í kvøld, um hondin ikki verður loyst frá gipsinum. Tað má metast rættuliga ivasamt. Hjá KÍ er Erling Fles, sum leygardagin var í 2. deild, leikbannaður. Hann fekk tvey gul kort ímóti B71 og harvið eisini reytt. Allan Joensen og Ove Nysted eru lyklaspælarar hjá KÍ. Tað er rættuliga ivasamt, um teir vera við í kvøld. Báðir fóru av vøll- inum í ótíð sunnudagin. Hvørgin teirra vandi mána- kvøldið, og støða verður ikki tikin fyrrenn í kvøld, um teir kunnu spæla. Aleksander Djordjevic hevur verið til venjingar aftur. Hann verður ikki mettur at vera nóg væl fyri at spæla, men tað kann hugsast, at hann kortini verður neyðloysn ímóti NSÍ. Aðrir nýggir møgu- leikar í hópinum eru verju- spælarin Niclas Niclassen, sum er heima í summarfrí, og miðvallarin Dávid Bert- holdsen, sum ikki áður hev- ur verið á besta liðnum í landskappingini. Hans Fróði framvegis uttanfyri Toftamenn skulu í kvøld til Gøtu, har teir ofta hava staðið seg væl. Hans Fróði Hansen var ikki við ímóti HB, og hann verður heldur ikki við ímóti GÍ. Kapping- arnevndin gjørdi undan vikuskiftinum av, at reyða kortið ímóti FS Vágum skuldi kosta tveir daga leik- bann. Harvið tykjast teir signalisera, at spælararnir skulu vita, at tað kostar nógv ikki at vera høviskur við dómaran og linjuverj- arnar. Burtursæð frá miðverjan- um eru allir hinir spælarar- nir hjá B68 tøkir. Hjá GÍ hevur úrtøkan verið soltin síðstu ferðirnar. Teir hava tapt tvær ferðir í Intertoto Cup, og miku- kvøldið var altjóða luttøkan ivaleyst ein av orsøkunum til, at teir 2–0 leiðlsan varð vend til 4–2 tap. Bartal Eliasen hevur valt at vera á oyggjaleikunum hesa vik- una, har hann stríðist fyri at vinna Føroyum gull í flog- bólti. Vánirnar hjá GÍ at vinna gull í landskapping- ini eru ikki minst treytaðar av úrslitinum í kvøld. Súni Olsen, sum leingi hevur verið skaddur, hevur verið við tvær tær síðstu ferðir- nar. Poul Andreas Jacobsen er skaddur, men annars eru allir hinir GÍ spælararnir tøkir. Tað haltar á Skála Higartil hava teir einki stig fingið, og sum tað sær út í løtuni er tað sera týdningar- mikið hjá skálamonnum, at tað eydnast teimum at fáa stig og helst at vinna, tá ið FS Vágar í kvøld kemur at vitja. Men tað er ikki bara í málskjótingini, at tað haltar á Skála. Umleið helvtin av teimum, sum skulu til fyri at manna eitt fótbóltslið, eru ikki tøkir ella eru rættu- liga ivasamir undan botn- dystinum. Sveinur Justin- ussen er framvegis uttan- fyri, men teir vóna, at hann verður førur fyri at spæla sunnudagin. Bogi Greger- sen koykti fótin illa undir venjing fríggjakvøldið, og hann er sera ivasamur í kvøld. Eugen Voda fekk skaða í knæið, tá ið Skála var í Vági. Hann vandi ikki mánakvøldið, og í gjár vistu teir ikki, hvussu tað verður við honum í kvøld. Bent Djurhuus var millum teir fyrstu ellivu sunnudag- in, men hann noyddist skjótt at taka seg aftur orsaka av vøddaskaða, og Agnar Højgaard fór út, tí hann hevði fingið spark í tjúkkan. Hann vandi ikki mánakvøldið, og í gjár høvdu teir einki serligt mót um, at hann fór at verða klárur í kvøld. Í Vágum iðra teir seg um, at