Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 m Nr. 116 — 22. JUNI 1994 Tíðindablaðið CD Frá Oljufyrisitingini: Seismiskar upptøkur á Føroyaleidini Hin 19. april f år samtykti landsstyrid at geva Western Geophysical Corporation loyvi til at gera seismiskar kanningar á føroyska land- grunsøkinum f 1994 og 1994 Kanningamar fevna um størstapartin av lysta land- fjórðingar. Seismiska skipið >Sea Star« kom inn á føroyskt sjógki 13. juni 1994. Teir fyrstu 3-4 dagamar er ætl- anin at gera seismiskar royndarupptøkur í ein land- synning úr Føroyum. Skip- ið kom á Havnina hós- kveldið 16. juni. Fríggjadagin 17. juni fer »Sea Star« at liggja á Havn- ini. Fyrrapartin hevur Western boðið umboðum fyri ymiskar almennar og privatar stovnar og fyri- tøkur um borð á skipið. Seinnapartin verður høvi hjáalmenninginum at verða vístur runt um borð á >Sea Frá Norðoya Fornminnafelag: Náttúran og menniskjað Eins og undanfarin ár skipar Norðoya Forn- minnafelag saman við sk6tafeløgunum í Klaks- vík fyri miðsummar- haldi í Grøv undir heit- inum >Náttúran og menniskjað<. Í ár er haldið sett til jóansskudag, friggja- dagin 24. juni. Byrjað verður kl. 14, tá ið skót- amir seta eldar upp, so fólk kunnu hugna sær við einum bita úti í KI. 19.00 verður fólkafundur, har Jenny Lydersen, lærari á Við- areiði, heldur réðu, og sungið verður undir leiðslu av songkreftum frá Klaksvíkar Sangfe- lag. Aftan á tendra skótar- nir bál niðan fyri í møl- ini. Um veðrið verður til tað, verður seinni á kveldi skipað fyri einum gongutúri norð á Skála- toftir og niðaná. Vælkomin til tiltakið >Náttúran og menniskj- ad«. Star« og fáa nærri at vita um upptøkurnar, ið gerast skulu. Eftir steðgin í Tórshavn fer »Sea Star« til Suður- oyar, har seismiskar upp- tøkur verða gjørdar í til- knýti til boriholið í Lopra. Í einar triggjar dagar er ætl- anin at skipið skal sigla nakrar ferðir út og inn eftir Lopransfirði og eisini vest- an fyri oynna inn ímóti og út frá landi. Tá upptøkurnar í Lopra eru av, fer >Sea Star< undir tær veruligu seismisku upp- tøkumar á havbotnsøkinum uttan um Føroyar. Hendan verkætlanin, ið verður framd við størst meguligum fyriliti fyri fiskastovnum, umhvørvi og fiskiskapinum å økinum, fevnir í 1994 um seismiskar upptøkur eftir siglilinjum, ið samanlagt eru í minsta lagi 7.000 km til longdar. Eftir somu linjum verða har afturat gjørdar magnetiskar måtingar og tyngdarmåt- ingar. Meðan upptøkurnar fara fram, sleipar »Sea Star« ymiska útgerð eftir sær í sjónum. Tvey ymisk sløg av útgerð verða í sjónum í senn, ljóðkeldur (ljóðgev- arar) og móttøkutól (ljóð- móttakarar). Ljóðkeldurnar eru settar saman av sonevndum luft- kanónum. 