Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juni 1994síða 20

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 20 Nr. 115 —21. JUNI 1994 Tíðindablaðið [ søsialurin } 0 år i frælsi 75.000 fólk vóru á Tingvøllum og hildu 50 åra dagin hjå Íslandi sum sjålvstødugt land 80 íslendskar milliónir lýstu upp allastaðni. hevði Ísland sett av tiltjóð- Taðereittmegnar tiltak at arhátíðina 17. juni, tí hetta skipa fyri einum slíkum var ein heilt serligur dagur, haldi sum á Tingvøllum. nú 50 ár vóru liðin, síðan Ísland endaliga loysti frá Danmark. Íslendingar eru eitt stolt fólk, sum eru góð við sítt land, og stórt arbeiði varð lagt í tiltøk í sambandi við hátíðina. Í Reykjavík fingust fólk í fleiri dagar frammanundan við at planta og lúka, og fleiri hús vórðu málað - eins og hjá okkum upp undir 6lavsøku. Sjålvur tjóðardagurin er fríðagur hjá íslendingum, og øll fara í síni bestu klæðir. Býurin varð allur skrýdd- ur vid fløggum, og páska- liljurnar og tulipanirnar Fólk koma úr øllum land- inum til setanina hjå Al- tinginum og til haldið sjålvt. Nógvir útlendingar løgdu sær eisini leiðina til Íslands fyri at verða við. Frá tidliga á morgni streymaði fólk móti Ting- vøllum, og so nógv trokan var, at fleiri ongantíð komu leiðina fram. Tey stóðu føst í ferðsluni. Atfinningar vórðu reistar móti politi- num, men hvat, tað er bara ein vegur úl Tingvallir. Langt burturi frá vóru parkeringspláss, og haðani gingu bussar stútt til Ting- vallir. Okkum tók tað einar tveir tímar at koma fram við bussi. Tað kundi ikki ganga skjótari, tí mannfjøldin var so stór. Aftaná er mett, at umleið 75.000 fólk vóru har, og tey fyltu á vegnum. Klokkurnar ringdu Dagurin byrjaði klokkan hålvgum níggju við, at kirkjuklokkumar um alt landið ringdu í fimm min- uttir. Tá vórðu íslendska flaggið og serliga hátíðar- flaggið eisini vundin á stong við Almannagjónna við Tingvallir. Har var eisini hornblástur og kórsangur. Gudstænasta varð hildin í Almanna- gjónni. Klokkan ellivu ringdi klokkan í kirkjuni á Ting- vøllum, og so setti Vígdis Finnbogadóttir Altingið á Lógarfjallinum, har lógir- nar fyrr blivu lagdar fram. Altingið samtykt at seta pengar í ein grunn til at menna mál, mentan og tilfeingi. 10 svanir Men beint áðrenn hendi tað sjáldsama, at 10 svanir komu flúgvandi eystur yvir vøllin sum ein norðurlendsk heilsan, eins og var tað fyriskipad, og øll fjøldin klappaði. Løtu seinni komu svanirnir aftur hin vegin. Aftaná vóru nógvar fram- sýningar at fara til, og alla- staðni var sangur, tónleikur og sjónleikur. Væl var fyriskipað, so fólk skjótt kundu fáa ein bita, til tað almenna haldið sjálvt byrjaði við heilsanum frá teimum norðurlendsku ríkisleiðarunum - tjóðar- høvdingar nevndir á ís- lendskum. Veðrið helt sær Í døgunum frammanundan varð nógv tosað um veðrið. Veðurmenninir spáddu regn, og øll vónaðu, at teir fóru skeivir, tí tað mátti ikki henda sum fyri 50 árum síðan, tá haldið á Ting- 556 vøllum næstan skolaði burt- ur. Her koma Gustav kongur í Svøriki og Silvia drotning. Allir slíkir fínir gestir vóru væl vardir av trygdafólki Veðurmenninir vóru tí- betur ikki á rættari leið, tí frá morgunstundini var bjartur himmal og sólin sá. Men tá norski kongurin Haraldur kom við síni heilsu, fór at sirma, og hetta var eitt sindur legið, ti tað var júst Noreg, Ísland beint nú kom í stríð við. Norski kongurin var tó ikki bangin fyri at nevna ósemjuna, og hann segði seg vóna og vænta, at ein loysn fór at finnast. Frammanundan hevdu íslendingar sagt, at norski kongurin var vælkomin hó- ast ósemjuna við Svalbard. Vápnahvíld var í hátíðar- døgunum. Umframt norska kongin vóru svenski kongurin Gus- tav til staðar, Margretha drotning úr Danmark, finski forsetin Martti Ahtisaari, Marita Petersen, løgmadur, år Føroyum og Lars Emil Johansen, landsstýrisfor- madur år Grønlandi. Um- boð vóru eisini fyri Áland, Kanada, Frakland, Kina, Russland, Bretland og USA. Haraftrat vóru hópin # av sendimonnum og po- litikarum, formansskapurin í Norðurlandaráðnum 0.0. Tað er stór ábyrgd at fáa slíkar gestir. Trygdartiltøk % og nógv løgregla og onnur trygdarfólk til at ansa eftir. Við virðing 17., 18. og 19. juni hildu Mett verður, at 75.000 fólk vóru á Tingvøllum. Har var nógvur tónleikur. Fremst í myndini stendur eitt blandað kør, sum sang, áðrenn Altingið varð sett Jón Baldvin Hannibalsson, íslendski forsætisráðharrin og kona hansara Bryndís Schram, sum er stjóri í íslendska filmsgrunninum íslendingar tjóðarhátíðina. Ein long rød av framsýn- ingum sjónleiki og tónleiki var á skránni. So nógv ganga íslend- ingar upp í tjóðarhátíð sína, at umframt tey 75.000 fólk- ini á Tingvøllum vóru sam- stundis 30.000 í miðbýnum í Reykjavík. Nevnast kann at í Reykjavík og forstød- unum búgva tilsamans 120.000 fólk. 17. juni um kveldið var býruin Reykjavík stúgvandi fullur av fólki. Fólk stóðu sum sild í tunnu í hvørjari gøtu, og tónleikur var at hoyra bæði innandura og uttandura. Men tað var ikki sum á Glavsøku, ikki ein flaska at síggja, og gøturnar í býnum vóru líka so reinar og ruddiligar, sum tær altíð eru. Virdingin er stórri enn so fyri tjóðarhátíðini. randi