liðið ikki er nóg støðugt, soleiðis at teir kunnu vísa avrikini, sum viðhvørt hava borið fult stigatal við sær. Eftir sigurin á Toftum, taptu teir í Klaksvík, og nú triði útidysturin á rað er á skránni, er spurningurin, um tað verður uppi á kamb- inum ella í dalinum. Allir teir somu spælararnir, sum vóru við í Klaksvík, eru tøkir undan bussferðini til Skála. VB kann fáa um endan Báðir partar siga seg vera væl fyri, áðrenn sera týdn- ingarmiklu uppgerðina á Vágseiði í kvøld. Hjá VB er miðverjin Eyðun Jacobsen framvegis so mikið skaða- plágaður í knænum, at hann ikki er førur fyri at spæla. Allir hinir, sum sunnudagin vóru við at vinna 2–0 á skálamonnum – fyrsti sig- urin í hesum árinum – eru tøkir. EB/Streyma menninir fara suður við Smyrli á middegi í dag. Tað verður sagt frá góðum veðri, so tað nýtist ikki at vera nakar trupulleiki, at teir skulu ferðast so stutt undan dyst- inum. Trupulleikin er held- ur, at tað er neyðugt hjá fleiri at fáa sær frí ein ar- beiðsdag. Hjá EB/Streymi eru allir teir tøkir, sum mikukvøldið í síðstu viku vunnu 4–2 á heimavølli ímóti GÍ. Dysturin hevur sjálvandi stóran týdning fyri báðar partar. Men serliga hjá vág- bingum hevur tað stóran týdning at fáa trý stig, so teir rættuliga kunnu sleppa leysir úr botninum, har teir hava staðið sum í siropi tað, sum er farið av kappingar- árinum. Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 7 4 - 3 - 0 19 8 11 15 2 KÍ 7 4 - 2 - 1 9 9 0 14 3 B36 7 4 - 1 - 2 15 6 9 13 4 NSÍ 8 3 - 4 - 1 14 8 6 13 5 GÍ 7 3 - 2 - 2 12 10 2 11 6 B68 7 2 - 4 - 1 6 5 1 10 7 EB/Streymur 7 2 - 3 - 2 11 13 -2 9 8 FS V 7 2 - 1 - 4 8 14 -6 7 9 VB 7 1 - 2 - 4 8 15 -7 5 10 Skála 8 0 - 0 - 8 2 16 -14 0 Jákup á Borg og Hallur Danielsen hava mangan spælt grannauppgerð við ávikavist B36 og HB. Í kvøld, mikukvøldið, hittast teir aft- ur í einum sera týðandi dysti Savnsmynd Dómarayvirlit Dato: Lið: Dómari: Hjálpardómarar: 0207 Skála-FS Vágar Jens P. Brattalíð Frits Poulsen og Eyðun Kjærbo 0207 NSÍ-KÍ Páll Augustinussen Rúni Gaardbo og Jónleif Gerðisá 0207 HB-B36 Dagfinn Olsen Dan Højgaard og Jákup Martin Kjeld 0207 GÍ-B68 Suni Johansen Jens Albert Simonsen og Hans Falkvard 0207 VB-EB/Streymur Lassin Isaksen Jón Kári Fredriksen og Petur Hans Joensen Alingin í botninum Eitt yvirlit hjá virðisbrævamarknaðinum í Oslo vísir, at tøknifyritøkurnar hava staðið seg væl í ár, men at tær alifyritøkurnar, sum eru skrásettar á marknaðin- um, hava staðið seg stak illa. Serliga tey bæði systirfeløgini Tandberg Data og Tandberg Television hava havt eitt gott hálvár. Partabrøvini í Tandberg Data eru vaksin 472 prosent í virði og partabrøvini í Tandberg Television 250 pro- sent. Hinvegin gevur yvirlitið hjá virðisbrævamarkn- aðinum eina góða mynd av vánaligu gongdini hjá norsku alivinnuni. Av øllum teimum fyritøkunum, sum eru skrásettar á marknaðinum í Oslo, liggja tær báðar stóru alifyritøkurnar Pan Fish og Fjord Seafood niðast. Seinastu seks mánaðarnar eru partabrøvini í Pan Fish minkað 76 prosent í virði, og í sama tíðarskeiði er virðið á partabrøvunum í Fjord Seafood