mikudagur 22. juni 1994síða 21
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CD — Nr.116—22. JUNI 1994 Sida2!
Løgtingsvalid '94
ÉT
Verkamannafylkingin =
sambands- og afturhaldsfylking
Tá ið fakfeløgini slógu seg
saman um Verkamannafylk-
ingina, helt ivaleyst mangur, at
hon fór at hava okkurt at bjóða
veljaranum. Onkur nøvn góvu
vén um ødrvisi politikk, sum
td. loysingarmaðurin og
sosjalisturin Luitjen Apol.
Men nú boðar oddamaður
fylkingarinnar, Óli Jacobsen,
frá, at Verkamannafylkingin
hvørki fer atreka høgra/vinstra
politikk ella at taka stødu til
loysing/samband. Komandi
fýra árini verður øll hug-
myndafrødi løgd til viks og í
staðin verður samstarvað um
sonevndar >praktiskar loysn-
ir<. Talan kann verða um sam-
starv við allar politiskar flokk-
ar, sigur oddamaðurin við So-
sialin.
Nidurstødan má tí vera, at
Verkamannafylkingin tekur
undir við galdandi donsku 6-
frælsisskipan, heimastýrislóg-
ini, og vil ikki broyta eirinda-
leysa høgrapolitikkin, ið hevur
verið førdur seinastu árini.
Hetta eigur at vera ávaring til
vinstra- og loysingarmanna.
Virðingarfylst
Jørgin Martin við Úlvsá
ÉT
Aftursvar til Dan Petersen
Dan Petersen, valevni hjå
javnaðarflokkinum, skrivar í
Sosialinum tann 16.06.1994
grein, har hann m.a. setir fram
ymiskar skuldsetingar móti
undirritaðu.
Her er talan um illsinnis-
gleps frá manni, sum umboðar
ein flokk, sum í desperatión
roynir at fáa veljaran at gloyma
hvat tað er fyri politikkur,
flokkur hansara hevur ført
seinasta valskeið og ikki minst
tær óhugnaligu fylgjur hetta
hevur havt fyri land og fólk
okkara.
Rættertað, ateg havi stuðlað
javnaðarflokkin tey ár hann
sum stevnumið sítt hevði at
stuðla teimum veiku í samfe-
lag okkara og tá hann eisini
fylgdi hesum stevnumiði sín-
um.
Við tí førda politikki í huga
er ikki løgi8, at javnaðarflokk-
urin er ræðslusligin fyri at fáa
veljarans dóm fyri tí armóð
flokkurin saman við hinum
flokkum á tingi hava ført Før-
oya fólk út í.
Javnaðarpolitíkkurin
Eg haldi at veljarin man fara at
duga at dóma um hvert fakfe-
lagsmál liggja betur í hondun-
um á okkum fakfelagsfólki,
sum seinastu árini hava stríðst
móti førda politikkinum hjá
javnaðarflokkinum ella
teimum fakfelagsumboðum,
sum framvegis siga seg
stuðla javn-aðarflokkinum,
sum hevur sitið í Tinganesi
og m.a.:
— søpla milliardir burtur í iva-
somum veðhaldum
— hækkað skattirnar, soleiðis
at vit í dag hava eitt av
hægstu skattatrýstum í heim-
inum
— lagt mvg-gjald á so at siga
allar vørur og tænastur, og
enntá hækkað hetta gjald úr
23% upp í 25%
— álagt skattgjaldarunum
milliardaskuld — ikki fyri at
bjarga bankunum — men fyri
at bjarga útlendskum kredi-
torum sína áogn
— snildisliga við lóg sett al-
mennu lønimar niður (hjá
javnaðarflokkinum = eitur
hetta at fremja sparingar í
lýnarútreiðslunum á fíggjar-
lógini, og síðani við samráð-
ingarborðið at tvinga fakfe-
løgini at ganga við til lønar-
niðurskurð vísandi til, at
fíggjarlógin »tiverri« tvingar
landsstýrið at seta lønirnar
niður)
-at fremja verkmann móti
heimahjálparunum, uttan at
taka sær minsta tykni av, at
hetta fekk óhugnaligar fylgj-
ur fyri tey gomlu og sjúku í
samfelag okkara (hetta man
vera eindømi hjá flokki, sum
letst at stuðla tey gomlu og
