Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Nr. 116 — 22. JUNI 1994 Tíðindablaðið GSK stilla upp til logtingsvalið? Eitt nýtt valskeið uttan ein sterkan javnaðarflokk, ræðir meg Neyvan nakrantíð hava so nógv valevni verið til eitt løgtingsval sum hesaferð. Nógv hevur seinastu árni verið tosað um, at allir 80'ara politikarar- nir áttu at verðið skiftir út, um ikki annað so fyri at reinsa luftina, og fyri betur at kunna hyggja frameftir, ístaðin fyri at keglast um fortíðina. Flestu flokkarnir stilla tó fleiri av hesum 80'ara politikarunum uppaftur. Sambandsflokkurin enntá støvar teir av aftur, sum vit hildu okkum vera sloppin av við. Í Vágum stilla Ivan Jo- hannesen og Suni Jacob- sen uppaftur fyri sam- bandsflokkin, og Svend Áge Ellefsen bjóðar seg aftur fram fyri fólka- flokkin. Eisini nýggj valevni eru at síggja. Eg haldi Svend Áge skuldi lisið greinina hjá nýggja fólkafloksvalevninum í Sandavági, Jóanes Niel- sen. Greinin eitur: Hvat bagir Áge, har hann m.a. sigur um partamann sín: manglandi sjálvkritikk- ur... forstokkaður, vil hava æruna av tí, sum gott er, og alt sum ikki er gott hava mótstóðu- menninir gjørt... vil vaska hendur og vil ikki kennast við vánaligu av- rik síni. Ætlar Jóanes Nielsen við hesum skoðsmálum at avloysa partamann sín? Sjálvandi hava polit- ikararnir — eisini javnað- arpolitikarar — eins og nógv onnur gjørt stórar feilir í 80'unum. Hetta er urin seinastu 4 árini hevur stríðs fyri at rudda upp eftir. Hetta er ikki nøkur tespilig uppgáva. Næstan líka mikið, hvussu hetta verður gjørt, svíður hetta og kemur at svíða eina tíð framyvir. At billa fólki nakað annað inn er at blaka torvmold í eyguni á fólki. Við javnaðarflokkin- um á odda verður hesin sviðin minni og stytri, enn um vit fáa eina borg- arliga leiðslu. Eins og javnaðar- flokkurin havi eg ongan- tíð verið bangin fyri at smoygt upp um armar fyri at stríðst fyri einum máli, og roynt at loyst tað á best møguligan hátt. Sjálvandi letur tað seg ikki altíð gera at loysa øll mál, sum ein kundi ynskt, antin tí po- litiskur meiriluti íkki er fyri tí, ella tí tað fíggjar- liga ikki letur seg gera. Hóast eitt vánaligt val- skeið, haldi eg tað hevði verið enn vánaligari, um stóð við róðrið. Eitt nýtt valskeið uttan ein sterk- an javnaðarflokk ræðir meg stórliga. Tí stilli eg upp fyri javnaðarflokk- in. Niels Olgar Joensen, valevni javnadarfl. i Vågum ” Hvi lata seg | Felagsskapur og samstarv — er mergurin í javnaðarhugsjónini. Vit skulu í enn størri mun sam- starva við grannar okkara, skrivar Henry Jarnskor Álvaratos, er tað ikki tíð uppá at gevast við hasum tosinum um samband og loysing? Tidin, har ein møgulig loysing frå Danmark kundi lata seg gera, er farin. Hetta var tíðin, tá tilfeingið í hav- inum var ein spurningur um dugnaskap og fiskieydnu. Hetta var eisini tíðin, tá sparsemi, innløga og gerda- byti var vanligt millum manna. Eingin kendi til hugtakid »svart arbeidi«. Men tiverri var hetta eis- ini tíðin, har tey, ið áttu nak- að, fingu meira, meðan rest- in av fólkinum stóð við húgvuni í hondini. Hin føroyski sambands- madurin, sum vit kendu hann fyrr, er ikki til longur. Av gomlum vana verður tó ein fornleivd vald inn á ting, har hon roynir at verja eina hugsjón, ið einki hevur vidsamfelagsstøduna í dag at gera. Menningin av tí føroyska samfelagnum hevur ikki staðið í stað, hóast aftur- haldskreftirnar hava verið nógvar. Vesturheimurin, og serliga norðurlond við Danmark á odda, hava drig- ið okkum við, sum eftirbát kann kanska sigast, men í dag er munurin minni. Utbigvingarmøguleikar, samstarv og sambindan av hugsjónum hevur víðkað sjónarring okkara og ment