6 rødir av luft- kanónum eru, tær hanga stutt aftur úr skipinum røkka einar 50 metrar út til hvørja síðu. Móttgkutólini eru øll í einum 6 kilometra longum kålpi, ið hongur aftur úr skipinum. Øll útgerðin, ið sleipad verður afturúr skipinum, liggur fáar metrar undir vatnskorpuni. Móttgkutól- ini í tí 6 km langa káplinum eru ikki løtt at síggja, men ein serlig boya við ljósi og radararefleksi er fest í end- an á káplinum. »Sea Star« er eitt reytt skip við hvítum yvirbygn- ingi. Tað førir ljós og onnur tekin um at tað hevur skerdar møguleikar at stýra (mangvrera). Seismisku tólini eru sera viðbrekin og kostnaðarmikil, og tað hev- ur stóran týdning fyri upp- tøkurnar, at seismiska skip- ið hevur møguleika fyri at halda eina støðuga kós og ferð. Tað er tí sera umráðandi, at ansað verður eftir ikki at koma ov nær, so tað kann 6- rógva upptøkurnar. Skip og bátar, ið arbeiða nærindis seismiska skipinum, verða eisini biðin um at føra neyð- ug ljós og tekin. Trygarfrá- stødan til skipið eigur at vera í minsta lagi 5 fjórð- ingar aftureftir og 2 fjórð- ingar frameftir og til síður- nar. Um borð á seismiska skip- inum er ein føroyskur fiski- umbodsmadur. Hann hevur ábyrgd mótvegis Vaktar- og Bjargingartænastuni og hevur sum sína uppgávu m.a. at samskifta við skip og bátar nærindis kanningar- staðnum, so at fiskifør og seismikkskip kunnu ar- beiða uttan at órógva hvort annað óneyðugt. Ta fyrstu tíðina fer >Sea Star« at gera upptøkur eyst- an fyri og sunnan fyri Før- oyar, men seinni eisini aðra- staðni. Ein meira neyv lýs- ing um hvar ið skipið ar- beiðir verður send gjøgnum Áhugaverðir oljufyrilestrar Føroya Oljuídnaður skipar fyri fundi á Hotel Hafnia í kveld, 22. juni, kl.19.30, har Knút Gray og Eigil Hansen greiða frá sínum royndum í oljuvinnuni. Knút Grey hevur starvast hjá A. P. Møller innan frálandavinnu síðani 1980. Meginpart- in av hesum árunum hevur hann verið í Bra- silia; men eitt skifti var hann eisini í Norðsjó- num. Seinastu fýra árini hevur Knút Gray verið maskinsjefur umborð á einum supplybáti hjá A. P. Møller. Oljuvinnan tók seg upp í Brasilia umleið 1980, og hevur Knút so- statt fylgt gongdini f bra- silsku frålandavinnuni alla tíðina. Frá ti brasili- anarar løgdu til brots við ongari vitan og lítlum og ongum útbúnaði til í dag, nú teir reka stats- ognarfyritøkuna Petro- bras, sum hevur 65.000 fólk í arbeiði og standa fyri boringum á meira enn 1000 metra dýpd. Brasilia er millum tey lond, sum eru farin undir oljuvinnu í nýggjari tíð, og tí er teira søga áhuga- Tórshavn Radio so hvert. Seismisku upptøkurnar í år fara væntandi at vara til nakað út á heystið. Um fólk hava nakrar spurningar viðvíkjandi seismisku upptøkunum, eru tey vælkomin at venda sær til: Oljufyrisitingina, Deb- esartrød, Tórshavn, tf. 12306, fax. 18438. verd fyri okkum, eins og boringar á 1000 metra dýpd eisini eru áhuga- verdar. Í framløguni fer Knút Gray eisini at nerta við spurningar sum menn- dálking, trygd og tílíkt. Eigil Hansen hevur siglt sum skipari hjá A. P. Møller í eitt manna- verið burtur frá ol juvinn- uni seinastu árini, so hevur eisini hann roynd- ir á hesum økinum. Eigil hevur til fyri ný- liga virkað sum eitt slag av umboðsmanni fyri Mærsk í sambandi við rekruttering av fólki. Knút og Eigil leggja fyri á fundinum og síð- ani verður høvi at seta spurningar. Hetta er millum fyrstu royndirnar at skipa fyri fundum, har føroyingar, ið starvast innan olju- vinnu, greiða frá sínum arbeiði og royndum. Vónandi taka limirnir væl undir við tiltakinum, tí tað skundar undir at halda fram við slíkari fundarrgð.