veiku í samfelagnum)
— at skerja veitingarnar til tey
arbeiðsleysu og nokta fyri at
taka ábyrgdina fyri hesum
samfelagsbólki
— at skerja summarfrítíðina
— at skerja frítíðarlgnina
Fylgjurnar
Sum dómi um óhugnaligu
fylgjurnar av førda politikkin-
um hjá javnaðarflokkinum og
hansara samstarvsflokkum
kann nevnast:
— familjur í hópatali missa hús
og heim
— talið av arbeiðsleysum hevur
ongantíð verið so høgt sum
nú (hóast umboð fyri javn-
aðarflokkin nú vilja billa
fólki inn, at arbeiðsloysið er
minkað, hóast tey vita at
hetta fyri størsta partin er or-
sakað av árstíðini og at alt
fleiri arbeiðsleys flyta av
landinum)
— at fleiri fólk flyta av land-
inum, og er her talan um fa-
miljur í bestu árum (og boð-
ini frá løgmanni í 6lavsøku-
røduni er, at Føroyar ikki
hava brik fyri øllum føroy -
ingum — ja hetta eru javnað-
arorð)
Tá vit hugsa um hvussu
snildisliga og ódámliga javn-
aðarflokkurin saman við hin-
um flokkunum í landsstýrinum
setti almennu lógirnar niður
við lóg er tað bæði grátuligt og
láturligt at síggja Dan Petersen
í grein í Sosialinum tann 15.06.
1994 siga, at javnaðarflokkurin
sigur nei til lønarniSurskur8,
og hann sigur (um sín egna
flokk?), at Hitler og Mussolini
settu lønirnar niður við lóg, og
at hetta er tí lítið at tikið upp
aftur (sum flokkur hansara fyri
stuttum júst hevur gjørt).
Hetta vísir hvussu lítið sam -
svar er millum orð og gerð hjá tí
flokki, sum framvegis torir at
kalla seg arbeiðaraflokkur — og
ikki so lítið avdúkandi bæði
fyri flokkin og greinskrivaran.
Skilja tey, sum í dag mynda
javnaðarflokkin, veruliga ikki
hví vanligi borgarin í dag hevur
vent flokkinum baki?
Vit í Verkamannafylkingini
vilja framvegis berjast fyri, at
vanligi føroyingurin fær mann-
sømulig kor, og at arbeiði verð-
ur til allar hendur, ogeitter vist,
at í okkara hugaheimi fara Før-
oyar altíð at hava brúk fyri
øllum føroyingum.
Ingeborg Vinther
——W
Hvagar gongur leiðin?
a —
Nú heimastýrið danska í Før-
oyum hevur skrivað út val til
heimastýristingið, ið einaferð
var tjóðarting føroysku tjóðar-
innar, býðst høvi at skifta
donsku heimastýrispolitikar-
arnar út við føroyskar.
Umboð fyri teir núverandi
6-7 heimastyrisflokkamar, ið
hava fingið mangan riddara-
krossin fyri trúgva danska
tænastu, bjóða seg fram aftur at
verja borg fyri danir. Men á
fyrsta sinni í mong ár hava før-
oyingar møguleika at velja før-
oyskt til hetta valid: tær før-
oysku fylkingarnar, eg hugsi
um frælsis- og verkamanna-
fylkingina.
Eftir mínum tykki skuldu
fylkingarnar tikið seg saman
ella eitt nú havt hesi felags-
sjónarmið:
Føroyska ríkið verður end-
urstovnað, t.d. 14. september
1994.
Føroyska ríkið hevur einki
vid ólógliga danska heimastýr-
ið og skuld tess at gera.
Høvudsstudlar heimastýri-
sins og skutilsveinar dana eru
ikki egnaðir at tæna føroyska
ríkinum.
Tey, ið eru meira enn hálv av
føroyskum uppruna, kunnu
gerast føroyskir ríkisborgarar.
Føroyska ríkið skal skipa so
fyri, at arbeiði verður til allar
føroyskar ríkisborgarar, so før-
oyingar kunnu liva og virka í
sínum egna landi.
Alt alment samskifti skal
fara fram á landsins máli (hetta
er eisini galdandi fyri Út- og
Sjónvarp »Føroya«). Øll í al-
mennari tænastu skulu nýta
landsins mál.