minkað 56 prosent. Loyniligt fongsul Mannarættindafelagsskapir í Ísrael leggja landsins myndugleikar undir at bróta altjóða fólkarættin, tí palestinar og útlendingar verða hildnir fangar í einum loyniligum fongsli á einari herstøð onkunstaðni í landinum. Sambært tíðindastovuni AP hava fangar, sum hava sitið í tí loyniliga fongslinum, greitt frá, at teir sótu einsamallir í klivanum í bæði vikur og mánaðir, at teir høvdu bind fyri eyguni, og at teir sluppu ikki at samskifta við nakrar uttan fyri fongslið í fleiri mánaðir. Ísraelsku myndugleikarnir hava viðgingið, at tað loyniliga fongslið er til, men teir hava sýtt fyri at siga nakað um viðurskiftini har. Tað var fyrst í hesum mánaðinum, at almenningurin fyrstu ferð fekk at vita um fongslið. Tað kom fram í einum svari frá ísraelska ríkisadvokatinum upp á ein fyrispurning frá mannarættindafelagsskapinum HaMoked. Bæði HaMoked og aðrir ísraelskir manna- rættindafelagsskapir hava gjørt greitt, at loyniliga fongslið er ólógligt sambært fólkarættinum og sam- bært ísraelskari lóg. Sleppur ikki at síggja skjølini Svenski tíðindamaðurin og rithøvundurin Jan Guillou sleppur ikki at síggja, hvørjar upplýsingar loyniliga løgreglan Sæpo hevur savnað um hann upp ígjøgnum árini, skrivar blaðið Metro. Í sjeytiárunum varð Jan Guillou dømdur fongsul í tíggju mánaðir, tí hann hevði avdúkað ymsar upplýs- ingar um arbeiðið hjá svensku fregnartænastudeildini IB. Síðani hevur loyniliga løgreglan hildið eitt vakið eyga við honum. Jan Guillou vil vera við, at løgreglan hevur latið myndugleikum í øðrum londum upplýs- ingar um seg, tí ferð eftir ferð hevur hann fingið trupulleikar, tá hann hevur víst passið fram á ferðum uttanlands. Seinast hendi tað um jóltíðir í floghavnini í San Fransisco, og tí kravdi hann at sleppa at síggja, hvat fyri upplýsingar løgreglan hevur skrásett. Men mánadagin gjørdi ein dómstólur av, at Jan Guillou sleppur ikki at síggja skjølini hjá Sæpo, sjálvt um tey viðvíkja honum sjálvum. Tíðindamaðurin sigur, at hann fer víðari við málinum, tí sum er kennir hann seg skrásettan sum altjóða yvirgangsmann. ST-menn misnýta kvinnur ST er farið at kanna skuldsetingar um, at menn hjá heimsfelagsskapinum misnýta teilendskar kvinnur, sum arbeiða umborð á einum ST-skipi, sum er í Eysturtimor. Tað var portugisiska blaðið Expresso, sum bar tíðindini í síðstu viku. Blaðið vildi vera við, at tær teilendsku kvinnurnar vórðu nýttar sum skøkjur umborð á skipinum. Ein talsmaður hjá ST hevur váttað, at 23 teilendskar kvinnur, sum hava arbeitt umborð á skipinum, eru avhoyrdar, og at fleiri teirra hava fingið boð um at fara aftur til Teilands. Samstundis hevur manningin á skipinum fingið eina álvarssama ávaring, sigur talsmaðurin. Sambært Expresso høvdu starvsmenn hjá ST verið við til at flyta kvinnurnar úr Teilandi til Eysturtimor, og summar teirra vórðu fluttar hagar ímóti teirra vilja, skrivaði blaðið. Eisini hetta verður kannað, sigur ST- talsmaðurin. UTTAN ÚR HEIMI Í Meksiko hava granskarar staðfest, at summar slangur krúpa út úr holunum, beint áðrenn ein jarðskjálvti