Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 116 —22. JUNI 1994 Eirikur Lindenskov, valevni í Suðurstreymoyar valdømi Marknadarvidurskifti - treyt fyri framburði > - Vit leggja doyðin á at fáa eina so góða avtalu við ES, sum gjørligt - best um vit fingu eina tollsamgongu. Men fyritreytin fyri at fáa marknaðaratgongd verður sjálvsagt, at vit bjóða fram dygdarvøru. Skulu vit røkka hesum, so må allur vinnupolitikkur okkara byggja á fyrsta floks rådvøru, væl útbúna arbeiðsmegi, bestu virkisleiðslu, vørumenning og betri vidskiftarøkt«, skrivar Eirikur Lindenskov m. a.: Vit hava so mangan her í Bergmáli víst á, hvussu ill- a Føroya ungdómur er fyr- i, og hvussu døpur fram- tíðarútlitini eru, um vit ikki seta nøkur munadygg tillók í verk, soleiðis at ikki eitt heilt ættarlið av ungfólki dettur niður ímill- um. Hagtøl og framskriv- ingar um fólkaflytingina eru ræðandi - ungfólk og barnafamiljur rýma av landinum í hópatali. Vit hava eisini víst á ta skeivu gongd, sum hevur verið, tá vit hava lænt milliardir av nengum, sum unga og uppvaksandi ætt- arliðið skal gjalda aftur. Bæði kommunukassar og landskassin hava lænt upp á framtíðina - livað yvir evni upp á bekostning av yngra ættarliðnum. Vit læra av gjørdum mistøkum - men vit mugu finna eina loysn, soleiðis at samfelagið ikki verður niðurbundið av tungari rentubyrðu í nógv ár fram- yvir. Einasta realistiska vón- in er helst, at henda loysn kann finnast í samráðingu- num við danir, sum verða í august Uttan eina greiða avtalu um fíggjarviður- skifti okkara, fóta vit okk- um illa aftur. Ein koddi til vinnuna Borgarligu flokkarnir leggja rættuliga stóran dent á, at kostnadarstødid skal lækkast. og stórur partur av borgarliga veing- inum vil eisini hava Før- oyar at gerast lim í ES. Tá teir tosa um kostnaðar- stødi, so meina teir, at løn- ir skulu lækkast. Fólka- flokkurin vil gera hetta við lóg, meðan Sambands- flokkurin sigur seg vilja samráðast til hetta. Vit hava eisini her í blaðnum fleiri ferðir víst á, at tað ber ikki til at lækka lønir. - Vit trúgva stutt og greitt ikki at lønarlækking kann brúkast sum búskap- arligt amboð. Og um so var, so kundi verið víst á, hvar hetta hevði eydnast - so máttu vit kunna sæð úr- slit aðrastaðni frá. Vit migva heldur hin- vegin, at um lønirnar verð- a lækkaðar, so gerst tað ein koddi hjá vinnuni. Vit vilja heldur royna aðrar vegir. Leggja til rættis í felag Vit halda, at tað privata og tað almenna í felag skulu seta seg niður, og skapa fortreytir fyri øktum virk- semi. - Hetta skal gerast við at leggja fram ein kon- struktivan menningarpoli- tikk. Adalhugsanin skal ver- a, at vit brúka alla ta orku, sum er í okkara fram- komna samfelag. Vit hava eitt gott samferðslukervi og vit hava vælútbúna ar- beiðsmegi. Við réttu plan- leggingini so eiga vit at kunna bjóða góðar tænastu og góðar vørur. Tí mugu vit leggja dent á, at vinnan verður rikin á mest effektivan hátt og at finna bestu marknað- irnar til bestu framleiðslur- nar. Límaskapur eingin loysn Og nú koma vit til markn- aðarviðurskiftini. Sam- bandsflokkurin hevur eitt svar tá vit tosa um markn- aðarviðurskifti - ES-lima- skapur. Vit halda tað vera alt ov tíðliga