Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Málgagn hjá Sosialistiskum Ungmannafelag í Feroyum Nr. 4 Mikudagur 22. juni 1994 29. árg. Tiltøk, ið elva til nýggjar vinnuvegir Ein av teimum daprastu avleiðingunum, sum ar- beiðsloysið hevur við sær, er fólkaflytingin. Hetta verður eitt hitt størsta málið, sum vit ætla at arbeiða við í komandi samgongu. Fyri at steðga hesi fólkaflyting, so mugu vit eggja fólki at vera verandi. Spurningurin er so, hvussu vit gera tað. - Eyðsæð er, at loysnin kann ikki bert vera at bóta um arbeiðsloysisskipanina - tað er sjálvandi ikki nóg mikið. Vit mugu gera tað meiri liviligt í hesum samfelag - útreiðslur og inntgkur hjá fólki mugu samsvara, og loysn må fåast á sethúsaskuld- ini. - Afturat hesum mugu vit leggja nógv stórri dent á at seta arbeiðsskapandi tiltøk í gongd. - Tað eru møguleikar til hetta við arbeiðsloysisskipanini, men hesir møguleikar eru ikki nóg væl troyttir! Hetta vilja vit gera meira við - og vit skulu í hesum sambandi hava í huga. at bara í ár fer skinanin helst at gjalda út meiri enn 200 milliónir krónur. Vit halda, at arbeiðsloysisskipanin meiri aktivt eigur at fara inn at stuðla vinnufremjandi tiltøkum. - Men týdningarmikil treyt er, at hesi tiltøk ikki verða kappingaravlagandi, og at hesi tiltøk ikki bert vera »arbeids-terapi«. Tað skal vera meiningsfult arbeið- i, sum verður gjørt. - Eitt arbeiði, sum kann stimbra til nýggjar vinnuvegir. - Tað liggur sjálvandi fremst í huga at skapa nýggj arbeiðspláss, men vit mugu ikki gloyma grundleggjandi faktorin - at tiltøkini verða burðar- dygg - at tey kasta pengar av sær til samfelagið. Taka vit eitt nú fiskivinnuna, so skal tað bera til at royna eftir ótradisjonellum fiskasløgum, og royna at fáa onkra søluvøru burtur úr - kanska ALS kundi stuðlað við at goldið part av tímalgnini? Vit skulu eisini hava í huga, at hetta førir aðrar vinnuvegir við sær: Vøran skal marknadarførast, hon skal pakkast og flytast á marknaðin. Hetta skapar eisini stórri virksemi innan peningaheimin, ráðgeving o. s. fr. Á henda hátt kunnu vit eisini skapa virksemi til okkara vælútbunu arbeiðsmegi, og ung fólk, við nýggjum spennandi útbúgvingum kunnu fara undir nýhugsan. Tað sum er av týdningi, er at vit finna tiltók, sum veruliga kunnu elva til nýggjar vinnuvegir - sum við tíðini geva avkast aftur til samfelagið. Eirikur Lindenskov Endurreisn å realistiskum grundar lag ze Tap Tað gerst alt meiri greitt, at valið komandi verður á mangan hátt eitt lagnuval. Nú stendur á gomlum kongum, og hart leikar á. Ongantíð hevur leikað so hart á, sum hesaferð - og stendur valið tí millum tveir blokkar: Annað- hvort fáa vit eitt borgarligt lands- stýri, sum fer at fremja eina lønar- lækking við lóg, og sum vil hava Føroyar sum lim i ES. Velja vit hinvegin Javnaðarflokkin, so velja vit ein politikk, ið byggir á soli- daritet - ein politikk, ið vil tryggja tey mest grundleggjandi viður- skiftini hjá hinum einstaka, og sum vil føra ein politkk, sum býtir samfelagsvirðini so javnt millum fólkið, sum til ber. Hesaferð hava vit eisini aðrar flokkar at velja ímillum. Tíbetur hava vit frælsi at stovna so nógvar flokkar, sum okkum lystir. Tíverri mugu vit bert staðfesta, at fleiri flokkarnir verða, meira spjaddur verður politikkurin - og tað gagn- ar ikki borgaranum. Javnaðar- flokkurin stendur einsamallur á vinstraveinginum. Størsta skaðan gera vit vinstraveinginum, við at spjaða kreftirnar. Vit hava fyrr sagt, at hetta landsstýrið er eitt uppruddingar- landsstýri. Tað skal rudda upp eftir marglætið í 80'unum. - Men Javnaðarflokkurin fór til val seinast upp á at endurreisa samfelagið, verður javnan kastað honum fyri. Og hvussu hevur gingist, kunnu vit so av réttum spyrja? Fyrstu tvey árini gekk ikki so galið. Vit fingu politiskan stabili- tet við samgonguni millum Javn- aðarflokkin og Fólkaflokkin. Men 6. oktober, tá Sjóvinnubankin fór, kom skrædlið. Samstundis fingu vit eisini fiskaloysi og marknaður- in rapaði eisini. - Úrslitið av at bjarga banku- num kenna vit - Skuldin varð flutt frá privatum og yvir á tað al- menn - á allar borgarar landsins. Hóast avtala er fingin í lag við danir um, at teir rinda alla uttan- landsskuld okkara fram til 1998, so tyngir rentubyrðan upp á 400 milliónir okkum almikið, og verð- ur hetta óivað tikið upp undir komandi samráðingunum við dan- ir í august. Men nakað hevur flokkurin fingið á skaftið. Ein av høvudsorsøku- num til vanvitið í 80'unum var rentuspekulasjónin - men hon er nú steðgað, og aðrar stórar broyt- ingar eru farnar fram. Avgjalds- Nú kenna vit útlitini og kunnu ti betur leggja framtíðar politikkin tilrættis. skipanin er broytt, vit hava fingið MVG, hóast henda skipan óivað kann tilpassast ødrvisi. Vit hava fingið nýggja rúsdrekkalóg, vit hava fingið arbeidsloysistrygging, vit hava fingið broyttar skúlalógir, stórbroytingar eru gjørdar í fiski- vinnuni, undirgrundin er yvirtikin, nýggjur sáttmáli er gjørdur við EF, vælferðarsamfelagið er bjargað, tryggleiki er skaptur í peninga- heiminum við at bankarnir eru loftaðir, saneringar eru framdar í vinnulívinum, kommunuskuldin er um at koma upp á pláss. Øll hesi tiltøk eru viðvirkandi til, at afturgongdin er minkað. Eitt komandi landsstýri kennir útlitini og tí verður lættari at leggja poli- tíkkin til rættis, men tað er av størsta týdningi, at tað verður lagt væl tilrættis, so at førdur verður ein politikkur, sum gagnar øllum borgarum. SU vil hava broytingar - vit vilja vilja vera vid til at endurreisa samfelag å einum realistiskum grundarlagi, fólki og landi at gagni... A