Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 1994síða 17

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

po Tidindabladid ES) Arbeidsloysistryggingin: Tað almenna má taka beinleiðis lut Tað sær út til, at tað bert er ein spurningur um hvør í stýrinum er sterkastur og hvør best kann seta hvønn annan skák og mát, meðan hin arbeiðsleysi kemur í aðru rød. Javnaðarflokkurin ásannar í síni virkisskrá, at arbeiðs- loysi er ein samfelagsspurn- ingur ella trupulleiki, og tí vil flokkurin virka fyri at styrkja arbeidsloysistrygg- ingina. Tíverri er í dag ikki brúk fyri øllum á arbeiðsmarkn- aðinum og tí er tað bráð- neyðugt at figgjartørvurin verdur tryggjadur vid lån- tøku, sum hitt almenna veð- heldur fyri. Javnaðarflokk- urin vil virka fyri, at sum frá líður skal tað almenna taka lut beinleiðis í fíggingini av arbeiðsloysisskipanini og hava samsvarandi medå- virkan. Einki tykist mær so hug- tyngjandi og psykiskt nið- urbrótandi, sum til hvørt út- gjald at hoyra fjølmiðlarnar upp í saman og upp í saman kappast um at siga frá, at nú er so og so lítið til av peningi í kassanum og at møguliga verður útgjald, men helst ikki og tá so dagurin kom, so kláraðu tey tað akkurát, men, varð dentur lagdur á, at næstu ferð gongur tað ikki. Fyri okkum uttan fyri standandi sær tað út til, at tað bert er ein spurningur um hver í styrinum sterkast- ur er og hvør best kann seta hvønn annan skák og mát, Birgir Waag Høgnesen, valevni javnaðarfloksins í Norðstreymoy Tað er ótrúligt, at borgar- ligu flokkarnir framhald- andi halda fast við, at ein lønarlækking skal koma ímeðan má so tann arbeiðs- leysi koma í aðru rød og bíða í tolni, ímeðan heldur klandrið fram fyri opnum tjaldi. Hetta tykist mær at vera búldur oman á sár. Hví skulu tey, sum einki arbeiði hava, eisini hava hetta at dragast við? Ein freistast av og til at spyrja okkara fjøl- miðlar: er hetta tað, sum selist best í dag? Um so er, er tað hugstoytt. Kundu vit ikki heldur fingið eina skipan, har álagt verður dagligu leiðsluni fyri skipanina at kunna almenn- ingin um hetta, um tað gerst neyðugt, so at sleppast kann undan hesum í framtíðini, hesum illgitingum, sum eru fram til hvert einasta út- gjald. Eisini má eitt minsta- mark setast fyri samarbeiði ímillum stýrið fyri skipan- ina og landsstýrið og um 6- semjur taka seg upp, at tær verða loystar á sømiligan hátt og ikki sum nú, hvar hvør kappast um at heingja hvgnn annan út alment. Hetta, sum bert hevur víst seg at havt sera skaðiliga á- virkan á hesa skipan, sum eftir mini metan kom i tøk- um tima, bert ti teir borgar- ligu flokkarnir sum longst vildu forda fyri at tey ar- beidsleysu skuldu fåa nakad sum helst. So leingi sum arbeids- loysið er so stórt, sum tað er, er eingin grund til at hava rullandi útgjøld. Rull- andi útgjøld skulu tí takast av beinanvegin. Javnaðarflokkurin = vil leggja herðslu á, at arbeiðs- leysum verða útvegað ar- beiðstilboð og útbúgving- artilboð, samstundis sum allir møguleikar verða gjølla kannadir. Hetta hevur skund. Gott val. Sylverius Jacobsen, valevni javnaðarfloksins í Eysturoy Teir ætla at lækka ALS-útgjaldið við 40%! — Vilt tú tað? Nei, ALS-skipanin skal betrast - útgjaldið upp á 90% tær til góðar, til tín sum fært útgjald frá ALS-skip- anini. Er tað ikki ein frek- leiki at lækka tað tú fært frá ALS-skipanini við 40%. — Javnaðarflokkurin meinar, at tað almenna, sum frá- líður, skal taka lut í fígg- ingini og hava samsvar- andi medávirkan. 7. juli ert tú við til at betra um skipanina, vel javnað- arflokkin — tað veitst tú. Teir siga at 700 alment lent skulu út i arbeiðsloysi — Javnaðarflokkurin vil steðga hesum Sambands- og fólkaflokk- urin framføra, at teir fara at rudda út í almennu fyrisit- ingini. Hetta rakar íkki bara tey, sum verða upp- søgd, men eisini teg, sum skalt hava eina rímuliga tænastu í framtíðini. Einki er at ivast í, at uml. 400 fólk í Tórshavn og 300 fólk kring landið verða upp- søgd. — Javnadarflokkurin sigur kortanei til hetta sparitiltak — tað veitst tú. rættvisari timaløn "Koyrið á, vit mugu verða liðug. Farma- skipiðsiglir um nakrar tímar, komið nú, skjótt, skjótt..." Hetta er gerandisdagurin á okkara fiskavirkjum. Fólk arbeiða yvir evnir, tey signa undir koyrlinum og tíðin arbeiði skal gerast í gerst styttri og styttri. Ongin torir at muta í móti, tí ovmikið av arbeidstøk- um standa uttanfyri ið gleðiliga yvirtaka ar- beiði, verður ein tveittur út. Hetta er skilligt Men hvat fáa fólk afturfyri at gera arbeiði bíligari og skjótari á fiskavirkjunumi oynni. Nei, í flestu fórum fær arbeiðsfólkið, eisini á virkjum, har oymikið er av fiski, alt ovlítið fyri sín part av framleiðs- luni. Fáir, men langir dagar í skiftisvakt og síðan einki arbeiði í fleiri dagar er vanliga lagið. Lenin partur av lidnu veruni Fakfeløgini mugu i komandi samrådingum leggja doyin å, at tann samlaða lgnin íkki lækkar i fiskiidnadin- um. Lønin må i framtidini verðaein fastur partur av søluvirdinum. Hesa skipan hava vit umborð á øllum okkara fiski- fórum. Hví so ikki á landi? Ein tílík skipan er ikki tað sama sum akkord, bonusskipanir og annað í krevur nógv eftirlit og sum einans sáðar misálit millum arbeiðara og ar- beiðsgevara. Hendan skipan ger: — at arbeiðarin fær eina rættvísa løn fyri tað arbeiði hann hevur gjørt. Bæði tá tosað verður um dygd, hegni og skjót- leika. — hann vil fáa sin part av umleggingini frå, at vit i dag geva ødrum fiskablokk at arbeida, til vit sjålvi kunnu gera alt hetta arbeiðið. - at arbeiðsfólkið saman við virkinum, al- tíð vil framleiða ta vør- una, sum best prísur fæst fyri. Jón Ingi Eidesgaard Javnaðarvalevni í Eysturoy AR er tp SR