týsdagur 21. juni 1994síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
fyrsta og seinasta båtin.
Á Sundalagsstevnuni lut-
tóku 15 manningar við
dreingjum og Báran úr
Hvalvík vann róðurin.
Nummar tvey gjørdist Súl-
an úr Sørvågi og nummar
trý Aldan úr Vík. Royndin
Fríða, sum undan hesum
róðrinum lá ovast á stiga-
talvuni, róði ein ógvuliga
vánaligan róður á Kolla-
firði. Hon endaði sum sein-
asti bátur og tílíkt kostar
stig, hon er fallin niður á eitt
triðja pláss í samlaðu
støduni. Ikki færri enn fýra
bátar byta so kristiliga
fyrsta plássið. Teir eru
Sílið, Súlan, Báran og
Aldan. Allir hava níggju
stig.
108 gentur spentu i
Størsti róðurin á Kolla-
firði stóðu genturnar fyri.
Her vóru heilar 18 mann-
ingar, ella 126 kvinnur um-
boðaðar og trekkja vit tær
18 róðursgenturnar frá, so
settu 108 kvinnur á í start-
inum. Tað kundi verið ein
setningur hjá maskinskúla-
næmingum at rokna út
hvussu nógvar hestakreftir
hesar umboðaði í fyrstu
tøkunum.
Genturóðurin gjørdist
eisini ein lokalur sigur fyri
norðstreymoyingar ella
neyvari hvalvíkingar. Bár-
an vann aftur av gentunum.
Nummar tvey gjørdist Sílið
úr Havn. Hesin bátur hevur
eisini stór úrslit at vísa á
seinastu mongu árini. Ørnin
úr Sandavági gjørdist num-
mar trý. Triðja pássið hjá
Ørnini skumpaði hananiður
av trónuni í stigatalvuni.
Hon liggur nú sum nummar
tvey, við 15 stigum, Báran
er nummar eitt, við 17
stigum og Dúgvan og Sílið
erunummar trý, bæði við 10
stigum.
Kvinnurnar
hjá Snopprikki
Hvalbiargenturnar | um-
borð á Snopprikki gjørdu
bygdini heiður á Kollafirði
sunnudagin. Tær vunnu
seksmannafarsróðurin hjá
kvinnum, og tær bæstu tí
mest vinnandi seksmanna-
farinum í kvinnuróðri sein-
astu árini, Gongurolvi úr
Havn, sum gjørdist nummar
tvey. Nummar try gjørdist
Lómur av Argjum. Í stiga-
tali er Gongurolvur num-
mar eitt við 19 stigum,
Snopprikkur nummar tvey
við 14 stigum og Lómur
nummar trý við 11 stigum.
Hvessingur
bara vinnur
Seksmannafarið hjá mon-
num úr Hvalvík bara vinnur
í ár. Hann er einasti av llum
bátunum um hevur fult
stigatal og hann hevur
ongan fm-róður í ár ligið
aftanfyri fremsta plássið.
Nummar tvey á Kollafirði
gjørdist Gongurolvur og
nummar ty Strálan av
Strondum.
Hvessingum
kann loyva sær at tapa næsta
róðurin, einki stig fáa, ella
lata vera við at rógva. Hóast
tað so kemur hann at liggja
fremri enn allir hinir
bátarnir, undantikiO um
Gongurolvur vinnur, so fara
teir at hava eins nógv stig,
nevniliga 21. Strálan av
Strondum er nummar trý á
stigatalvuni.
Argjamenn
raskir i år
Argjabåturin verdur ikki
lættur at taka í ár. Hann vann
av åttamannaførunum á
Kollafirði. Hann vann á
Nevinum Reyða úr Klaks-
vík og nummar trý gjørdist
Fríggjarin. Argjabáturin er
tann báturin sum liggur best
fyri at øllum kappróðrar-
bátum í ár, hugsa vit um
samanlagdu støðuna. Hann
er átta stig frammanfyri
næsta bátin, sum er Fríggj-
arin. Hesin bátur hevur 11
stig. Nummar trý er Nevið
Reyða við 9 stigum. Argja-
báturin nýtist einki stig fyri
at liggja ovast á stigatalvuni
eftir jóansgkuróðurin næsta
vikuskiftið. Ongin kann
skala honum næstu vikuna.
Vestmenningar
fantastiskir
er altíð spennandi, og nakað
dragandi er við hesum
smærri knørrum, tá teir
tiggju díkja á við vøkrum
áralagi. Taka við róðurin
sum heild, so var hann ikki
so áhugaverður, alt ov lagt
var millum fremsta og
aftasta bátin. Men kapp-
ingin millum teir báðar
fremstu bátarnar var sera
spennandi. Vestmenningar
vunnu og tað var einki
minni enn eitt bragd.
Skálamenn á Skálabáti
lógu sum nummar eitt
megin partin av róðrinum
og teir vóru nógv fremstir,
millum eina og hálva aðru
bátslongd. Men seinastu
600 metrarnar byrjaði Vest-
menningar at ota seg fram á
Skálabátin og í spurtinum
tók Vestmenningur Skála-
bátin í einum ódnartaki.