kemur. Nú vísir ein kanning, at eisini mýs kunnu boða frá jarðskjálvta JARÐSKJÁLVTA- FRÁBOÐAN Árni Joensen Tað eru granskarar í Japan, sum hava staðfest, at mýs bera seg øðrvísi at, verða tær raktar av magnetiskari ella elektriskari ávirkan av tí slagnum, sum koma beint undan einum jarðskjálvta. Ein av japansku granskar- unum sigur, at hann varn- aðist hetta sama fyrstu ferð beint undan einum jarð- skjálvta í býnum Kobe fyri átta árum síðani. Kanningar á einari rann- sóknarstovu hava nú stað- fest, at mýsnar bera seg øðrvísi at í magnetiskari ella elektriskari ávirkan, og tí halda granskararnir, at mýs kunnu boða frá einum komandi jarðskjálvta. Hin- vegin halda teir ikki, at músin hevði verið serliga álítandi sum fráboðanartól, tí tað er torført at prógva, hvussu mýs vanliga bera seg at. Takeshi Yagi, professari, sigur við BBC, at undan einum jarðskjálvta sova mýs ikki so nógv, sum tær vanliga gera, og hann ivast ikki í, at komandi kanning- ar fara at vísa, at mýs veru- liga kenna á sær, nær ein jarðskjálvti er á veg. -Amerikanarar eiga at vera meiri varnir, skulu teir ikki missa trúvirðið, heldur fyrrverandi formað- urin hjá ST-vápna- eftirlitsmonnunum, sviin Hans Blix. Mánadagin fór hann úr starvinum VÁPNAEFTIRLIT Árni Joensen Mánadagin beyð Hans Blix starvsfólkunum á 31. hædd á ST-høvuðsborgini í New York farvæl. Hansara sein- asti arbeiðsdagur í tænastu hjá altjóða samfelagnum var liðugur. Fáur man hava verið so nógv umrøddur og so um- stríddur eftir so stuttari tíð sum Hans Blix, og orða- lagið var ikki altíð so vak- urt. - Jú, sanniliga hava søg- urnar um meg verið nógvar. Nógvar teirra komu frá einstaklingum í Washing- ton, sum lógu eftir mær, segði hann við norsku tíð- indastovuna tann seinasta arbeiðsdagin. Hans Blix hevur fleiri ferðir sagt, at tað er ikki komið óvart á hann, at amerikanarar og bretar ikki hava verið førir fyri at finna nøkur hópoyðingarvápn í Irak. Hann heldur, at ameri- kansku upplýsingarnar um tey nógvu hópoyðingar- vápnini eiga at læra amerikansku stjórnina, at hon skal vera varin við at taka allar upplýsingar frá fregnartænastunum fyri fult. Søgurnar um rann- sóknarstovur á hjólum, metalrør og uran úr Niger vórðu als ikki kannaðar, áðrenn tær vórðu almanna- kunngjørdar. - Nú hava amerikanarar- nir verið næstan líka leingi í Irak sum vit, og teir biðja umheimin geva tol, sigur Hans Blix. Tað var ikki orðalagið í Washington, tá Blix og hansara menn vóru í Irak. Spurdur, hví irakar góð- tóku handilstiltøk, kann- ingar og enntá eitt kríggj, um teir ikki høvdu nøkur hópoyðingarvápn, svarar Hans Blix, at tað helst hevði nakað við stoltleika at gera. Men nú er hann liðugur við sín part av arbeiðinum. Men eitt lyfti hevur hann: Hann ætlar sær at skriva eina bók um arbeiðstíðina hjá ST. Mýs kunnu boða frá jarðskjálvta Blix fer at skriva bók – Fáir tænastumenn hava víst slíka ró, slíka tign og gjørt eitt so gott arbeiði undir so stórum trýsti sum tú. Ja, í veruleikanum ert tú eitt eindømi í søguni. (Kofi Annan, ST-aðalskrivari í takkarbrævi til Hans Blix) C M Y K 29 28