týsdagur 21. juni 1994síða 21
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
- Eg haldi so avgjørt, at einhvør føroyingur, sum var við, fekk
nakað at hugsa um, tí vit kunnu sanniliga læra nógu av íslending-
um, sigur Marita Petersen, løgmaður. Hon var millum gestirnar
hjá islendsku stjórnini tjóðardagin á Tingvøllum
- Tað var sera hátíðarligt at
vera við til tað væl fyri-
skipaða haldið á Tingvøll-
um, nakað heilt serligt,
sigur Marita Petersen,
løgmaður.
Hon var serliga hugtikin
av fundinum í Altinginum.
Íslendingar hava valt nøkur
serlig evni, sum teir halda
vera týdningarmikil, at taka
fram tey komandi árini,
málið og tilfeingi.
- Rødurnar vóru eina-
standandi og vístu eina
stóra tilvitan fyri tí sam-
felagnum, atrgkja landið og
sjógvin og røkja tilfeingið.
Tað sæst eisini væl á Ting-
vøllum, hvussu tilvitanin er
økt. Har er lendið friðað, so
aftur fer at vaksa, erotiónin
verður steðgað. Tað gav
mær nakað at hugsa um, tá
eg kom aftur og sá allar
skriðurnar hjá okkum. Tað
er ein spumingur, um vit
ikki eiga at taka spurningin
upp, sigur Marita Petersen.
- Eg eri so hugtikin av tí
stóru tilvitanini um, hvussu
neyðugt tað er at kanna lívið
í havinum um Ísland, tí tað
er jú lívsgrundarlagið.
- Íslendingar eru sera
tjóðskaparsinnaðir, og tað
gav okkum føroyingum
sanniliga nakað at hugsa
um. Sjálvandi hava teir
trupulleikar, og ein slíkan
dag ljóðar alt nógv ein-
faldari, men tað er ein heilt
ótrúlig tilvitan um, at tey
eru íslendingar, og at Ísland
er teirra land.
- Tað gevur okkum tað at
hugsa um, hvussu týdn-
ingarmikið tað er at seta sær
sum mál at vera sjálvbjargin
og skula taka egnar
Myndir: Randi
avgerðir. Um tú tekur tær
innanfyri ella uttanfyri ein
ríkisfelagsskap, er eit
annað mál. Ísland hevur í
grundini havt sítt frælsi
síðan 1918, tá teir yvirtóku
øll målsøkinum men hildu
kortini fram við at vera und-
ir donsku krúnuni, sigur
Marita Petersen.
Hon sigur seg nú væl
skilja teir føroyingar, sum
vóru á Tingvøllum i 1944,
at teir vórðu so nógv ávirk-
aðir av tí.
Marita Petersen fekk ikki
høvi til at halda nakra rødu.
Tað sluppu bara leiðararnir
í teimum sjålvstødugu lond-
unum. Hinvegin var hon
ikki boðin við sum politik-
Marita Petersen,
løgmadur, og maðurin
Kári vóru millum teir
mongu gestirnar
ari men sum løgmaður.
Aftaná haldið á Tingvøll-
um fekk løgmaður høvi til
at handa Davidi Oddssyni
gávuna, sum var ein máln-
ingur eftir Ingolf av Reyni.
- Fyri meg var tað ein
ótrúliga kenslulig løta, hetta
atteir leggja so stóran dent á
tilfeingið á sjógvi og landi
og á mál og mentan, tí
eingin kann vera um, at
hava vit ikki mál og mentan,
so er alt sum einki. Vit hava
heilt vist nakað at læra av
teimum, sigur Marita Pet-
ersen.
Hon nevnir eisini hetta, at
føroyingar fáa væl meira
burturúr at fara til eitt slíkt
hald enn aðrir útlendingar,
tí vit skilja betur íslendskt
enn onnur. Og blíðari er
eingin vid føroyingar enn
islendskar.
- Eg havi ongantid nakra-
staðni fingið betri móttøku,
sigur Marita Petersen.
randi
Lasse Klein,
tingformaður, var eisini
boðin við
Á Tingvøllum vóru
framsýningar av ymsum
slagi, sum lýstu søgu
Íslands hetta 50 ára
skeiðið. Sildaarbeiði
+ afturvið sildavalsinum
var ein týðandi táttur
Tíðindablaðið [ sostaturin | Nr. 115 — 21. JUNI 1994 Sida 21
Marita Petersen, løgmadur:
Grunnur Volker |. Behrens
til áminningar
Grunnurin letur aftur i år eitt studulstæ å kr.
6.000,-
Stuðulsfæið verður bert latið ungum feroyskum
tónleikarum, sum eru í hægri útbúgving (t.e.
eru innskrivaði á konservatoriuum, lærðum
ténlistahåskulum o. líkn.)
Umsóknarfreist: 1. juli 1994.
Konsertfelagið
Postboks 1107
FR-110 Tórshavn
Eyka stuðulsfæ til amatør sangsolist
Í samband við at 10 ár eru liðin síðani grunnurin
varð stovnaður, verður latið eitt eyka fæ á kr.
6.000 til ein solo amatørsangara. Stuðulin er
ætiadur til eitthvørt skeid uttanlands, sum kann
menna vidkomandi sangara.
Umsóknarfreist: 1. juli 1994.
Konsertfelagið
Postboks 1107,
FR-110 Tórshavn
Grunnur Volker Behrens til áminnis varð stovnaður av
Konsertfelagnum, hvers stovnari og formaður Volker var,
eftir deyða hansara í 1984. Grunnurin hevur higartil veitt
seks stuðuisfæ til Johannes Andreasen, Ernst Dalsgard,
Sámal Petersen, Onnu Klett, Ólavur Jacobsen, Sunieif
Rasmussen og Eisu Súsonnu Dalsgarð
Upprunaligt stovnsfæ fekst vid jarðarferð Voikers
Studlar til grunnin:
Konsertfelagið og Fjølrit.
Advokatskrivari
søkist
Søkt verdur eftir advokatskrivara hålva
tid at byrja tann 1. september 1994.
Umframt vanligar skrivarauppgåvur,
post- og telefonavgreiðslu fevnir starv-
ið eisini um avgreiðslu av innheinting-
armálum.
Neyðugt er at viðkomandi, ið settur
verður, kann arbeiða sjálvstoðugt og
hevur vinarliga medferð. Fyrimunur er
at hava útbúgving/royndir á starvsøki-
num.
Skrivligar umsóknir skulu sendast í
seinasta lagi 1. juli 1994 til:
Advokatfirma
EYÐFINNUR JACOBSEN
Eyðfinnur Jacobsen, advokatur
Hans T. Henriksen, advokatur
Vágsbotnur - Boks 1218 - 110 Tórshavn
Telefon 19526 - Telefaks 19536
Deild í Trongisvági: Telefon 72336
Kømur í miðbýnum
til leigu
Tvey kemur eru til leigu mitt í býnum frå
1. aug. 1994.
Egin inngond — felags køkur, baðirúm
og vaskirúm við ellum nútímans hent-
leikum.
Helst til skúlaungdóm.
Føroya Postfelag, tlf. 17231
svarar gerandisdagar kl. 9.00—12.00