mikudagur 22. juni 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tamt orðaskifti
- einki nýtt!
Sambandspolitikkur er
einki annað enn nýggju
nýggju klæði keisarans
— ein såpublødra!
VELJARIN fekk einki nytt upp-
skot um, hvussu vit skulu koma
burtur úr tí búskaparliga tronga —
vinnuliga og sosiala — vit eru komin í
í fyrsta valorðaskiftinum millum
floksformenninar.
ORÐASKIFTIÐ var tamt og floks-
formenninir dugdu illa at brúka tíð-
ina. Teir vóru ikki sannførandi og
teir duga enn ikki at brúka sjónvarp
sum tann mest týðandi fjølmidilin í
politiska stríðnum. Ofta hoyrdu vit
ógreiðar setningar í torgreiðum
málum, so nógvir veljarar hava
torført at skilja hepið.
HÓAST sambandsformaðurin —
eins og aðrir — helst hevur verið á
talu- og fjølmidlaskeidi, so var hann
ikki sannførandi. Í so máta kláraðu
Finnbogi Ísakson og Tordur Nicla-
sen tað best. Teir megnaðu at tala til
fólkið. Tordur Niclasen er rættiliga
javnaðarsinnaður, men hann
gloymir bara at siga, hvaðani pen-
ingurin til útreiðslurnar skal koma!
FRÁ andstøduflokkunum, teimum
nýggju flokkunum og fylkingunum
kom púrt onki nýtt. Tað var í stórum
og heilum ein endurtøka av tí álvar-
stødu, samfelagið er komið i. Loysn-
irnar vóru fáar og tey vóru hverki
nóg konstruktiv ella serigs at sann-
føra veljararnar um, at tey loysa
stóru samfelagstrupulleikarnar —
arbeiðsloysið og fólkaflytingina.
AFTURÍMÓTI vístu formenninir í
landsstýrisflokkunum á, at vit
framvegis eru noydd at bretta upp
ermar, og taka nøkur tung tek
afturat, samstundis sum vit tillaga
samfelagið — tað almenna eins og tað
privata — til broyttar umsteður.
FLESTU føroyingar kunnu taka
undir við Maritu Petersen, tá hon
sigur, at ongantíð sum í hesum tíð-
um er neyðugt at styrkja vælferðar-
samfelagið. Eins og tá hon vísti á, at
hóast hetta landsstýrið hevur verið
noytt at taka tung tek, so er eydnast
at fremja nógvar týðandi lóggávur
fyri at koma burtur úr naggatódn-
ini.
SOMULEIÐIS munnu flestu før-
oyingar taka undir við Finnboga
Ísaksyni, tá hann vísti ætlan fólka-
floksins og sambandsfloksins at
lækka lønirnar aftur. Hetta er ein
roynd, sum ikki letur seg fremja
uttan fåtøkradømi og sosialt órætt-
vísi, sum vit hava hoyrt um í New
Zealandi.
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Hilmar re
Bústaður: Argjavegi 26 | Postadr. 76
Argjum 110 Tórshavn
Tølston: 11820 Telelax: 14720
ROYN OKKARA
NYGGJU
BOTNALEYSU
LAGKÓKU VID
ONGUM PYNTI
OG ONGUM
íMILLUM Í
HÓAST Anfinn Kallsberg hevur
álit millum flestu føroyingar í síni
ofta realistisku meting um samfe-
lagið, so megnar hann ikki at sann-
føra veljarar og aðrar flokkar um, at
tað er rætt at lækka lenir og skatt
við lóg.
AT lækka kostnaðarstigið er tving-
andi neyðugt. Men tað er íkki nakað
nýtt, sum formaðurin í sambands-
flokkinum, Edmund Joensen, ger
tað til. Sosialurin hevur í fleiri ár
víst á, at tað er tvingandi neyðugt at
lækka kostnaðarstigið.
MEN kostnaður er annað enn lønir.
Kapitalkostnaðurin — renta og av-
dreg — hevur verið alt ov høgur.