Nummar try gjørdist Suð-
ringur.
Stødan hjá tíggjumanna-
førunum er tann at Vest-
menningur liggur ovast við
19 stigum, Skálabáturin er
nummar tvey við 17 stigum
og Suðringur er nummar trý
við 11 stigum. Vestmen-
ningur liggur best fyri, tí
hann kann loyva sær at
liggja aftanfyri Skálabátin
næsta róður, um hesin
vinnur og framvegis hava
eins nógv stig sum hann.
Nógv verður róð kapp á
Kollafirði og fleiri bygdir
nýta fjørdin til venjing.
Róðurin leygardagin var
sera væl eydnaður.
Hendan myndin er tikin
nakað undan
Sundalgassteynuni.
Myndin er tikin av bátum
sum venja á Kollafirði.
Mynd Jens Chr. Van;
|
| S-mannafør
dreingir
1. Sílið
1. Súlan
1. Báran
1. Aldan
2. Svanur
| 3.Firvaldur
3. Royndin Fríða
4. Kollur
5. Havfrågvin
6. Ømin
7. Blikur
w
eg.
o
NSSS GG NODNØDYUOD
5- mannafør
gentir
1. Båran 17 stig
2.Ømin 15
| 3.Dúgvan 10
3. Sílið 10
4. Fipan Fagra 6
5. Tjaldrið 4
6. Svanur 2
| 6-mannafør
kvinnur
1. Gongurélvur = 19 stig
2. Snopprikkur 14
3. Lémur 11
4. Påll Fangi 9
5. Fuglfirðingur 6
Stødan í FM-kappróðri
6. Strálan 3
7. Sølmundur 2
8. Smiril 2
6-mannafør menn
1. Hvessingur 21
2. Gongurélvur 14
3. Strålan 13
4. Påll Fangi 9
5. Snopprikkur 4
6. Smyril 3
7. Leirvikingur = 2
8-mannafør
1. Argjabáturin = 19 stig
2. Fríggjarin 11
3. Nevið Reyða
3. Ørvur
4. Húsavíkingur
S.Kvivikingur
5. Miðvingur
S. Knørrur
>> OU OD
10-mannafør
1. Vestmenningur 19 stig
2. Skålabåtur 17
3. Suðringur 11
4.Nólsoyingur 10
S. Havnarbåturin 3
6. Klaksvikingur 2
6. Teistin 2
Tidindabladid CDI Nr. 115 — 21. JUNI 1994 Síða 19
Sjóvinnubrov
Av tí at sjóvinnubrev, sum eru givin út
fyri 1. juli 1989, ikki hava gildi eftir 1. juli
1994, verða tey, ið enn ikki hava fingið
sær nýtt vinnubræv, sambært kunn-
gerð nr. 52 frá 9. juni 1989 um sjó-
vinnubrev og serlig utbugvingarkrøv,
biðin um at gera hetta sum skjótast.
Landsskúlafyrisitingin hevur sjóvinnu-
brøv um hendi, men 1. september
verður avgreiðslan av sjóvinnubrevum
flutt til Sjóvinnufyrisitingina, Jónas
Broncksgetu 5, 100 Tórshavn.
Fyri at fáa nýtt vinnubræv krevst:
Fyri navigatørar: sjånarroynd, sum
er yngri enn trý ár
(stóra sjónar-
royndin), sigling-
arbók, gamla
vinnubrævið og
prógv.
siglingarbók,
gamla vinnubræv-
ið og prógv.
Fyri maskinmenn:
Tórshavn, tann 17. juni 1994
Landsskúlafyrisitingin
Bústovnurin
í Runavík
Á Serstovnadeildini undir Almanna-
stovuni við tænastu inntil víðari á Bú-
stovninum í Runavík, eru 2 tænastu-
manna pedagogstørv leys at søkja, eitt
til setan 1. sept. 1994 og hitt eftir nærri
avtalu.
Bústovnurin er í 3 eindum. Tey, ið
søkja størvini, skulu arbeiða á eini
eind, hvar 2 ungir menn við autismu
búgva.
Tí eru krevini:
Áhugi at arbeiða við menniskjum
við autismu.
Arbeiða sjálvstoðugt við ábyrgd.
Arbeiða og trívast í einum skipað-
um umhvervi.
Taka lut í øllum kropsligum venjing-
um, sum er ein partur av okkara
skipaðar gerandisdegi.
Arbeiðið er kvøld-, nått- og skiftisvaktir.
Løn sambært såttmåla millum Føroya
Landsstyri og Føroya Pedagogfelag i
lønarflokki 11/17 + viðbót.
Størvini eru ætlað fólki vid pedagogisk-
ari útbúgving, men kunnu tó onnur set-
ast sum avloysari í styttri tíðarskeið um
pedagogar ikki søkja.
Nærri fæst at vita um innihaldid i ar-
beidinum vid at venda sær til Bústovn-
in, tlf. 48424, og tosa við Sigvør Nesá.
Umsóknarfreistin er 15. juli 1994 og
umsóknirnar skulu stílast til Serstovna-
deildina undir Almannastovuni, og
sendast til Bústovnin við Rúnarveg,
FR-620 Runavík.