okkum á øllum økjum. Hóast øll bakkøstini í seinastuni, og hóast byrðar- nar eru ov tungar hjá nógv- um og hendurnar tómar hjá mongum, hava vit eitt sam- felag, har eingin er gloymd- ur. Vit standa á einum vega- móti og skulu velja hvønn veg vit skulu fara. Latum okkum halda fast um vunn- in rættindi, læra av mistøk- Suðurstreymoyar Javnaðarfelag: OPIÐ HÚS Atli Dam Í kveld klokkan átta kunnu áhugaði hitta trý av val- evnum Javnaðarfloksins í Suðurstreymoy í felagshøl- unum á Argjum. Suðurstreymoyar Jav- naðarfelag skipar hvert mikukvøld og > hvønn sunnudag seinrapart fyri ti tey kalla opið hús, har limir og onnur áhugaði kunnu koma og práta við nøkur av teimum, sum eru uppstillaði til valið. Í kvøld eru valevnini Atli Dam, Magni Dalsgaard og Hartvig Hansen. Felagið sigur, at fólk eru vælkomin við hugskotum, uppskotum og viðmerking- um um politiskar spurning- ar. unum og við hesum førn- ingi stinga út í kortið. Felagsskapur og sam- starv er mergurin í javnað- arhugsjónini. Vit skulu í enn stórri mun samstarva við grannar okkara, og í enn stórri mun fáa samstarvið innan ríkisfelagsskapin at bera åvøkstur, samstundis sum vit skulu leitaenn long- ur burtur í somu grindum. Hann, ið byrgir seg inni, hevur sett seg sjálvan uttan- fyri. Eingin rættsiktaður fer at tosa um samband við Dan- mark ella ikki, tá tann stóri spurningurin er sambandið við ES. Tað er ikki bara fólka- flokkurin, ið vil gera okkum til danskt amt. Sambandsflokkurin vil hava danir at yvirtaka okkum og tá verða vit eitt danskt amt. Nei, Pauli og Jógvan Sundstein og fólka- flokkurin. Latið vera við at júka og billa fólki inn, at tað bara eru hinir, sum hava skyldina av øllum tí ringa í dag. Ella sum Pauli: Góða mamma, tað var ikki eg, hinir teir lokkaðu meg. Tí næstan hver føroy- ingur veit, at bæði Pauli og Jógvan síðani teir komu til Føroya hava verið okkara fremstu ráðgevarar og lands- grannskoðarar, og hjá einum stórum parti av vinnulivinum í Føroy- um eisini, eitt nú hjá skipum og virkjum. Og tað ringasta er, sum øll fólk ikki hava fingið við, at hesir somu menn hava sitið við Vísið heldur á itøkiligar loysnir Vit mugu »takla« henda åtrokandi spurning beinan- vegin, ti sum er hevur ES eina frihandilsavtalu vid okkum, medan vit slåa okk- um í múrar og loft hjá teim- um. Morgindagurin bíðar ikki. — Hann kemur við nýggjum avbjóðingum og tá er neyðugt at hava tikið eina greiða støðu. Fólkiðeigur avgerðina og tí eigur atkvøda um henda spurningin at verða skjótast gjørligt. Henry Jarnskor, valevni javnadarfloksins i Eysturoynni landsins ábyrgd ein stór- an part av 80'unum og verið við til at koyra hetta sama vinnulív á húsagang. Nei, Pauli, Edmund, Sundstein o.fl., tit, sum kalla tykkum vinnulívs- menn, einum nýtist ikki at vera javnaðarmaður ella hava nakran polit- iskan lit fyri at síggja tað. Nei, latið vera viða t brúka ávísar persónar ella flokkar til egnan fyrimun og latið vera við at hótta við at taka tann demokratiska rætt við lóg frá fólki, og latið vera við at nýta hetta í- móti veljarunum, at um tit ikki velja samband og lata danir yvirtaka okk- um, so koma tit at missa øll rættindi her á landi. Nei, vísið heldur Før- oya fólki á onkrar itøki- ligar loysnir ella hvørji evni, tit hava betri enn hinir. Snøgt sagt einki. Hetta kann samstund- is vera eitt svar uppá ta rættleiðingina í Dimma- lætting leygardagin. Nei, føroyingar, latið okkum heldur standa saman og verja øll tey demokratisku rættindini og tað kann bert gerast við javnaðarflokkinum, tí hann er ivaleyst tann einasti, sum vil verja borgaran her å landi enn. Jéan Pauli Joensen, Nólsoy valevni javnadarfl. í Suðurstreymoy