yvirhøvur at hugsa um ES-limaskap, ti vit kenna alt ov lítið til Vit vilja gera okkara ávirkan galdandi í Javnadarflokkinum Neyðugt er at vit standa saman um Javnaðarflokkin, um vit vilja reka ein solidariskan politikk - ein politikk, ið gagnar øllum landsins borgarum.. Valstríðið er nú somikið útliðið, at allir valevnis- listar eru lidnir, og tíggju flokkar hava stillað upp. Spátt hevur verið, at Verkamannaflokkurin skuldi rættuliga gera hol á Javnaðarflokkin, men nú at tað als ikki er fakfelags- rørslan, ið stendur aftan - Vit hava eisini spent bíðað eftir at síggja stevn- uskrá floksins. Tá tey kalla seg verkamanna- flokk, so skuldi stevnu- miðini helst líkst steynu- miðum Javnaðarfloksins. - Nú vil onkur siga, at Javnaðarflokkurin ikki hevur ført javnaðarpolitikk hetta valskeiðið. Her eiga vit kortini at hava í huga sváru viður- skiftini, sum landsstýrið hevur havt at arbeitt undir - men kortini so hevur tað eydnast at varðveitt týdn- ingarmestu eyðkennini hjá vælferðarsamfelagnum. Vit kunnu bert nevna út- búgvingargkið, heilsuverk- ið og almannaverkið. - Borgarliga alternativ- ið til politikkin er lønar- lækking og EF-limaskap- ur. Eydnast tað teimum tveimum fakfelagsleiðaru- num í Verkaflokkinum at knúska vinstraveingin í føroyskum politikki, so er rásin traðkað fyri einum borgarligum landsstýri - og tá verður valla meiri lunad eftir teimum... Ungdómurin hevur krav upp á eitt trygt sam- felag. Vit skulu tyggja uppvaksandi ættarlidnum góð kor - og tað er ikki at senda teimum rokningina fyri 80'ini. Hesum skal loysn fáast á. Latið okkum í felag á- virka Javnaðarflokkin til at føra ein sunnan og góð- an løntakarapolitikk. - Ein politikk, har lurtað verður eftir øllum pørtum á ar- beiðsmarknaðinum. Ein politikk, ið gagnar ollum landsins borgarum, ein politikk, ið javnsetur allar borgarar landsins, ein sunnan og góðan politikk. Hasir báðir fakfelags- leiðaramir eiga at hava í huga, at persónligt stríð broytir ikki hugsjónir. Einans við at gera okkara ávirkan galdandi, kunnu vit ávirka flokkin - tað er leiðin fram - at standa saman. Sundurlyndið er so niðurbrótandi. Persónar eru bara leik- menn - íkki hugsjónir. Tíðindablaðið (57, framtíðar fiskivinnupoli- tikkin hjá ES, og vit koma als onga ávirkan at hava á samveldið. Tí leggja vit heldur doyðin á at fáa eina so góða avtalu, sum gjøriigt best um vit fingu eina toll samgongu. Men fyritreytin fyri at fáa marknaðarat- gongd verður sjálvsagt, at vit bjóða fram dygdarvøru, sum á heimsmarknaðinum er eyðkend. Skulu vit røkka hesum, so má allur vinnupolitikkur okkara byggja á * fyrsta floks ráðvgru * væl útbúna arbeiðs- megi * bestu virkisleiðslu * — vørumenning * og betri vidskiftarøkt Eyðsæð er, at ES-markn- Vit kenna alt ov lítið til framtíðar fiskivinnupoli- tikkin hjá ES, og vit koma als onga ávirkan at hava á samveldið aðurin er okkara týdning- armesti, men politiska og búskaparliga skipanin í ES er so háttað, at Føroyar einki vinna við at fara upp í ES Men at loysa okkara marknaðar trupulleika verður eitt stórmál - eitt sera týdningarmikið mál fyri endurreisingina av samfelagnum. Eiríkur Lindenskov Valið er Tin og min abyrgd Ung åvIkat 7, Julí |