Bæði grundrenta, onnur lånsgjøld
og revisrenta.
KOSTNAÐUR fyri roknskap,
grannskoðan og edv-tænastur hev-
ur eisini verið ógvuliga hegur. Vit
hava jú sæð, hver hevur skólað pen-
ingin í kassan. Flutningsútreiðslur-
nar hava verið hegar, hóast skipa-
felegini siga eitt annað. Eykalutir
o.a. kosta oman fyri alt rímuligt
mark. Harafturat hava avgjeld og
tollur tyngt alt ov nógv um rakstur-
in. Og tað ger meirvirðisgjaldið í
HESIR kostnaðir og gjøld ávirka
kostnadarstigid í flestu førum nógv
meira enn lønirnar. Men tað, sum
hevur verið grundleggjandi galið í
føroyskari vinnu, er effektivitetur-
in.
BÆÐI Sosialurin og javnaðarflokk-
urin hava í áravís víst á, at tað er
tvingandi neyðugt at rationalisera,
um vit skulu klára okkum í kapp-
ingini við aðrar. Men ikki bara i
vinnulivinum. Nei, sanniliga eisini i
almenna sektorinum.
EIN einvis lønarlækking verdur ein
koddi hjå leidslum og øll ætlan at
rationalisera verður skúgvað til
viks, sum fyrrverandi virkisleiðarin
á Bacalao, Martin Jacobsen, so
greitt vísti á, tá fólkaflokkurin fór at
spekja við lenarlækkingini fyri
einum 4-5 árum síðani.
JÚ, tað nýggja hjá sambands-
flokkinum — hesum sum vit øll hava
bíðað eftir í spenningi — er nú
avdúkað: Vit skulu gera tað livil-
igari í Føroyum, vit skulu rationali-
sera og vit skulu skja útflutnings-
virðið!
HETTA er íkki annað enn tað,
sitandi landsstýri roynir at gera, og
hetta kunnu eisini øll reisa seg upp
og siga uttan at undirmeta virðið í
landsstýrispolitikkinum.
TÍ mundi mangur sambandsveljari
kenna seg eyðmýktan í gjárkveldið,
eftir at sambandsflokkurin nú í
langa tíð hevur greitt fólki frá, at
hann var tann einasti flokkurin,
sum hevði eina greiða ætlan fyri
framtíðarsamfelagið, sum fór at
halda! Men har var eingin framtíð-
arætlan.
FYRITREYTIN fyri aftur at gera
tað liviligari hevur m.a. verið at
sanera skuld í vinnulívinum, so tað
kann virka á sunnum fíggjarligum
grundarlagi. Hetta eigur at styrkja
okkum í kappingini við onnur lond,
tí hetta hevur sanniliga lækkað
kostnaðarstigið.
MEN eitt gloymir sambandsflokk-
urin — eins og hinir í andstæðu — at
fiskatilfeingið er bara eina helvt av
tí, tað hevur verið. Tí er eisini neyð-
ugt alla tíðina at beta marknaðar-
støduna. Men hetta verður eisini
gjørt vid at endurskoða handilssått-
målan vid ES, og samrådingar um
hetta fara fram. Munurin millum
sambandsflokkin og hinar flokkar-
nar er bara, at sambandsflokkurin
vil upp i ES.
VID ødrum orðum var einki nytt í
politikki sambandsfloksins. Hann
hevði einki originalt ella víttgang-
andi boð upp á at koma burtur úr
búskaparkreppuni. Hann kann íkki
vísa á nakað, sum ger hann betur
føran fyri at stýra hesum landi enn
hinir flokkarnir ella sitandi lands-
stýri.
HETTA hava flestu føroyingar
hildið, og nú fingu vit tað endaliga
staðfest: Politikkur sambandsins er
einki annað enn endurtøka av ævin-
týrinum hjá H. C. Andersen um
nýggju klæði keisarans. Har vóru
eingi klæði — tað heila var bara ein
sápubleðra!
sosialurin