Tað er mín vón, at valið 7.
juli 1994 verður ein uppgerð
við ólógliga danska heimastýr-
ið og heimastyrispolitikarar-
nar, ið beinleiðis hava tikið lut í
donsku innlimingarætlanini
»Anschluss Færøe«.
Tey, i5 vidurkenna seg sum
føroying, mugu fara å val og
velja føroysku fylkingarnar, tí
danasambandið má slítast og
heimastýrið danska má fellast.
Annað er ikki at gera, skal før-
oyingurin liva í Føroyum.
John Ísheim
———m"w"w=
Skattalætti og lønarlækking !!!
Finnbogi Ísakson lovaði uppá
nakkan á Signari á Brúnni Før
oya fólki longu í januar mánað
ein skattalætta og tå meinti
hann, at kommunuskatturin
longu tveir mánaðir eltir al
fíggjarætlanin hjá landskass
anum var samtykt og komm
unuskattaprosentið var fast-
lagt, uttan himpri atkunna gera
slíkt.
Fólkafloksfólk og sam-
bandsfólk hava nú í longri tíð
billað okkum øllum inn, at ein-
astarætta er at lækka skattin og
jønimar tilsvarandi fyri at
blíva kappingar
vegis ødrum londur
Ni kemur so tad stuttliga og
margháttliga í hesum påstand-
sum var nú sunnudagin.
Stiklingar —
Avleggarar
Fritid og Náttúra er ein frålik sending og tað harmar
meg at hon skal verda oydiløgd av slikum målburdi,
Har vard tikid upp i saman ordid stiklingar. Tad
eitur avleggarar å føroyskum.
Men tad er so vanligt, tíverri, at gomul, føroysk orð
verda trokad burtur av donskum.
Einlurtari
Nu skal sópast!
Føroyingurin er tolin. Tað vita
vit, um vit hyggja at tí, sum
fram er farið seinastu 10-15
árini. Hann finnur seg í nógv-
um, ja, so at siga øllum. Ser-
liga frá politikarunum tolir
hann nógv. Annars var stødan í
landinum ikki so, sum hon er
vorðin. Og politkararnir geva
veljaranum skyldina fyri hetta
Sjálvandi hava politikarar-
nir ábyrgdina av tí, sum fram er
farið í 80-årunum. Hver ann-
ar? Og teir hava neyðtikið tað
fínasta amboðið, vit eiga, til at
fremja síni egnu áhugamál:
Nevniliga løgtingi5. Teir vita,
attað politiska minnið hjá velj-
aranum er stutt.
Men nú er nóg mikið!
Sjálvstýrisflokkurin fer
treytaleyst at krevja, at álitið
um grannskodan av almennum
roknskapi verður kannað av 6 -
vildugarinevnd, og at åbyrgdin
fyri skilaleysa, åbyrgdarleysa
og i førum heimildar-leysa
politikkin verður staðfest.
Hetta er fyrsta treytin fyri, at
veljarin fyri álitið á løgtingid,
landsstýrið og á umsitingina.
Og tað skuldi verið minsta
krav.
Til BLAÐSOLURNAR
sosialúrin aftur.
ÚTSELDUR?
Boðið so beinanvegin frá á
tlf. 11820.
Uttanfyri vanl. arbeidstid upplysir
telefonsvararin hvar ringjast skal fyri
at fåa fleiri blød.
Tidindabladid SOSIALURIN
——Tuu
um frá hesum báðum flokkum.
Nú Signar á Brúnni áleggur
kommununum at lækka
kommunuskattaprosentið, eru
bæði sambandsmenn og fólka-
floksmenn ikki til at vika.
Runavíkar býráð við einum
sambandsmanni sum —for-
manni, sigur kortanei til at
lækka kommunuskattapro-
senuið
Tórshavnar býráð við einari
sambandskvinnu sum for-
manni sigur kortanei ul at
lækka kommunuskatlapro
sentid
Fuglafjardar byråd vid ein-
um folkafloksmanni sum for
manni sigur kortanei ul at
lækka kommunuskattapro-
sentið
os.fr. 0.s.fr.
Fólkaflokkurin og MVG
oman á, sum kollrendi nærum
alt, kemur nú við loysnum, sum
teir sjálvir ikki kunnu standa
inni fyri, og sambandsflokkur-
in á sama hátt. Hetta er kanska
bara av tilvild, ella???
Hilmar Gaardbo
650 Toftir