Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosíalurin ] Nr. 116 — 22. JUNI 1994 Sida 3 Ågot å svartkalvaveidu norðanfyri Seks foroysk skip eftir svartkalva — Vit løgdu um til garnaveiðu eftir svartkalva í november í fjør og tað hevur vignast væl. Tó í løtuni er minni at fáa, sigur skiparin á Ágot, Pól Eyðfinn Poulsen Svartkalvi var fyrr nakað sum onkur trolari av og á fyrr fekk sum hjáveiðu í trolið, fór hann nóg djúpt eina løtu. Svartkalvi var fiskur, sum føroyskir linu- båtar veiddu f kuldanum i Labrador á djúpum vatni. So djúpum at standararnir næstan vóru longri enn lín- an. Svartkalvin varð av høvdadur, frystur og síðan í mesta lagi umskipaður í Føroyum til útflutnings. Burtursæð frå teimum ið veiddu hann sóu føroyingar einki til svartkalvan. Nú er ørvisi Í dag, ella seinasta árið er svartkalvavinnan komin nógv nærri okkara klettum og í løtuni liggja miðalstór skip omanfyri 100 tons og dragasvartkalvaggrn í kant- inum á Norðhavinum og aðrastaðir niður av land- grunninum. Á landi í Kolla- firði og á Tvøroyri verður svartkalvin skorin við hond til flak og síðan seldur av landinum sum dýr fiska- vera. "Hetta hevur verið gott" Umborð á Ágot stendur Pól Eyðfinn Poulsen og stýrir upp. Teir draga góm, eru staddir á Norðhavinum á knappt 300 favna dýpi. Fiskiskapurin er heldur smáligur í løtuni. Klokkan er um ellivu týsmorgun og Sosialurin er í hinum end- anum á hentu fartelefonini. — Hetta hevur verið heilt gott hjá okkum, síðan vit byrjaðu í november. Vit hava næstan burturav roynt eftir svartkalva, síðan vit fingu bátin. Vit hava bert gjørt ein línutúr til Ísland og ein undir Føroyum, annars hava vit verið á garnaveiðu, men vit hava tó framvegis íslandsloyvi, sigur Pól Eyð- finn Poulsen, skipari. — Tað er dýrt at keypa gørnini, men tá tey eru fingin so er hetta ikki ein dyr drift. Vit skræða heldur ikki so nógv hesa árstíðina, sum um veturin, men nakað er at bøta kortini. Vit hava drigið fýra trossar hendan túrin og hava fingið 10.000 pund av svartkalva, sigur Pól Eyðfinn Poulsen, skip- ari. — Fiskiskapurin er sum sagt nakað slakari nú enn hann hevur verið fyrr í ár, men eg haldi ikki at ovur- veiða er orsøkin. Vit hava enn roynt lítið undir Før- oyum. Tað eru stórar leiðir eftir at troyta, sigur hann. — Vit royna enn ikki serliga djúpt. Mest vanliga dýpið er frá 250-300 favnar, men vit hava verið niðri á 500 favnum. Í Labrador royndu føroysku linubåtar- nir nidur um 1000 favnar og fåa vit svartkalva so djåpt undir Føroyum, so eiga vit stóra leið eftir at royna á, sigur Pól Eyðfinn Poulsen. - Um landsstýrið í framtíðini fer at geva stuðul til at royna á djúpari vatni, so ivisteg ikki í at vit fara at royna. Men sum er, er hetta ov vandamikið fyri reið- skapin. Vit kenna ikki bot- nin og vit hava ikki ráð sjálvir at rinda ov nógvan reiðskap, sum vit kunnu missa á djúpari vatni, sigur Pól Eyðfinn Poulsen. Ågot er fyrrvernadi Hav- søki av Sandi. Skiparin sig- ur at hetta er eitt sera gott skip til garnaveiðu. Skipið er stórt og liggur væl í sjón- um. Teir kryvja svartkalvan og ísa hann umborð. Teir nýta ikki kassar, men hyllar. Fiskurin verður seldur í Føroyum og tað eru serliga tveir keyparar. West-Sal- mon í Kollafirði og Fiska- virking á Tvøroyri. Prisurin hevur verið góður. Teir hava fingið um 19 krónur fyri kiloið av stórum svart- kalva og 13-14 krónur fyri kiloið av tí minna. 12 manns eru við Ågot úr Klaksvík. Stór vinna I løtuni royna seks før- oyskir båtar eftir svartkalva vid gømum. teir eru Oknin år Søldarfirdi, Túgvustein- ur úr Hósvík, Vágasteinur úr Hav, Anita og Móvanes av Tvøroyri og Ågot úr Klaksvík. Allir bátarnir selja svart- kalvan í Føroyum og hesin gevur nógv arbeiði á landi. Tað vórðu suðringar við Anitu og Móvanes sum byrjaðu svartkalvaveiðuna við gørnum undir Føroyum. Í dag royna eisini norskir garnabátar i føroyskum sjógvi. Teir royna sunnan- fyri. Hjá føroyingur er enn talan um royndarveiðu, og tí er ongin kvota sett. jústinus Seinasta mánaðin hava verið rættuliga nógv út- lendsk skip undir Før- millum 16-20 um dagin. 20. juni hévdu 17 russ- isk, eitt breiskt, eitt kannað 14 russisk fiski- verið umborð á einum bretskum. Tað eru menn av Triton sum hava vitj að útlendsku skipini og á nakað ólógligt um- borð. hjá donsku sjóverjuni er Fleiri út- lendsk skip komið fram á ólógliga - ing á føroyskum skið seinastu tíðina. Norskir garnabátar royna eftir svartkalva á Bill Baily's banka. Teir hava eina kvotu uppá "Tyrlan fluti ein íslending á sjúkrahús Sjóvinnubrev Av tí at sjóvinnubrev, sum eru givin út fyri 1. juli 1989, ikki hava gildi eftir 1. juli 1994, verða tey, ið enn ikki hava fingið sær nýtt vinnubræv, sambært kunn- gerð nr. 52 frá 9. juni 1989 um sjó- vinnubrev og serlig utbugvingarkrøv, biðin um at gera hetta sum skjótast. Landsskúlafyrisitingin hevur sjóvinnu- brøv um hendi, men 1. september verður avgreiðslan av sjóvinnubrevum flutt til Sjóvinnufyrisitingina, Jónas Broncksgetu 5, 100 Tórshavn. Fyri at fáa nýtt vinnubræv krevst: Fyri navigatørar: Fyri naskinmenn: sjónarroynd, sum er yngri enn trý ár (stóra sjónar- royndin), sigling- arbók, gamla vinnubrævið og prógv. siglingarbók, gamla vinnubræv- ið og prógv. Tórshavn, tann 17. juni 1994 Landsskúlafyrisitingin